fríggjadagur 20. mars 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Nr. 54 — 20. MARS 1998
tíðindablaðið Sosialurin
| Gullið stendur
uppá spæl
Fótbóltur: Fremstu liðini í donsku kappingini, FCK og
Brøndby, spæla toppdyst í kvøld, og feløgini fara undir
nýtt samstarv fyri at forða fyri ófriði á
áskoðaraplássunum
Tað er meiri enn einaferð
endað við samanbresti og
hundabiti, tá Brøndby og
FCK hava spælt dyst
Feløgini eru tvey tey
størstu í Danmark, og tey
leggja sera nógv í dystirnar
móti hvørjum ødrum. Í
kvold bresta tey enn eina-
ferð saman, og dysturin
hevur alstóran týdning,
bæði fyri kappingina um
ræðið í høvudsstadnum og
fyri meistaraheitið
Brøndby er fremst í sup-
erliguni, og fyra stig aftan-
fyri — å einum greidum 2.
plåssi — liggur FCK. Skulu
Todi Jénsson og hansara
liðfelagar gera sær vónir um
gull í kappingini í ár, mugu
teir fáa í minsta lagi javnleik
í kveld.
Tað mangla framvegis 14
dystir av donsku kapping-
ini, og stigini eru mong eftir
at spæla um, men tað verður
torført hjá FCK at vinna
innaftur á Brøndby, um teir
fara sjey stig aftur um í
kveld.
Tveita
ófriðarkroppar út
Dystirnir millum Brøndby
og FCK savna fólk sum
eingir aðrir dystir í donsku
kappingini, og øll plåssini
á Brøndby Stadion til gull-
dystin í kvøld eru útseld fyri
fleiri vikum síðani.
Vaktarhaldið til dystin
verður strangt, og fyri fyrstu
ferð nakrantíð sleppur FCK
at hava síni egnu vaktarfólk
við til dystin. Royndirnar
eru ikki tær bestu, tá vakt-
arfólk hjá Brøndby hava
roynt at hildið skil á FCK-
viðhaldsfólkunum, og tí fer
Brøndby fyri fyrstu ferð at
samstarva við FCK um
vaktarhaldið til stóra dystin
í donskum fótbólt.
Løgreglan í Keypmanna-
havn hevur roynt at fingið
dystin fluttan til seinnapart-
in sunnudagin, tí tað eru
nógv drukkin fólk í býnum
friggjakvøld, og tað kann
verða viðvirkandi til, at við-
haldsfólk hjá teimum báð-
um feløgunum bresta sam-
an. TV2 skal senda frá dyst-
inåm, og teir hava sett seg
ímóti at dysturin verður
fluttur.
Formenninir í viðhalds-
feløgunum hjá bæði teimum
gulu í Brøndby og teimum
hvítu í FCK mæla til frið á
áskoðaraplássunum í kveld,
og teir hótta enn einaferð
við at tveita ófriðarkroppar
úr viðhaldsfelagnum.
Brøndby hevur størsta við-
haldsfelagið í Danmark, og
teir hava tríggjar ferðir so
nógvar limir sum teir 5.000
hjá FCK. Eisini stjórin í
FCK, Flemming Øster-
gaard, hevur verid alment
frammi og biðið áskoðarar-
nar halda sær í skinninum
undir dystinum.
FCK hevur fingið 3.100
av teimum knapt 18.000 at-
gongumerkjunum til dystin,
og tað er tað hægsta talið
av áskoðarum, sum eitt úti-
lið nakrantíð hevur fingið
við til dyst á Brøndby Stad-
ion
Todi i hardari kapping
um pláss á liðnum
A vellinum fara nakrir av
teimum bestu og kostnað-
armiklastu fótbóltsspælar-
unum í Danmark at dystast,
og bæði Brøndby og FCK
hava sterkari lið nú enn
seinastu tey hittust.
Hjá FCK eru spælararnir
so nógvir í tali og so javnt
góðir, at venjarin Kent
Karlsson má velja klassa-
spælarar frá, tá hann setir
liðið. Kappingini um tey
tvey plássini í álopinum er
hørð, og hon stendur serliga
millum teir tríggjar Toda
Jónsson, David Nielsen og
Thomas Thorninger.
Í dystinum seinasta viku-
skiftið byrjaðu David Niel-
sen og Todi Jónsson í álop-
inum, men hvørgin gjørdi
serliga vart við seg. Tað
gjørdi Thomas Thorninger
hinvegin, tá hann kom á
vøllin fyri føroyska álops-
mannin, og tað er nógv sum
bendir á, at ljóshærdi árhus-
ianarin byrjar á vellinum í
kveld. Ger hann tað, er tað
greitt, at svenski venjarin
hjá FCK má seta antin Dav-
id Nielsen og Toda Jónsson
21
Eingin ivi er um, at Todi Jónsson kemur á vøllin í stórdystinum móti Brøndby í
kveld, men spurningurin er, um tað verður frá byrjan ella sum jokari seinni í
dystinum
á beinkin, og har tykist
kappingin at verða púra
jøvn.
Seinast FCK og Brøndby
spældu var Todi Jónsson
stóri spælarin, og hann
gjørði mål, sum aftaná varð
skýrt at verða tað besta í
Seinasta = vikuskiftið
vóru Turið Johannessen
og Elna Dam, báðar úr
Havnar Svimjifelag, við
í nordurlandameistara-
kapping í svimjing fyri
rørslutarnad. Kappingin
varð híldin í Greve í
Danmark.
Kappingarnar byrjaðu
friggjakvøldid, og hetta
kveldið svam Turið 400
m fri við tíðini 6.41,3.
Vinnari av hesi kapping
var Ricka Stenger úr Dan-
mark, sum hevði tíðina
5.35,4.
Turið svam eisini 50 m
frí við tíðini 0.40,02 og kom
sostatt í fínaluna sum
nummar 8. Í finaluni hevði
hon tíðina 0.49,09 og gjørd-
ist nummar 7.
Eisini--- fríggjakvgldið
svam Elna Dam 50 m frí
við tíðini 0.53,7.
Leygarmorgunin svam
Turið 100 m rygg við tíðini
Turid og Elna luttikið í NM-
svimjing fyri rórslutarnað
Svimjing: Turid Johannessen og
Elna Dam úr Havnar Svimjifelag
vóru seinasta vikuskiftid í Greve í „
Danmark, har tær luttóku í NM-
kappingini fyri rørslutarnad
1.49,2. Vinnari av kapping-
ini varð Linda Wikstrøm úr
Svgríki. Tíðin hjá henni var
1.28,5.
Seinni leygardagin svam
Turið 100 m frí. Tíðin hjá
henni var 1.30,9. Ricka
Stenger úr Danmark vann
við tíðini 1.11,2.
Kappingin var væl fyri-
skipað og fór fram í 50
metra hyli. Vit hava ongan
50m hyl í Føroyum, og Tur-
ið Johannessen og Elna
Dam hava ikki kappast í 50
m hyli fyrr, so torført er at
samanbera tíðirnar, sum tær
hava í 25 metra hyli, við
tíðirnar, tær fingu í Greve.
Durid Jóhansdóttir, venj-
ari og ferðaleiðari, er nøgd
við urslitini.
— Vit hava eitt sera ungt
lið, sum skal venja nógv
og fáa royndir, og mál
okkara er, at onkur
svimjari kemur niður um
kravtíðirnar til europa-
meistarakappingina í
Ítalia í 1999, sígur Durid
Jóhansdóttir.
—— — á
superliguni í nógv ár. FCK-
venjarin hevur eisini stórt
álit á Toda, og hann veit, at
klaksvíkingurin kann avrika
slíkt, sum avgera toppdystir.
Tí er vist, at Todi Jónsson
sleppur á vøllin í kveld,
men spurningurin er um tað
verður frá fyrsta bríksli ella
sum jokari í seinna hálv-
leiki
ek
Trý mál
afturat til
Jakup á Borg
Fótbóltur: Jákup á Borg gjørdi fyrr í
vikuni trý mál í einum dysti fyri
ungdómsliðið hjá Watford
Tað gongur sera væl hjá
teimum báðum føroyingun-
um í Watford, Jákup á Borg
og Heðin á Lakjuni. Síðani
teir fóru til London fyri ein-
ari viku síðani, hava teir
vant meir ella minni fast
saman við ungdómsliðnum
hjá Watford, sum er við í
eini stórari kapping fyri
ungdómslið.
Bæði Jákup og Heðin
hava gjørt fleiri mál, meðan
teir hava verið í Watford, og
fyrr í vikuni gjørdi Jákup á
Borg rættiliga vart við seg
Ungdómsliðið hjá Watford
vann ein dyst 4-2, og Jákup
gjørdi try av málunum og
legði upp til tað fjórða
Jákup á Borg kemur heim
aftur mánadagin, og Heðin
á Lakjuni verður aftur í Fer-
oyum hósdagin.
elj