leygardagur 21. mars 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ST OS
Nr. 55 — 21. MARS 1998
Fyrra-æ
Í einari enn óprentaðari søgu finna vit hetta brotið:
>Hygg nú her, nú skulu teir útrudda bókstavin a, a sum í
mamma, hesum vakra orðinum, nú skal vakrasti bókstavurin í
alfabetinum eita fyrra æ, tað skal eita klaverkonsert av Mozart í
fyrra æ dur, æ, ljótasti bókstavur í alfabetinum, følir tú ikki,
hvussu hann gålvar at tær. Tað eitur ikki mamma longur, nei, tað
eitur mæmæ; m fyrra æ mm fyrra æ kann ikki siga annað enn
mæ mæ, um teir so goyggja í túsund ár upp móti mánanum, so
kann tað ikki siga annað enn mæ mæ. Í framtíðini skulu okkara
børn jarma, tá ið tey rópa á mammu sína. Hevur tú nakrantíð
hoyrt nakað so ørt, so sinnsjúkt. Nei tú, hasar kálvamuurnar
hava ongan musikk í sær, ongan estetiskan sans, tær er í holt við
at myrða sítt egna mál. Men hinvegin, tað ger ikki petti, tað ger
ikki petti, um okkara mál verður ausradiert og doyr, ikki petti,
tað hevur ikki annað uppiborið, tað er bert til fortreð, tað er alt
for strævið at hava við at gera, man troyttast, man vil kvalast,
tað hevur onga framtíð, tað hevði verið nógv lættari og nemmari
fyri okkum øll, um vit settu danskt í staðin fyri. Og so vil eg ikki
offra eitt orð upp á hatta forbannaða eddið, bókstavin ð, eitt ljóð,
sum ikki er til, sum ikki eksisterar, ein spekilsisbókstavur, ein
gálgalykkja um hálsin, ræduligt, gysiligt«.
Hvat fara Anna og Sanna og Hanna og Halla og Malla o.s.fr.
at siga, tá ið tær fáa at vita, at tær stavast als ikki soleiðis, sum
tær halda seg stavast, men Ænnæ, Sænnæ og Hænnæ og Hællæ
og Mællæ. Og hvat fara sumbingar at siga, tá ið teir fáa at vita,
at tey mergjaðu orðini úr Brestiskvæði >bakkabandið brast< als
ikki stavast soleiðis, sum tey stavast, men soleiðis »bækkabændid
bræst«.
Ja, soleiðis stavast hesi orðini nú. Men hvør í harrans heilaga
navni hevur givið loyvi til, at tey skulu stavast soleiðis? Haldið
tykkum nú væl fast: Eingin annar uttan okkara hægstu læru-
stovnar. Teir hava útruddað bókstavin a, hann er ikki til longur,
hann eksisterar ikki, hann skal í staðin fyri eita æ. Okkara
håttvirdu målfrødingar koma við teirri fantastisku grundgeving,
at so verður stavsetingin í føriskum nógvar ferðir lættari. Mangt
skal man hoyra.
Mál er ikki bara grammatikk og syntaksur, tað er so sanniliga
eisini musikkur. Hvat halda tit Mozart hevði sagt, um hann fekk
at vita, at vit hava útruddað bókstavin a? Hann hevði brúkt tvey
orð: vandalar, barbarar, og so hevði hann spælt víðari.
Tað er líkt til, at okkara háttvirdu målfrødingar uppfata okkara
mál sum ein stóran dunga av krossorðagátum, sum tað er spenn-
andi fyri teir at sita og loysa. At finna upp á nýggjar loynikrókar
fyri at gera tað uppaftur meira spennandi og meira torført. Hvat
sigur Palliba til tað? Skal hann ongantíð tora at skriva sítt egna
mál? Tað er so nógvur ørskapur í føriskari stavseting, at man
hevur, sum tann gamli blaðstjórin segði, stundum hug til at
»kvetta kík<. Til dømis: Eg lat, men hann læt. Try, men tríggir.
Hvat skal tað til? Tað æt so fitt og vakurt: mentunargrunnur.
Knappliga skal tað eita mentanargrunnur. Grammatiskt rætt,
gamaní, men hvar fór musikkurin? Eingin í verðini skal nakrantíð
fáa meg til at skriva >mentanar< (mentænar).
Tað er so lætt at bóta um føriska stavseting, sum tað kann
vera. Útruddið spekilsisbókstavirnar y og ý. Og latið vera við at
hanga hatta forbannaða eddið sum ein hala upp í orðini. Tað er
als ikki neyðugt at útrudda hatta eddið, men um tað varð kutað
burtur nógvstaðni í endanum, hevði tað hjålpt so ótrúliga væl og
gjørt sitt til, at vit kundu hildið lív í okkara máli, sum vit eru so
góð við, eitt sindur afturat, og so at okkara góði Palliba eisini
slapp uppí. Vit fingu herfyri sendandi eitt sera vakurt lýsingablað
inn gjøgnum dyrnar. Har stóð hesin mergjaði setningurin: Nú
átta ár á bakið hugflogið nú takið til eitt slagorð við brakið. Alt
í lagi, men hvat er tað ikki synd í hasum eddunum, ið hava
kloynt seg so skeivt uppí. Bæði í Spania og Russlandi høvdu tey
ein slíkan spekilsisbókstav, men har hava tey tveitt hann á bláman
fyri langari tíð síðan.
Og meðan vit eru her: Stundum er at hoyra tilkomin fólk siga
í útvarpi og sjónvarpi »plussiliga, innrømma«. Hetta eru sera
vekur donsk orð, men halga doyð hvat tey rigga illa á føriskura,
tú fært ganir av at hoyra tey, ja, ilt fyri hjartað. Vita hesi tilkomnu
fólkini ikki, at pludselig eitur nakað so vakurt sum >brádliga<
knappliga, alt í einum, snøggliga, snarliga«. Og at innrømma
kann eita nakað so vakurt sum >viðganga, jåtta, åsanna«.
Og eitt hjartasuff afturat, hesa ferð til tykkum á Sosialinum.
Tað er stuttligt at síggja hasi vøkru andlitini á baksíðunum hjá
tykkum, men tað er íkki altíð so stuttligt at síggja tað, sum
stendur niðriundir. Eitt nå »smukke«. Smukke er eitt sera vakurt
orð á donskum, men hvat er tað ikki ófantaligt á føriskum. Tað
kann jú eita nakað so vakurt sum vakra, fagra, fríða, væna,
eiggiliga, undurfagra, men smukke! Hvat hugsa fólk fyri sær?
Stundum er — gud hjálpi tú mær — at lesa sum undirskrift
»svigerfar«, »svigermor«. Hví rætta tit ikki slíkt tvætl á Sosialin-
um ella vita tit kanska ikki betur. Vita hesi menniskju veruliga
ikki, at á føriskum eitur tað nakað so stutt og vakurt sum verpåpi
ella verfaðir, vermamma ella vermóðir (versonur, verdóttir,
svágur, mágur)
Mangan hevur man undrast á hatta tunga og ótrúliga mishátta
orðið »frumframførsla«, í fyrstuni trúði eg, tað varð sagt í skemti
og minti nógv um remsuna trumm trumm trallalei, men dekan
fari hevur tað víst seg at vera tað rama álvara. Vælsigna hann
eigi tykkum gloymið hatta ljóta og tvørliga orðið og goymið tað
burtur. Nýtið heldur orðið premiera
Synd og mishátt er eisini at hoyra fólk siga »yvirbevistur«, tá
ið vit nú hava eitt so vakurt orð sum »sannførdur«
JPH
OSTALÚKN
3 -
Mi
AK
; |- þú
i. i ej: SA8A-15746 | cwy-
ØWi ,
NAVN WALES GEN
1
GTA |HMAÐUR|
EEN BURN
VR EUR
“LE 3
Ég
på ) 11: 5 er
Ft
Re ob. ;
| Flass
SL 5 ORE
= | Pe tr
KROSSORÐAGÁTA
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: SEINASTA OLJAN
Hvenn laygardag
er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum réttu inn-
sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild
Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa
av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar-
orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin
verður saman við loystu gåtuni kunngjørdur í blaðnum næsta
leygardagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn — og viðmerkið >Krossorðagáta nr. ...< á bjálvan.
rl 1 £
= |
Vinnari: Jóhanna Jørgensen
í Heiðum
370 Miðvági
Loysunar-
Orðið eee
Navn: .……......................... .
Bústaður:
Bygd/bý ur:
Lesið foroyskt - - "hugsið føroyskt!
Frå
BOKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
Ljósini slókna
Søgur úr Port Janua
Bíblian i orðum og myndum
Indiånararnir. Søgan um upprunafólkið
í Norðuramerika
acc fæ,
UJ Mangt er millum himmal og jørd
Frá
FØROYA
SKULABOKAGRUNNI:
Samfelagsfrødi 1. Tú og samfelagið
Heimssøga I
Søgan um hini
Liv og gróður
Orðaskyn. Mín fyrsta orðabók
(J (0 (0. 0) (Á)
Bokur og annað tilfar
— bæði innan og uttan skúlagátt.