Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mars 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablað Um Norrønu Tað er soleiðis, at fyri at kunna stýra, má eitthvert vera at stýra eftir. Tað verið seg land, eitt himmallikam ella ein kumpass. Hetta var sjálvandi eisini galdandi fyri víkingarnar, sum ferðaðust um hevini her á okkara leiðum. Eitt- hvert hava teir havt at hildið seg til, til tess at halda kós- im millum londini. Men hvat tað hevur verið, er vist eingin, sum rættiliga veit enn Tað hevur tí undrað mangar fornfrødingar, hvussu víkingarnir bóru seg at at finna veg um hevini. Eyðvitað er, at magnet- kumpass høvdu teir ikki. av teirri einfaldu orsøk, at hon varð ikki uppfunnin fyrr enn einaferð í 13. eld Vit hava hoyrt um írar, sum settu segl, og síðan lótu Guð vera navigatør og róð- urgangara, og teir náddu eini oyggj við høgum klett- um Men víkingarnir hava ikki siglt soleiðis fram eftir fummum. Teir settu kós og stýrdu sjálvir Hóast nógvar víkinga- gravir eru grivnar út, eru ongi instrument funnin, sum geva eina ábending á, hvussu teir hava navigerað. Enn ikki eitthvert amboð til peiling er funnið Ikki minst hevur tað undr- að útbúnar skipsførarar, hvussu teir hava borið seg at. Og menn hava til fánýtis roynt at leita eftir loysnini á hesum loyndarmáli. Vit noyðast at ganga út frá, at víkingarnir ikki hava havt kort umborð, tá teir sigldu. Tað, teir vistu, høvdu teir fingið at vita munliga frå teimum, sum undan vóru farnir. Og tað fórst hverki av vindi ella sjóroki. Helst dugdu teir hvorki at lesa ella skriva heldur. Hverki tel ella rúnir. Tað vóru nevniliga bara serligir rúnalærdir, sum ristu hesar. Og søguskrivararnir hava ikki verið í vælmaktini fyrr enn fólk longu hevði siglt gomlu siglingarleiðirnar her í Norðuratlantshavi í øldir. Við skipunum var ein kóssetari - leiðsagnarmaður. Lat okkum bara nevna hann navigatør. Hann visti alt um skipið, ambodini umborð og arbeiðsbýtið hjá mann- ingini. Hann visti, hvussu skipið bar seg at í sjónum, á #“ Stolta flaggskip okkara, Norrøna, er uppkallað eftir einari gamlari farleið, sk utTITITTIETTITT REIÐUR TERE hvussu tað var at stýra, og hvussu tað háttaði sær í ym- iskum veður- og streymlík- indum. At navigera eftir heyði hann sólina. Í dag kann tað undra mangan, at teir hava torað at farið til havs við sól og stjórnum sum álit at navi- gera eftir. Men ymiskt er, sum bendir á, at veðurlagið hevur verið ørdvisi tá, enn tað er nú. Ikki er óvanligt at hoyra gamalt fólk taka til enn á okkara døgum, at veðrið var nógv betri fyrr. So hví ikki eisini fyri einum 1.000 árum síðani? Sólina var navigatørurin kunnugur við. Tað var ein lærdómur, sum var arvaður heilt niður frá steinaldar- manninum. Og tað var hon- um ikki nóg mikið við fýra heraðshornum. Hann kendi heili átta. Í víkingatíðini neyndust heraðshornini »åttir«. Upprunaliga hava teir gomlu hildid seg til tey åtta heradshornini, tå teir hava siglt soleidis, at teir eisini hava sæd land. Men tå teir fóru út á djypri vatn, varð hetta ikki longur nokk. Nú býttu teir sjónarringin í 16 partar, sum teir tó framvegis rivar Edvard Joensen, í dag Nr. 55 — 21. MARS 1998 Í partinum í dag skrivar Edvar Joensen um farleiðir og navi- gatiónshættir í gomlum døgum. Eisini at navigatørar í dag ikki skilja, hvussu teir bóru seg at tå. Og so nógv virdu teir forfedrar okkara, tá teir fóru undir ferðamannasigling, at teir kallaðu flaggskip føroyinga upp eftir hesi leið nevndu áttir. Teir hava havt ávís peilimerkir umborð, sum teir eisini hava hjálpt sær við. Fyrstu havgangandi túr- arnir á okkara gomlu, norr- ønu siglarleið, hava verið av norska Vesturlandinum. Haðani eru teir farnir til Hetlands, Føroyar, Sudur- oyar, Skotlands og Irlands. Eisini vita vit um, at siglt hevur verið til Northumber- land i Englandi og Lindis- farne. Fyrst eru teir, sum vera man, farnir stytstu leidirnar til Hetland og Bretlands. Sidan hava teir rakt vid Før- oyar, og eini 20 år seinni hevur Island verið á skránni. Sagt er frá monnum, sum hava ætlað sær til Føroya, men eru endaðir í Íslandi í staðin. Meðan siglingin í land- nyrðingspartinum - okkara parti -av Atlantshavinum ikki varð roknaður sum ser- liga vandamikil, varð Grøn- landshavi tikið meira í álvara. Í Landnámabók greiðir Haukur Erlandsson frá um kósina til Grenlands: >Siglt verður av Vesturland- Sr inum í beinan vestan til Hvarvið í Grønlandi. Tá siglir tú norðan fyri Hetland soleiðis, at oyggjarnar ein kláran dag síggjast í havs- brúnni, og sunnan fyri Før- oyar soleiðis, at havið gong- ur miðlíða (tað vil siga, at landið er hálvt undir í havs- brúnni), og soleiðis sunnan fyri Ísland, at tú haðani hev- ur hval og fugl. Sostatt varð siglt eina- staðni av Bergensleiðini millum Hetland og Føroyar til Grønlands. Og so ná- greiniliga er sagt frá hesari sigling, at teir eisini hava givið tíðina upp til 12 sam- døgur. Hevur tad hildid, må roknast vid, at teir hava havt rættiliga góðan byr eystan- eftir, og kundi tað so bent á, at veðurlagið ikki hevur verið stýrt av tí útsynning- inum, vit kenna í dag. Hesar siglingarleiðir, sum víkingarnir í síni tíð ferð- aðust á, nýta vit enn í dag. Tó eru skipini heldur stórri og betri utgjørd, enn tey vóru tá. Men okkurt situr tó eftir. Farleiðin verður nevnd Norrøna, og tað hava menn havt í huganum, tá teir fóru undir ferðamannsigling í umráðnum. Og so mikið virdu teir hesar gomlu forfedrar okkara og teirra sjómans- skap, at teir kallaðu flagg- skip føroyinga upp eftir hesi gomlu leið. So í dag siglir Norrøna úr Bergen - millum Hetland og Føroyar - og víðari til Ís- lands - eftir somu leiðum, sum teir sigldu fyri túsund árum síðani uttan kumpass, peilara ella satelittar.