týsdagur 24. mars 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 56 — 24. MARS 1998
tíðindablaðið ;
11
Hevur í ólukkumát
SA B
rakt tey veikastu
mm a
Nevndin í Føroya Arbeiðarafelag beint eftir aðalfundin leygardagin: F.v. Kári Jacobsen úr Vági, Marius Clementsen
av Sandi og Elias Hansen, næstformaður av Skála. Við endan situr Ingeborg Vinther, formaður. Og síðani eru tað
Georg Hansen úr Miðvági, Símun Abrahamsen úr Fuglafjørdi og fremst h.m situr Tana Kallsoy av Eiði.
Tey sjúku og tey
gomlu, tey lág-
løntu og tey í
ALS, tað eru tey,
sum á øllum økj-
um bera prísin
fyri tann politikk,
sum verður fórd-
ur og tað átalar
Føroya Arbeið-
arafelag harðliga
Ak! BERTHOLDSEN
Á sínum fjølmentasta aðal-
fundi nakrantid, fekk
neyndin í Føroya Arbeið-
arafelag fullan stuðul fyri
tað arbeiðið, hon hevði
gjørt.
Hetta kom eisini til
sjóndar í nevndarvalinum,
tí øll sum stóðu fyri vali,
vórðu aftuvald.
Í ár stóðu næstformaðurin
og tríggir nevndarlimir fyri
vali.
Einasta, sum ikki varð
afturald, varð Hildibjørg
Brattalíð av Tvgroyri. Men
hon vildi ikki verða aftur-
vald og stillaði tí ikki upp-
aftur. Fyri hana varð Mar-
ius Clementsen valdur,
hann hevur verið tiltakslim-
ur.
Annars varð Elias Hansen
afturvaldur til næstformann,
og hini trý, sum vóru aft-
urvald, vóru Símun Abra-
hamsen úr Fuglafjødri, Tana
Kallsoy av Eiði og Georg
Hansen úr Miðvági.
Næsta ár standa formað-
urin og tveir nevndarlimir
fyri vali.
Fyrsti tiltakslimur er
Randi í Jógvansstovu í Lor-
vík, annar tiltakslimur er
Karla Einarsson í Runavík
og triði tiltakslimur er Hild-
ibjørg Brattalíð á Tvøroyri
Mótmæla harðliga
Sum tað onkuntíð er hent
fyrr, gjørdi aðalfundurin í ár
av at orða eina yvirlýsing.
Í yvirlýsingini verður
nomið við ymisk, átrokandi
mál, sum FA heldur hava
so stóran týdning, at tey
hava uppiborið ngkur orð á
vegnum og hon vendir sær
í høvudsheitum ímóti pol-
itiska myndugleikanum.
Men eisini Føroya Fiska-
virking fær eina ålvarsliga
åbreidslu frå Ingeborg
Vinther og hennara fólki.
Yvirlýsingini varð ein-
mælt samtykt
Í henni staðfestir aðal-
fundurin í FA, at hóast fiski-
skapurin er øktur seinastu
árini, hevur tað ikki ført við
sær meiri arbeiði á landi,
heldur tvørturim6ti
Aðalfundurin átalar
harðliga, at almennu mynd
ugleikarnir onki munagott
gera fyri at forða fyri, at
fiskurin fer óvirkaður av
landinum við teirri avleið-
ing, at arbeiðsloysið í fiski
vinnuni á landi, sum er okk-
ara primervinna, alsamt
veksur, sigur FA.
Setir forðingar í vegin
Tey átala eisini at Føroya
Fiskavirking ikki hevur víst
viljað til at lata øðrum tey
flakavirki, sum standa tóm
kring landið, hóast Fiska-
virking kundi hjálpt til, at
arbeiði aftur kundi verðið
skapt á teimum plássum,
har ið hesi virki standa tóm
Føroya Fiskavirking
setir so hardar treytir fyri at
lata ørðum virkini, at tað
forðar teimum framtaks-
hugaðu kreftum, sum kundu
skapt arbeiði til nógvar,
vinnuførar hendur.
— Heitt verður tí á leiðsl-
una í Føroya Fiskavirking
um at hjålpa til so at onnur
kunnu yvirtaka tey virki
sum nú standa tóm, hetta til
til frama fyri landi og fólki
okkara
Tey lågløntu fingu
ongan lætta
Aðalfundurin hjá FA átalar
eisini harðliga at Føroya
Landsstýrið og Løgtingid
ikki hava veitt teimum lág-
løntu á landi sama skatta-
lætta sum veittur er øðrum
løntakarum.
Víst verður í hesum sam-
bandi á, at tey, sum arbeiða
í fiskivinnuni á landi, hava
bara ALS at dúva uppá
— Og við teimum skerj-
ingum, sum støðugt verða
framdar í rættindunum at
fáa lén frá ALS, er hesin
løntakarab6lkur sera illa
fyri fíggjarliga.
— Og tað er átaluvert, at
Aðalfundur '98
politiski myndugleikin ikki
hevur hesum bólk
sama skattalætta, sum aðrir
løntakarabOlkar hava fing
ið
veitt
Skejing í ólukkumát
Føroya Arbeiðarafelag mót
mælir eisini harðliga ætlan-
inum hjá teimum borgarligu
flokkunum at seta arbeiðs
rætt á stovn í Føroyum
Hetta er enn ein roynd
at gera mun á ymsum sam
felagsbólkum og tað fer í
ólukkumát at skerja grund
leggjandi, demokratisk
rættindi hjá fakfelagsrørsl-
uni
Sum fakfeløgini ådur
hava vist å, eiga partarnir å
arberdsmarknal ]
at finna fram til eina skipan
sum á tryggan hátt kann av
greiða møgulig trætumál í
millum partarnar
Men vit mugu tíverri á
sanna, at arbeiðsgevararnir
hava ikki víst áhuga fyri at
taka upp samráðingar um
eina slíka skipan
Rakt tey veiku
Og at enda í yvirlýsingini,
åtalar Føroya Arbeiðarafel-
ag skerjingunum i heima-
røktini
— Men tiverri er hetta enn
eitt dómi um tann politikk,
ið førdur hevur verið í ára-
vís, og sum í ólukkumát
hevur rakt tey veikastu í
samfelag okkara, nevniliga
tey sjúku og tey gomlu,
sigur Føroya Arbeiðarafel-
ag
arafelag fáa nu livstrygging
Hetta verður
ein samhalds-
føst trygging,
har ið øll fáa
líka
Åxi BERTHOLDSEN
Føroya Arbeidarafelag
hevur nú í eina tíð arbeitt
við at seta á stovn eina
lívstrygging fyri limir-
nar.
Og nú er við at koma
undir land við hesum.
Ingeborg Vinther sig-
ur, at nógvir ymsir møg-
uleikar eru kannadir,
men nú halda tey seg
hava funnið fram til ta
réttu loysnina.
Ein trupulleiki er, at
antin skal inngjaldið í
tryggingina skattast, ella
skal tryggingin skattast, um
hon verður åtgoldin.
Sjálvi halda tey, at tað er
frægast, at inngjaldið verður
skattað, tí tað er hóast alt so
lítið, at tað verður íkki lagt
merki til.
Hinvegin verður tað hild-
ið at verða óheppið, um ein
doyr,og tey, sum sita eftir
so fáa trygging útgoldna,
men so skulu noyðast at be-
tala kanska helvtina í skatti.
Samhaldsføst skipan
Føroya Arbeiðarafelag
heldur at tað er rættast at
stoyna eina samhaldsfasta
skipan, har tey, sum sita eft-
ir, altíð fáa líka, sama,
hvussu gomul hann, ella
hon er, sum doyr frá teim-
um.
Annars er tað vanligt, at
útgjaldið frá tryggingin
hækkar so líðandi og er
hægst í bestu árum, men
lækkar so aftur og fellur
burtur tá ið trygingartakarin
felllur 67 ár.
Ingeborg Vinther sígur, at
tað kemur ofta fyri, at eisini
fólk, sum eru komin upp í
árini hava húsaskuld at
dragast við, ella tey hava
veðhildið fyri børnin.
Tí heldur FA, at øll imill-
um 18 og 67 ár skulu fáa
líka, hóast henda tryggingin
er dýrari enn hin.
Trupult mál
Men at skipa eina lívstrygg-
ing fyri limirnar í FA er eitt
tekniskt øgiliga trupult mål.
Ti gjøgnumtrekkurin av
limum er stórur.
Fyrr hevur aðalfundurin í
FA samtykt, hvør skal hava
rætt at fáa trygging út-
goldna.
Í stórum eru treytirnar
hesar:
1) Viðkomandi skal verða
límur í FA táið hann/hon
doyr
2) Viðkomandi skal hava
verið límur seinastu tvey
árini, ella skal samanlagt
hava verið límur í fimm ár.
3) Tey seinastu tvey árini
skal viðkomandi hava for-
vunnið minst 50% av inn-
tøkuni frá arbeiði, sum er
undir av høvudssåttmålan-
um hjá FA, ella sum er undir
sáttmála, sum FA hevur
góðkent. Ella skal viðkom-
andi í sama tíðarskeiði hava
arbeitt minst 16 mánaðir
undir hesum sáttmálagkj-
um.
Tann sum lýkur treytirnar
undir Í og 2, men ikki heilt
lýkur treytirnar í trý, kann
undir vissum umstødum fáa
niðursett útgjald, roknað út
eftir inntølkuni, hann hevur
havt av arbeiði undir sátt-
málar hjá FA.
Tó kann parttíðarsettur
varðveita rættin til fult
útgjald, um hann, ella
hon, rindar grunninum
gjald, sum nevndin
ásetur.
Eftirsitandi hjá lími,
sum lúka treytirnar und-
ir Í og 2, men sum hava
verið burtur úr arbeiði
av sjúku, kunnu fáa
livstrygging, um hann,
ella hon, meðan tey
hava verið sjúk, hava
goldið grunninum gjald,
sum neyndin hevur á-
sett.
Aðalfundurin gav
nevndin í Føroya Ar-
beiðarafelag heimild at
arbeiðara víðari við
málinum
Og aðalfundurin tók
eisini undir við, at talan
bleiv um eina samhalds-
fasta trygging, so at øll
fáa líka, sama, hvussu
gomul tey eru.