leygardagur 3. juni 2000síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 105 - 3. juni 2000
28
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 105 - 3. juni 2000
JÁKUP MØRK
Eingin ivi er um, at An-
drew av Fløtum varð dag-
sins maður í Gundadali
dýra biðidag. Við fýra
málum og hini bæði HB-
málini, var hann meira
enn nakar annar maðurin
aftan fyri stórsigurin, og
kanska kann hetta eisini
verða viðvirkandi til, at
hann sleppur hægri í met-
um millum fótbóltsá-
skoðararnar.
Æviga »talentið«
Síðani hann fyri fyrstu
ferð terin inn á fyrstu-
deildarpallin her heima,
í 1996, hevur so at siga
verið bíðað eftir, at hann
fór at fáa sítt endaliga
gjøgnumbrot.
At fótbóltsevnini eru í
lagi, er eingin ivi um,
men hinvegin hevur hann
nú í eini fýra ár borið
heitið, talent, uttan at
hann hevur megnað at
bitið seg fastan á annan
álopssessin á besta HB
liðnum.
Um dysturin móti VB
var eitt tekin um, at hetta
nú er broytt, ella um talan
bert var um eitt upplop,
skal ikki verða staðfest
her, men ábendingar eru
í øllum førum um, at »ta-
lentið« er um at verða
vaksin.
Einvegis ferðsla
Sjálvandi var Andrew
ikki einsamallur um stór-
sigurin. Í fyrra hálvleiki
sýndi HB liðið so nógv
tað besta spælið, teir hava
havt higartil í ár. Nølaríið
og rullanin upp á tvørs,
var brádliga skift út við
beinleiðis og ágandandi
álopsfótbólt.
Tá VB so samstundis
framdi at kalla eina sjálv-
morðsroynd, við at spæla
við flatari verju, so kundi
tað bert ganga sum tað
gekk.
Stórsigurin varð grund-
lagdur fyrstu innan 10
minuttir, har HB skoraði
trý mál, og eftir hetta var
at kalla einvegis ferðsla,
har
heimaliðið
við
kvikum
samanspæli
spældi ørkymlaðu VB
leikararnar niður og norð.
Fyrsta málið kom, eftir
at Rúni hevði fingið bóltin í
høgru síðu. Hann sendi ein
skrúvandi bólt inn um fløtu
VB verjuna, har Andrew
fekk sníkt seg fram um
tríggjar verjuleikarar, og
sneiddi Bjarna av, áðrenn
bólturin varð lagdur í málið.
Níggju minuttir seinni var
Andrew aftur upp á spæl.
Fyrst royndi hann at bróta
ígjøgnum VB-verjuna, men
tá hetta ikki eydnaðist, sendi
hann ístaðin álopsfelagan,
Jón Róa, avstað í høgru. Jón
Rói framdi allarhelst frí-
spark, tá hann skumpaði
verjuleikaran burtur, men í
øllum førum gjørdist hann
púra leysur, og kundi senda
bóltin millum beinini á mál-
verjanum.
Minuttin eftir vann Rúni
bóltin á miðjuni, og eftir at
hava snýtt verjuleikara, varð
bólturin í einum bleytum
boga sendur upp um Bjarna,
sum ikki hevði ein livandi
kjans at gera nakað við
bóltin.
Einfalt og vakurt
VB royndi at umskipa liðið
nakað, soleiðis at Tórður og
Jón Pauli fingu meira sen-
tralar leiklutir, men tað var
einamest við deyðbóltsstøð-
um, at gestirnir vóru vanda-
miklir.
HB liðið helt tó áfram við
ágangandi spælinum, og í
38. minutti varð aftur galið.
VB verjan snorksvav, tá Rú-
ni tók stutt fríspark til Róa.
Við eini væl sæddari sen-
ding, spældi hann bóltin fyri
føturnar á Andrew, sum tók
eitt trekk, áðrenn hann lang-
aði bóltin upp undir nettak-
ið.
Stutt eftir hevði VB møg-
uleika at minka um munin,
tá Jón Pauli varð feldur í
brotsteiginum, men leikandi
venjarin (sum eisini mis-
nýtti móti HB í fjør) skeyt
bóltin á stólpan.
Ístaðin kundi Rúni Nol-
søe økja um leiðsluna til 5-
0, tá hann sjálvur vann bólt-
in á miðvøllinum, sendi An-
drew avstað, og síðani sjálv-
ur rann seg púra leysan at
avgreiða bóltin, tá Andrew
sendi inn um aftur. Einfalt,
vakurt og effektivt.
Stórsigurin kom í
vanda
Í seinna hálvleiki setti HB
ferðina nakað niður, og hóat
hetta kanska tykist náttúr-
ligt, tá leiðslan er somikið
trygg, so kundi hetta lætt-
liga kosta stóran part av
leiðsluni.
VB liðið royndi nevnliga
alla tíðina at trýsta HB liðið,
og longu níggju minuttum
gav hetta úrslit. Leikandi
venjarin varð sendir avstað
í høgru, og eftir at hava
snýtt verjuleikara, sendi
hann bóltin í málið.
Lítla løtu seinni var Krzy-
stof aftur upp á spæl. Eltir
af trimum HB leikarum,
megnaði hann kortini at
sleppa sær inn um brots-
teigin, áðrenn hann lat seg
detta, og so kundi Milan
minka munin niður í trý
mál. HB leikararnir tóktust
ónøgdir við dómin, og kan-
ska var tað rætt, at brotið
móti Krzystof varð framt
uttan fyri brotsteigin, men
hann megnaði so at fóta sær
nakrar metrar afturat. Hin-
vegin skulu havnarmenninir
vera glaðir um, at Niklas,
sum annars dømdi sera væl,
ikki sá, hvør av HB leik-
arunum framdi brotið.
At síggja varð venjarin
togaður av Janusi, og tá hes-
in hevði fingið gult í sam-
band við fyrra brotsspark-
ið, kundi talan lættliga verið
um reytt hesuferð.
VB sá nú møguleika fyri
at minka um munin, so re-
turdysturin kanska kundi
gerast rættuliga spennandi,
men hóast teir royndu at
trýsta, so gjørdist talan ong-
antíð um teir heilt stóru
møguleikarnar.
Hetta opnaði eisini fyri
kontramøguleikum
hjá
heimaliðinum, og tá fimm
minuttir vóru eftir, gav ein
av hesum mál. Bárður
Mortansson sendi Andrew
avstað í høgru, og eftir at
hava rundað Bjarna, kundi
hann staðfesta stórsigurin.
Hetta tók seinastu orkuna
úr VB liðnum, og einastu
skreytirnar, sum teir fram-
du, tað sum eftir var, var tá
Milan fyri aðru ferð nýtti
álbogan í nærdysti, og har-
við fekk næsta gula kortið.
Tríggjar orsøkir
Samanumtikið kann sigast,
at dysturin varð avgjørdur
av trimum orsøkum.
- HB liðið spældi nógv
meira beinleiðis og á-
gangandi enn higartil í ár,
kanska eisini orsakað av,
at allir fýra á miðvøll-
inum nú vóru bóltspæla-
rar ístaðin fyri bóltflyt-
arar.
- VB venjarin framdi
ein taktiskan brølara av
teimum stóru, tá hann val-
di at royna seg við flataru
verju móti kvika HB á-
lopinum.
Andrew av Fløtum:
Hóast hann kanska kundi
fingið eini tvey mál aft-
urat, so sýndi hann rættu-
ligt máltev, og arbeiddi
hann meira fyri liðið enn
hann hevur gjørt í langa
tíð.
HB-VB 6-2 (5-0)
1-0: Andrew av Fløtum
11.
2-0: Jón Rói Jacobsen 19.
3-0: Andrew av Fløtum
20.
4-0: Andrew av Fløtum
38.
5-0: Rúni Nolsøe 44.
5-1: Krzystof Popczynzki
54.
5-2: Milian Kulic (br.) 17.
6-2: Andrew av Fløtum
40.
Dómari: Niklas á Líðar-
enda
HB:
Bárður Johannesen – Jó-
hannis Joensen, Hans á
Lag, Símun Eliasen, Ja-
nus Joensen – Hallur Da-
nielsen, Rúni Nolsøe, Rói
Árting, Pætur Dahl – Jón
Rói Jacobsen, Andrew av
Fløtum
VB:
Bjarni Johansen, Predrag
Zivkovic, Janus Kjærbo,
Eyðun Jacobsen, Jón Pau-
li Olsen – Tórður Holm,
Michael í Lágabø, Palli
Augustinussen – Krzystof
Popczynzki, Robert Ci-
eslewicz
Andrew dagsins maður
Løgmassteypið: HB at kalla tryggjaði sær finalusessin, tá teir vunnu stór-
sigur á VB í fyrru hálvfinulini
Róðrarsambandið
hevur
gjørt av, at tað í hesum ár-
inum skulu fáast neyvari og
greiðari ásetingar um, hvør-
ji mátini skulu vera, sum
skulu haldast fyri at fáa ein
kappróðrarbát góðkendan
til FM róður.
Spurningurin um mátini
gjørdist bransaktuellur, tá
umboð fyri Róðrarsam-
bandið fyri nøkrum vikum
síðani vóru í Vestmanna og
máldu nýggja 10–manna-
farið, Vestmanningin. Tá
vísti tað seg, at í ávísum
førum vóru mátini ikki tey,
sum eru ásett í ásetingunum
hjá RSF.
– Vit viðgjørdu spurning-
in, og tað skal ikki vera nøk-
ur loyna, at í nevndini var
tað stemningur fyri ikki at
góðkenna bátin. Men áð-
renn endalig avgerð varð
tikin, vóru vit í sambandi
við løgfrøðing, sum vísti á,
at tað ikki fór at bera til at
kolldøma ein bát, tí hann
ikki helt mátini, og sam-
stundis at vera greiður yvir,
at fleiri av bátunum, sum
áður eru góðkendir, halda
ikki kravdu mátini. Vit tóku
niðurstøðuna hjá løgfrøð-
inginum til eftirtektar. Tað
snýr seg í hesum førinum
ikki um, at ein bátur víkur
uppaftur meiri frá ásettu
mátunum, enn aðrir bátar
gera, men tað snýr seg um
prinsippið, at bátarnir ikki
lúka mátini.
Hetta sigur Hannis Joen-
sen, formaður í Róðrarsam-
bandinum. Hann leggur aft-
urat, at í RSF er semja um
at arbeiða fram ímóti, at tað
á aðalfundinum, sum verður
síðst í oktober, skal leggjast
eitt nýtt uppskot um mát á
kappróðrarbátum.
– Hetta verður eitt stórt
arbeiði at gera, men vit mið-
ja ímóti, at tað skal vera
liðugt undan ársaðalfund-
inum. Longu frammanun-
dan, at tað kom undan kavi,
at nýggi Vestmenningurin
ikki heldur mátini, høvdu
vit tik9ð avgerð um at seta
eina nevnd at kanna bátar-
nar og síðani at koma við
uppskoti um nýggj mát.
Nevndin er ikki endaliga
sett, men vit hava heitt á
persónar, sum hava havt
nógv við uppmáting av
kappróðrarbátum at gera,
um at vera í nevndini, upp-
lýsir Hannis Joensen.
Róðrarsambandið hevur
heitt á Andrass Joensen um
at vera formann í nevndini.
Andrass Joensen er skips-
timbrari, og hann hevur
frammanundan gjørt nógv
við at máta bátar upp, m. a.
í samstarvi við Forngripa-
savnið. Harafturat hevur
RSF heitt á bátasmiðirnar
Sámal Hansen, Kaj Hamm-
er, Jóan Petur Clementsen
og Magna Nielsen um at
vera við í arbeiðnum. RSF
ætlar at eitt umboð fyri
Róðrarsambandið skal vera
skrivari í nevndini.
Krøvini
Longu á aðalfundinum hjá
ÍSF, sum tá hevði við allar
ítróttarkappingar at gera,
var tað samtykt hin 28. no-
vember í 1959, at bátar, sum
tóku lut í kappróðri, skuldu
standa ávís mát.
Talan er um fleiri mát:
longd, mát sjey føtur fram-
manfyri hálva longd, mát á
hálvari longd, mát sjey føtur
aftanfyri hálva longd og
bakrongin frá stavninum
oman enniknæ til fremst á
rongini miðskeiðis.
– Vit hava leingi verið
greiðir yvir, at nógvir bátar
ikki lúka øll mátini, sum eru
fyriskrivað í reglunum. Tá
Sámal Hansen fyrireikaði
seg til at fara undir at smíða
fyrsta bátin, sum var Kjølur,
máldi hann bátarnar, sum
Niclas í Koltri hevði smíð-
að. Talan var um síðstu 10–
mannaførini hjá Niclasi.
Tey eru Skálbáturin, Nóls-
oyingurin og tann Eystur-
oyingurin, sum var fram-
manundan tí, ið kom fyri
tveimum árum síðani.
– Tá kom Sámal eftir, at
fleiri vóru longri, enn tað
er fyriskrivað, og tað boðaði
hann okkum frá. Síðani
hava vit fingið fleiri áheit-
anir um at gera nakað við
uppmátingina, og nú verður
farið undir arbeiðið. Um tað
verður liðugt og eitt endur-
skoðað upskot lagt fyri að-
alfundin í heyst, fáa vit at
síggja til ta tíð, men tað
verður miðjað eftir hesum,
sigur formaðurin í RSF.
Tey, sum hava skil fyri tí,
siga, at tað ber illa til ella
als ikki til at halda øll tey
mátini, sum eru fyriskrivað,
og tí eiga tey at verða laga
eftir tí, sum ber til.
Vestmenningurin
Trupulleikin við Vestmenn-
inginum er tað longdarmát-
ið, sum eitur millum reis-
ingar 12 tummar omanfyri-
yvirtrom á kjøli. Í ásetingu-
num verður sagt, at mátið
skal ikki vera yvir 12 alin
og 2 tummar. Eysturoyingur
og trý av teimum nýggju
10–mannaførunum eru 12
alin og fýra tummar. Vest-
menningurin er 12 alin og
sjey tummar.
– Tá vit eru 12 tummar
oman yvirtrom á kjøli, eru
vit rættuliga nær vatngang-
inum. Tess longri mátið er,
tess betri rennur báturin. Tí
er tað óheppið, at ikki allir
bátarnir hava sama mát.
Men nú ætla vit at gera na-
kað við hetta. Og so kann
tað hugsast, at onkur feløg
í heyst fáa at vita, at tey
skulu stytta sínar bátar, stað-
festir Hannis Joensen.
JH
Vestmenningur er
góðkendur í eitt ár
Kappróður: Á aðalfundinum hjá Róðrarsambandinum
komandi heyst er ætlanin at góðkenna nýggj mát fyri allar
bátastøddir
Leygardagin 3. juni skipar
Føroya Ríðingarfelag fyri
fyrstu FM-kappríðingini í
ár. 55 ross taka lut. Kapp-
ríðingin byrjar kl. 18.00.
Kl. 22.00 verður legubál
við felagssangi, har høvi
verður at steikja pylsur.
Kl. 24 verður dansur á
sandinum, har orkestrið
Moonshot spælir. Á stev-
nuni verður søla av mati og
drekka. Bussar koyra úr
Vestmanna á midnátt til
Leynavatn. Koyrt verður
gjøgnum Kvívík.
Bussur koyrir úr Kolla-
firði kl. 0.30. Eisini úr Havn
koyrir bussur kl 01.00 frá
City til Leynavatn. Koyrt
verður frá Leynavatni
aftur
til
Havnar
og
Kollafjarðar kl. 4.30 og til
Vestmannar kl. 5.30.
Ríða á Leynarvatni
Leygardagin verður ríðistevna við Leynarvatni
Um undirhald verður gjørt
upp í málum, so var tað sera
undirhaldandi í Sarpigerði
Kristi himmalferðardag.
Har vóru sjey mál, har vóru
fleiri aðrar góðar royndir
móti málinum, og í yvir-
tíðini sendi Henning Jarn-
skor úr ellivu metrum og
upp um málið (brotssparkið
varð dømt, tí Súni Olsen
varð skumpaður í ryggin).
Í landskappingini eru tak-
tisku bindingarnar ofta
nógvar og strangar. Soleiðis
var tað ikki hósdagin. Um
FS Vágar var komið at
halda tætt og harvið skapa
sær eina góða útgangsstøðu
undan seinna umfarinum,
so vóru teir noyddir at saðla
um beinanvegin.
Óli Hansen, sum annars
tykist hava sera torført við
at finna seg til sættis á GÍ
liðnum, skoraði beinanveg-
in. Hann umsetti innlegg úr
høgru til mál. Og fimm
minuttir seinni økti Helgi
L. Petersen, sum hevði lagt
upp til fyrra málið. Pauli
Jarnskor legði fríspark flatt
innfyri úr høgru, og Helgi
var fyrstur á við nærra
stólpan.
Málini kundu boða frá
stórsigri tl heimaliðið, men
soleiðis myndaðist tað als
ikki. Ungi miðvallarin í
høgru hjá FS Vágum, Tór–
Ingar Akselen, hevði bein-
anvegin sent í stólpan, og
miðskeiðis í 1. hálvleiki bar
til hjá vágamonnum.
Albert Ari Thomassen,
liðformaðurin hjá FSV, sum
stóð eina sterkast í myndini
av øllum, steðgaði GÍ álopi,
Birgir Joensen fekk bóltin
aftanfyri miðstrikuna, hann
sneiddi tveir av sær, spældi
eitt tvey við Hannus Olsen,
sum var staddur í vinstru,
og tá Birgir var komin inn
móti brotsteigarsamankom-
ingini í vinstru smekkaði
hann til. Bólturin tók báðar
stólparnar í handara borði,
áðrenn hann fór um strik-
una. Ivaleyst eitt tað vakra-
sta málið sum nakrantíð er
skorað í Sarpigerði.
Leivur Hansen, sum hev-
ur vunnið vongverjaplássið
í vinstru, nú Súni Olsen er
settur at røkja sentralt mið-
vallarapláss, økti til 3–1. FS
Vágar hevði horna, GÍ fór í
skjótt mótálop, ungi Sjúrður
Ellefsen, sum hevði mið-
verjuódnina, tá stóru stopp-
ararnir vóru frammi, legði
ikki bóltførandi mótstøðu-
mannin niður, og so var
Leivur Hansen leysur í vin-
stru. Hann setti ferð á móti
málinum og smekkaði flatt
inn við nærru stólparótini.
Undirmannað FSV var
væl við
Gestirnir góvust ikki, og 2.
hálvleik áttu teir stóran
heiður av. Birgir Joensen
setti beinanvegin spenning
í aftur. Albert Ari Thomas-
sen vann bóltin i vinstru,
spældi flatt í brotsteigin, har
vandamikli og sterki fram-
herjin tamdi og snaraði runt
seg sjálvan, meðan fýra
mótstøðumenn hugdu at.
Bólturin tók handaru stólpa-
rótina, áðrenn hann fór um
strikuna, og so var rættuliga
spennandi aftur.
Tá Helgi L. Petersen bara
lítla løtu seinni økti til 4–2,
var tað – akkurát sum tá
málini komu í 1. hálvleiki
– staðfesting av, at sjálvt um
vágamenn hava keypt nóg-
var útlendingar til at styrkja
miðverjuna, so er tað har,
at teir hava størstu trupul-
leikarnar. Pauli Jarnskor
stakk fram eftir miðásinum,
Helgi, sum var eyðsýndur í
leysa leiklutinum sum frem-
sti miðvallarin, sneiddi tveir
av sær og var púra leysur
við málverjanum, tá hann
skoraði.
Vágamenn komu enn ein-
a ferð afturíaftur. Kim Poul-
sen, sum spældi 2. hálvleik
fyri dugnaliga miðvallaran
í høgru Tór–Ingar Akselsen,
sum noyddist at taka seg
burturúr, fekk tak á langari
sending fram í vinstra borð,
og dómarin metti GÍ ver-
juna at gera brotsspark.
Dómurin var ógvuliga tunn-
ur, men skotinum hjá John
Johansen bilti einki. John
var fínur í álopinum í 1.
hálvleiki. Í 2. hálvleiki
spældi hann í miðvallar-
plássinum í høgru, har Tór–
Ingar Akselsen hevði verið
undan steðginum.
Lítil munur
FS Vágar er niðast á støðu-
talvuni í landskappingini,
men tað er væl hugsandi, at
teir fara at røkka finaluni í
steypakappingini. Verju-
parturin er ikki nóg góður
og avgjørdur, men í fram-
rættaða spælinum hekk væl
saman hjá teimum. Sjúrður
Ellefsen og Tór–Ingar Aks-
elsen funnu væl saman í
høgru. Jónsvein Olsen bjóð-
aði seg altíð til í vinstru,
men tað var ein veikleiki,
at vágamenn ikki megnaðu
at skifta tvørturum úr høgru,
Verjurnar vóru
sum opnahjallar
Løgmanssteypið: Hóast teir høvdu mist tveir lyklaspælarar, so megnaðu
vágamenn at kroysta GÍ síðstu løtuna í Sarpigerði
tá teir myndaðu álop.
GÍ er miðskeiðis á støðu-
talvuni, men avrikið hós-
dagin – serliga 2. hálvleik
vóru teir ússaligir – boðaði
ikki frá, at teir eru upplagt
evni til oddasess. Tað skal
takast við, at móti FS Vág-
um var Magni Jarnskor
sjúkur, Jóan Petur Olsen er
skaddur, og Poul Ennigarð
var ikki komin heim av flat-
londum.
Hvat av liðunum skal í
finaluna verður avgjørt í
Sørvági 2. hvítusunnudag.
Hvítusunnuaftan hittast lið-
ini bæði í landskappingini í
Sørvági!
JH
GÍ–FS Vágar 4–3 (3–1)
1–0: Óli Hansen 9.
2–0: Helgi L. Petersen 15.
2–1: Birgir Joensen 23.
3–1: Leivur Hansen 30.
3–2: Birgir Joensen 50.
4–2: Helgi L. Petersen 53.
4–3: John Johansen br 61.
GÍ:
Sunvard Joensen – Rúni Ju-
stinussen (Áslakur R. Pe-
tersen, 85.), Bartal Eliasen,
Martin Thomsen, Leivur
Hansen – Hans Pauli Pe-
tersen, Helgi L. Petersen,
Súni Olsen, Pauli Jarnskor,
liðformaður – Óli Hansen
(Pól Henning Jacobsen,
85.), Henning Jarnskor
Gult kort: Bartal Eliasen,
Martin Thomsen
FS Vágar:
Remi Mikotionis – Sjúrður
Ellefsen, Darius Magdi-
sauskas, Zilva Sudis, Rim-
vadis Bakus – Tór–Ingar
Akselsen (Kim Poulsen,
46.), Hannus Olsen, Albert
Ari Thomassen, liðformað-
ur (Emil Hentze, 82.), Jón-
svein Olsen – John Johan-
sen, Birgir Joensen
Gult kort: Darius Magdi-
sauskas
Reytt kort: Birgir Joensen
75. (tvey gul)
Í fjør gingu tað meiri enn
fýra tímar frá tí, at kapp-
róðurin á norðoyarstevnu
sambært skránni skuldi
starta, og til síðstu bátar-
nir komu á mál.
Allir partar vóru á ein-
um máli um, at hetta skul-
di ikki endurtaka seg.
Fundur var millum lokalu
fyrireikararnar og Róðrar-
sambandið, og formaður-
in í RSF, Hannis Joensen,
heldur, at teir eru so væl
fyri hesa ferð, at líkindi
eru fyri, at tað skal bera
til at fáa róðurin frá hond-
ini upp á væl styttri tíð
enn í fjør.
– Veðurlíkindini fáa vit
einki gjørt við, men sam-
bært forsøgnini fara veð-
urumstøðurnar at verða
góðar undir kappróðri-
num, so tað er hugaligt.
Klaksvíkingar halda, at
síðsti túrurin undan róð-
rinum hjá skipunum, sum
sigla um Leirvíksfjørð, er
í so tætt uppat kappróðri-
num, men teir siga eisini,
at skipararnir hjá Strand-
ferðsluni hava sagt, at tað
fer at bera væl til hjá
teimum at koma á vánna,
sjálvt um fasti starturin er
lagdur út.
Eitt annað lið, sum tey
seinnu árini fleiri ferðir
hevur longt um kappróð-
rartíðina, er, at tað í fleiri
kappingum hava verið
fleiri bólkar. Soleiðis
verður tað ikki á norðoy-
arstevnu. Hámarkstalið,
sum RSF vanliga nýtir, er
seytjan. Tað eru seytjan
ringar í fasta startinum.
Størsta luttøkutalið á
norðoyarstevnu er í kapp-
ingini millum 5–manna-
før við gentum. Har er
talið seytjan.
Betri fastur startur
Leygardagin í síðstu viku
hevði Róðrarsambandið
eitt lítið skeið fyri róðrar-
fólkunum:
– Vit sendu boð eftir
tveimum umboðum fyri
hvørja manningina. Upp-
møtingin var ikki eitt
hundrað prosent, men hon
var stak góð. Startdóma-
rarnir og høvuðsdómarar-
nar høvdu møguleika
undir friðarligum um-
støðum og uttan tann
spenningin, sum er í luft-
ini, tá tað snýr seg um
kapping, at tosa við og
greiða róðrarfólkunum
frá, og so svaraðu teir eis-
ini spurningum. Eg haldi,
at hetta var sera læruríkt
og harvið gagnligt fyri
FM kappingina, sigur
Hannis Joensen.
Formaðurin
í
RSF
greiðir eisini frá, at teir
leygardagin nýttu høvið
at vísa róðrarfólkunum,
hvussu tann betraða út-
gávan av fasta startinum
riggar. Tað gjørdu teir við
Sílinum, sum teir høvdu
fingið niðan á parkerings-
økið, sum er rundanum
húsini hjá ÍSF í Gunda-
dali:
– Vit hava útviklað
startin í samráð við
gummibátatænastuna.
Higartil hevur stóri tru-
pulleikin verið, at tað hev-
ur staðið so nógv á hjá
róðursmanninum, sum
hevur hildið í ringin. Um
tað hevur verið eitt lítið
lot, so eru bátarnir farnir
tvørir. Nú hava vit roynt
at byrgja uppfyri hesum.
Stýrimaðurin skal ikki
longur halda í ringin. Í
staðin verður ein slipp-
krókur settur í stokkin.
Hol verða borað í báðar
stokkarnar – einar 70 cm
fram frá rongini. Hvørju
megin tað verður sett fast,
veldst um ættina. Tá tað
verður rópt klárir, og sko-
tið brestur, skal stýrimað-
urin sleppa gummibein-
inum, sum hann heldur í,
og so er leyst. Vit vóna
og rokna við, at hetta fer
at betra um fasta startin,
sigur Hannis Joensen.
Startdómarar á norðoy-
arstevnu verða Hallur Ell-
ingsgaard og Jákup Sø-
rensen, sum hava havt
uppgávuna í mong ár. Hø-
vuðsdómarar
verða
Gunnbjørn Joensen og
Andrass Nybo.
JH
Súkkling í Klaksvík
Saman við stevnunum byrjar árliga Grand-Prix
kappingin hjá súkklarum
Betra startin
Kappróður: Róðrarfólkið var
síðsta leygardag á skeiði saman
við startdómarum og
høvuðsdómarum
Komandi
vikuskiftið
verður hol sett á føroyska
kappróðraárið, og sam-
stundis eisini tí afturvend-
andi Grand Prix Súkklu-
kappingina, ið Tórshavn-
ar Súkklufelag skipar fyr-
i. Kappingin fylgir FM
róðrinum, og á hvørjari
stevnu verður koyrt und-
an kappróðrinum.
Koyrt verður Býarkoyr-
ing, har koyrt verður runt á
økinum frá Norðoya Spari-
kassa, eftir Skúlavegi, eftir
Gerðagøtu og aftur á
Biskupstøðgøtu.
Hesin
teinur verður koyrdur í 50
minuttir og eitt umfar aftrat.
Børn og ung sleppa eisini
at royna seg, og eisini tey
koyra á sama teini, men tó
ikki so langt sum tey
vaksnu.
Sum skilst, so eru súkk-
lararnir fegnir um teinin,
sum er sera væl egnaður
til endamálið.
Kappingin hjá teimum
vaksnu og hjá unglingum
byrjar kl. 13.30, meðan
børnini byrja kl. 14.30.
Heiðursmerkir verða
latin til nr. 1, 2 og 3.
Í yvirtíðini hevði Henning Jarnskor møguleika at økja um GÍ leiðsluna, men úr ellivu
metrum sendi hann omanfyri málið
Mynd: Jonhard Hammer