Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mars 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 55 — 21. MARS 1998 Poul Nyrup Rasmusen, forsætisráðharri: Hava krav til tað sjálv- stýri, føroyingar ynskja EIRIKUR LINDENSKOV UR KEYPMANNAHAVN Umboðini fyri danska og føroyska Javnaðarflokkin gjørdu á fundinum hós- kvødlid eitt felags pressu- skriv, har greitt varð frá øll- um teimum fimm spurning- um, sum vóru vidgjørdir á fundinum. — Danski Javnaðarflokk- urin og Føroya Javnaðar- flokkur hava í dag havt upp- byggjandi samráðingar um framtíðarsamstarvið millum flokkarnar eins og fram- tíðina hjá ríkisfelagsskapi- num, segði Poul Nyrup Ras- mussen, tá hann hitti tíð- indafólkini eftir fundin. Jóannes Eidesgaard sigur, at hann hevur yvir fyri danska Javnaðarflokkinum strikad undir, at hann ynskir, at tað sum skjótast í samráðingunum við landsstýrið verður funnin ein rættvís og akseptabul loysn á bankamálinum. Til hetta svaraði Poul Nyrup Rasmussen, Javnaðarflokkurin % Danmark og tann danska stjórnin sum skjótast fara at gera seg til reiðar at samráðast um eina loysn á bankamálinum við endurgjaldi til Føroyar. — Eina samrådingarloysn, sum byggir å virding frå bådum pørtum, vælvilja og forståilsi fyri at finna eina fyri bådar partar rættvisa loysn, segði Poul Nyrup Rasmussen. Jóannes Eidesgaard heitti samstundis á danska Javnaðarflokkin um at virka fyri = eini loysn á fyrningarfreistini. Poul Nyrup Rasmussen gjørdi vart við, at hann var samdur við — føroyska Javnadarflokkinum í hesum sjónarmiði. — Stjórnin fer at gera alt, sum er gjørligt, fyri at fyrningarfreistin ikki stendur í vegin fyri eini skilagóðari samráðingarloysn, segði tíðindablaðið hann. Jóannes Eidesgaard og føroyski Javnaðarflokkurin hava frammanundan komandi samráðingunum millum stjórnina og landsstýrið reist málið um skuldarafturgjaldingina til rikiskassan, og spurt, hvørja hugsan danska stjórnin hevur í hesum máli. — Stjónin fer í komandi samráðingum at royna at finna eina avtalu um skuldarspurningin, sum tekur fyrilit fyri, -hvat føroyska samfelagið klárar at gjalda og fyri vælferðini, segði Poul Nyrup Rasmussen. Síðsta málið á skránni á fundinum millum flokkarnar = báðar var rikisrættarliga stødan. — Vit hava gjørt forsætisráðharranum greitt, at í Føroyum er eitt breitt ynski um økt sjálvstýri, sum svarar til menningina í einum modernaðum samfelag, segði Jóannes Eidesgaard, og í hesum sambandi undirstrikaði Poul Nyrup Rasmussen, at danski Javnaðarflokkurin viðurkennir, at Føroyar hava krav til ta sjålvstyri, sum fólkið ynskir - eisini tí at danski Javnaðarflokkurin hevur eitt greitt ynski um at varðveita ríkisfelagsskapin við teimum felags virðum, sum samfeløg okkara byggja á, segði Poul Nyrup Rasmussen. — Samråingarnar í kvold hava verið ógvuliga »direktar«. Men vit hava ikki tosað um beinleiðis upphæddir - tí tað er ikki tað, vit eru komin saman til at gera. Tvey endamál eru við fundinum í kveld. Annað er at leggja kósina fyri framtíðar samstarvið. Hitt málið er, at eg havi kunna svarað Jóannesi Eidesgaard upp á teir trupulleikar og teir spurningar, sum hann hevur, segði Poul Nyrup Rasmussen. Frægari møguleikar at loysa trupulleikarnar Eirikur Lindenskov úr Keypmannahavn: — Jóannes Eidesgaard og eg hava í kvøld havt nakrar sera týdningamiklar sam- ráðingar. Vit hava tosað um teir høvudsspurningar, sum hava við flokkar okkara at gera og sum hava við Dan- mark og Føroyar at gera, segði Poul Nyrup Rasmus- sen, forsætisráðharri og for- maður í danska Javnaðar- flokkinum, tá teir báðir langt um leingi møttu á tíð- indafundinum, sum av talaður var at vera klokkan 21:00 hóskvgldið, men sum ikki var fyrr enn klokkan 23:30. — Samráðingarnar hava verið merktar av viðring frá báðum pørtum, og eg havi gjørt vart við, at eg virði støduna, sum Jóannes Eidesgaard hevur tikid vid vikjandi ti, at hann ætlar at standa fríur i fólkatinginum og ikki líma seg inn í nakran tingbólk, segði Poul Nyrup Rasmussen Poul Nyrup Rasmussen viðurkendi síðani, at ódn- arveður hevur verið millum flokkarnar báðar hesi seinnu árini. Vidhvørt hava vit havt lyndi til at tosa forbi hvønn- annan, men vit hava eisini í kveld tosað so beinleiðis saman, at vit nú hava møgu- leika fyri at byrja eina nýggja leið, har vit hava frægari møguleikar at loysa trupulleikarnar Eirikur Lindenskov ur Keypmannaha undir samrådingarnar um bankamålid, med tit eru í valstríðið. Men ynskja tit tað, so gera vit tað, sigur Poul Nyrup Rasmussen, sum leggur afturat, at stjórnarinnar partur skal ikki liggja eftir — Serliga stødan hjá mær í føroyskum poli- tikki í løtuni er, at eg í Løgtinginum siti i and- stødu til landsstýrið. Tað er landsstýri, sum skal taka sær av samráðingu- num um bankamálið, um skuldarspurningin og um broytingar í ríkisrættar- ligu viðurskiftunum. Tað er klárt, at eg sum fólka- tingsmaður eri noyddur til at vísa loyalitet mót- vegis landsstýrinum og móti løgtinginum. Hetta hevur ført til, at sam- ráðingarnar tí ikki hava verið í smálutum um hesi viðurskifti, sigur Jó- annes Eidesgaard, og vísir tí til tíðindaskrivið. Jóannes Eidesgaard og Javnaðarflokkurin gjørdu greitt í valstríð- num, at flokkurin fór at nýta sína megi í fólka- tinginum til at fáa hesi vidurskfti upp á pláss. Nú er flokkurin komin í eina lyklastødu, men er nóg mikið komið burt- urúr? — Vit kunnu sjálvandi hittast aftur seinni - tá allar samrådingarnar hava verið, so kunnu vit taka saman umaftur og vita, um nóg mikið er komið burtur úr, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur ikki, at vit kunnu siga, at niður- stødan av fundinum ikki er nóg konkret. Hann vísir á, at tað verður sagt, at vit skulu finna eina rættvísa loysn á banka- málinum — Vit hava bankafrá- greiðingina upp á 2500 síður, sum kann liggja sum grundarlag fyri hes um. Ég haldi eisini, at tað hevur tydning, at vit igið tilsøgn frá hava fin Poul Nyrup Rasmussen um, at hædd verður tíkin fyri, hvat føroyska sam felagið klárar at bera og at afturgjaldingin ikki skal ganga út yvir væl ferðina, sum vit í for oyska Javnaðarflokki num seta serliga høgt sigur Jóannes Eides gaard — Men hvat er ein rætt vís loysn á bankamåli num, hevur Poul Nyrup Ynskja føroy- ingar tað - so samráðast vit fyri valið þ.e) ein Í partar kunnu góðgtaka sigur Poul Nyrup mussen Og her leggur Jóannes Eidesgaard afturat, at Føroyum hevur eitt ar- beiði hesum viðvíkjandi verið í gongd, har lands- stýrið hevur sett ein ser- frødingarbolk, sum er komin við nøkrum nið- urstødum, sum í løtuni eru grundarlag fyri teim- um samráðingum, sum eru í landsstýrinum Samstundis hevur løg- tingið eisini sett ein bólk, sum skal fylgja við hes- um samráðingum. Tað e púra greitt, at eg fari at respektera tað upplegg- ið, sum kemur hagani, sigur Jóannes Eides- gaard. — Hetta uppleggið fer eisini at siga okkum, hvat vit fara at halda vera eina rættvísa og skila- góða loysn fyri føroying- ar. — Men hvussu ætlar forsætisráðharrin — at loysa trupulleikan um fyrningarfreistina? — Tað fyrsta, eg fari at gera, er at seta meg í samband við løgmannin - longu í morgin, og spyrja hann, hvussu hann metir støðuna eftir at val er skrivað út i Før- oyum, sum setir okkum í eina aðra stóðu, sum so aftur ger, at vit enn eina- ferð verða noydd at seta út fyrningarfreistina. — Eg havi eisini gjørt mær greitt, at eitt dato skal ikki blokera eini loysn á hesum máli. Tí fari eg - og tí fer stjórnin at heita á Den Danske Bank um at útseta freist ina Poul Nyrup Rasmus- sen gjørdi eisini greitt, at Den Danske Bank enn ikki hevur fingið nakra áheitan frá stjórnini um hetta, tí hevði hann ikk viðmerkingar til, hvat fólk innan bankan hava sagt um hetta I 3 Tað er mín sk tosa VK in hetta måli ið ei ynski úr Førovum føroyingar vilja fara undir samrådingar nú valstríðinum. sé tað so, hóast tað ikki er serliga lætt at hava slíkar samráðingar undir ein verður um valstríði - men okk ara lutur skal ikki liggja eftir, segði Poul Nyrup Rasmussen