Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 54 — 20. MARS 1998 = * N Y Lesið eisini itrottin á Internetinum www.sosialurin.fo jóni gevst við fotboltinum Fótbóltur: Djóni N. Joensen, sum í fjør var vid til at gera B36 til føroyameistara, hevur mist hugin til fótbólt og hevur ti avgjørt at gevast Djóni N. Joensen úr B36 hevur gjørt av at gevast við fótbóltinum. Sum skilst er tað hugurin, sum ikki er til staðar longur. Djóni hevur vant nakrar ferðir við B36 í ár, men tað hevur verið langt ímillum, og seinastu ferð var fyri ein- ari viku síðani. Djóni N. Joensen gevst nú við fótbóltinum. Vantandi hugur og ov lítil tíð til arbeiði og familju hava elvt til, at Djóni nú takkar fyri seg Sum sagt er tað vantandi hugur, sum ger, at Djóni nú takkar fyri seg á B36-liðn- um og í landsliðshópinum. Hann gongur á pedagog- skúla í Havn og hevur eisini familju og arbeiði at hugsa um. Tað er trupult at fáa fótbólt at passa inn við skúlagongd og arbeiði, og tað hevur eisini elvt til, at B36 nú verður ein miðvall- ara fátækari. Djóni N. Joensen hevur havt bæði góðar og ringar løtur tey árini, hann hevur spælt í 1. deild. Í 1995, tá hann júst var komin inn í landsliðshitan, var hann so óheppin at bróta beinið í landskappingardysti fyri NSÍ móti GÍ í Getu. Nið- urtúrur fyri Djóna og nið- urtúrur fyri NSI, sum flutti niður í 2. deild hetta árið. Arið eftir skifti Djóni til B36, men tað sást, at hann framvegis ikki var komin heilt yvir beinbrotið, og ikki fyrr enn í 1997 fekk hann sitt »annad gjøgnumbrot« í føroyskum fótbólti. Serliga i seinnu helvt av kappingini var Djóni ein av teimum mest stødugu á B36-lidn- um, sum vann føroyameist- araheitid, og fyri tad endur- vann hann eisini plássið i landsliðshópinum. Nú hevur hann so valt at takka fyri seg. Sum skilst ætlar hann sær ikki at spæla í nakrari av teimum lægru deildunum heldur. Um hug- urin kemur aftur, verður tað til 1. deildarfótbólt og ikki >hugnafótbólt<. elj Føroyskur fótbóltur i italskum fjølmiðlum Fótbóltur: Í einum italskum ítróttarblaði stóð herfyri ein grein um føroysku fótbóltskappingina í fjør At føroyskur fótbóltur er komin á heimskortið, man lítil og eingin ivi vera um Eisini uttan fyri Føroyar eru fólk við áhuga fyri føroysku landskappingini, og fleiri staðni, har føroyska lands- liðið kemur, eru fólk, sum vita nógv meir um føroysku spælararnar og føroyskan fótbólt, enn nakar hevði hildið Eisini í Ítalia, sum er kanska størsta fótbóltstjóð í Europa, er føroyskur fót- bóltur frammi í fjølmidlun- um av og á. Herfyri stóð ein grein um landskappingina 1997 í einum italskum ítróttarblaði, og tað sæst, at høvundurin, sum eitur Luci- ano Zinelli, er væl inni í tí, hann skrivar. Mest verður gjørt burtur år føroyameistarunum B36, men eisini onnur lið og aðrir spælarar verða nevndir vid navni, m.a. Gert Langgaard (LÍF) og Súni Fríði Johan- nesen (B68) — spælarar, sum ikki hava verið so nógv frammi í altjóða fótbólti. Nevnt verður eisini, at HB var einasta lið, sum megnaði at vinna á B36 í landskappingini, men at møguleikarnir hjá B36 fyri at gerast føroyameistari batnaðu nógv, tá nærmasti kappingarneytin HB mið- skeiðis í kappingini noydd- ist at skifta venjara. Uni Arge verður nevndur sum toppskorari í lands- kappingini við 24 málum, og nevnt verður eisini, at tað er tað sama sum Súni Fríði Johannesen gjørdi fyri B68 í 1995. Í greinini stendur, at í tveimum dystu:n gjørdi Uni Arge trý mál — móti B68 og B71. Flest mál í ein- um dysti stendur Heðin á Lakjuni fyri — fimm mál móti IF, tá KI vann 9-1. Sjálvandi er alt ikki beint í greinini. Millum annað ger høvundurin Arnfinn Lang- gaard og Gert Langgaard ur NSI til beiggjar, men tað eru teir ikki. Luciano Zinelli hevur eis- ini valt eitt „ársins lið 1997« út. Hetta skal væntandi skiljast sum ellivu teir bestu kappingarárið í fjør. Um hesir vóru ellivu teir bestu í landskappingini í fjør, er upp til hvønn einstakan at avgera, men liðið, høvund- urin hevur valt, sær í øllum fórum soleiðis út: (4-4-2) Bjarni Johansen (VB) - Hallur Danielsen (HB), Tummas Eli Hansen (B36), Jens Kristian Hansen (B36), Jan Dam (HB) - Gert Lang- gaard (NSI), Pól Thor- steinsson (VB), Ingi Ras- mussen (HB), Allan Joen- sen (KI) - Uni Arge (HB), Heðin á Lakjuni (KÍ). Venj- ari: Tomislav Sivic (B36). fj Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen og fleiri aðrir føroyskir fótbóltsspælarar verða umreddir í einum italskum ítróttarblaði