leygardagur 3. juni 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 105 – 3. juni 2000
Orð og myndir:
Edvard Joensen
Tað gongur so væl í Írlandi í
løtuni, sum tað ongantíð hevur
gjørt fyrr. Ov mikið er av
arbeiði til allar hendur, so
neyðugt er at flyta inn arbeiðs-
megi aðrastaðni frá. Og fólk
hava ókendar mongdir av peng-
um um hendur.
Útflutningurin setir met. Eitt
nú elektroniskir komponentar og
landbúnðarvørur eru vørur, sum
Írland er stórframleiðari av. Til
dømis er Írland farið fram um
lond sum Korea og Taiwan, tá
tosað verður um framleiðslu av
elektroniskum smálutum til eitt
nú telduvinnuna.
Stóru millumtjóða fyritøk-
urnar hava gjørt stórar íløgur í
verksmiðjur í Írlandi, og tað
sæst nú aftur.
Nógva virksemið hevur
eisini ávirkað landbúnaðin í
Írlandi. Hann blómar sum
ongantíð fyrr, og bøndurnir flyta
út landbúnaðarvørur fyri nógvar
pengar. Ein grund er, at írska
pundið er lækkað í virði í mun
til annan valuta, og tí verður
bíligt at keypa írskar vørur
uttanlands. Tað ger aftur, at til
ber at flyta út næstan hvat sum
helst. Bøndurnir fáa nógvar
pengar og byggja sær ikki hús,
men borgir.
Í løtuni líkist støðan í Írlandi
ikki sørt støðuni í Føroyum fyri
góðum tíggju árum síðani.
Halda málið viðlíka
Tað búgva góðar tríggjar milli-
ónir fólk í Írlandi. Triðingurin
býr í høvuðsstaðnum, Dublin.
Tvey teirra eru hjúnini Tina og
Pat King, sum Sosialurin hitti í
Dublin um dagarnar. Tey eru
bæði pensionistar. Reiðiliga
farin um tey 70 árini.
Tina King er ættað úr Vági.
Sum fleiri aðrar føroyskar
gentur hitti hon ein hermann
undir krígnum, og tey giftust og
búsettust í Vági. Í august 1950
fluttu tey til Dublin og hava
síðan búð har í 50 ár.
Vit tosa føroyskt. Hóast Tina
sum at kalla einsamallur føroy-
ingur hevur búð í Dublin øll hesi
árini, er ramliga Suðuroyarmálið
»intakt«, og Pat tosar føroyskt,
sum skuldi hann havt búð í
Føroyum øll hesi árini. Hann er
rættiliga »imponerandi«, hóast
han letur at, at tað gongur ikki
so væl at skilja norðanmálið
longur. Betri var, um blaðmað-
urin tosaði Suðuroyarmál,
heldur hann. Men tað er eingin
forðan, hóast tey bæði í onkrum
heilt einstøkum førum noyðast
at spyrja umaftur, tá eg nevni
okkurt orð, sum ikki var til á
føroyskum í 1950.
Sjálvandi hava tey havt
samband við Føroyar. Hava
ferðast ofta heim og tosa javnan
í telefon. Eisini verður væl av
føroyskum blaðtilfari lisið. Men
kortini má tað sigast at vera eitt
megnar avrik at tosa so væl
føroyskt.
Gott stað at vera pensionistur
Tað er gott at vera pensionistur í
Írlandi, láta tey at. Tey fáa sum
hjún 10.000 írsk pund í pensión
árliga. Umframt hava tey fría
telefon, og gjalda einki sjón-
varpsgjald. Ferðast frítt við toki
og bussum, og fáa ein fittan part
av streymrokningini endur-
goldnan.
Eisini hava pensionistar
loyvi at vinna upp til 15.000
pund árliga skattafrítt, uttan at
missa burtur av pensiónini.
Sjúkrarøktin er almenn, og
ikki verður goldið fyri viðgerð,
siga tey bæði Tina og Pat. Men
bíðilistarnir til almennu sjúkra-
húsini eru heldur langir, so nógv
fólk velja at hava eina privata
sjúkratrygging, sum ger, at tú
sleppur fram at beinanveg, um
tørvur er á tí. Men tað kostar
sjálvandi eisini.
Annars er tað ikki bíligt at
búgva í Írlandi, siga tey. Hand-
ilsvørurnar eru dýrar, og einki
eftirlit er. Handilsmenninir taka,
sum teimum lystir. Og prísirnir
eru hækkaðir munandi, seinnu
árini. Inflatiónin er eini fýra
prosent árliga, siga tey bæði.
Men klæði, skógvar og vanliga
matvørur eru tó ikki so øgiliga
dýr. Í øllum førum ikki dýrari
enn aðrastaðni, tey kenna til.
Men húsini eru vorðin dýr.
Øgiliga dýr halda tey bæði. Tey
greiða frá, at tá tey fluttu til
Dublin í august 1950, leigaðu
tey eini hús í býnum. Tey keyptu
seinni húsini, og hava búð í
somu húsum øll hesi 50 árini.
Tá tey keyptu húsini, var tað
fyri 20.000 pund, greiðir Pat frá.
Í dag eru tey mett til tíggjufalt
virði. 200.000 pund.
»Men vit selja ikki,«Lflennir
hann.
Írland økir ferðina
Írland yvirhálar flestu onnur lond búskaparliga við fullari ferð.
Útflutningurin setir met. Fólk hava pengar sum ongantíð, og arbeiðs-
megi verður innflutt. Men armóðin er ikki útruddað
Pat og Tina King hava búð í Dublin seinastu 50 árini. Pat er íri og var hermaður í Føroyum undir
Seinna Heimsbardaga, her hann hitti Tinu f. Midjord úr Vági
’’
Nr. 105 – 3. juni 2000
23
Røvarar og bandittar
Pat letur einki at teimum, sum
stýra og ráða. Tað er ein røvara-
bandi, alt harkaliðið, sum tað er,
heldur hann. Hygg bara at
fyrrverandi forsætisráðharr-
anum. Nú stendur hann fyri
rættinum ákærdur fyri at hava
tikið í móti hálvari níggjundu
millión pundum í mutri. Einar
80-85 milliónir danskar krónur.
Alt samalt pengar, hann skal
hava fingið fyri vinatænastur,
hann hevur gjørt millumtjóða
fyritøkum og øðrum, sum vildu
sleppa til Írlands at gera íløgur.
So kann ein sjálvandi siga,
heldur Pat, at tað er gott, at
onkur kemur hendan vegin við
íløguhugi. Jú, jú, so er. Men tað
skuldi helst verið slíkir, sum tola
dagsins ljós.
Ikki tí, tekur hann aftur í
aftur, so sær tað út til, at tað
hevur ikki staðið betri til í
landinum nakrantíð, enn tað ger
nú, hesir hava rátt.
Løgið er tað, sum tað kann
ganga, greiðir Pat frá. Heila
balladan við fyrrverandi
forsætisráðharranum, Charles
Haughey, byrjaði við, at hansara
menn vildu hava ein politiskan
mótstøðumann kannaðan, og
helst feldan, fyri okkurt óreglu-
ligt. Men tá løgreglan fór undir
at kanna hendan fýrin, varð
meira tikið við, og ikki bara ein
steinur, men ein heil urð vend.
Og tað endaði so við, at
Haughey sjálvur vísti seg at vera
tann størsti banditturin av teim-
um øllum somlum.
Eitt annað dømi, greiðir Pat
frá, er at næstformaðurin í írska
hægstarætti fekk borið so í
bandi, at ein sprittbilistur, sum
hevði dripið eina konu og tvey
børn, varð latin leysur, við
grundgevingum, sum eingin
skilti.
Hetta elvdi til slíka øsing, at
tað endaði við, at næstformað-
urin mátti leggja dómarastarvið
frá sær. Men hann hevur tað gott
kortini. Hansara politisku vin-
menn fingu hann inn um í einum
ES banka, har hann nú situr við
eini ársløn upp á 150.000 írsk
pund, sum svarar til knappa
hálvaaðru millión danskar
krónur.
-So tað gongur fínt, heldur
Pat við einum skeivum smíli og
yppir øksl.
Og Tina leggur aftrat á ram-
ligum suðuroyarmáli:
»Oh, Jesu Kristi helliga
navn. Hvat heldur tú?«
Eisini armóð
Hóast tey bæði, Tina og Pat, láta
væl at støðuni í landinum sum
heild, siga tey tó, at sum aðra-
staðni er eisini armóð í landin-
um. Væl av flóttarfólki kemur til
Írlands. Nógv teirra ólógliga. Og
hjá teimum stendur einki til. Tey
kunnu ongastaðni venda sær, um
einki arbeiði er at fáa beinanveg.
Tað vísir seg ofta, at hetta eru
sigøjnarar, sum eingin vil kenn-
ast við. Ikki her heldur enn aðra-
staðni, hóast stórt trot annars er
á arbeiðsmegi.
Men sigøjnarin er eitt jagstr-
að fólksalag, sum ongastaðni
fær sett seg niður í friði, er líkt
til.
So eru tað hini, sum av yms-
um orsøkum eru dottin niður
ímillum. Ofta eisini útlendingar.
Ein nýggj kanning, sum kunn-
gjørd varð í írskum sjónvarpi í
seinastu viku, sigur, at minni
enn 10% av teimum heimleysu í
Dublin eru írar. Restin er fólk,
sum flutt er til.
Hesi síggjast válandi kring
býin um dagin, ella biddandi á
einumhvørjum stræti við einum
ílati, har tey vænta sær onkrar
smápengar í. Og um náttina
liggja tey í einihvørji uppgongd
ella har, eitt sindur av lívd er.
Men hóast almannastovan
ikki tekur sær av hesum fólkun-
um, tí tey ikki eru skrásett, eru
tey ikki heilt gloymd kortini.
Uttan fyri risastóru handils-
miðstøðina Stephens Green
Shopping Center stendur Sister
Ann frá nunnuordaninum »Little
sisters of the poor« við bússuni
og bíðar, til onkur kemur at geva
nakrar myntir.
Systir Ann greiðir frá, at tær
royna sum frægast at hjálpa
teimum ringast støddu, sum
eingin annars tekur hond um.
Sjálv er hon útbúgvin sjúkra-
systir, greiðir hon frá, men
arbeiðir bara á einum sjúkrahúsi
eitt styttri skeið fimta hvørt ár
fyri líkasum at halda útbúgving-
ina viðlíka. Annars tekur hon lut
í hjálpararbeiðinum hjá systrun-
um.
Men hon letur einki at tí
medmenniskjansliga í dagsins
íra. Tey hava líkasum gloymt, at
tað bara er ein spurningur um
tilvild, hvussu vit enda í lívin-
um, sigur hon. Bæði sosialt og
ártúnaðarliga heldur hon, at tað
liggur í, hvat vit verða fødd til.
Menniskjansliga virðið er tað
sama kortini. Men tað duga vit
ikki at virðismeta.
Summi verða fødd rík.
Onnur fátæk. Summi prote-
stantar, men í Írlandi tey flestu
katolikkar. Og har eru fleiri
greinar eisini, sigur hon. Og at
vit ikki kunnu semjast so frægt,
at vit um ikki annað á andaliga
økinum kunnu samstarva um at
hjálpa teimum, sum hava hjálp
fyri neyðini, heldur hon vera
ovboðið.
-Hvussu illa stendur til við
virðingini fyri hvørjum øðrum,
skal eg siga tær eina søgu um,
sigur Systir Ann og fortelur:
»Tá eg seinast arbeiddi á
sjúkrahúsinum, varð ein vakur,
ungur maður innlagdur. Hann
var lærari í Dublin, 29 ára gamal
og sá sera væl út. Tær ungu
sjúkrasystrarnar flokkaðust um
hann, tí hann var ógvuliga
„attraktivur“.
Men so kom fram, at hann
var homoseksuellur og hevði
AIDS. Tá var knappliga vent í
holuni. Tær ungu vóru sum
blástar burtur, og eftir stóð bara
eg, ein gomul nunna, sum tann
einasta, ið framvegis royndi at
taka hond um mannin, til hann
varð fluttur aðrastaðni. Hetta er í
okkara framkomna landi í dag«,
endar Systir Ann frásøgn sína á
horninum uttan fyri, Stephens
Green Shopping Center í
Dublin. Hesum risastóra monu-
mentinum yvir vælferðina í
okkara parti av heiminum.
Systir Ann roynir at hjálpa
heimleysum og biddarum, sum
liggja á gøtunum í Dublin.
Nógv teirra, sum detta niður í
millum eru útlendingar, sum
koma til Írlands. Serliga
sigøjnarar
»Tað stendur illa til við
medmenniskjansligheitini
í Írlandi í dag. Fólk hugsa
ikki um tey veiku«
Systir Ann
Little sisters of the poor