Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juni 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 105 - 3. juni 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr. 105 - 3. juni 2000 JÁKUP MØRK Hóskvøldið hevði dómara- felagið fund, har revsingin til KÍ fyri hendingina í und- anfarna heimadysti var til viðgerðar. Hetta hendi, tí fleiri dóm- arar mettu, at talan var um alt ov lina revsing, og m.a. segði Oddmar Andreasen, sum dømdi umtalaða dyst- in, at dómurin frá kapping- arnevndini var langt úti. Á fundinum hóskvøldið orðaði dómarafelagið so- ljóðandi skriv til kapping- arnevndina: »Á fundi í kvøld kl. 19.30 bleiv samtykt við stórum meiriluta, at okkara limir døma ikki 1. deild menn komandi vikuskifti. Orsøkin til hetta er tann av- gerðin, sum FSF hevur tikið í málinum í dystinum KÍ- Eingin 1. deild um vikuskiftið Sum støðan er í løtuni, verða helst eingir dystir leiktir um vikuskiftið B68, har ein hjálpardómari bleiv sligin í búkin. Hendan síðsta avgerð hjá FSF fekk bikari at flóta yvir hjá fótbóltsdómarunum. Hendingin í Klaksvík er ikki tann einasta tey síðstu árini. Vit føla okkum sera illa við- farnar tá slík mál verða av- gjørd, t.d. hava vit onga á- virkan og verða slett ikki eftirspurdir, tá avgerðin fell- ur. T.d. kundi Dómarafelagið havt lim í Kappingarnevnd- ini og Dómsnevndini, men so er ikki.« Brævið er undiskrivað veg- na Dómarafelagið av Hans Falkvard Hansen, formanni Skrivið er endaligt Hans Falkvard Hansen, for- maður í dómarafelagnum, sigur, at avgerð felagsins verður ikki broytt: Stutt eftir fundin hjá dóma- rafelagnum hóskvøldið hitt- u vit formannin, Hans Falk- vard Hansen, á máli. Spurdur um skrivi til kappingarnvndina var eitt forhandlingsútspæl, soleiðis at avgerðin framvegis kundi broytast, segði hann, at tað var tað ikki. - Boðini frá okkum eru greitt sett upp í skrivinum, og tí dømir eingin av limum okkara 1. deildardystir komandi vikuskifti, sigur Hans Falkvard við Sosialin. Spurdur hvussu nógvir dómarar vóru á fundinum, segði hann, at talan var um nakrar og tjúgu dómarar, sum verður mett at vera hampuliga góð uppmøting. Annars vildi formaðurin ikki gera nakrar serliga við- merkingar, men vísti ístaðin til skrivið, sum er latið Fót- bóltssambandinum Støðan er harmilig Børge B. Hansen, formaður í kappingarnevndini, er keddur um avgerðina hjá dómarunum: Tá vit hóskvøldið tosaðu við formannin í kappingar- nevndini, Børge B. Hansen, hevði hann enn ikki fingið skrivið frá dómarafelag- num. Eftir at hava fingið boðini umvegis telefonina, var fyr- sta viðmerking hansara, at talan var um eina harmiliga støðu. - Tað er sera harmiligt, at dómarafelagið soleiðis forðar ungdómum okkara í at spæla fótbólt, men hin- vegin er hetta teirra fulli rættur, og tað fáa vit ikki gjørt nakað við, segði Bør- ge, sum eisini var keddur um, at dómarafelagið sostatt ikki virðir avgerðina hjá kappingarnevndini. Viðgjørt sum onnur skriv Spurdur, hvørjar avleiðingar stigið frá dómarafelagnum fær, svaraði formaðurin, at tað kundi hann als ikki siga nakað um. - Nú havi eg akkurát fin- gið boðini, men øll skriv til nevndina verða sjálvandi viðgjørd, og soleiðis verður eisini í hesum sambandi, sigur Børge. Hann legði tó afturat, at tað fyri sær var nakað heilt nýtt, at dómarafelagið yn- skti at fáa lim í Kappingar- nevndina og Dómsnevnd- ina. – Nevndirnar verða val- dar á aðalfundinum hjá FSF, og eg havi ongantíð hoyrt nakað ynski frá dómarunum um at eiga umboð í hesum nevndum. Aðrar viðmerkingar hev- ði formaðurin í kappingar- nevndini ikki, og sostatt er líkt til, at eingin fyrstudeild- arfótbóltur verður at síggja hetta vikuskiftið. Ikki hent í Danmark Fyri at kanna, hvussu slík mál verða handfarin aðra- staðni, settu vit okkum í samband við dómaranevnd- ina hjá DBU. Har upplýsti Knud Al- bertsen fyri okkum, hvussu mannagondin í slíkum mál- um var, og er hon so at siga lík teirri føroysku. Spurdur um teir høvdu nakað fordømi fyri tilburði, har dómari ella hjálpardóm- ari var sligin, segði hann, at tað høvdu teir ibetur ikki havt, tað hann visti um. Tískil kundi hann ikki peika á, hvussu slíkt mál hevði verið revsað í Dan- mark. Upptaktin Orsakað av ósemjuni mill- um dómarafelagið og FSF, hava vit ikki prentað nakra upptakt til komandi umfarið í 1. deild. Um so er, at støðan broyt- ist, soleiðis at dystirnir kort- ini verða leiktir, ber til at lesa upptaktina til hesar á internetsosialinum: www.sosialurin.fo JÁKUP MØRK Torleif Sigurðsson, formaður í Fótbóltssam- bandinum, sigur, at eftir hansara tykki er atburð- ururin hjá dómarafelag- num alt ov ógvusligur. Fylgja ikki reglunum Eftir hansara tykki fylgir felagið als ikki teimum mannagongdum, sum vanliga eru galdandi, og harumframt metir FSF- bossurin eisini, at atburð- ururin hjá dómarafelag- num er greitt brot á spæli- reglurnar. - Tað striðir beinleiðis móti reglugerðunum hjá FSF, at dómararnir nú krevja at fáa lim í kapp- ingar- og dómsnevndina, og harumframt eru teir als ikki gegnligir til at sita í hesum nevndum, tí av- gerðirnar viðkoma teim- um sjálvum. Eru teir mis- nøgdir við ein dóm hjá t.d. kappingarnevndini, hava teir altíð møguleikan at skjóta henda inn fyri dómsnevndina, sum hev- ur heimild at broyta dóm- in hjá kappingarnevndini, sigur Torleif Sigurðsson. Víðari sigur hann, at tá hann tosar um brot á spælireglurnar, so meinar hann við tann háttin, sum dómarafelagið hevur handfarið málið. - Vit hava altíð havt ein- a greiða avtalu um, at ó- semjur av slíkum slag skulu avgreiðast millum FSF og dómararnar, og ikki í fjølmiðlunum, tí hetta er bert við til at skapa øsing um málið, og tað hava vit ongan áhuga í. Vónar at menn sissa seg Hvørja avleiðing hetta fær fyri samstarvið mill- um FSF og dómarafelag- ið veit Torleif ikki at siga, men hann heldur als ikki, at FSF kann loyva, at dómararnir á henda hátt eru við til at oyðileggja landskappingina. - Uttan at tað skjal ljóða sum nøkur hóttan, so mugu vit umhugsa, um samstarvið kann halda fram í verandi líki, ella um nøkur stig skulu tak- ast í so máta. Eitt nú hava vit í fleiri ár stuðlað dóm- arunum bæði so og so, t.d í samband við uttanlands- ferðir og annað, men alt hetta fái eg sjálvandi ikki svarað í løtuni. At enda sigur formað- urin í FSF, at tað er hans- ara vón, at menn sissa seg, soleiðis at dystirnir kunnu avgreiðast, soleiðis sum ásett í kappingar- skipanini. - Eg seti mítt álit á, at nevndin í dómarafelag- num onkursvegna greiður fløkjuna, soleiðis at dyst- irnir kunnu avgreiðast. Vit hava longu boðað frá, at vit eru sinnaðir at hava fund fyrst í komandi viku, soleiðis at tosast kann um málið. Klandur og stríð hava vit nóg mikið av fram- manundan, so vónandi kann hetta avgreiðast á skilabesta hátt, sigur for- maðurin at enda. - Dómararnir yvirreagera FSF formaðurin hevur enn ikki slept vónini um, at dystirnir um vikuskiftið kunnu avgreiðast, sum ásett - Vónandi fara menn at sissa seg, so dystirnir um vikuskiftið kunnu avgreiðast, heldur FSF formaðurin Dómarafelagið gevur nú FSF gula kortið, tí teir meta seg ikki hava nóg stóra ávirkan í málum, sum viðvíkja trygdini hjá dómarunum Tilvildarliga vald mynd Tað er neyvan komið fyri áður, men í dag er tað ein veruleiki. Á norðoyastev- nu eru ikki færri enn níggju spildurnýggir kappróðrarbátar, sum fyri fyrstu ferð fara at taka lut í FM kappingini. Talan er um fýra 10–mannafør, fýra 5–mannafør og eitt 6–mannafar. 10–mannaførini eru Havnarbáturin, Nólsoy- ingurin, Vágbingurin og Vestmenningurin. 5– mannaførini eru Dúgvan úr Sørvági, Falkur úr Hósvík, Frúgvin úr Mið- vági og Tjaldrið úr Run- avík. Og so hevur Havn- ar Róðrarfelag latið eitt nýtt 6–mannafar smíðað. Tað eitur Gongurólvur. Tað eru fýra bátasmiðir, sum í vetur og í vár hava smíðað allar hesar bátar- nar. Sámal Hansen í Runavík hevur smíðað Havnarbátin, Nólsoying- in, Frúnna og Tjaldrið. Kaj Hammer í Havn hev- ur smíðað Vágbingin, Dúgvuna og Falkin, Mag- ni Nielsen í Havn hevur smíðað Gongurólv, og O- laf Halvdansen í Vest- manna hevur smíðað Vestmenningin. Summir ódrúgvir Tað er eingin loyna, at tey seinnu árini hava tað oft- a verið nýggju bátarnir, sum hava vunnið. Besta dømið um ein nýggjan bát, sum hevur vunnið nógv, er Eystur- oyingur, sum hevur vunnið allar tólv FM kappingarnar, sum hann hevur tikið lut í. Millum róðrarhugað hevur verið røtt og mett um, um tað nú hevur verið fólkið ella báturin, sum hava verið orsøkin til sigurs- røðina. Víst hevur m. a. verið á, at áhugin fyri einum nýggjum báti hevur havt við sær, at manningin hevur verið góð, og at hugurin at venja hevur verið betri, enn hann hevur verið hjá so mongum øðrum. Men tað eingin sjálv- fylgja, at ein nýggjur kappróðrarbátur vinnur. Nýggjasta dømið um hetta er 10–mannafarið hjá tvørámonnum, sum teir fingu í fyrraárið og sum luttók á øllum stevnunum í fjør. Teir vunnu onga stevnu, og Tvørábáturin er ikki millum tey seks 10– mannaførini, sum eru meldað til kappróðurin á norðoyarstevnu. JH Í dag verður farið undir FM kappingina í róðri. Róðrarfólkið hevur verið í bátinum síðani flagg- dagin, og tað verður ikki helmað í aftur fyrr enn ólavsøkuaftan. Í fyrstuni vandu róðrarfólkini kon- ditión, og tey róðu langt og seigan. Ta seinnu tíð- ina hava tey vant syttri og títtari venjing, og í vikuni uppundir fyrstu FM kapp- ingina hava tey meiri tikið sær av løttum, soleiðis at tey so at siga vera svong og væl trimmað, tá tey seinnapartin í dag seta sjøtul á FM kappingina. Venjingin verður m. a. løgd til rættis eftir, hvussu langir teinarnir eru, sum tað skal kappast á. Um- støðurnar eru tær somu fyri allar manningarnar, men róðrarfólk hava víst á, at í ár er tað eitt sindur tvørligt, tí stevnurnar, har tað bara verður kappast á eitt túsund metrum, koma inn ímillum stevnurnar, har tað verður kappast á teimum longru teinunum. Á norðoyarstevnu róg- va dreingirnir, genturnar og kvinnurnar umborð á 6–mannaførum eitt tús- und metrar. Hinar mann- ingarnar rógva fimtan hundrað metrar. At 10– mannaførini ikki kappast á tvey túsund metrum kemst av, at nógva ali- virksemið undir Kunoy- arlandinum ger, at tað ikki ber til at rógva har. Næsta FM stevnan verður í Runavík leygar- dagin 17. juni. Tá verður róð á øllum trimum tein- unum. Á jóansøku, sum verður í Vági 24. juni, verður bara kappast á eitt túsund metrum. Sundalagsstevnan verður í Kollafirði 1. juli, og tá verður kappast á øll- um trimum teinunum. Vestanstevnan verður í Vestmanna 15. juli, og tá verður bara kappast á eitt túsund metrum, og tað verður tað eisini gjørt á ólavsøku. JH Kappróður: Á trimum stevnum verður róð á fleiri teinum, og á tri- mum stevnum verður bara róð á eitt túsund metrum Annað hvørt Fleiri ætla at basa Eysturoyinginum Kappróður: Fýra nýggj 10–mannafør bjóða av, og í øðrum bátastøddum eru bátar komnir afturíaftur, sum ikki hava verið at sæð í fleiri ár Áhugin fyri kappróðri tykist vera stórur og vaksandi. Tað sæst á luttøkuni í fyrsta FM róðrinum, sum verður í Klaksvík seinnapartin í dag. Undanfarnu árini hevur verið tosað um, at áhugin millum dreingjamanningar- nar hevur verið minkandi. Hesa ferð kappast níggju dreingjabátar, og tað man vera langt síðani, at tað hava verið átta 6–mannafør við kvinnum í kappingini, og at 8–mannaførini hava verið tíggju í talið. Vert er m. a, at leggja til merkis, at kappróðrarfelag- ið NSÍ fyri fyrstu ferð í mong ár luttekur í kapping- ini millum 8–mannafør. Í seksti árunum plagdu teir at vinna við 8–mannafarinum Sølmundi. Tey mongu seinnu árini hava teir havt eitt 6–mannafar við hesum navninum, men nú eru teir komnir afturíaftur millum 8–mannaførini, og tað við lít. Teir í Runavík manna tvey 8–mannafør. Annar báturin er Heiðabáturin, ið er gamli Skopuningurin, sum teir hava sett í stand, so hann er um nýggjur, og hin er Toftabáturin, sum teir hava lænt longri úti á eysta- ra armi av Skjálafjørðinum. Eisini er vert at leggja til merkis, at Oyndri er komin afturíaftur. Báturin í Oynd- arfirði vann FM í 1976, 1977 og aftur í 1982 og í 1983. Í fjør luttók hann ikki. Í ár hava teir vant á Oynd- arfirði, og nú hava teir dittað sær aftur á norðoyarstevnu. Nógvir avbjóðarar Kappingin millum 10– mannaførini hevur altíð verið nakað serligt fyri róð- raráhugað. Soleiðis er tað eisini í ár. Spenningurin hesa ferð snýr seg um, um tað fer at eyd- nast hjá hinum at taka Eyst- uroyingin. Báturin hjá kappróðrarfelagnum NSÍ hevur vunnið allar stevn- Níggju nýggir Dystir um vikuskiftið 1. deild, menn (sum ásett av FSF) 04.06 B71-FS Vágar Birgir Sondum 04.06 HB-B68 Petur Reinert 04.06 NSÍ-B36 Jens Petur Brattralíð 04.06 KÍ-Sumba Petur Hansen 04.06 VB-GÍ Oddmar Andreasen 2. deild, menn 03.06 TB-LÍF Jens Petur Brattalíð 03.06 GÍ-EB/Streymur Petur Reinert 03.06 B36-Royn Eerling Eysturoy 03.06 ÍF-NSÍ Tummas Pauli Olsen 03.06 KÍ-HB Tommy O. Joensen 3. deild, menn 04.06 B71-FS Vágar Hans F. Hansen 04.06 AB-B68 Ransin N. Djurhuus 04.06 Skála-B36 Dagfinn Olsen 04.06 KÍ-TB Kristian Joensen 04.06 VB-ÍF Zoran Mancic kvinnudeildin 04.06 HB-GÍ Hans Eivind Olsen 04.06 Sumba-AB Frits Poulsen 04.06 Skála-VB Sunleif Álaberg 04.06 KÍ-B71 Allan Joensen 04.06 EB/Streymur-B36 Aron Olsen Kappróður: Áhugin kring landið at fáa nýggjar kappróðrarbátar er so stórur, sum hann ongantíð áður hevur verið urnar tey bæði árini, sum hann hevur tikið lut í FM kappingunum. Burtursæð frá á ólavsøku í fjør, tá tað var um reppið, at Vestmenningur vann, so hevur Eysturoyingur verið heilt einaráðandi. Millum róðrarkøn verður roknað við, at tað fer at vera tor- førari hjá gula bátinum at hava somu serstøðu í ár. Ein orsøk til hetta verður søgd at vera, at tað hevur verið gjørt nógv við ven- jingina umborð á teimum fýra nýggju bátunum. Og ein onnur orsøk verður søgd at vera, at teir umborð á Eysturoyingi hava verið ser- a óhepnir, undir fyrireiking- ini til árið, tá teir hava sagt seg ætlað at vunnið øll ferð- asteypini til ognar. Á bygdastevnuni á Skála endaði Eysturoyingur aft- astur. Tað komst m. a. av, at tveir av mansskapinum vórðu skaddir stutt undan róðrinum. Annar teirra – hann hevði brotið hæla- beinið – verður ikki við á norðoyarstevnu, meðan hin verður við, sjálvt um hann orsaka av brákaðum rivja- beini hevur mist nógva ven- jing. Manningin umborð á Eysturoyingi í fjør var tann sam, sum hon var í fyrra- árið. Síðani í fjør eru onkrir skiftir út, tí tað hevur ikki borið teimum til at rógva. Vestmenningar verða mettir at fara at vera ein av størstu hóttanunum móti Eysturoyingi. Tað er bara ein rúm vika, síðani teir í Vestmanna flotaðu nýggja 10–mannafarið. Men fram- manundan hava teir vant nógv í tí bátinum, sum teir í fjør vóru um reppið at taka Eysturoyingin við. Nýggi Havnarbáturin vann á bygdarstevnuni á Skála. Teir, sum í fjør vunnu FM kappingina millum 8– mannaførini við Ørvi, rógva nú við Havnarbátinum. Í høvuðsstaðnum siga tey, sum eygleiða róðrarven- jingina, at nýggi báturin gongur sera væl. Størsta felagið Merkisvert er tað, at kapp- róðrarfelagið NSÍ er tað sum hevur flest manningar við í kappingini. Tað eru ikki so mong ár síðani, at manningarnar hjá teimum vóru tríggjar og fýra. Í dag fara níggju manningar úr róðrarfelagnum NSÍ til Klaksvíkar. Teir manna spildurnýggja 5–mannafarið Tjaldrið við dreingum og gentum, og gamla Tjaldrið, sum nú eitur Spógvin, manna teir eisini við dreingjum og gentum. Sølmundur er mannaður við kvinnum og monnum, so eru tað 8–mannaførini Heiðabáturin og Toftabát- urin og so Eysturoyingur. Í blaðnum hósdagin søg- du klaksvíkingar, at teimum longdist eftir einum vinna- rabáti. Teir roknaðu við, at um teir fingu ein vinnarabát, so fór áhugin fyri kappróðri í Klaksvík at økjast nógv. Hetta hevur ofta víst seg, og ikki minst kappróðrarfelag- ið NSÍ er gott dømi um hetta. Føroyameistararnir í fjør vóru hesir: 5–mannafør dreingir: Havfrúgvin úr Vestmanna. 5–mannafør gentur: Havfrúgvin úr Vest- manna. 6–mannafør menn: Hvessingur úr Hvalvík/ Streymnesi. 6–mannafør kvinnur: Jarnbardur úr Havnini, 8–mannafør: Ør- vur úr Havnini og Eystur- oyingur vann kappingina millum 10–mannaførini. JH Higartil hevur nýggi Eysturoyingur vunnið allar FM-róðrar, sum hann hevur luttikið í, men í ár fáa teir væntandi sera harða kapping. M.a. frá fýra nýggjum 10-mannaførum