Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mars 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| JÓGVAN ÍSAKSEN Birgit Arge: Sundur og saman. Ungdómsskaldsoga. Bókadeild Feroya Lærarafelags 1997, 105 s. >Tað var tvískinningur í sinni Tístrams<. Soleiðis leggur stuttsøgan >Maður kemur aftur at håsum« hjá Martini Joensen fyri, og hon heldur fram: >Á sjónum var hann eitt satt Guds barn«. Men so títt og knapt sum Tístram setir fótin á land, umskiftist hann: >Tá var tað, sum kom ein illur andi at bølast í honum, og eingla- flokkurin flýddi<. Eitt sind- ur fýrakantað kanst tú siga, at Tístram ikki megnar at sameina tað kvinnuliga og tað mansliga, land og hav, og tí er honum ikki lív lag- að. Skaldsøgan >Sundur og saman< eftir Birgit Arge kundi lagt fyri á líknandi hátt: >Tað var tvískinningur í sinni Niklasar«, men hvorki framhald ella endi eru sum í séguni hjá Martini Joensen. Klovningurin hjá Niklasi speglast ikki á sama máta í umhvervinum, og hann kann tískil ikki sum Tístram leita sær friðskjól á havinum. »Sundur og saman« sigur frá einum vikuskifti í livi- num hjá tí okkurt um fjúrtan ára gamla dronginum Nikl- asi. Hann gongur í komm- unuskúlanum í Havn, hevur lítið samband við javnaldr- arnar og er eitt sindur skotin í floksfelaganum Anniku. Heima hjá Niklasi er mamman, sum gongur heima, pápin, sum er banka- maður og so tær yngru systr- arnar upp á fimm og tvey. Líka frá søgubyrjan gerst tað greitt, at mamman er um at kvala ikki bara sonin, men alt húskið í umsorgan og beinasemi. Hon hevur ann- ars altíð arbeitt úti, men tá ið tey fingu lítlusystur >vildi hon taka sær av familjuni sum ein ordilig kona og mamma og ikki forsøma tey longur<. Tað er bara tað, at familjan vil hava hana til arbeiðis, so tey kunnu sleppa at blíva forsømd. Niklas hevur ein fylgisneyta, ið eitur Símun. Hesin er herviligur at gera beistagerðir og roynir í heil- um at draga Niklas uppí. Niklas kennir seg onkurs- vegna hóttan av Símuni, og vil vera við, at hesin amast ov nógv upp á hann. Tá id teir fylgjast, gongur Símun í takt, men hvussu Niklas so roynir at bróta taktina, so fylgir Símun við. Lesarin fær rættiliga tíð- liga varhugan av, at hetta við Niklasi og Símuni ikki er, sum tað eigur at vera millum tveir dreingir. Men Birgit Arge sigur søguna so snildisliga, at lesarin ein fitt- an tein er í iva um, hvussu hetta hongur saman. Sum frálíður gerst tað greitt, at Niklas og Símun eru sami persónur, og eftir fleiri ábendingar verður tað bein- leiðis orðað. Niklas er tann fitti drong- urin, sum hóast hann illneit- ast innantann, ger sum mamman vil. Heima skal alt vera so pent, har má einki ljótt koma fyri, og úrslitið er, at somikið meira av øll- um tí, sum verður hildið niðri brýtur sær leið, tá ið Niklas er uttandura. Tá ið hann er Símun. Hinvegin hevur Niklas brúk fyri Símuni, tí hann dugir tað, sum Niklas ikki dugir. Símun torir væl og er bæði frekur og stuttligur. Niklas er introvertur, meðan Símun er extrovertur Hvørgin dugir at laga seg eftir umstødunum, men tá ið Niklas og Símun gerast Niklas Símun, tá er viðvent í holuni. Bjargingin eitur Annika, og henni dámar báðar tveir ella beinari: tá ið teir eru ein. Drongurin í kynsbúningar- aldri kemur í samband við tað kvinnuliga — mótsett Tístrami — og gerst ein heil- ur maður. Og tá ið hann á seinastu síðu er ávegis heim til Anniku at arbeiða við ein- ari skúlauppgávu, er hann á kósini: >Beint fram gekk Niklas Símun. Við ørmu- num sveiggjandi við liðina. Hann skundaði sær. Niðan- eftir. Nidaneftir«. Lesarin hevur hug at halda, at tað ljóðar, sum Niklas Símun er ávegis til himmiríkið. Í søguni »Skuggin« hjá H. C. Andersen ger skuggin seg leysan av harranum og livir sítt egna lív. Seinni tekur hann yvir og ger harran til skugga og seg sjálvan til harra. Harrin í søguni er ein lærdur maður, ein hampa- maður, men veruleikin er ikki bara hampiligur, og dugir tú ikki at sannkenna hetta, verður tað ein galin endi. Í søguni hjá H. C. An- dersen vil harrin ikki kenn- ast við sína skuggasíðu, og úrslitið er, at skuggin giftist prinsessuni, og harrin verð- ur avrættaður. Tann lærdi harrin dugdi ikki at sameina tað vakra og tað dekka, og tessvegna verður hann týnd- ur. Niklas hevur eisini eina dekka síðu, Símun, sum roynir at taka yvir, men 6- beinleiðis stuðlaður av Ann- iku, viðurkennir hann hend- an partin av sær sjálvum og gerst Niklas Símun. Hetta sama vikuskiftið verða viðurskiftini millum foreldrini eisini eitt sindur frægari enn í langa tíð, men við søgulok eru trupulleik- arnir minni enn so av. At mamman er heimagangandi verður í fyrstu syftu lýst negativt, og tað er púra greitt, at mamman kann vera Nr. 55 - 21. MARS 1998 ein plåga fyri mann og son. Hinvegin heldur Annika, at Niklas er heppin at hava mammuna við hús, og tað fær Niklas at endurskoða sína meting av mammuni. Kortini bara fyri ein part. Um tað er bara ringt, at mamman gongur heima ella kanska eisini eitt sindur gott, letur høvundurin hanga í leysari luft. Ivaleyst er tað eisini stødan hjá teimum flestu av okkum. Á annan bógvin eru tað ikki mong sum halda, at annar hjúna- felagin skal vera við hús allatíðina — tað vil í næstan øllum fórum siga kvinnan. A hin bógvin er tað ikki ser- liga stuttligt hjá børnum, at foreldrini næstan aldrin eru við hús. »Sundur og saman« er skrivað eftir ti kenda mynstrinum: ungur drongur í kynsbúningaraldri hevur ilt við at fóta sær, men tá ið ein fitt genta kemur upp í leikin, kemur hann aftur á beint. Tað skal tó sigast, at hóast tað lítið krógvaða mynstrið, so riggar skald- søgan, tí hon er somikið væl gjørd. Liv og levnaGur á Argjum ' JOGVAN ÍSAKSEN Sólrun Michelsen: Argjafrensar. 146 síður við myndum eftir Beintu Johannesen og Utiløgukattar. 123 síður. Báðar eru givnar út av Bókadeild Føroya Lær- arafelags í åvikavist 1994 og 1996. »Argjafrensar« eftir Sólrun Michelsen er sett saman av småsøgum og hendingum år uppvøkstrinum hjá systkjunum Onnu og Jåk- upi. Tíðarskeiðið er SOini, og bygdin er Argir. Hetta var eitt mundi, tå ið barna- garðar vóru rårir, bilarnir sum lundi á jó.anátt, og børnini sluppu tí at liva og láta, næstan sum teimum lysti. Í mangar mátar eitt himmalskt skeið at vaksa upp. Baksýnið var kortini dap- urt. Sjóvinnubankin fór á heysin í 1952, árini aftan á vóru aðalverkfell, virkir fóru av knóranum, fólk mistu hús og heim, og peng- ar vóru als eingir. Samfelag- ið tóktist at standa stilt í fleiri ár, til gongd aftur kom á seinnu helvt av 50unum. At pengarnir ikki eru nógvir, merkir lesarin, men annars ger kreppan ikki nógv vart við seg í frá- sagnunum hjá Onnu. Hon er tað, sum sigur frá og er alter ego hjá høvundanum. Tann næstan javngamli beiggin, Jåkup, er henni kortini so at siga altid undir lið. Vaksnamannaheimurin og barnaheimurin bera bara vid hvønn annan av og å og ganga annars sina parallellu leið. Tey einstøku brotini eru nettupp støk brot og ikki samansjóðaði til eina med- vitna heild, sum t.d. >Tornið á heimsins enda< hjá Williami Heinesen. Lesarin hoyrir um alskyns spøl, kråku- og skurapisur, um jólahald og hjemmelavara å nyggjårinum og mangt, mangt annað. Einahelst Ják- up kemur sær tíðum í Gføri, men hani dugir samstundis óvanliga væl at lofta sær. Einaferð, tey eru og ferðast hjá eini mostur í Sundalag- num, kemur ein tarvur eftir børnunum, men Jákup steðgar tarvinum við at skjóta eftir honum við sleingjubyrsu. Hóast søgurnar ikki gera eina heild, og tí lætt kundu kenst lesaranum at flákra í allar ættir, so fortelur Sólrun Michelsen so sjarmerandi, at undirritaði læt seg tøla. Og eg ivist ikki i, at børn halda tad vera stuttligt at hoyra og lesa hesar frå- sagnir frå barnaårum i 50- unum. Good night Irene »Utiløgukattar« er fram- hald av »Argjafrensum« — og kortini ikki. Bøkurnar eru nevniliga rætt" ig: ólík- og í Havn ar. »Argjafrensar« var ætlað børnum, »Utiløgukattar« er ungdómsbók. >Argjafrens- ar< var ikki søgd í einari eyðsæddari tidarrød — tú kanst saktans býta tey flestu brotini um, uttan at tað nervar heildina — »Utiløgu- kattar< fer fram í tidarrød, har fråsøgukvinnan eldist og tilvitskan veksur. Anna sigur frá sum áður, og Jákup, sum siglir við farmaskipi, ger vart við seg í brøvum til systrina. Men Anna er her rættur høvuds- persónur, og lesarin fylgir henni bæði í fråsøgn sum í tí undanfarnu bókini, og í dagbóksbrotum, har teir innastu tankarnir verða orð- aðir. Anna fer at ganga í realskúla í Havn, og verður nú hvønn dag noydd at fara úr tí trygga umhvørvinum á Argjum til skúlan í tí 6- tryggu Havnini. Floksfelag- arnir eru í fyrstuni ikki ser- liga vinarliga sinnaðir ímóti einum bygdarfrelli — og so er tað danski skúlastjórin. Hon er ikki mjúk at strúka. Høvundurin dugir væl at fáa fram ræðsluna hjá næmingi- num fyri skúlastjóranum, sum >kommanderar og deil- ir inn á lærarar og næming- ar, hvørt um annað<. Men eisini, at tad finst ein riva i tí ræðandi brynjuni. Rivan kemur til sjóndar, tá ið skúlastjórin tárandi lesur >Terje Vigen< fyri næm- ingunum, og eftir hetta ræð- ist Anna ikki hesa kvinnuna líka illa. Anna er á einum vega- móti. Hon er bæði barn og ávegis inn í eina nýggja ør- kymlandi, men spennandi verð. Ødrumegin stendur hon upptøkuroynd í einum klubba a la Tom Sawyer, og hinumegin hevur hon staðið upptøkuroyndina til real- skúlan. Báðir heimar takast í henni, men spakuliga tekur tann nýggi yvir. Sum frá líður trívist hon at ganga í realskúla, spælir hondbólt, fær vinkonur og fer at ganga í dans. Fyri okkum, sum vuksu upp um sama mundið sum høvund- urin, eru lýsingarnar sum at verða flutt aftur í tíðina. Vit kenna okkum aftur í frá- søgnini og kenslurnar kvaklast vid. Vit siggja skúlan fyri okkum, lærarar, kondittaríið, dansihølini og orkestrini. Tå 10 skaldsøgan er av, hevur Anna eisini roynt at vera Olukkuliga forelskad og at sleppa burtur úr ti. Hon gleðir seg til at beiggin skal koma heim og at fara til Íslands við hondbóltslið- num. Hóast hon á ein hátt leingist aftur til barnaárini, sum hon minnist sum stutt- lig og spennandi, eru sein- astu orðini: >samanumtikið er alt kanska ikki so galið<. Anna er komin til sættis við tað, hon kortini ikki sleppur undan. Bøkurnar báðar eru rætti- liga ymiskar, og høvundurin er greidliga mentur frá fyrru bókini til seinnu, men bæði >Argjafrensar< og »Utiløgukattar« eru ein fragd at lesa.