fríggjadagur 20. mars 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 54 — 20. MARS 1998
tidindabladid SOL
Niels Pauli Danielsen, prestur og politikari:
Løgmadur vanvirðir kirkjufólkið
Hetta sigur Niels Pauli Danielsen í eini viðmerking til, at
løgmaður í fyrradagin valdi at útskriva nýval. — Hevur hann
yvirhøvur ikki hugsað um, at vit nú skulu hava valorrustu
mitt í páskahátíðini og í sjálvari stilluviku, spyr hann
SVEINUR POULSEN
Tað er fallið Niels Paula
Danielsen fyri bróstið, at
Edmund Joensen løgmadur
hevur skrivað út nýval.
Ikki tí, hann er óivað glað-
ur fyri at valið kemur, men
tað er tíðspunktið honum
ikki dámar.
— Hatta er eitt sera 6hepp-
ið tíðspunkt, sigur Niels
Pauli Danielsen.
— Hugsað tær. Vit skulu
út í eina valorrustu í páska-
hátíðini. Vit skulu føra val-
stríð mitt í stilluviku.
Men ikki nóg mikið við
tí, sigur Niels Pauli Daniel-
sen. Páskirnar eru ein hátíð
sum flytir seg. Onkuntíð
liggur hon í mars mánað, og
onkuntíð í apríl.
— Tá íð nú løgmadur nú
hevur útskrivað val til at
verða 30. apríl, so merkir
tað, at næsta val í seinasta
lagi skal verða 30. apríl um
fýra ár. Og so endar tað aftur
við, at vit hava valstríð í
stilluviku.
— Tað er at vanvirða
kirkjufólk, sigur Niels Pauli
Danielsen.
— Løgmadur heldur Før-
oya fólk fyri tað turra spott,
tí hann er fornermaður inn
á sínar veljarar.
— Hann átti at spurt lands-
stýrið eftir fyrst, men tað
ger hann ikki, og so busar
hann út við einum nývali,
sum kemur sera illa við alla-
staðni.
Fyrningarfreistin í banka-
málinum var útsett orsakað
av fólkatingsvalinum og nú
má hon helst útsetast eina-
ferð enn, tí okkara egnu pol-
itísku = viðurskiftir ikki
hanga saman.
— Hvat er hetta fyri nakað,
spyr Niels Pauli Danielsen.
— Og hygg eftir oljuvinn-
uni. Vit standa frammanfyri
einari av teimum størstu av-
bjóðingum okkara samfelag
hevur verið fyri - oljuvinn-
uni. -
— Utlendsk oljufeløg
skulu til at arbeiða í før-
oyskum øki, men eg eri
stórliga bangin fyri, at tey
nú velja at trekkja seg eitt
sindur aftur, tí tey vilja fegin
hava politiskan stabilitet.
— Men hvat fåa tey? O-
stabilitet, tí at løgmadur er
fornermadur.
Niels Pauli Danielsen er
ónggdur við at løgmadur
hevur arbeitt í sjálvdrátti.
— Men tað er honum so
líkt. Hygg eftir hvussu hann
gjørdi tå samgongusamráð-
ingarnar vóru.
— Hann førdi samráðingar
við Kristiliga Fólkaflokkin,
Miðflokkin og Fólkaflokkin
og vit høvdu eitt liðugt sam-
gonguskjal.
— Tá kravdi hann, at allir
18 tingmenninir, sum stóðu
aftanfyri samgonguna,
skuldu undirskriva sam-
gonguskjalið.
— Tað gjørdu teir eisini,
men hvat gjørdi løgmaður?
Dagin eftir leyp hann frá av-
taluni, og fór í samráðingar
við Javnaðarflokkin og
Sjálvstýrisflokkin.
Tann samgongan kom
sum kunnugt undir land,
men tað er synd at siga, at
skiparin hevur havt stýr á
Niels Pauli Danielsen, prestur og politikari, er sera énøgdur við, at lógmaður hevur
A
kastað Føroyar út í valstríð um páskahátíðina. — Tað er at vanvirða fólk
manningini.
Javnaðarflokkurin fór úr
samgonguni og Fólkaflokk-
urin kom aftur inn í hitan.
Síðan varð Sjálvstýrisflokk-
urin blakaður út. Alt tí løg-
maður ikki hevur evnir at
samstarva við onnur, sum
ikki eru samd við honum
Niels Pauli Danielsen er
ónggdur vid, at løgmadur
hevur møguleikan at ut-
skriva val í ótíð.
— Hatta líkist ongum. Vit
skuldu havt somu skipan
sum í Noregi. Har er val
fjórða hvert ár. Skal stjórnin
frá, so skal nýggj stjórn
skipast. Tingmenninir verða
sitandi í fýra år. Og hetta
átti eisini at verði galdandi
i Føroyum, sigur Niels Pauli
Danielsen at enda
Fríðrikskirkjan verður karmur um frumframførslu av føroyskum kórverki, sum Jóhan
Mortensen hevur gjørt. Konsertin verður sunnukvøldid 22. mars kl. 19.30
Frumframførsla av føroyskum
korverki i Fridrikskirkjuni
Nú sunnukvøldid 22. mars
verður Fridrikskirkjan aftur
karmur um frumframførslu
av føroyskum kórverki.
Stórt kór við millum 60
og 70 sangarum fer saman
við tónleikarum úr Føroya
Symfoniorkestri at frum-
framføra Dávids Sálm nr.
33, sum Jóhan Mortensen
hevur gjørt tónleik til og sett
út fyri kór og orkestur.
Í samband við hesi ætlaðu
framførsluna fór kórleiðarin
longu í januar undir at savna
sær kór. Asannast má, at
sangarar hava tikið dyggi-
liga undir við tiltakinum og
við eldhugi hava mett til
venjingar.
Eins og tá ið Dávids
Sálmur nr. 25 varð fram-
førdur fyri tveimum árum
síðani, hava tónleikarar í
Føroya Symfoniorkestri aft-
ur hesaferð vist vælvild.
Saman við kórinum sunnu-
kveldið vera fleiri tónleik-
arar úr symfoniorkestrinum.
Kórverkið >Sálmur 33<
er tónleikur, ið er gjørdur
til Dávids Sálm nr. 33 í týð-
ingini hjá Jákupi Dahl.
Verkið er skipað í fimm
satsir. Harumframt er ein
millumsatsur, har ungi
sangfuglurin úr Gøtu, Eivør
Pálsdóttir, verður solistur
saman við stóra kórinum.
Umframt stóra kórið
verður eisini Manskórið á
Skålafjørdinum, ið fer at
leggja fyri á konsertini.
Manskórið hevur nú hálvt-
triðja ár á baki, men hevur
kortini dúgliga gjørt vart við
seg - bæði innan- og uttan-
lands.
Konsertin verður sunnu-
kveldið klokkan 19.30, og
byrjað verður stundisliga.
d
Stovnara vóru: Føroya
Banki, Føroya Sparikassi,
Norðoya Sparikassi, Suð-
uroyar Sparikassi, Elek-
tron, Trygd, Tryggingar-
sambandið Føroyar, Før-
oya Sjovåtrygging, Før-
oya Brunatrygging, Før-
oya Vanlukkutrygging og
Føroya Lívstrygging.
I nevndina vórðu vald:
Jens Peter Arge, stjóri á
Tryggingarsambandinum,
Jørn Astrup Hansen, stjóri
í Føroya Banka og Eyðun
á Rógvi Olsen, stjóri í
Føroya Sparikassa.
Nevndin skipaði seg
vid Jørn Astrup Hansen
5
Føroysku figgjarstovarnir hava stovnad egid arbeidsgevarafelag
sum formanni og Jens Pet-
er Arge sum næstformanni.
Felagid fær allan rættin til
at samrådast, limanna
vegna, vid såttmålasamråd-
ingar. Figgjarstovnarnir
verða sostatt umbodadir av
bert einum arbeidsgevara-
felag, við næstu sáttmála-
samráðingar við starvsfólk
f peningastovnunum, trygg-
ingarfeløgunum og Elek-
tron.
Arbeiðsgevarafelagið hjá
Figgjarstovnunum í Føroy-
um (AF) vónar, at hetta stig
fer at skunda undir, at
starvsfólkd í figgjarstovn-
unum fer at savnast í einum
Nýtt arbeiðsgevara-
felag stovnað
Tann 16. mars 1998 var stovnandi aðalfundur hjá nýggj-
um føroyskum arbeidsgevarafelag, Arbeiðsgevarafelag-
ið hjá figgjarstovnum í Føroyum (AF)
fakfelag. |
Limir felagsins eru av |
teirri áskoðan, at ein savn- |
an av sáttmálasamráðing- |
unum í eitt arbeiðsgevara- |
felag ger samráðingarnar |
minni orkukrevjandi og |
meiri professionellar. At |
enda heldur arbeidsgev-
arafelagið, at tann spenta
stødan, sum ofta eyðkenn-
ir arbeiðsplássið undir
samráðingum heilt ella |
lutvist verður linkað, nú
samráðingarnar = verða
fluttar frá arbeiðsplássin-
um yvir til arbeiðsgevara-
felagið.