týsdagur 24. mars 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
————————————— A Á—
Nr. 56 — 24. MARS 1998
tíðindablaðið
soslalurin
15
SUF snåvadi í dystinum
móti Stjórnuni í Klaks-
vík sunnudagin. Høvdu
strandakvinnur vunnið
við hampuliga nógvum
málum, høvdu tær so at
siga kunnad kallad seg
førgyameistarar, men nå
mugu tær bíða til leyg-
ardagin, áðrenn avgerð-
in fellur.
Karin Hansen, sum
vanliga stendur í mál-
inum hjá StIF, koykti
sær fótin undir venjing
fríggjakvgldið og var
ikki við. Í staðin vardi
Óluva Djurhuus málið
hjá oddaliðnum.
Fyrri hálvleikur var
katastrofalur fyri StÍF.
— Vit høvdu møgu-
leikarnar í fyrra hålv-
leiki, men brendu ov
nógv. Málverjin hjá
Stjórnuni spældi eisini
sera væl, sigur Paula
Jacobsen úr StfF, sum
viðgongur, at tær kanska
undirmettu Stjørnuna
eitt sindur eisini.
hinum endanum
megnaði Stjórnan at
skora upp á sínar kjans-
ir, so stødan í hálvleik-
inum var 13-6 til heima-
liðið. Seinna korterið av
fyrra hálvleiki fekk
Stjørnan átta mål, með-
an SUF fekk eitt...
— Seinni hálvleikur
var eitt sindur frægari
hjá okkum, hóast vit
| StÍF snávaði
í Klaksvík
mistu Eyðleyg, sum eis-
ini koykti fótin. Vit
skiftu verju, og Óluva
spældi eisini nógv betur
í málinum í seinna hålv-
leiki, sigur Paula Jacob-
sen.
Upprunaliga var hetta
ein dystur, sum SÍF á
pappírinum átti at vunn-
ið ruddiliga, men Paula
sigur, at tá dysturin var
liðugur, vóru tær lukku-
lígar fyri, at tær ikki
taptu.
— Tað kann eisini gera
tað sama, um vit spældu
javnt ella høvdu vunnið.
Vit mugu framvegis ikki
tapa móti Kyndli leyg-
ardagin, sigur hon.
elj
1. deild kvinnur:
Stjørnan-StiF 20-20
(13-6)
Stjørnan: Joan M. Joen-
sen 8, Simona Hansen 7,
Birgit Ryan 2, Anna K.
Samson 2, Asa Petersen
f.
StIF: Anna Maria Bert-
helsen 5, Signhild Pet-
ersen 5, Hanna Thor-
leifsson 4, Paula B. Jac-
obsen 3, Alis Høghamar
2, Birna Mikkelsen 1,
Eyðleyg Mikkelsen 1.
Útvísingar: Stjørnan 1,
SF 2.
So byrjaði fotbolturin
Fótbóltur: Fótbóltskappingin 1998
byrjaði sunnudagin
Sunnudagin vórðu fýra teir
fyrstu dystirnir í kappingini
um løgmanssteypid spældir.
Mest spennandi dysturin
var í Vági millum 2. deild-
arliðini Royn og EB/
Streym. Dysturin varð
spældur í Vági, tí grasvøll-
urin í Hvalba enn ikki er
klárur til fótbólt eftir vet-
urin.
Tað sást eisini í dystinum,
at spælararnir heldur íkki
eru heilt klárir til fótbólt so
tíðliga á árinum. Lítið skil
var á spælinum, men hvalb-
ingar høvdu eina lítla yvir-
vág. Tað var kortini felags-
liðið hjá sundalagsmonn-
um, sum fekk fyrsta málið í
dystinum. Ein bóltur varð
sendur langt fram eftir vøll-
inum, verjan hjá Royn fekk
ikki bóltin burtur, og Dánjal
Magnussen kundi leggja
EB/Streym á odda 1-0.
Henda leiðslan helt sær
fram til allarseinasta minutt.
Jugoslaviski Alexander Vu-
kotic, sum varð skiftur inn
eini 20 minuttir áðrenn,
fekk eitt innlegg, sum hann
skeyt í málið. So var stødan
1-1, og liðini noyddust út i
longda leiktíð, tvær ferðir
15 minuttir.
Og her eydnaðist tað
hvalbingum at fáa eitt mál,
meðan sundalagsmenn
einki fingu. Hetta málið var
eisini tað frægasta í dyst-
inum. Hin jugoslaviski
spælarin hjá Royn, Milan,
skeyt eitt fríspark, sum varð
snittað víðari fram eftir við
høvdinum til Eyðstein Jac-
obsen, sum kundi seta bólt-
in í netið til 2-1.
LIF, B71 og
FS Vágar víðari
Í Leirvík tók LÍF ímóti
skálamonnum, og her vann
heimaliðið 4-0. Øll málini
komu í seinna hálvleiki.
Jonhard Høgnesen gjørdi
tvey tey fyrstu, áðrenn pól-
lendingurin Tomek setti eitt
brotsspark í netið til 3-0.
Seinasta málið gjørdi Arni
Skorastein.
A Sandi vann B71 2-0 á
AB, meðan FS Vágar vann
stórsigur 9-0 á Fram. Kom-
andi sunnudag spæla B71
og FS Vágar á Sandi, með-
an LÍF skal til Suðuroyar,
antin til Hvalba ella til
Vágs, alt eftir hvussu góð-
um standi vøllurin í Hvalba
er í.
Vinnarin av dystinum
B71-FS Vágar skal síðani í
bólk saman við HB, KÍ og
NSI, meðan vinnarin av
dystinum Royn-LIF sleppur
at royna seg í bólki saman
við GI, B68 og VB.
Bólkaspælið byrjar 5.
apríl.
elj
B71 er komið víðari i steypakappingini (Savnsmynd)
Meira í morgin
Vegna plásstrot eydnaðist tað tí-
verri ikki at fáa allan ítróttin frá
vikuskiftinum við í blaðið í dag.
Í morgin verður m.a. meira um
hondbólt og eitt sindur um
donsku superliguna í fótbólti, har
tveir fóroyingar hava verið í dysti
um vikuskiftið
—
Neistamenn
endaðu niðast
Hondbóltur: Sunnudagin varð tað
endaliga staðfest, at mansliðið hjá
Neistanum endar niðast í 1. deild í ár
Kyndil vann mansdystin
móti Neistanum við 27 mál-
um móti 24. Munurin var
ikki so stórur, sum fólk
høvdu roknað við, men har-
til skal sigast, at fyri Kyndil
hevði dysturin einki at týða,
meðan Neistin framvegis
hevði eina lítla vón um at
yvirhåla KIF í botninum.
Men tann vónin brast við
ósigrinum sunnudagin.
Kyndil byrjaði dystin
nógv betri, sum sum heild
var dysturin merktur av 6-
ruddi og nógvum avbrenn-
arum, heldur enn vøkrum
spæli. Ofta spældu lidini
skjótari enn tey megnadu,
men Kyndil var klárt betra
liðið fyrsta hálva tíman. Og
kyndlamenn komu eisini
»p á 7-2 fyrstu tiggju min
rnar og øktu seinni mun
ipp í 7 mál. Tann stødan
lt sær restina av hålvleik
inum, og máltalvan vísti 15
8, tá hálvleikur var.
Í seinna hálvleiki kom
Neistin meira við, og upp á
seks minuttir minkaðu teir
munin úr 19-12 til 19-16.
Eitt sindur av spenningi
kom í dystin aftur. Tað sást,
at tað var so sum so við
spælihuginum hjá Kyndli,
og tað er eisini skilligt, nú
liðið einki hevur at spæla
fyri.
Men teir grónu tóku seg
saman aftur og fór upp á 23-
17. So var ov lítil tíð eftir
hjá teimum bláu at koma
afturíaftur, og hóast Neistin
fekk fýra mál seinastu
tríggjar minuttir, meðan
Kyndil einki fekk, var tað
ikki nóg mikið til at fáa stig
Kyndil vann í seinasta enda
27-24 í einum linligum
dysti, har málverjarnir vístu
besta spælið
1. deild menn:
Kyndil-Neistin 27-24 (15-
8)
Kyndil: Hannis Wardum 5,
Bárður Johannesen 4, Rúni
Poulsen 4, Uni Wardum 4,
Regin Petersen 3, Bjarni
Wardum 3, Hans-Aki Dahl-
Christiansen 2, Niklas Djur-
huus 1, Bårdur Mikkelsen
|
Neistin: Kári Mortensen 6,
Karl O. Rasmussen 6,
Benny Vium 4, Jan Nicla-
sen 2, Teitur Samuelsen 2,
Høgni í Jákupsstovu 1, Ták-
up Sverri Kass 1, Páll Nóis-
oy 1, Finnur Petersen 1.
Utvisingar: Kyndil 3,
Neistin 3.
Rúni Poulsen og Kyndil
vunnu 27-24 á
Neistanum sunnudagin.
Neistin endar nú niðast í
Í. deild
Mynd: Alvur Haraldsen