Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 56 — 24. MARS 1998 Javnaðar- flokkurin hevur nú sjey ting- menn Tingsessurin hjá Óla Jacobsen, sum við løgtingsvalid í 1994 var valdur fyri Verkamannafylkingina, er nú endaður í Javnaðarflokkinum. Í gjár boðaðu Jóannes Eidesgaard og Karl Robert Johansen frá, at tingmaðurin hjá Verkamannafylkingini nú er limur í tingbólki Javnaðarfloksins EIRIKUR LINDENSKOV — Eg var limur í Javnaðar- flokkinum, áðrenn eg still- aði upp fyri Verkamanna- fylkingina í 1994. Tá hildu vit, at Javnaðarflokkurin ikki arbeiddi nóg skjótt. Hetta sigur Karl Robert Johansen, sum í gjár limaði seg inn í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum. Men í dag hevur hann aðra hugsan um hetta: — Tá eg kom inn í polit- iska systemið, so så eg kort- ini, at hetta ikki var so ein- falt kortini. Nú siggi eg, at tú fært meira á skafti um tú ert innanfyri í einum flokki, sigur Karl Robert Johansen, sum er í uppskoti til at vera valevni Javnaðarfloksins í Eysturoy. Karl Robert hevur so at siga alla sína tíð verið sjó- maður, bæði skipari, stýri- maður og meistari. Hann hevur eisini verið nevndar- limur í Sjóvar Sóknar Ar- beiðsmannafelag. Hann kom fyrstu ferð á ting, tá Óli Jacobsen í 1994 fór í landsstýrið og tískil lat tingsessin frá sær. Síðan Óli Jacobsen fór úr landsstýri- num í 1996, hevur Karl Ro- bert Johansen fleiri styttri skeið sitið sum tingmaður. Nú Óli Jacobsen aftur fór í landsstýrið, fær Karl Robert fast sæti á tingi aftur, tað sum eftir er av hesum val- skeiði. — Men var tað so eitt mis- tak, at tit stovnaðu Verka- mannafylkingina, tá bæði tú og Kristian Magnussen nú eru farnir í tingbólkin hjá Javnadarflokkinum? — Eg veit ikki, um vit kunnu kalla tað eitt mistak. Endamálið við fylkingini var at reka javnaðarpolitikk, sum skuldi ganga eitt sindur skjótari, men tað vísti skjótt, at tað bar ikki til. Karl Robert Johansen sig- ur, at hann hevði ikki slopp- ið at stillað uppaftur fyri Verkamannafylkingina, tí hann er tveittur úr fylking- ini. Men hann heldur ikki, at fylkingin hevur nakra framtíð, tí tað tykist sum um fylkingin er vorðin víð- gongdari seinastu tíðina - hon er ein protestflokkur. — Skal eg gera nakra nyttu í politikki, so skal má tað vera í Javnaðarflokkinum, sigur hann. At hann nú aftur er limur í Javnaðarflokkinum er ikki heilt nýtt. Hetta hevur ligið í luftini nakað leingi, og tað er nakað síðani, at hann fekk limaskapin upp á pláss. Seinastu vikurnar er ting- mannatalið hjá Javnaðar- flokkinum vaksið úr fimm upp í sjey. Fríggjadagin 7. mars boðaði Kristian Magn- ussen frá, at hann fór úr landsstýrinum, tók sæti á tingi og limaði seg inn í tingbólk Javnaðarfloksins. Harvið gjørdist hann sætti tingmaðurin hjá Javnaðar- flokkinum. Karl Robert Johansen er nú tann sjeyndi tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum. Sostætt eru teir tríggir størstu flokkarnir, Sam- bandsflokkurin, Javnaðar- flokkurin og Fólkaflokkurin nú líka stórir. Við valið í 1994 fekk Sambandsflokk- urin átta mans, Fólkaflokk- urin seks og Javnaðarflokk- urin fimm. Herfyri limadi fyrrverandi sambandsting- maðurin Finnbogi Arge seg inn í tingbólkin hjá Fólka- flokkinum. Nú eru allir flokkarnir eins stórir - við hvgr sínum sjey tingmonnum. tíðindablaðið SOK : Karl Robert Johansen vælkomnum Mynd: Jens Kristian Vang tlantic Airwa ys Atlantic Á, (OS fyllir 70 ár leygardagin 28 mars, og í lí sambandnum bjóða vtt til almenna móttoku , . 7 ), 14 hangarmum VESTUNT í Vágum frá kl. 15-18 Vælkomin