Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juni 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 105 - 3. juni 2000 post@sosialurin.fo Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo 24 Nr. 105 – 3. juni 2000 Subject: Teldubræv Date: Tue, 16 May 2000 To: post@sosialurin.fo From: birgir@mail.tele.dk Reply to: birgir@mail.tele.dk Eitt fjarlagið land Undir herrópinum ”Emigrer med linie 8” funnu sniðfundig fólk í Keypmannahavn uppá eina øðrvísi farleið. Leiðin gekk til Christianshavn, har danska hervaldið áður hevði hildið til. Avbyrgt frá umheiminum, lá hetta frágerða økið bráddliga uttan ætlan, fólk og virksemi. Nú stundar til 30 ára hald í frístaðnum Christiania, ein blómandi frið- staður við túsund fólkum og 400 arbeiðs- plássum. Ein fagran leygardag í miðjum mai trýni eg sjálvur triði inn um grindina í Christiania. Klokkan er fimtan og ein fryntlig miðaldr- andi svensk kvinna er ferðaleiðari. Er sjálv christianittur, tey rópa, og hevur búð her síðani 1976. Fyri tjúgu og fimm krónur fyri hvønn fáa vit henara tíð, so leingi vit vilja. Soleiðis er lagið í hesum friðstaði. Klokkuna leggja vit frá okkum, meðan sólin gyllir teig og túgvu. Vit snúgva til vinstru innan Pusher Street, meðan hon greiðir okkum frá um narkotisku evnini og ólevnaðin hjá rockarum í farnum tíðum. Í 1982 tóku fólk seg saman at støðga sonevndu hørðu narkotisku evnunum. Walkie-talkie og myndatól vóru amboðini. Eftir stuttari tíð vórðu øll sølufólk avdúkaði og sett á dyr, meðan brúkararnir vórðu sendir til avvenjingar. Samstundis flutti rockarbólkurin Bullshit inn í Christiania. Eftir at løgreglan hevði avdúkað Bullshit sum drápsmenn í 1987, savnaðust fólk aftur undir reyða, gulprikkuta merkinum og á miðari nátt vórðu rockararnir tiknir á bóli og varpaðir út eftir ørstuttari stund. Svenska kvinnan, ið greiðir frá, letur okkum stillisliga vita, at viljin er sum stál. Eisini í hesum friðstaði. Í dag eru hvørki rockarar ella hørð narkotisk evni í Christi- ana. Men hasj, marjuana og illa lýddu sopp- arnir verða seldir í fullum dagsljósi. Kemur løgreglan inn um grindina, verður alt beint burtur, men so skjótt og gott teir eru farnir, liggur alt frammi aftur. Og á fríu alnótini kanst tú lesa alt um ”how to make a joint”. Jú, vandi er í hvørjari vælferð, eisini á Christiania. - Men hesi evni kenna vit og so leingi vit hava eitt vist eftirlit, kenna vit okkum trygg, sigur ferðaleiðarin. Bráddliga koma vit framvið opnum verk- smiðjuhurðum. Dukan og knitrandi sveisitól hoyrast um kapp við útvarpstónleik innan úr smiðjuni. Hetta eru tríggjar kvinnur, sum gera gagnlist úr jarni. Ljósastakar, íløt, stólar og borð. So listiliga frágingið, at tað er ein frægd fyri eygað. Og pengapungin eisini, so ódýrt her er. Í gomlu hernaðurligu smiðj- uni kemur nútíðin til okkum á einum upp- slagi við tiltikna trýfalda tví-v’num. Í Christiania hava øll fría og ókeypis atgongd til alnótina. Á heimasíðuni www.christiania.org ber til at kunna seg um øll viðurskifti í frístaðnum og síggja ymsu støðini. Eisini kvinnurnar í smiðjuni eru í nótini við adressuni www.kvindesmedjen.dk, har frágerða handalag teirra, tá umræður snið og tøkni, enn eina ferð kann staðfestast. Um hornið er onnur smiðja, har brenni- ovnar verða smíðaðir og umvældir. So skyggjandi vakrir, at ein kennir seg sum í einum transsibiriskum samovarævintýri. Grundi yvir, um tað mundi verða køkubitin úr Pusher Street, sum elvdi til hesa upp- living, men nei — hann var uttan tilseting. Handan gøtuna, sum mín sann verður nevnd Vetrarbreytin, er súkklusmiðjan hjá Pedersen. Tað vil siga, at í dag er bert ein framsýningargluggi. Síðani tær komu fram í 1984 eru Christiania-, ella Pedersensúkkl- urnar vorðnar so væl umtóktar, at verksmiðj- an varð flutt til Jútlands. Á heimasíðuni hjá bílfría staðnum Christiania verður upplýst um ymsu sløgini, útgerð og prísir. Tey hálvt triðja hundrað børnini, sum her búgva, ganga í skúla uttan fyri múrarnar. Í tí borgarliga Keypmannahavn. Ikki tí, her var skúli í teim blómuføgru døgum innan múrar rapaðu. Men børnini ilskaðust so inn á lærararnar, sum tíðum komu av seint og hartil fullir, at skúlin lat aftur. — Alkohol kongur, er stórsti trupuleikin herúti, sigur ferðaleiðarin og smírist. Christianittarnir, sum í aldri røkka frá ný- føðingum til tey í áttatiárunum, rinda túsund krónur hvør fyri bústað. Á henda hátt fær felagsskapurin tólv milliónir í kassan um árið. Helvtin fer beinleiðis út aftur í sam- felagið fyri el og olju og tað, ið eftir er, fer til rakstur av barnagarði á staðnum. Flytir onkur, fæst einki við. Í staðin fyri eigara- skifti, gera grannar og nevndin av, hvør flytir inn í tómu íbúðina. Og tað er eitt rárt sýn, at íbúðir eru tómar, tí nógv er hugaði at flyta inn. Aftanfyri hómast nú sjóarmálin og í hitan- um taka fólk sær av løttum. Hundar og børn og ferðandi handverkarar. Skilji, at ferðandi handverkarar, sonevndir navere, júst eru komnir úr Týsklandi. Siður er, at teir ferðast í trý ár og ein dag innan teir støðast. Soleiðis hevur verið í hesum føri. Nú hava teir smíða eina snotiliga heingibrúgv — uttan seym og aðra nútímans útgerð. Eitt listarligt avrik, sum við Oyrasundsbrúnni í tí blánandi fjara, leiðir okkum til støð við løgnum nøvnum sum ”Den blå karamel”. Hjá ferðandi eru mong tilboð í Keyp- mannahavn. Eins og Tivoli, er Christiania eitt teirra. Hvørt ár vitjar ein hálv miljón í frístaðnum. Og leggur tú leiðina higar, við bussleið átta ella á annan hátt, so vil eg ráða til, at finna ein av fryntligu og søgufróðu ferðaleiðarunum Staddur á hesi leið, er eisini vert at vitja økið, sum er uttanum Christiania og rópt verður Holmen. Í bili, ella allar best á sukklu, ber nú til at ferðast í hesum áður so afturlatna og hernaðarliga parti av Keypmannahavn. Nú eru aðrir tónar at hoyra á hernaðar- hólminum. Her er Base Camp við diskoteki á kvøldi og stórum morgumatarborði fyri børn á morgni. Her er sjónleikur og byggilst, og sanniliga minnið um Eik Skalø, sum navnprýðir gøtuna við rútmiska tónleika- skúlan, har Leivur nú slær á síðstu streing- irnar. Jú, handverkið livir og hevur tað gott. Bústaðurin er Christiania. Eitt fjarlagið land í miðjum staði. 30 ára haldið verður, um ovastin vil, hin 26. september næsta ár. Vann 1. virðis- løn Vikuskiftið 19. - 21. mai luttók 9 ára gamla Heiðrun Petersen úr Havn í Jacob Gade Violinkonkurrence, sum varð hildin í Vejle. Í hennara aldursbólki vóru 7 luttakarar. Heiðrun spældi 3 stykkir fríggjadagin 19. mai og so væl spældi hon, at hon vann 1. virðisløn. Eftir kappingina søgdu dómararnir, at kappingarstøðið var sera høgt. Heiðrun gongur á 2. ári til violinspæl í Tórshavnar Musikkskúla. Lærari hennara er Sámal Petersen, sum undirvísir eftir suzuki háttinum. Á hvørjum árið luttaka næmingar í Tórshavnar Musikkskúla í kappingum í útlondum og standa seg sera væl. Úr Bláu Bókini Vil ein í Blå Bog hjá Kraks, so er hent við einum professaraheiti, stjórasessi, fólkatingssessi ella við einum góðum navni innan listaheimin ella mentaheiminum. Vil ein standa í bókini, til ein fer undir grønu torvu, skal ein royna at sleppa undan at verða dømdur fyri niðurgerandi útsøgn ella koma fyri í ríkisrættarsak. Hetta má verða niðurstøðan, nú bókin fyri ár 2000 er komin. Fyrr- verandi danski løgmálaráðharrin, Erik Ninn - Hansen, er komin millum teir fáu livandi dansk- ararnar, ið hava fingið navn sítt strikað í bókini. Harvið er hann komin í bólk við Mogens Glistrup, sum varð strikaður fyri nøkrum árum síðani, tá hann fekk dóm fyri óhóskandi útsøgn. Ein spælari í Pólandi gjørdist ov grammur hjá enskum book- makara. Hann hevði vunnið 6.130.000 krónur. Hann satsaði 6 milliónir uppá, at Darlington fór at vinna 3. deildar play off finaluna á Wembley. Peterborough vann 1- 0, og 10,3 milliónur fóru sostatt framvið hjá spælaranum. Tá uppgjørt var yvir spæl og vedding, sat spælarin eftir við 130.000 krónum. Pengaøði 24. mai fingu Joan Jacobsen og Christian Müller, Hvalba, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4050 gr. 26. mai fingu Diana á Skúr og Aref T. Olsen, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3700 gr. 26. mai fingu Eva og Snorri á Bøgarði, Kaldbak, eina dóttir. Hon var 51 cm. long og vigaði 3600 gr. 26. mai fingu Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3850 gr. FØÐINGAR KIRKJUR & SAMKOMUR Gudstænastur 6. sunnudag eftir páskir Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen Argir: kl. 11, Bergur D. Joensen, altarg. Kaldbak: kl. 12, Sonja Klein Sørvágur: kl. 11, altarg., David Johannesen Tjørnuvík: kl. 12, Martin R. Jacobsen Norðskála: kl. 10.40, skriftamál, kl. 11. messa Emil Olsen Fríðrikskirkjan: kl. 11, Jónsvein Bech Fuglafjørður: kl. 11, altargongd Hellurnar: kl. 17, Uni Næs Christianskirkjan: kl. 11, útvarpsguðstænasta, Niels Pauli Danielsen Klaksvíkar sjúkrahús: kl. 10, Norðoya røktarheim: kl. 14.30, Hans Eiler Hammer Fámjin: kl. 11, Øravík: kl. 12.15, P. M. Rasmussen Fuglafjarðar prestagjald, (talvan gongur fyri Kirkjuliga Missiónsfelagið) Ebenezer Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti og kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Morgunmøti kl. 11, kl. 12.15 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 06 morgunbøn, kl. 17 landsbøn, í morgin kl. 06 morgun- bøn, kl. 11 morgungudstænasta v/Tummas Jacobsen, kl. 18 fel- agsmøti í Evangeliihúsinum, kl. 22 útimøti (um viðrar). Mánadagin kl. 06 morgunbøn, kl. 20 bønarskúlin. Frelsunarherurin Tórshavn Fríggjadagin kl. 20 møti. Leygardagin kl. 11 útimøti kl. 16 bíbliutími, kl. 20 møti. Sunnudagin kl. 11 møti. Peter Baronowsky leiðir og talar. Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Sunnukvøldið kl. 18 møti við Andrassi Arge. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti v/Klæmint Tausen. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman v/Jónsvein Bech, presti. Evni: hugleiðingar um hvítusunnu. Kl. 19.30 í KFUK: 4. grein. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli í Hoyvíkar skúla. Um viðrar, skipar sunnudagsskúlin fyri uttandura tiltøkum, har øll familjan er vælkomin. Kl. 17.30 bøn og kl. 18 møti við Dánjal og Jenis av Rana. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti hjá Sofrid og Sámal úr Depli, Tjarnalág 14. Øll eru hjartaliga vælkomin. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 11 familjumøti. Mánadagin til mikudagin kl. 06 morgunbøn. Øll eru vælkomin. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 11 morgunmøti, Sam Jacobsen talar. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti. Felagsmissiónsvika í Vestmanna Kl. 19.30 møti í auluni við Sigfred Johannesen av Nesi og menn úr Kollafirði syngja, kl. 22.30 gospelkonsert í høllini. Sunnudagin kl. 18 møti í auluni við Niels Jacob Nielsen, streingjakór úr Vík og Tjørnuvík syngja. Øll eru hjartaliga vælkomin. Filadelfia í Hósvík Møti verður sunnudagin kl. 18 har Poli Jacobsen tosar um guddómliga grøðing til likam og sál. Øll eru vælkomin. Kirkjan í Norðskála Sunnudagsskúli verður í morgin kl. 14.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Glyvrar Leygarkvøldið kl. 20 verður møti í missiónshúsinum. Talari er Jens Dam frá Hedemølle Efterskole. Øll eru hjartaliga vælkomin. Fuglafjørður Leygarkvøldið kl. 20 verður møti í missiónshúsinum. Talari er Knud W. Skov frá Hedemølle Efterskole. Øll eru hjartaliga vælkomin. Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 19 í Arbeiðsmannafelagshúsinum Hæddini í Saltangará við Jón Joensen. Týsdagin kl. 20 húsmøti við Anthony & Charles Johansen, Saltangará. Hósdagin kl. 20 bønarmøti. Morgunbøn er mánamorgun, mikumorgun og fríggjamorgun frá 6-7. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 opið hús við Fríðtór Debes. Sunnudagin kl. 17 møti við Oydis og Martin Olsen, kl. 17 barnamøti. http://kort.olivant.fo/˜keldan/ Ítróttarhøllin í Trongisvági Tiltakið sum Heimamissiónin skipar fyri: Sunnudagsskúlin ár 2000 »Eingin er ov lítil til Jesus« verður sunnudagin kl. 15. Tiltakið er fyri alla Suðuroynna. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnukvøldið kl. 18 møti við Hjørdis og Sannu. Innsavnan verður til húsið. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 evangel. fundur, kl. 21 útifundur. Mánadagin kl. 20 bønarfundur. Ónsdagin kl. 20 uppbygg. fundur. Samkoman, Sion Vági Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudagsskúli. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 373777. Ef. 4,3: Leggið tykkum eina við at varðveita einleika andans í bandi friðarins. Í seinasta parti av bøn síni, sum verður nevnd høvuðs- prestabønin, biður Jesus fyri øllum, sum fyri orð apostlanna fara at trúgva á hann, og tað hann fyrst av øllum biður um, er, at teir allir mega vera eitt. Vit eru sostatt umfataði av hesi bøn. Hann hevði okkum í huga, og tá ið hann nú livir av at ganga í forbøn fyri okkum, man hann eisini í dag biðja um at vit mega vera eitt og leggur afturat fyri at lýsa hetta nærri »eins og tú faðir ert í mær og eg eri í tær.« Hvør er hesin einleiki, sum Jesus biður um? Ja, hann svarar sjálvur tá ið hann sigur: eins og tú faðir ert í mær og eg eri í tær. Tað er ein einleiki í Kristusi ella sum Paulus tekur til í Ef. 4,3: einleiki andans í bandi friðarins. Og so nevnir Paulus nøkur eyðkenni við hesum einleika: eitt likam = mangir limir við ymiskum uppgávum, men eitt likam ein andi = Guðs heilagi andi ein vón = vónin til Guðs ein harri = Jesus Kristus ein trúgv = trúgvin á Jesus Kristus ein skírn = skírnin til Jesu Krist ein Guð og faðir at øllum. Eitt ljós á gøtu míni ANDLÁT 27. mai Edith Hansen, fødd Johannesen, ættað av Sandi, bús. í Gøtu, 58 ár 30. mai Ólavur Lambaa, Tórshavn, 72 ár Henry Róðá, ættaður frá Gjógv, búsitandi í Toksværd, 56 ár Eskilda Kruse, av Eiði, 80 ár Benjamin Clementsen, Sandur, 45 ár Aslaug Joensen, Toftir, vanliga nevnd Osla, 77 ár Paulus nevnir myndina við likaminum. Hann kann eisini siga soleiðis í 1. Kor. 10,17: Við tað at breyðið er eitt, eru vit hinir mongu eitt likam, tí vit hava allir lut í hinum eina breyðinum. Tað at samlast í bólkum hvør á sínum støðum er einki skeivt í. Vit kunnu ikki øll koma saman á einum staði, nei, tað skeiva er, at vit ikki vilja vita av hvørjum øðrum og ikki vilja viðurkenna hvønn annan. Hesin einleiki er júst ein einleiki andans, og tað er ikki tað sama sum, at hann eisini er ein samskipaður ytri kirkjufelagsskapur, skaptur av monnum – at arbeiða fyri slíkum er alla æru vert og til stóra signing, har tað eydnast og verður gjørt erliga; men tað sum Jesus biður um er ein einleiki andans, ein einleiki í Kristusi, sum einans Guð sjálvur kann skapa við sínum anda, og sum hann eisini ger gjøgnum orð sítt, sum boðað verður og sakramentini, har hann gevur okkum sínar gávur. Tí ber til hjá okkum her á landi at vera eitt við onnur í t.d. Asiu, Afriku og Ameriku o.s.fr., tó at nógv er sum skilir – mál og mentan, landamark ymiskar meiningar um hetta og hatta. Vit eru tó eitt í Kristusi, í trúnni á hann. Kristus Jesus er hann sum sameinir alt og øll, og trýr ein ikki, er ein skildur frá Kristusi og teimum kristnu, um ein so livir nær hvørjum øðrum í somu bygd, sama húsi. Eitt í Kristusi – einleiki andans í bandi friðarins – setir Kristus fremst og fyrst og einki við síðuna av honum; men tá hetta er ein veruleiki, kann ein eisini av sonnum vera eitt við tey, sum Kristus soleiðis er hin fremsti og fyrsti fyri. Høgni Poulsen 28. mai fingu Guðrið Jacobsen og Áki Jespersen, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3600 gr. 29. mai fingu Annika og Sunleif Nielsen, Saltangará, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3900 gr. 30. mai fingu Súsanna og Jóan Jacob Skoradal, Salt- nes, tvíburðar, tveir synir. Tann eini var 50 cm. langur og vigaði 3505 gr., hin var 51 cm. langur og vigaði 3160 gr. 29. mai fingu Kirstin og Høgni Hammer, Tórshavn, eina dóttir. Hon var 51 cm. long og vigaði 3550 gr. Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033. Eysturoy: Leygardagin 3. juni: Knud Jacobsen, tlf. 534006 Sunnudagin 4. juni: Hálvdan Simonsen, tlf. 441490 Norðoyggjar: Leygardagin og sunnudagin: Jaspur Petersen, tlf. 456400 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): Tlf. 371560 Suðuroy (suður): Tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi- dagar kl. 13–14. Tlf. 314544. Læknavaktir