fríggjadagur 20. mars 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 54 — 20. MARS 1998
— Eitt nú, tå veddingar-
målid, sum var mitt måls-
øki, var fyri, og løgmadur
skuldi lúvga onkran floks-
felaga, vildi hann hava meg
at gera hetta.
- Eg segði sum var, at
eingin lóggáva var á øki-
num, og at tað mátti gerast
fyrst. Tá fór løgmaður sjålv-
ur til Danmarkar at fremja
málið, sigur Sámal Petur í
Grund.
Hann heldur lítið um, at
landsins hægsti maður,
skuldi blanda seg í málið,
tá hansara uppgáva var at
virka sum leiðari í Lands-
stýrinum.
Fjølmidlarnir hava havt
stórar trupulleikar av, at løg-
maður hevur verið so torf-
ørur at fáa í talu.
Tað hevur mangan ført til
stórt høvudsbryggj, hví so
var, og førdi til, at nógvir
ósvaraðir spurningar eru um
løgmanstidina hjá Edmundi
Joensen.
A henda hátt eisini vísti
løgmaður sítt vald, sum bert
kann sammetast við eina-
veldisharrar í londum, sum
vit annars ikki vilja sam-
meta okkum við.
Nýtti vald móti
fjølmidlunum
— Hvi heldur tú, at løg-
maður hevur havt so våna-
ligt samskifti við fjølmidl-
amar? :
— Møguliga hevur hann
ikki dugað at tosa við miðl-
arnar, og tað líktist ongum.
Teir persónar, sum eru vald-
ir av fólkinum, eiga at
kunna og upplýsa almenn-
ingin um tað sum fyriferst í
politiska arbeiðinum.
— Hjá løgmanni var tað
eyðsæð, at hann toldi ikki
at fáa vald, og vísti tað á
sín sermerkta hátt, sigur
Sámal Petur í Grund, sum
altíð hevur kent tað sum sítt
aðalmál, at kunna fjølmidl-
arnar um arbeiði sítt í Ting-
anesi.
— Hvat hevur hann brúkt
sítt vald til?
— Hann hevur m.a. nýtt
vald sítt til at fremja síni
áhugamál, og við ikki at
geva Landsstýrinum innlit.
Eitt nú fingu vit í Lands-
stýrinum einki at vita um
viðurskiftini = viðvíkjandi
Framtaksgrunninum, Fiska-
søluni og Fiskavirking.
Eingin veit, hví so var, men
tá vit royndu at spyrja, fingu
vit einki svar.
At enda noyddust vit at
fáa leiðararnir fyri úngbólk-
arnar upp í leikin, fyri at fáa
vitan um hesi mál, sigur Sá-
mal Petur í Grund.
Hann heldur lítið um tað,
sum løgmaður í síni rødu
vísti til, at tað hevði verið
so stór framgongd í hansara
løgmanstid.
— Veruleikin er, at tad
hevdi gingið nógvar ferðir
betur, um Edmund Joensen
nýtti samfelagsligu fram-
gongdina rætt, eitt nú við at
samstarva við hinar í Lands-
stýrinum, sum leiðari í sam-
gonguni.
Vildi ikki taka við
læru
— Um nú Edmundur Joen-
sen ikki dugdi so væl at
stýra, kundi hann ikki fingið
hjálp frá embætisfólkunum
í Tinganesi?
— Tað er einki dulsmál, at
starvsfólkini í Tinganesi eru
bæði dugnalig, trúgv og vit-
andi um síni størv, men tað
nyttaði einki. Løgmadur
vildi ikki taka við læru frá
nøkrum, sigur Sámal Petur
í Grund.
— Er tað ikki løgid, at Ed-
mund Joensen gjørdust for-
maður í Sambandsflokkin-
um, tá hansara leidaraevn-
ir vóru so vånalig?
— Tað er helst einki loynd-
armál, at tað kom av innan-
hýsis stríði í flokkinum.
Eingin kendi serliga nógv
til Edmund Joensen, áðrenn
hann gjørdist formaður,
annað enn at hann hevði eitt
væl rikið virki á Oyri, og
var nevndarlimur í Fiska-
søluni, og tað høvdu sam-
bandsfólk stóra virðing fyri.
— Hverja ávirkan heldur
tú hetta fer at hava á Sam-
bandsflokkin ?
— Tá løgmaður sum per-
sónur setir seg sjálvan frem-
st, er greitt at tað hevur neg-
ativa ávirkan á flokkin, men
tá flokkurin nú gevur seg
til kennis við síni 6nøgd,
skapar tað ivaleyst eisini
virðing, men um tað fær
góða ávirkan á komandi
valid, er torført at spåa um,
sigur Såmal Petur i Grund.
tíðindablaðið SOS
Sambandsflokkurin i bíðistóðu:
Uppgerðin
verður í kvold
Tá Sosialurin royndi at fáa viðmerkingar frá sambands- politikararunum til
stóðuna í flokkinum, vóru menn ikki serliga tíðindafróir. Alt stendur og fellur
við formansvalinum í kvóld, og uppskot kunnu koma í síðslu lótu, áðrenn
atkvótt verður
DAGNY JOENSEN
Atli Hansen, tingmaður í
Sambandsflokkinum og
varamaður hjá Edmund Jo-
ensen í tinginum, var stadd-
ur á fiskileid, tá vit hitta
hann í telefonini.
Hetta var fyrrapartin í
gjár, og Atli Hansen væntar
ikki, at hann verður aftur
við hús fyrr enn seinnapart-
in.
Hann er ikki fegin um at
tosa við Sosialin í fartele-
fonini, tí sum hann ofta áður
hevur tikið til, hvørt mans-
barn í Havn situr og lurtar
eftir tí, sum verður flutt um
fartelefon.Hann endurtekur
tí bert tað, sum hann hevur
sagt áður:
— Tað er ikki ein parla-
mentarisk ónggd, sum gev-
ur Edmundi Joensen høvi
at útskriva val, sigur Atli
Hansen og ásannar, at tað
órógvar stóra arbeiðið, sum
hevur verið gjørt í tingi-
num, og sum nú dettur burt-
ur.
— Eg haldi ikki, at tað var
rætt av honum at fara, men
vit kundu ikki forða fyri
tí. Hann hevur fullan rætt at
fara úr Tinganesi.
— Var tað kanska ikki
besta loysnin fyri flokkin,
at Edmund Joensen fer frá?
— Hvert tað er best fyri
flokkin, kann eg ikki svara,
tí eg veit ikki, hvat eg best
fyri flokkin, fyrr enn aftaná
landsfundin, sigur Ali Han-
sen og setir motorin í gongd
og stimar víðari á fiskileið.
Tað kunnu koma nógvar
hendingar á leiðini áðrenn
landsfundurin hjá Sam-
bandsflokkinum hevur av-
gjørt, hvør nyggi formaður-
in verður.
Tað hevur ljóðað, at
kampval verður, men tað
fæst ikki greiða á, fyrr enn
á sjálvum uppstllingarfund-
inum í Læraraskulahøllini í
kveld.
Hinvegin, so stendur fast,
at reglurnar hjá Sambands-
flokkinum eru soleiðis, at
eitt møguligt uppskot um
val av formansevni kann
setast fram beint áðrenn far-
ið verður til atkvødugreid-
slu. Sostatt veit eingin i
flokkinum, hvussu úrslitið
verður, fyrr enn á sjálvum
fundinum, sigur ein sam-
bandslimur við Sosialin.
Atli Hansen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, valdi at
fara í fjórðin at fiska í gjár. Hann eins og aðrir sam-
bandslimir, kann als ikki vita, hvør verður formaður í
flokkinum
Uffe: Johannes M. er
avhildin og reiðiligur
Júst fráfarni formaðurin í danska Vinstraflokkinum Uffe Ellemann Jensen
gevur Johannes Martin Olsen sum kom heim úr Danmark í gjár gott skoðsmál
NICLAS JOHANNESEN
Maðurin, sum av fleiri
verður spáddur at gerast
mótvaleyni til Edmund
Joensen um formanspostin
i Sambandsflokkinum setti
kós móti Føroyum í gjár.
Johannes Martin Olsen
eitur hann, og hann hevur
sitið á fólkatingið fyri — ja,
tað er satt — Edmund
Joensen seinastu fýra árini,
meðan Edmund hevur roynt
at sigla millum skerini við
Agnes Louise.
Men hvgr er Johannes
Martin Olsen?
Uppundir fólkatingsvalið
agiteraði hann ófért, so
ongin ivi kundi vera um, at
Uffe: Johannes Martin
Olsen sigur ikki nógv. Men
tá hann sigur nakað,
verður tað lurtað
maðurin — hóast hann
gongur móti teimum 70 —
framvegis hevur politiskar
ambitiGnir.
Ein teirra, 10 hevur havt
regluligt samband vid Joh-
annes er júst fráfarni
formaðurin = í danska
vinstraflokkinum Uffe Elle-
mann Jensen.
Tá Sosialurin umvegis
internetið biður um eina
meting er Uffe skjótur i
vendingini:
— Hann er ein reiðiligur
politikari, sum hevur sett
seg í stóra respekt í Fólka-
tinginum og í tingbólkinum
hjá Vinstra. Hann prátar ikki
nógv, men tá hann sigur
nakað, verður tað lurtað.
Samstundis hevur hansara
lítillátna og vinnandi per-
sónur gjørt hann til ein nógv
avhildnan persón í persón-
ligum høpi, sigur Uffe Elle-
mann um Johannes Martin
Olsen.
Nóg góður kortini?
Hóast Johannes Martin
Olsen hevur tann stóra
fyrimunin fram um øll hini,
at hann ikki hevur gingið
dagliga í føroyska sam-
bandsumhvørvinum og har-
við er vorðin beinleiðis
partur av teimum ósemjum,
sum nú kasta flokkin út í
eitt søguligt kampval
Hinvegin so hevur hann
sitið á tingið frå 1970 og
frameftir. Og tå var hann
kendur kanska fyri beint
øvugta, sum Uffe sigur:
Nevniliga at pråta Gføra
nógv.
Ongin úr Sambandsleg-
uni vil úttala seg stórvegis
eitt lítið samdøgur undan
lagnu-landsfundinum. Men
onkur vísir kortini á, at
stílurin hjá Johannes Martin
Olsen er meinlíkur stílinum
hjá Paula Ellefsen, fyrr-
verandi formmani og løg-
manni hjá Sambandsflokk-
inum.
Av tí sama verður gitt, at
eisini Lisbeth L. Petersen er
eitt gott boð upp á eitt
mótvalevni til løgmann Ed
mund Joensen. Henni stóð
einaferð í boði at taka við
løgmansembætinum, men
tå bar hon seg undan og
valdið býráðsarbeiðið fram-
um.
Atli Hansen kundi verið
ein annar. Men hesum aftur-
vísir hann púrasta sjálvur
— Nei, eg stilli ikki upp,
sigur ein avgjørdur Atli.
Bjørn á Heygum, sum er
kendur fyri at vera meira
ósamdur enn samdur við
løgmann, vildi mikudagin
onki siga annað enn at
— Eg eri til reiðar at gera
tað, sum er neyðugt..
Spurningurin er, hvat tað
er. Og spurningurin er, um
Edmund Joensen ikki út-
skrivaði nyval júst við ti í
kvittanum, at tað kann
verða hansara síðsta bjarg-
ing