týsdagur 24. mars 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: Blaðfólk; Ljósmyndari: Út , uppseting og prent: | Telefon: 11820
Jan Dagny Joensen, Jens Kristian Vang ekte Telefax. 14720
it | og 25, Av i
| Blaðstjóri: Emil L. Jacobsen Lýsingar og sela: rgjavegur 26, Argjum email“
| Eirikur Lindenskov Sveinur Poulsen Jonhard Hammer Postadr: Postsmoga 76, post &sosialurin.fo
| Internet: www.sosialurin.fo | Niclas Johannesen 110 Térshavn
Nu vendist ikki aftur
harra løgmaådur
Oddagrein
AT Edmund Joensen eftir landsfundin i sambands-
flokkinum heldur seg standa sterkari enn nakrantid
»g at hann ti sjålvandi kann vera samrådingarleidari å
komandi fundum vid danir, er besta dømi um tann
lítla álvara hann leggur í landsins framtíð
EDMUND JOENSEN hevur sagt seg frå sum samráð-
ingarleiðara og soleiðis verður tað. Her vendist ikki
við aftur. Foroya løgting má undir ongum umstoðum
loyva Edmundi Joensen at fara til Danmarkar at tosa
um bankamál og skuld, nú hann longu hevur sett seg
sjálvan út av spælinum. Eingin flokkur við ábyrgd eigur
at góðtaka, at Edmund Joensen aftur fær tær heimildir
og ta álit. hann hevði sum løgmadur og harvið sum
samráðingarleiðari við danir, áðrenn hann skrivaði út
nýval. Hvat Edmund Joensen enn heldur um seg sjálv-
an, so vikast ikki tann veruleiki, at hann hevur sett sítt
egna trúvirði og ikki minst trúvirðið hjá Foroyum uppá
spæl. Eingin danskur politikari kann eftir gerð logmans
at útskriva val uppá ein sjålvgjørdan trupulleika í sin-
um egna flokki taka henda mann fyri fult. Og vit hava
ikki ráð til at hava ein løgmann, sum aðrir ikki taka
fyri fult. Tí má eitt punktum setast nú. Tingiðeigur nú
at fáa bankamálið og skuldarspurningin útsett til eftir
vali til vit hava fingið eitt sterkt landsstýrið við einum
leiðara, sum setir landsins áhugamál framum síni
egnu. Løgmadur má ikki sleppa at brúka samráðing-
arnar við danir sum eitt valpropagandistiskt mál nú
undan valinum. Hví hevur hann ikki fyri langari tíð
síðani tikið stig til samráðngar!
EFTIR okkara tykki eiga foroyingar nú at tryggja seg
soleiðis, at vit ikki blíva verri fyri við at útseta alt málið.
At fleiri av flokkunum hava fingið ilt av, at formaður
javnaðarfloksins og nývaldur fólkatingslimur hevur
verið á fundi við Nyrup er stórt spell. Heldur áttu teir
at virðismett stoðu og leiklut hansara. Sjálvandi eigur
ein føroyskur fólkatingsmaður at gera alt hann er
mentur fyri at tala sek føroyinga, uttan mun til hvønn
flokk hann hoyrir til. Tað skjal, sum Nyrup og Eides-
gaard hava skrivað undir, er eitt sera týdningarmikið
skjal, tí hetta er við til rudda slóð fyri teimum sam-
ráðingum, sum skulu vera millum Feroyar og Dan-
mark. Føroya fólk eiga at taka fult og heilt undir við
royndunum hjá Jóannesi Eidesgaard at sannfera danir
um, at foroyingar kunnu ikki liva við eini vánaligari og
órættvísari avtalu. Er Jóannes Eidesgaard og hansara
fólkatingsessur ein trumfur hjá Feroyum, eiga vit at
brúka henda, er hann til okkara felags besta.
Nú er umrådandi at forða løgmanni í at misbrúka sítt
vald til egnan fyrimun. Edmund Joensen er Føroya
egmaður og sum so ikki formaður sambandsfloksins.
Sum Føroya løgmadur eigur hann at seta áhugamál
ndsins framum eginpolitisk áhugamál. Tað hava
tu dagarnir víst, at hann hevur ikki gjort. Tí má
steðgast, áðrenn hann setir alt Foroya fólk í eina
tur verri stødu. At hann gamblar og førir taktiskt
sínum egnu er hansara sek. Men hann eigur
tsleppa at gambla aftur við lagnu landsins. Við
andið sum gísla fyri at kunna vera sitandi
í sambandsflokkinum hevur Edmund
spælt sær tann seinasta trumfin av hondini
iga eingin, sum vi
lann kann so ístaðin leggja sínar kabalur so
vil. Tær koma so ongan týdning at hava
1
Eftir seinasta utspæl løgmans må hann
i
era ein proformaleidari. Tvs. at hann verdur
spæla kort vid honum
ix
eftir valid og so er hann heilt „out“. Edmund
r tá at sanna, at hann liggur sum hann hevur
omu tíð sum hann bjargaði sær formans
ed fyri sín egna flokk. Er nakar s
kkunum, so Ve teir I ambandir
dmund joenser
KÁ |
1
| IKT K
Sosialurin
Vilhelm Johannesen, logtingsmaður:
Ein nýggj polarisering
Aftan á fólkatingsvalið 11. mars hava vit fingið eina nýggja polarisering í
føroyskum politikki. Annar polurin fevnir um fólkaflokkinum, sambands-
flokkin, sjålvstyrisflokkin og tjóðveldisflokkin. Mótpolurin er javnadar-
flokkurin einsamallur
I valstridnum uppundir
fólkatingsvalið gjørdi javn-
aðarflokkurin fullkomuliga
greitt, at hann ikki fór at
innlima seg í tingbólkin hjá
danska javnaðarflokkinum,
og at hann ikki fór at blanda
seg í danskan innlendis
politikk
Stórmálini hjá javnadar-
flokkinum í valstríðnum
annars vóru bankamålid,
skuldin til ríkiskassan og
ríkisrættarliga stødan. Hetta
vóru tey mál, ið javnaðar-
flokkurin metti, at eitt óheft
føroyskt fólkatingsumboð
eigur at virka fyri. Vit buðu
okkum fram við tí fyri eyga,
at ávirka danskar politikar-
ar, soleiðis at hesi stórmál
verða loyst á ein fyri føroy-
ingar nøktandi hátt
Úrslitið av fólkatingsval-
inum í Danmark varð, at ein
tepur meiriluti av donsku
veljarunum ynskti, at stjórn-
in hjá Poul Nyrup Rasmus-
sen skuldi halda fram. Tá
valúrslitið í øllum trimum
rikispørtunum varð saman-
lagt, gjørdist stødan tann, at
fólkatingsumboðið hjá før-
oyska javnaðarflokkinum
kom í eina lyklastødu. Jó-
annes Eidesgaard kundi
gjørt av, at danir ikki fingu
ta stjórn, sum ein meiriluti
av donsku veljarunum
ynskti.
Tá javnaðarflokkurin val-
kveldið segði, at hann ikki
fór at fella eina danska javn-
aðarstjórn, so varð stødan
undan valinum um, at vit
ikki fóru at blanda okkum í
danskan innanlendispoli-
tikk, endurtikin og undir-
strikad. Gongdin síðani, eitt
nú fundurin millum for-
mannin í danska javnaðar-
flokkinum og formannin í
Alt
málaraarbeiði
føroyska javnaðarflokkin-
um, hevur prógvað, at okk-
ara vallyfti um, at eitt
møguligt føroyskt javnað-
arumboð á fólkatingi, ikki
skuldi límast inn í tíingbólk-
in hjá danska javnaðar-
flokkinum, verður hildið.
Tátað var greitt, at stjórn-
in hjá Poul Nyrup Rasmus-
sen fór at halda fram, segði
javnaðarflokkurin í tíðinda-
skrivi dagin eftir valið, at
fólkatingsumboðið hjá
flokkinum við síni óheftu
stóðu, ikki fór at fela eina
sosialdemokratiska stjórn,
men at hetta sjálvandi var
treytað av, at føroysk å-
hugamál og føroysk vidur-
skifti verda vidgjørd og av-
greidd å ein virdiligan og
nøktandi hått. I sama skrivi
verður sagt, hvørji tey før-
oysku áhugamálini eru, og
loyvi eg mær orðarætt at
endurgeva:
»Føroysk áhugamál í hes-
um sambandi eru m.a.
bankamålid, skuldin til rik-
iskassan og rikisrættarliga
stødan. I bankamålinum
verdur vist til føroysku
støduna, sum allir flokk-
ar å tingi væntandi fara
at taka undir við. Viðvíkj-
andi skuldini eigur nøktandi
avtala at verða gjørd mill-
um danir og føroyingar. I
spurninginum um ríkisrætt-
arligu støduna skal stødan
hjá Føroya Løgtingi virð-
ast«. (Undirstrikingin er
gjørd av greinskrivaranum).
Seinasta hósdag var ny-
valda fólkatingsumboðið
hjá javnaðarflokkinum á
fundi við Poul Nyrup Ras-
mussen. Hetta var ein fund-
ur millum formannin í før-
oyska javnaðarflokkinum
og formannin í danska javn-
verður gjørt
JOGVAN JOHANSEN
målarameistari
TIf. 13139 - 82139
aðarflokkinum. Á fundinum
varð m.a. greitt frá teimum
sjónarmiðum, ið liggja aft-
an fyri tey krøv, sum nevnd
vórðu í tíðindaskrivinum
dagin eftir valið.
Endamálið við fundinum
var sjálvandi, at fáa danska
floksformannin at skilja
álvaran í, at føroysk áhuga-
mál og føroysk viðurskifti í
framtíðini verða vidgjørd
og avgreidd á ein virðiligan
og nøktandi hátt. Hetta skal
„gera tað lættari hjá lands-
stýrinum at seta seg við
samráðingarborðið at tosa
um føroysku málini. T.d.
bankamálið og spurningin
um endurgjaldingina av
skuldini til ríkiskassan
Men hetta hevur lopið gði
í borgarligu grindina her
heima og í tjóðveldisflokk-
in. Í útvarpinum seinasta
fríggjadag fuku skuldset-
ingarnar um oyrini á javn-
aðarflokkinum. Vit høvdu
onga heimild at fara å fund
vid formannin i danska
javnadarflokkinum. Vit
høvdu brotið gjørdar før-
oyskar avtalur í bankamál-
inum o.s.fr. Hetta er onki
uttan orðaskvaldur og
msn.
Tað einasta sum feilar er,
at teir nú eru bebbaræddir
fyri javnaðarflokkinum, og
tí hava teir lagt sjógv ímill-
um. Teir hava skapt eina
polarisering. Nakað annað
er, at henda polarisering ger
løgtingsvalid nógv lættari
fyri veljaran, tí nú stendur
tað veljarunum púra greitt
hvat teir hava at velja ímill-
um.
Ødrumegin standa fólka-
flokkurin, sambandsflokk-
urin, sjálvstýrisflokkurin og
tjóðveldisflokkurin. Hinu-
megin er javnaðarflokkurin
einsamallur. Tað er sera ein-
falt!
Tann 23. mars 1998
Vilhelm Johannesen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum å mangan
hátt vístu trúfesti, hjálpsemi og samkenslu, tå ið
kæri bróðir, svágur, pápa-, abba- og langabbabeiggi
okkara
WILLIAM JOENSEN
lá sjúkur, doyði og fór til gravar
Tøkk ul øll á B8 og BS á landssjúkrahúsinum
Tøkk til fransiskanarasystrarnar, prestin Aug. Zigge
leer, Chr. Gabrielsen, Solveig og Páll Kunoy og
alla katólsku meinigheitina
Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk til sangarar og
berarar og tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað
Familjunnar vegna
Eyðna Djurhuus
ASKAR