Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið 0000 Tvístóðan í Sambandsflokkinum: Edmund var ein neyðsemja Nú meir enn nakrantíð hevur Sambandsflokkurin ásann- að, at tað var politiskt skeivt at lata Edmundi Joensen formanssessin. Hetta var longu greitt áðrenn hann gjórd- ist løgmaður. Nú er nóg mikið, siga keldur í flokkinum DAGNY JOENSEN — Tað er eins og fólk hava gloymt, at Edmund Joensen upprunaliga var ein neyð- semja sum formansvalevni í Sambandsflokkinum, eins »g hann var tað, tá hann fór í Tinganes fyri flokkin Tað sigur ein kelda, sum hevur innlit í flokkinum við Sosialin Edmund Joensen fekk loyvi at royna seg, og við ikki serliga góðum úrsliti Nú er nóg mikið, heldur flokkurin Hetta gjørdist veruleiki mikudagin, tå løgmadur út- skrivaði nyval. Orsøkin var, at valfelagið hansara ikki vildi stilla Edmund Joensen upp aftur sum formanns- valevni í Sambandsflokk- inum, sum hevur landsfund í vikuskiftinum Tað er tó eingin loyna at stevið í flokkinum hevur verið heldur vinglut seina- stu árini. Tað gjørdist rætti- liga greitt, tá Edmund Joen- sen royndi seg sum sam- ráðingarleiðara, tá Lands- stýrið skuldi skipast eftir seinasta val. Var ikki skikkadur at leiða eina Longu tá fekk Sambands- flokkurin varhugan av, at Edmund Joensen ikki var skikkaður at leiða eina sam- gongu Tá samráðingarnar um nýtt Landsstýri vóru av, var fundur í flokkinum, har sagt varð, at limirnir ikki vildu hava Edmund Joensen til løgmann Síðani var Bjørn á Heyg- um spurdur, um hann vildi fara í Tinganes, men hann bar seg undan, tí hann helt seg verða ov ungan og po- litiskt óroyndan at vera løg- maður Næsta boðið var Lisbeth L. Petersen, men hon var bundin av býráðasarbeiði- num, og fekk trupulleikar, um hon lat býráðssessin til næsta mannin á listanum. Tí fór Edmund Joensen í Tinganes at virka sum løg- maður, men flokkurin er ikki nøgdur við hansara úrs- lit Nú var nóg mikið Tá nú flokkurin skuldi hava landsfund, kom málið fram aftur, hvert løgmaður var rætti maðurin, og her siga sambandsfólk frá. Nú er nóg mikið. Edmund Joen- sen er ikki rætt maðurin til starvið. Tað hevur ikki verið sagt so nógv um hetta áður, og ivaleyst hava nógv gloymt, hvussu Edmund Joensen kom upp á hægsta pláss í Sambandsflokkinum. Hann var ein neyðsemja, fyri at skipa frið innanhýsis Seinast í 80 árunum var hann valdur í tingið, og hann gjørdi ikki nógv um seg. Tí helt flokkurin, at hann var eitt neutralt evni, sum kundi føra flokkin víðari um tey skerini, sum vóru á leiðini Hansara viðmæli vóru, at hann hevði verið virkin vinnulívsmaður og hevði verið førur fyri at leiða síni virkir við sera hepnari hond Urslitid í Tinganesi hevur víst, at Edmund Joensen Trupulleikarnir komu rættiliga skjótt til sjóndar. Eitt nú var Landsstýrið ikki samt um samráð- ingaruppleggið, tå farið varð til Danmarkar á fyrsta sinni við lógmanni á odda. Eitt nú kravdi Ed- mund Joensen at danir rindaðu fóroyingum 2,7 miá. krónur fyri parta- brævaumbýtið. Heldur ikki eydnaðist tað Edmundi Joensen at fáa samskifti í lag við fjólmiðlarnar. Myndin er frá samráð- ningunum á Christ- iansborg í 1994 ikki royndist eins væl sum formaður i Sambandsflokk- inum og sum virkisleiðari. Tað vil flokkurin íkki hava sitandi á sær, og vil heldur ikki fara undir nýtt valstrið við Edmund Joen- sen sum formannni, sigur keldur nær Sambandsflokk- in. Tað hevur verið arbeitt við eini ætlan nú upp undir landsfundin, sum m.a. bendir á, at Jóhs. Martin Ol- sen skal vera nýggur for- maður i Sambandsflokkin- um, og at Trygvi Guttesen, sum var skrivari i flokki- num í nógv år, skal veljast til næstformann, at sam- skipa arbeiðið við at fáa sambandsskútuna á beint aftur. Trúgvi Guttesen vil ikki gera viðmerkingar til mál- ið Nr. 54 — 20. MARS 1998 Sámal Petur í Grund, fyrrverandi landsstýrismaður: Løgmaður toldi ikki at fáa vald — Í staðin fyri at virka sum leiðari í Tinganesi, valdi Ed- mundur Joensen at arbeiða fyri sínum persónligu áhuga- málum. Hetta gjórdi hann m.a. við sýta landsstýrismonn- unum innlit í tey mál, sum hann átók sær, sigur Sámal Petur í Grund um arbeiðsháttin hjá lógmanni DAGNY JOENSEN Fyrrverandi landsstýris- maðurin heldur lítið um løg- mann sum persón, at hann leggur alt samfelagið lamið, bert tí hann er vorðin firtin á sínar egnu, sum vilja hava nýggjan formannn í Sam- bandsflokkinum. — Edmund Joensen hevur seinastu trý árini víst, at hann ikki er førur fyri at samstarva við aðrar flokkar. — Fyrsti trupulleikin var Javnaðarflokkurin, sum fór úr samgonguni. Síðani kom túrurin til Sjálvstýrisflokk- in.Tá Fólkaflokkurin fór i samgonguna, hava teir eis- ini fingið ákoyringar frá løgmanni. Klamsad allar dyr — Nú hevur hann klamsað so nógvar hurðar aftur eftir seg, at nú, tá hansara egnu seta honum stólin fyri hurð- ina, vendist ikki aftur, sigur Sámal Petur í Grund. Hann heldur, at løgmadur átti at pakka saman og latið løgmanssessin til annan per- són, heldur enn at útskriva val. Hann nevnir eisini tey nógvu tingmálini sum nú detta niður fyri, mál, sum hava samfelagsligan týd- ning, eitt nú málið um at gera Telefonverkið til al- ment partafelag og suður- oyarsiglingin,sum Edmund- ur Joensen kanska í veru- leikanum vil sleppa undan at loysa. Brúkti orku at finna sær syndabukkar — Hvussu var samstarvið í Landsstýrinum,tá tú vart í Tinganesi? — Tað gekk væl i fyrstuni, men so komu trupulleikar- nir. Løgmadur kendi- tað sum vóru vit métstødupart- ar hansara, og gjørdi nógv fyri at finna syndabukkar, og soleiðis vísa sína megi. — Javnaðarflokkurin gjør- dist fyrsti syndabukkurin. Tað vísti hann flokkinum, við m.a. í hvørjari réðu at langa út eftir flokkinum. — Tá Javnadarflokkurin fór, og Fólkaflokkurin kom upp í samgonguna, var tað hesin flokkur,sumstóð fyri skotum. Nú hevði hann bert alt gott at bera Javnaðar- flokkinum.Tað var eins og kappaðist hann innanhýsis í Landsstýrinum, sigur Sámal Petur í Gongd. Hann sigur um evnini hjá løgmanni at leiða fundir í Tinganesi, við at vísa til skrivingina hjá Atla Han- sen, partamannin hjá løg- manni, sum segði at sam- gongufundirnir = nyttaðu einki, tí løgmaður bert gekk og mól aftur og fram, með- an fundurnir vóru. Legði seg út målsøki- ni hjá hinum Trupulleikin var einamest, at Edmund Joensen legði seg út í landsstýrismálini á slíkan hátt, at hann ikki var førur fyri at stýra.