Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mars 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 21. MARS 1998 Hans J. Hansen 70 ár 20. Við endan á Lerkarás býr lista- maðurin Hans J. Hansen. Hann er listamaður í orðsins rætta týdningi - sangart, harmonikuspælari, mål- ari, sjónleikari og skald. Sjaldan metir tú fólki, sum er so musiskt í sínum hugburði sum Hans Jakku. Men tað, sum er so ótrúligt, tað er, at hann er sjeyti, jarpt hár knýtt í ein hesthala. Halin er eitt satt listaverk. Havi so mangan hugsað mær at mála henda hala, men eg tori ikki. Tað er nakað kultiskt í hárið Hans Jakkups. Hann lat hár- ið vaksa, tá ið Barba og harra Pál skuldu av barkastokki, og er hetta tann livandi myndin av Barbu, sum vit hava her í bygdini. Leikur hansara var fram úr góður, og var hetta mynd av manninum, sum gjøgnum eitt heilt lív hevur fjálgað um bygdina við síni rødd, pensli, SJÓNIEIKI Og SKåDurin so itvandi í harmoniku, tí er bod- hesum jarpa s Jakku er altíð farin undir n vit onr forgeingi- kuna fa j en Hans > Ced1 cl la smirdist I fjórum undir Rættarbúðini og málaði ein vakr- in summardag í fimmti árinum. letta er fyrsta myndin, sum hevur est seg í hugan av Hansi, hvar penslastrokini lyftu myndina upp á eitt stødi, har málingin gjørdi grót og skjøldrar livandi. Råmin av oljurivnum ber teg aftur til henda dag. Her var listamaðurin flatin skaldakap og anda. Andin lá yvir tí bláa fjørdinum, Murtakletti, Bedingini og teimum stoltu nestunum, sum tí verri eru farin í søguna, men Hans hevur gjørt tey ódeyðilig. »Evigt ejes kun det tap- te...< Aftur sást tú listamannin sita uppi á fiskastykkinum og mála Morning Star, sum stóð uppi á Beding. Har sat hann millum stakkar og málaði á steinsettari fløtu. Kvirrur og lat alt fara fram- við, sum av verðsligum rini dans- aði kring hann. Smådreingirnir flokkadust um hann og undradust. Tá vóru ikki mangir av hansara slag, sum tóku til pensilin, men teir vóru til. Símun Olivur, Kristj- an hjá Benadikt, Poll og Hans Jakku. Tað var sum hesir menn livdu á eini aðrari gongustjórnu og vóru bert her á vitjaðu. Enn er Hans Jakku ímillum okkum og nemur við ráki í bygd okkara. Fiskastykkið er horvið, Morning Star er farið og hinir listamenninir hvíla undir grónu torvu, men yvir teimum grónu litunum, tí hvíta strokinum og havsins bláa liti, livir ævinleikin. Hann er í myndunum hjá Hans Jakku. Tá ið málningaframsýningin á fyrsta sinni sá dagsins ljós fyri 29 árum síðani, var tað Hans sum bar upp á mál at fara undir slíkt tiltak her í bygdini. Sum hugsað, so gjørt. Mangar góðar lýtur hava verið í fimleikarhøllini øll hesi árini, hvar orðaspælið um máln- ingar og list hevur verið lívligt í háfloygdum vendingum um Hann sat niðri knortlutar málningar, um ab- straktar málningar og grønar vídd- ir við blómuskrúð og reyðbotnað- um sluppum í skúmutum sjógvi. Hvar er byrjanin og hvar er endin i hesum drátti? Hann er ikki at finna, tí listin er ævig, sjálvt í eini fimleikarhøll í einari lítlari bygd sum Fuglafirði er hesin ráki. Hann er eisini í teimum aldar gomlu málningunum, sum eru festir á veggin í hellum víða um, har upphavsins listamenn kveiktu liv í við sínum listaeygum og sínum góðu hondum. Enn eru hesir máln- ingar til skjals og vera tað, so leingi heimurin stendur. Vónandi fer ævinleikin í fimleikarhøllini í Fuglafjarðar skúla at hanga við og rópa til tann forgeingiliga heim við sínum tigandi máli. Hans er musikalskur. Hann hev- ur spælt harmoniku frá heilt ung- um árum av. Fyrr var harmonika í hvørjum heimi í bygdini. Mær tykir, at hon má lúta fyri tí elek- troniska gogguljóðinum, sum er stórt spell. Eingin tónleikur er so góður til dans, sum ein góð har- monika. Tá ið farið verður um gólvið í einum góðum valsi, og tú heldur um miðjuna á henni, tá er loyst úr lagdi. Tá sjóar um strend- ur og í øllum teimum málningu- num, sum hava hingið í fimleikar- høllini í Fuglafjarðar skúla. Ikki heldur Hans seg aftur í latín- amerikanskum rýtmum. Tak bara Besame Mucho av Consuelo Velazques, hvar triolirnar sveima sum tann grøni liturin í málningu- num hjá Hansi ella bara nakað so heimligt sum lagið: So skotin sum ein abbi var í ommu. Ofta tykist mær, at bygdamaðurin er stórri kosmopolittur enn býarbarnið. Hví hetta er, er ilt at siga. Men hann er noyddur at lata eygað fjakka um rødirnar í bygdini, hugsa, ransaka og granska hvat goymir seg aftan Sostalurin hesar rødir. Tå id hann hevur sæd út yvir tey gráu fjøll og tað bláa hav, er hann farin at skapa. Tað kanska gjørdist ov trongt heima. Nýggjur andi skuldi til og tað kos- miska skuldi verða skrástívari í eini leitan eftir nýggjum landi. Bygdamaðurin, sum livdi í so trongum korum, gjørdist heims- borgari. Hann mátti taka til pensilin, blýantin ella lj60førid og breiða seg út yvir tann víða heim. Urslitid er gott. Mangir góð- ir listamenn eru komnir av bygd, bæði teir sum hava staðið við penslinum, teir sum hava skrivað og spælt uppá. Hans er ein av teimum — fjølbroyttur og ikki erk- visin, men ein kosmopolittur Hans hevur greitt frá tí, vit onn- ur hugsa um og ikki duga at festa á blað. Í bókini, Á brúnni hjá Hans Jakku greiðir hann frá ymiskum forvitnisligum sum t. d. Mín fyrsti útróðrardagur. Her er tað bygda- drongurin fer út um Enni, upplivir heimin, sær inn á Oyndarfjørd Funning og Gjógv. Her opnast tann víða verð. Hetta er ligt og munnu ikki øl im eru vaksin upp um hetta mundi kenna seg aftur? Minnist tú Í tú sást Gøtu, tá ið rokkið var upp um Gøtueid, tann langi Gøtudal ur, sum var so langur urin Jordan var longri? Einki að var at meta saman við. er sum var lært úr bíbilsgguni at bara dal Ikki at tala um, tá ið Skålafjørdurin lá fyri fótum tínum so stórur trinið varð rokkið til tað kosm tá var heimurin EINKI Var størri. Fyrsta iska Bygdamaðurin gjørdis heimsborgari. S« Hansi, tå hann så Hellurnar, Oyndarfiørd Elduvik, Funning og Gjóg a I I 4 x Fuglafjarðar h rnorkestu i spældi B- bass. Her var hann vid skaldskapi sínum. Hann ikki ein ans spældi upp á bassin, men hann dugnaði felagnum við yrkingum sínum t. d. Tíggju lítlir lúðrasvein ar ella Hornblásarin. Hans er har sum hann er- heilur og sælur Eg hugsi um leiklutin, sum Hans hevði i Barbaru. Hetta var honum til miklan sóma og tign. Hugsi um Hans hevði búð aðrastaðni, og hevði havt hevi at verið meira á palli, smæddist hann ikki burtur ímillum teirra, sum røktadu á hes- um leiðum. Hann hevur hetta í sær at vera sjónleikari, og tað kenst við hvort drag, ið verður drigið á harmonikuni, serliga tá ið hann spælir og syngur Við síðuna av mær í manskóri- num, situr ein 70 ára gamal ung- lingi. Hann er fyrsti tenorur. Nú liggur leiðin til London á páskum og sita vit og mýkja røddirnar til hesa konsertferð. Nú er tað ikki Funningur ella Gjógv, ið skal skoðast, nei ein heimsstaður. Hann verður líka so forvitnisligur at síggja, sum hesar bygdir vóru hin dagin, tá ið Hans á fyrsta sinni var og setti kalvalínu úti fyri Búgva- num saman við faðirinum og bróðrinum Jens Klemint. Men er hann líka vakur? Eg ivist. Í eygu- num å einum kosmopolitti verda tær føroysku bygdirnar perlur. Tær liggja og tutla niðri við sjóvar- málan, og hyggja at tær, fylgja tær hvar enn so tín fótur stígur og breggja sær av, at tær hava vegleitt teg og givið tær viðrák og megi í tíni heimsfatan. Í Fuglafirði býr Hans. Hann varð sjeyti í gjár 20 mars. Hann er uppvaksin á Rætt niðri við sjóvarmálan. Her løgdust lunnar undir eitt ríkt lív í skald skapi, tónleiki, sangi og sjónleiki Hetta hevur hann borið við sær øll hesi ár. Hjartaliga til lukku við teimum sjeyti árunum, heimsborg arin Hans J. Hansen Heilsan Frits