leygardagur 21. mars 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
tíðindablaðið
Kostar enn
hundraðstals
arbeiðspláss j
Arbeiðsloysið er
við sama lag
ymsastaðni í
landinum og tað
er ikki líkt til, at
politikarar
megna at koma
åsamt um at gera
nakað munagott
við hetta álvars-
mál
ÁkK! BERTHOLDSEN
— Enn er onki itøkiligt gjørt
fyri at steðga útflutningin-
um av óvirkaðum fiski. Og
hetta kostar framvegis
hundraðtals arbeiðspláss á
landi í Føroyum
Í ársfrágreiðung síni á
aðalfundinum í Føroya Ar-
beiðarafelag, sum er hetta
vikuskiftid, fýltist Ingeborg
Vinter, formaður í FÅ, m.a
enn einaferð á, hvussu lítið
politikarar gera fyri at koma
arbeiðsloysinum til lívs
— Arbeiðsloysið er stórt
við sama lag í pørtum í
landinum. Men tíverri tykist
ikki, sum um politikarar
koma ásamt um at gera
nakað munagott við hetta
álvarsmál, segði formaðurin
í FA.
Hon segði, at tað tykist,
sum um politikarar bara
hugsa um, hvussu alt kann
miðsavnast í Suðurstreym-
— Tað er ikki gott fyri
samfelag okkara, at onki
verður gjørt fyri útjaðara-
økini
— Ti úrslitið er, at tey, sum
flyta aftur til Føroya, flyta
aftur til miðstaðargkið
Ingeborg Vinther segði, at
tað, sum hendir, er, at fólk-
atalið minkar í teimum
plássum, har ið stórt ar-
beiðsloysi er, tí onki er hjá
fólki at flyta aftur til.
— Eg vildi ynskt, at teir
politikarar, sum nú um
stutta tíð fara at bjóða seg
fram til løgtingsvalid, fara
at síggja ta álvarsligu stóðu,
sum hóttir útjaðaran í Før-
oyum, og at tað verður førd-
ur ein politikkur, sum ger,
at tað fer at bera til hjá út-
jaðarunum at fóta sær aftur,
og sum fer at geva unga
fólkinum møguleikar at seta
seg niður, eisini á smábygd-
unum.
Tað almenna skal uppí
Ingeborg Vinther sigur, at
tað er púra greitt, at megnar
tann privata vinnan ikki at
skapa arbeiðspláss kring
landið, má tað almenna
hjálpa til.
Kortini fegnaðist hon um,
at lív er nú komið í aftur í
Sandoynni eftir fleiri ára
vinnuloysi.
— Nú er at vóna, at lív
eisini kemur í aðrastaðni,
har ið tað hevur verið øsku-
kalt í langa tíð.
Hon segði, at hon hevði
oftað tað fatan, at fiskivinn-
an á landi hevur ongan góð-
an, og at ongin hugsar um
tey, sum onki hava at dúva
uppá, uttan teir mangan fáu
tímarnar, tey av og á fáa á
einum flakavirki.
— Onki itøkiligt er gjørt
fyri at steðga útflutningin-
um av óvirkaðum fiski.
— Hetta kostar samfelagið
okkara framvegis hundrað-
tals arbeiðspláss í fiskivi-
nnuni á landi.
— Hevdi hesi fiskurin
kunnað verið virkaður í
landinum, hevði tað bøtt
munandi um arbeiðsloysið
úti á bygd.
— Men tann syndarliga
stødan er tíverri tann, at í
eini tíð, har fiskiskapurin er
munandi vaksin, eru lønar-
— Enn manglar nógv í,
áðrenn vit kunnu kalla
hetta eitt gott og trygt
samfelag, sgði Ingeborg
Vinther á aðalfundi í
Føroya Arbeiðarafelag,
sum er hetta vikuskiftið
— Tá stóðu vit saman og
vístu á, hvussu skeivur
fíggjarlpolitikkurin er og at
hann, eftir okkara tykki, fer
útgjaldingarnar í fiskivinn-
uni lækkaðar, heldur enn
hækkaðar.
Stóðu saman
Ingeborg Vinther fegnaðist
annars um samanahaldið í-
millum fakfelggini, táið ætl-
anin var at skarva av
fólkapensjónini, av tí at tað
manglaði pengar onkra
aðrastaðni.
Hon fegnaðist eisini um
samanhaldið, táið ávísir
lønarb6lkar vórðu tiknir
framum aðrar og fingu
skattalætta fyri seg sjálvar.
Hesin aðalfundurin i Før-
oya Arbeiðarafelag er
tann fjølmentasti í søgu
felagsins.
— Men tíverri er ar-
beiðsloysið enn stórt og
onki veruligt verður gjørt
fyri at minka tað, sigur
Ingeborg Vinther.
at føra til eitt nýtt skrædl.
— Vit mótmæltu hesum,
eins og figgjarfrødingarnir
gjørdu. Okkara boðskapur
er púra greiður:
— Vit hvørki vilja, ella
orka at gjalda rokningina
fyri åbyrgdarloysid og út-
gjaringina úr landskassan-
um einaferð afturat, segði
formaðurin í FA.
— Vit spurdu eisini, um
eitt samfelag hevur ráð til
skattalætta, táið tað ikki
hevur ráð til at geva okkara
gomlu og sjuku eina mann-
sømiliga heimarøkt?
— Har er alt skorið inn á
bein. Tað sama ger seg
galdandi á sjúkrahúsunum
— Ráð eru ikki til at hava
sjúklingar innlagdar. Teir
verða útskrivaðir so skjótt,
at nógvir hava tørv á ser-
røkt, táið teir koma heim -
men eisini henda serrøkt er
skorin inn á bein.
— Tey lågløntu fáa heldur
ongan skattalætta. Tey í
ALS fáa heldur ongan. Tey
vera bara tveitt úr skipanin,
táið teirra dagar eru taldir,
og tá hevur samfelelagið í
nógvum fórum onki annað
at bjóða teimum.
— Hvussu kann tá skatta-
lætti gevast til inntøkur upp
å 500.000?
— Hvør kann verja slikt?
— Er ikki fremsta uppgåvan
hjå fakfeløgunum at verja
limir sínar, og tey veiku í
samfelagnum, spurdi Inge-
borg Vinther.
Hon segði, at hon visti,
at mikið rok, eisini innan-
felags, hevði staðist av, at
FA var ímóti hesum ætlan-
um, eins og so nógv onnur
fakfeløg.
— Men fólk eiga at hugsa
seg væl um og spyrja seg
sjålvi, hvat tad er, sum fer
fram.
— Tey, ið veruliga hava
hjálp fyri neyðini, verða
gloymd.
— Fakfelggini hava altíð
hildið uppá, at vit skulu
hava eitt gott og trygt
samfelag fyri allar landsins
borgarar.
— Men so ber tað ikki til
at gjara út til høgru og
vinstru við skattgjaldarans
peningi uppundir hvert løg-
tingsval.
--Tað må átalast, at løg-
tingslimir brúka landskass-
an at tryggja sær afturval,
sigur Ingeborg Vinther.
Enn manglar nógv
Ingeborg Vinther sigur, at
nidurstødan má vera, at enn
manglar nógv í, áðrenn vit
kunnu siga, at alt er gott og
trygt hjá borgarunum í hes-
um landi.
— Hartil er arbeiðsloysið
alt ov stórt
— Somuleiðis manglar
nógv í á tí sosiala økinun
--Stættarmunurin veksur,
og munurin ímillum tey
vælbjargaði og tey lågløntu
er øktur.
— Og stættarmunurin øk-
ist enn meiri, tåid landsins
stýri geva háinntgkum
skattalætta og ikki teimum
lågløntu.
Ingeborg Vinther sigur, at
ALS skuldi latid 80% av
eini timaløn og ikki eftir ti,
ein hevur forvunnið sein-
astu 12 mánaðirnar, tó í
mest 70% av eini timaløn.
— Vit kunnu heldur ikki
tosa um framgongd í sam-
felagnum, so leingi heilsu-
verkið og heimargktin eru
skorin inn á bein.
Tí skal tað takast við
størsta fyrivarni, táið
summir politikarar tosa um,
at nú gongur framá.
— Tí, sum vit hava ført
fram, er so óendaliga skjótt,
at vit enda í eini nýggjari
kreppum um tað ikki verður
stýrt við skili, segði Inge-
borg Vinther í ársfrágreið-
ing síni á aðalfundi í FA,
sum er nú um vikuskiftið.
Hon sigur annars, at aðal-
fundurin í år er tann fjøl-
mentasti í søgu felagsins við
tað, at tvey nýggj feløg eru
komin afturat, nevniliga
Fjallbrúður í Vági og SÆK.
— At feløg leggjast aft-
urat, styrkir felagið og tað
er bara at fegnast um, sigur
Ingeborg Vinther.
alin í komandi
viku fara vit at frætta
nógv meiri frá aðalfund-
inum i Føroya Arbeiðara-
felag.
Í