leygardagur 21. mars 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ir
Nr. 55 - 21. MARS 1998
Nr. 55 - 21. MARS 1998
Aldubåran
tidindablad
Soslalurin
Andrea Heindriksdóttir
i Listaskålanum
Eftir at eg hevði strítt meg
gjøgnum kavan til Havnar,
var tað ein føgur sjón at
siggja ein fullan Listaskåla til
vårkonsertina hjå Aldubåruni
friggjakvøldid í næstsíðstu
viku. Sum Jóhannes Andreas-
sen segði í innleiðingini, er
skálin ein sterk staðfesting av
sunnu støduni, føroyska tón-
leikalívið er í, tá enntá eitt
kveld við so keðiligum veðri
kann savna so nógv fólk sam-
an at lýða á landsins yrkis-
tónleikabólk, sum spælir
nýggjan tónleik eftir nøkrum
av teimum livandi tónasmið-
unum, landið eigur.
Sjálv Aldubáran er ein
smidligur bólkur, og til hesa
konsertina vóru tað Anna
Klett, (klarinet), Andrea
Heindriksdóttir (floyta), Øss-
ur Bæk og Sámal Petersen
(fíólir), Kanny Sambleben
(bratsj), Hege Waldeland
(cello), Páll Sólstein (horn),
Olavur Jakobsen (gittar),
Bjarni Restorff (ljómborð),
og Jéhannes Andreassen
(klaver), ið mannaðu bólkin.
Fyrsta helvtin av konsert-
ini byrjaði við einum verki
eftir Kára Bæk, hansara
”Tvey stykki fyri oktett” frá
1996-97. Fyrsti satsurin,
"preludium", byrjaði við
bergtakandi vøkrum solo-
spæli av Onnu og var atmo-
sferiskt bygt upp rundan um
eitt fýra tóna hugskot og ment
við hjálp av øllum tí tøka til-
feinginum og endaði við
tveimum sterkum kórtema-
um. Annar satsur, ”Marsjur”,
var ein frægd við sínum
íblástri av bæði russiskum og
sponskum tónleiki. Kári
sjálvur lýsir hetta sum ein
marsjur í "groteska" stílinum,
og tað riggaði undurfult. Eitt
frálíkt stykki til eina óvanliga
blanding av ljóðfórum, gitt-
arin varð á frálíkan hátt
integreraður í ljóðmyndina.
Síðani fingu vit enn eitt
høvi til at hoyra "Trio", sum
Kristian Blak skrivaði í 1994.
Verkið varð spælt av Sámali,
Hege og Jóhannes, og teir
tríggir satsirnir vórðu hesa
ferð framførdir uttan upp-
tikna bandið við náttúruljóð-
um, sum eg fyrr havi hoyrt
saman við verkinum. Hetta
er eitt av mest avbj6dandi
verkunum hjá Kristiani,
teknisk krevjandi fyri allar
tríggjar tónleikararnir, sum
sluppu frálíkt frá uppgávuni.
Eg eri noyddur at siga, at per-
sónliga saknaði eg bandið,
sum gevur verkinum enn
meira stemning, og endarnir
á fyrsta og triðja satsi kundu
verið eitt sindur betur vand-
ir.
Henda helvtin av konsert-
ini endaði við frumfram-
førsluni av ”Hankadråttur”
eftir Edvard Nyholm Debes.
Við hesum verkinum, sum er
skrivað til floytu, klarinet,
horn, klaver, gittara og tvær
fiolir visti Edvard rættiliga
tenn — til tíðir ljóðaði tað sum
filmstónleikur í einum Hitch-
cock-filmi, men tað sást, at
allir limirnir í bólkinum
hugnadu sær Gført, meðan
teir spældu hetta verkid. Eins
og onnur verk hjå Edvardi var
hetta f einum satsi, bytt upp i
tríggjar partar, skjótt, spaku-
ligt, skjótt. Eg gleði meg til
at hoyra hetta verkið aftur.
Onnur helvt av konsertini
byrjaði við tí fyrsta av tveim-
um smærri verkum av Sunn-
leif Rasmussen, hansara
"Fantasi yvir Tivils døtur”
fyri klarinet og horn. Meðan
áhoyrararnir sessaðust aftur
eftir steðgin, gekk Anna á
pallinum og spældi teir fyrstu
tónarnar, sum Páll so svaraði
aftur har afturi í høllini. Stutt-
ligt, litríkt og frálíkt og er
hetta kanska mest brúkara-
vinarligi = tónleikurin hjá
Sunnleifi — ein rættiligur gim-
steinur av eini duett!
Og so fil tað, sum fyri mær
var hæddarpunktið á konsert-
ini, "O0-punkt" eftir Tróndi
Bogasyni. Sjálvsagt helt
Aldubáran, at áhoyrarunum
tørvadu eitt sindur av hjálp
við hesum verkinum, so
Bjarni Restorff presenteraði
í stuttum verkið og temaið í
tí. Verkið er ein langur satsur
og er eitt sett av variatiónum
bygt yvir eina rød av nótum
Hetta kundi jóðað, sum var
tað bert eitt langt, torskilt og
keðiligt verk, men so høvdu
fólk gloymt, at tað var eitt
hjá Tróndi! Vakurt, litfagurt
og spennandi er hetta verkið
ein varði um, at Tróndur er
vorðin ein royndur tónasmið-
ur, og vit kunnu bert síggja
fram til nógvar fleiri sigrar í
árunum, sum koma!
Eitt klókt skift í ferðini
kom síðani í formi av enn
einari av duettunum hjá
Sunnleifi. Hesa ferð spældu
Andrea og Anna "Hoyrdu tit
havsins andalag?”, sum varð
skrivað í 1984 eftir eini yrk-
ing hjá Williami Heinesen
Hetta var eisini ein fram-
úrskarandi framførsla við
tveimum kvinnum í essinum
Kveldið endaði við triðju
frumframførsluni, hesa ferð
nýggja verkið hjá Paula í
Sandagerði "Hot Talk“. Ein
bygnaður, sum ikki er lættur
at spæla, men hetta verkið er
væl uppi á tí stødi, vit eiga at
vænta frá Paula
Hvat dámdi mær so best?
Har noyðist eg at siga ”0-
punkt" hjá Tróndi og alt, sum
Anna spældi. Men at taka
hesi bæði burtur úr hevði ikki
verið rættvíst móti øllin hin-
um ténleikarunum, tóna-
smiðunum og verkunum — eg
kann siga so mikið sum, at
tað sum eg kendi, var ein
varði i føroyskum tónleika-
lívi, ikki bert sum ein fram-
førsla á høgum stigi av Aldu-
báruni, men sum eitt savn av
verkum, sum komponistar, ið
eru til reiðar at taka sítt pláss
á altjóða pallinum. Flott klár-
að øll — eitt frálíkt kveld við
undirhaldi!
Graeme Rudd