Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a!“ | IP: TR ullljlé dl 14 tíðindablaðið SOS! Nr. 56 — 24. MARS 1998 Vestmenningar blakaðu trygga leiðslu burtur Hondbóltur: Tá ið seinni hálvleikur var nærum hálvrunnin, vóru vestmenningar á odda við 6 málum, men so brúktu strandingar bert 10 minuttir til at koma á javnleik Leingi sá tað út til, at dyst- urin í Vestmanna leygar- dagin millum VIF og StiF fór at enda við einum trygg- um sigri til vestmenningar, men seinasta korterið blak- aðu vestmenningar sigurin burtur, og tað var nær við, at strandingar fóru avstað við báðum stigunum Gongdin í dystinum 'Vestmenningar byrjaðu sum eitt ódnarveður. Tá ið bert 6 minuttir vóru leiktir, vóru teir á odda 5-1. Strandingar tóku seg tó saman eina løtu og komu upp á 6-5, men næstu 10 minuttirnar fingu vestmenningar 7 mál og strandingar bert tað eina, so at stødan nú var 13-7 til vestmenningar. Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki gekk meira javnt á, og liðini fóru til hálvleiks við støduni 15-10 til vest- menningar Í seinna hálvleiki gekk, eins og móti endanum av fyrra hálvleiki, javnt á, heilt til gott og væl eitt korter var eftir av dystinum. Tá ið 16 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki legði Sámal Joensen vestmenningar á odda 23-19, men so gjørdi Agnar Højgaard tvey mål og John Petersen og Alex- andur Johansen hvør sitt, so at stødan gjørdist 23-23, tå ið 9 minuttir vóru eftir at leika. Tað tóktist, sum um at verjuspælið hjá StíF við offensivari verju á bakkun- um ørkymladi vestmenn- ingar nakað hesa løtuna. Áki G. Olsen og Sáma! Joensen løgdu síðan vest- menningar á odda 25-23, men Sveinbjørn Poulsen og at enda Poli Hansen syrgdu fyri, at strandingar komu aftur á javnleik 25-25, sum eisini gjørdist endaliga úr- slitið av dystinum. Tað kom einki mál seinastu fimm minuttirnar av dystinum. Spælið Tað tóktist, sum um bæði liðini høvdu sett sær fyri at spæla skjótan hondbólt og at fáa nógv mál upp á kon- traálop. Hetta førdi við sær, at tað ofta gekk so mikið skjótt fyri seg, at liðini mistu bóltarnar á veg í álop. Serliga í seinna hálvleiki vóru tað alt ov nógvir 6- neyðugir feilir at síggja hjá báðum liðum. Spælið var til tíðir rættiliga rótut. At vestmenningar longu eru staðfestir føroyameist- arar 1998 førdi við sær, at teir loyvdu sær at spæla hund í dystinum. Tað så rættiliga stuttligt út, tá ið teir stutt fyri hålvleik høvdu eitt álop, har allir VIF'arnir lupu á vinstru verjusíðu hjá strandingum, og at allir strandingarnir harvið vardu í tí síðuni. Meðan allir 12 útileikarnir standa í hesi eini síðuni, tekur Ingi Olsen og blakar bóltin yvir í hina síð- una, har málverjin hjá vest- menningum, Eli Miller, ið er komin sníkjandi av út- skiftarabonkinum, stendur púra einsamallur við Johan Danielsen í StíF-málinum, men tíverri fyri Eli so bjarg- aði Johan royndini. Ein stuttlig roynd! Leikarnir Hjá vestmenningum stóð Eli Miller ein sera góðan fyrra hálvleik. Hann bleiv í hálvleikinum avloystur av Jón Nielsen, ið spældi seg munandi upp, sum seinni hálvleikur leið. Av útileik- arunum hjá vestmenningum spældu Olsen-brødurnir sum vant væl, men eisini leikarar sum Sámal Joen- sen, Rógvi Nielsen og Aki G. Olsen komu væl frá dyst- inum. Tað skal nevnast, at VIF-venjarin, Kári Durhuus valdi at royna allar leikarnar hjá sær í dystinum. Hjá strandingum prógv- aði John Petersen enn eina- ferð, at hann ikki bert í fót- bólti er ein av okkara frægu, men so sanniliga eisini í hondbólti. Í dystinum leyg- ardagin leikti hann á vinstra bakki fyri ein meiddan Arthur Johansen, sum sat á áskoðaraplássunum við høkjum. John gjørdist topp- skjútti hjá strandingum við 8 málum. Eisini Poli Han- sen stóð seg væl leygardag- in saman við eitt nú Agnari Højgaard og Johan Daniel- sen í málinum. Hallarfrásegn Undir dystinum bleiv í há- (Savnsmynd) talara sagt frá, hvgr ið var málskjútti o.s.v. Tað er í lagi, at málskjúttar verða nevndir, men tað er undir alt lágmark, at tað sita fólk við mikrofonina og siga frá, tá ið onkur strandingur brendi. Nógvar av teimum við- merkingunum, sum frá- søgumadurin hevði, vóru heilt burturvið, og tað sást týðiliga, at hetta órógvaði strandingar! Eg vil harðliga mæla til, at vestmenningar hugsa seg betur um áðrenn dystin komandi vikuskifti. TN. John Petersen hevur styrkt munandi um StiF-lidid 1. deild menn: VÍF-StíF 25-25 (15-10) VIF: Aki Olsen 7, Såmal Joensen 5, Rógvi Nielsen 4, Áki G. Olsen og Ingi Olsen 3, Petur Fr. Joensen 2, Hjal- mar K. Olsen I. StiF: John Petersen 8, Poli Hansen 7, Agnar Højgaard 5, Sveinbjørn Poulsen 3, Jónleif Sólsker, Alexandur Johansen 1. Dómarar: Hjalmar Peter- sen og Kristian Johansen (komu sum heild væl frá dystinum, tó betur í seinna hálvleiki enn í fyrra). Kyndil varðveitti møguleikan — Neistin misti sin Hondbóltur: Kyndil vann stórsigur á Neistanum sunnudagin. Tað hevði við sær, at Kyndil nú er einasta lið, sum kann taka StÍF á ovasta plássi Fólk høvdu við spenningi sæð fram til seinasta dystin í ár millum kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum, men tað vísti seg skjótt, at dyst- urin ikki fór at gerast serliga spennandi. Til tað vóru kyndlakvinnurnar nógv bet- ur upplagdar enn Neistalið- ið, sum ongantíð fekk fótin fyri seg í dystinum. Dysturin hevði avgerandi týdning fyri bæði liðini. Taparin misti FM-møgu- leikan, og tað varð altso Neistin, sum nú endar á triðja plássi, hóast liðið hev- ur tveir dystir eftir at spæla. Kyndil kann hinvegin gleða seg til ein sera spennandi dyst á Skála komandi leyg- ardag Í nógv ár hevur Neistin verið besta hondbóltslið hjá kvinnum, ikki bert í Havn, men í øllum landinum. Hetta er nú broytt, og hóast Neistin miðskeiðis í februar vann steypafinaluna móti Kyndli, hevur Kyndil vunn- ið seinastu tveir landskapp- ingardystirnir millum liðini, og tað eru hesi fýra stigini, sum nú gera, at tað er Kynd- il, sum framvegis hevur møguleikan fyri at gerast føroyameistari. Sunnudagin var Kyndil eisini klárt betra liðið. Tær vóru á odda frá byrjan og Lotte Sørensen gjørdi 13 mål móti Neistanum sunnudagin Mynd: Alvur Haraldsen sleptu ongantíð leiðsluni. Bæði verjan og álopið rigg- aðu væl, og enn eina ferð visti Lotte Sørensen, at hon hevur sera stóran tydning fyri kyndlaliðið. Hon gjørdi 13 mál í dystinum, tey flestu við skotum langt úti frá, men móti endanum slapp hon eisini ígjógnum verjuna — nakað sum annars hevur verið luturin hjá Ann Han- sen. Júst Ann Hansen hevur eisini havt eitt sera gott kappingarár, og tað sæst, at hon trívist væl undir liðini á Lotte. Neistin heyði fleiri upp- lagdar målmøguleikar, sum ikki góvu mål, og stødan í hálvleikinum var 14-9 til Kyndil. Í dystunum millum hesi liðini hevur tað ofta verið soleiðis, at annað liðið leggur seg á odda í fyrra hálvleiki, meðan hitt kemur aftur í seinna hálvleiki, men so var ikki sunnudagin. Munurin vaks bara í seinna hálvleiki, og seinni hálv- leikur var ikki gamal, tá tað sást, hvør fór at vinna dyst- in. Einki avgjørt Móti endanum var størsti spenningurin um, hvussu tað gekst í Klaksvík, har tað frættist, at oddaliðið StIF hevði stórar trupulleikar móti botnliðnum Stjørnuni Javnleikurin í Klaksvík ger at einki er avgjørt áðrenn seinasta dystin komandi leygardag. Tað einasta, sum kann sigast við vissu, er, at vit fáa ein nýggjan føroya meistara í kvinnudeildini í ár. Neistin hevur vunnið kappingina seinastu fýra ár- ini á rað, men ósigurin sunnudagin merkti, at liðið hvorki fær gull ella silvur, og tað er ivasamt, um tað nakrantíð er komið fyri fyrr. Hvar vóru dómararnir? Annars er at nevna, at dóm- ararnir, sum vóru settir til at dóma bæði kvinnu- og mansdystin sunnudagin, av onkrari orsøk ikki møttu upp. Vestmenningarnir Hjalmar Klein Olsen og Ingi Olsen noyddust i cow- boybuksum og svartask6m at taka vid og sluppu eisini væl frå uppgávuni, men tað er alt, alt ov vánaligt og á ein hátt eisini forhánisligt, at dómararnir, hesa ferð úr SUF, ikki meta upp til ein so týdningarmiklan dyst, sum kvinnudysturin var. Skilið var tað sama, tá menninir hjá Kyndli og KIF spældu á Skála næstseinasta vikuskiftid. Tá var tað Neistin, sum ikki møtti upp. Og tað er ov vánaligt. elj 1. deild kvinnur: Kyndil-Neistin 31-20 (14- 9) Kyndil: Lotte Sørensen 13, Ann Hansen 5, Brynhild Klein 4, Jórun Ludvig 3, Jacklin Durhuus 2, Rakul N. Joensen 2, Frida S. Jo- hannesen Í, Jensia Petersen Neistin: Rúna Wardum 10, Inga Danberg 3, Inga Dahl 2, Kára á Dunga 2, Mildrið Jacobsen 1, Lovisa Jørgen- sen 1, Súna Mørk |. Utvisingar: Kyndil 4, Neistin 3 | | Í | ——————————————————— Á