Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juni 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Høgni Mohr Einasta sjónliga skiftið í sinnalagnum, sum Sosialurin hómar undir vitjanini í hús- unum á Gørðum í Kaldbak, er tá ið verturin skiftir millum bros og skellilátur. Kanska er tað sjálvspei, ið leggur lunnar undir hjartaliga láturin, tí gerandisdagurin hjá skjótt 39 ára gamla Peturi Oluf Skorá er vígdur øllum øðrum, enn júst honum sjálv- um. Eingin sjálvgleði og einki reyp hoyrist í heimi hansara. Og hann eigur ong- an pening, tí hann forvinnur snøgt sagt onki oyra. Ólønta arbeiði hansara hevur seinastu trý árini verið at ansa óhjálpnu mommu sín- ari, sum er illa nívd av park- insonssjúku. Talan er ikki um, at 84 ára gamla Olina Skorá skal á ellisheim, tí tá ið hon hevur verið til umlætt- ingar, hevur henni longst ov illani heim aftur í Garðar. Hjálpir filipinum Trivnaðurin hjá sjúku mommuni stendur framma- laga í huga Peturs. Men mað- urin, ið onki eigur, hevur kor- tini nógv meira at geva enn røkt og stuðul til egin ættar- fólk. Í dag er hann umboðs- maður hjá Føroysku Filip- insku Tænastuni, sum um- situr sponsortænastu til fá- tækar filipinskar óvitar. Gjøgnum føroyska hjálpar- felagsskapin kunnu føroying- ar stuðla ávísum barni við føstum mánaðargjøldum. Petur Oluf kom upp í fel- agsskapin, tá ið hann varð biðin at týða brøv, ið vórðu send millum filipinsk børn og føroyskar stuðlar. Í 1998 flutti táverandi leiðarin í før- oyska felagsskapinum til Danmarkar. Síðani hevur Petur Oluf avgreitt virksemi felagsskapsins í Føroyum. Leiðslan í felagsskapinum liggur enn í hondunum á stig- takaranum, Martini Reinert, sum býr í Danmørk. Eingin verður ríkur Munur er á børnum í Filips- oyggjum. Tað eru bert tey hepnu, ið verða stuðlað pen- ingaliga, meðan flestu teirra liva eitt vanligt fátæksligt lív; serliga á stórbýargøtum. Men Petur Oluf Skorá heldur ikki, at stuðulstiltakið elvir til øvund millum børnini. – Vit hjálpa børnum hjá fátøkum foreldrum, ið ikki hava ráð at bjóða børnunum nakað. Foreldrini eru ofta ar- beiðsleys; tí stuðla vit børn- unum, at tey kunnu fáa føði og sleppa í skúla. Fáa for- eldrini arbeiði og inntøku, so fellur okkara hjálp burtur, sigur Petur Oluf, sum sam- stundis staðfestir, at eingin á Filipsoyggjum verður ríkur av føroysku hjálpini. Vit hava ráð Hjálpsami kaldbaksmaðurin heldur tað vera sera umráð- andi, at eingin, hvørki filip- insk børn ella føroyskir stuðl- ar, fær ta fatan, at talan er um olmussugávur. – Nógvir filipinar eru und- irløntir, og fátækradømið er stórt. Soleiðis er tað ikki í Føroyum. Vit hava væl ráð at hjálpa teimum, sigur kald- baksmaðurin, sum sjálvur stuðlar 7 ára gomlu Veronicu Pascual, ið gongur á Aurora Kinder School í Bambang, einar 200 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin, Manila. Føroya Landsstýrið hevur stuðlað hesum skúla við 220.000 krónum í menning- arhjálp. Sum allir aðrir føroyskir stuðlar, hevur Petur Oluf Skorá mynd av barni »sín- um«. Og júst slíkar myndir heldur hann hava stóran týdning fyri hugin at stuðla. – Tað er umráðandi hjá teimum, ið stuðla hesum børnum, at tey vita, at pen- ingurin ikki verður misnýttur. Og tað ber til at prógva við, at stuðulin verður persón- gjørdur við børnunum, ið hava hjálp fyri neyðini, sigur hann. Glaður gevari Petur Oluf tykist sera fast knýttur at heiminum í Kald- bak. Momman eldist og vikn- ar, og hendan støðan setir stór krøv til sonin og røktaran. At Petur Oluf er so eldhugaður og fegin kundi kanska undra onkran. Men gleðin hevur sína púra greiðu orsøk. Miskunsami kaldbaksmaðurin HJÁLPSEMI. Petur Oluf Skorá í Kaldbak ger ikki nógvan háva burtur úr sær, hóast lív hansara bert snýr seg um at hjálpa øðrum. Aðaltátturin í hjálpartænastu hansara er felags- skapurin, Føroysk Filipinsk Tænasta, ið roynir at fáa føroyingar at stuðla filipinskum børnum. Harumframt ansar kaldbaks- maðurin gomlu og sjúku móður sínari Grafikkur Sosialurin – Høvdu vit øll hugsað meira um hvønn annan, so høvdu vit eisini havt tað betur sjálvi, sigur blíðskortaði Petur Oluf Skorá, sum nýtir orku sína at hjálpa filipinskum børnum og ansa gomlu mommu síni. Mynd: Jens Kristian Vang Føroysk Filipinsk Tænasta Fyri 120 krónur um mánaðan ber til at bøta munandi um framtíðina hjá fátøkum filipinskum børnum Høgni Mohr Føroyski hjálparfelagsskapurin varð settur á stovn í 1990. Tað var Martin Reinert, ið er giftur filipinskari konu, sum fór undir at samstarva við kristnar skúlar í Filipsoyggjum. Tað er filipinski verpápi Martin Reinert, sum samskipar hjálpararbeiðið á teimum trimum skúl- unum, ið hava vanliga frálæru, men kortini eru grundaðir á hugsjónina hjá hvítusunnurørsluni. Munadyggur stuðul Samstarvið varð grundað á væl kendu sponsorskipan- ina. Fólk kunnu »ættleiða« filipinsk børn við at gjalda eitt fast gjald um mánaðin til barnið. Fyri peningin verða matur, klæði, skógvar skúlagongd og sjúkratrygging goldin. Føroyingar stuðla umleið 220 filipinskum børnum. Mánaðargjaldið fyri hvørt barnið er 120 krónur. Hetta svarar á leið til eina vikuløn hjá einum filipinskum ar- beiðsmanni og tvær tímalønir hjá einum føroyingi. Tíðindablað og heimasíðu Føroyski stuðulsveitarin fær bústað og mynd av barn- inum, hann velur at stuðla. Síðani ber til at hava bræva- samband við barnið. Umframt pening ber eisini til at senda børnunum føðingardagsgávur, klæði og leikur. Við millumbilum sendir felagsskapurin stuðlum sínum tíðindablaðið, FFT-tíðindi. Eisini ber til at vitja heima- síðuna, www.philippine.org/fft.html, har greitt verður frá um hjálpartænastuna. Tey, ið eru áhugað í at stuðla fátøkum filipinskum børnum, kunnu venda sær til Petur Oluf Skorá í Kaldbak á telefon 31 29 78. – Man sær, at filipinsku børnini fáa tað betur. Við okkara hjálp megna tey at koma eitt vet víðari í lívinum. Hetta hevur týdning. Og forrestin, so elskar Guð ein glaðan gevara... Lýsa lítið Royndirnar at fáa upp aftur fleiri føroyingar at stuðla fá- tøkum filipinskum børnum hava verði heldur óskipaðar. Arbeiðsorkan hjá Petur Olufi er jú eitt sindur avmarkað. Tó so, felagsskapurin í Kaldbak hevur onkuntíð borið skriv út í hvørt hús í pørtum av land- inum. Hesar royndir hava eydnast heilt væl. Eisini hava Filipinskt fátækradømi og føroysk yvirflóð Høgni Mohr Veronica Pascual, 7 ár, Bambang. Filipinska gentan, sum Petur Oluf Skorá í Kaldbak stuðlar, er 7 ára gomul. Hon eitur Veronica Pascual og býr saman við trimum systkjum og foreldrum sínum í 12 (tólv) fer- metra stórum húsum. Tey hava so- statt tveir fermetrar í part í hús- unum, sum eru virðismett til 680 krónur. Pápi Veronicu er fyrrverandi her- maður úr Manila, men arbeiðir nú á rísmørkunum norðuri í Bambang. Lønin er 181 krónur um mánaðin. Fyristøðukonan á skúlanum, sum Veronica nú gongur á, sigur um tilverugrundarlagið hjá katólsku Pascual- familjuni: – Tað er bert við Guðs náði, at ein slík familja yvirlivir við slíkum arbeiði. »Búgvi Jónsson«, 7 ár, Tórshavn. Ein vanligur føroyskur drongur. Hann gongur í fyrsta flokki í Eyst- urskúlanum í Havn. Í Føroyum er tað ein mannarættur at sleppa í skúla, og tey eru fá, ið halda tað vera nakað serstakt at »sleppa« í skúla. Drongurin, ið vit nevna Búgva, býr skamt frá skúlanum saman við foreldrum og einari yngri systir. Húsini eru 120 fermetrar til støddar (30 fermetrar í part + kjallara). For- eldur og systkini bæði hava hvør sítt stóra kamar í snøggu húsunum, sum eru virðismett til eina góða millión krónur. Momman er skrivstovukona og pápin er lærari. Inn- tøkurnar um mánaðin eru umleið 35.000. Tey hava góðan bil, tvey sjónvørp, nøkur klædnaskáp á tremur við ný- mótans klæðum og full frysti- og køliskáp. lýsingar á Gulu Síðunum í telefonbókini gjørt vart við hjálparfelagsskapin. Og koma nógvir stuðlar aftur at, stúrir Petur Oluf ikki fyri at fáa hann avgreiddan. Livir av lummapeningi – Eg plagdi at koma í sam- komuhúsið Nasaret her í Kaldbak, og eg vænti, at onk- ur har hevði viljað hjálpt mær við at avgreitt umsóknirnar, um so var, at einir 100 nýggir stuðlar gjørdu vart við seg í morgin, sigur Petur Oluf brosandi, men kortini hugs- unarsamur. Hann veit, at skirvisliga móðurin krevur hansara fulla stuðul, og at tíðin til føroyska/filipinska hjálpararbeiðið er avmarkað. – Men eg havi tað ónátt- úrliga gott. Eg havi valt alt hetta sjálvur. Onkur má vera heima hjá mammu, staðfestir Petur Oluf, sum við millum- rúmum fær eitt sløg av lummapeningi av pensiónini hjá mommuni, sum gleðiliga stuðlar soninum við tí, hon kann. Gamla á Gørðum veit, at tað fer til eitt gott endamál. Tí sum Petur Oluf sjálvur tekur til: – Sælari er at geva, enn at fáa.