leygardagur 3. juni 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 – 3. juni 2000
19
Arlington húsini, ið eru kend
fyri, at har húsaðist General Lee
og hansara familja. Lee var
suðurstatsmaður, og tá hann
bleiv greiðir yvir, at norðstats-
menninir vóru við yvirlutan,
rýmdu hann og familjan úr
húsinum og komu ongantíð
heim aftur. Orsøkin til tað varð
sagt, at norðstatsmenn gróvu lík
niður í jørðina runt um húsini.
Húsini eru tó varðveitt í tí
standi, tey vóru í, alt er sum tað
var tá generalurin fór úr teimum,
og vera húsini nú víst fram fyri
ferðafólki.
Ein eldri kona segði okkum
frá, at generalurin átti sjey børn.
Seks av hesum børnum blivu
fødd inni í sovikamaranum hjá
honum. Tríggir av synum hans-
ara vóru við í krígnum, ið vardi
frá 1860 til 1865, og komu allir
tríggir heim aftur í øllum
góðum.
Frá Arlington húsunum
koyrdu vit til grøvuna hjá fyrr-
verandi forsetanum John F.
Kennedy, ið bleiv skotin í Dallas
í l963. Konu hansara Jaqueline
Bouvier Kennedy Onassis, ið
doyði í l994. Soni teirra, Patrick
Bouvier Kennedy, ið bert bleiv 5
dagar gamal og eina dóttir teirra,
ið doyði sama dag, sum hon
bleiv fødd. Hesi lógu øll grivin
lið um lið og brendi eitt livandi
ljós yvir grøvunum nátt sum
dag.
Hesar gravir lógu fyri seg
sjálvar, og vóru tær umgyrdar
við ketum.
Stutt haðani sást eisini grøvin
hjá Robert Kennedy, ið somu-
leiðis hevði eitt heiðurspláss,
men var ikke gjørt líka nógv
burtur úr hansaru grøv sum hjá
bróðrinum.
Í Arlington kirkjugarðinum
liggja bert tveir amerikanskir
forsetar. J.F.Kennedy og ein í
nevndist Thaft. Grøvina hjá tí
síðstnevnda sóu vit ikki, tá ein
jarðarferð fór fram í tí løtu,
nærindis grøvina hjá honum.
Seinri um dagin bleiv vitjað
inni í Vietman Museum, har ein
minningarpláta við nøvninum á
58000 hermonnum, ið lótu lív,
vóru inngraverað.
Kappingin byrjaði
Leygardagin tann 18. mars fóru
fótboltsspælararnir til The
American University, har stevn-
an bleiv sett kl. 0900.
Teir søgdu frá, at tað var sera
vakurt at síggja øll liðini koma
inn á vøllin í ítróttarbúna í
alskyns litum ogveittrandi við
fløggum úr teimum ymisku
londunum. Røður blivu hildnar
undir setanini.
Klokkan var farin av 10.00, tá
setanin var av og farast kundi
undir at spæla dyst. Tað vóru 32
vaksnamannalið, ið skuldu
spæla ímóti hvørjum øðrum.
Eisini vóru fleiri kvinnulið og
fleiri barnalið.
Vit vóru møttir við tveimum
liðum úr Føroyum, eitt A-lið og
eitt B-lið.
Tað føroyska A-liðið kallaðist
Faroe Islands í kappingini og
vóru dystirnir spældir soleiðis:
Føroyar-Týskland
4-0
Føroyar-Howard
10-0
Føroyar-Brazil
5-3
Føroyar-Montgomery
3-1
Hjá B-liðnum, ið kallaðist Tórs-
havn, gekk eisini væl. Dystirnir
blivu spældir soleiðis.
Thorshavn-New Jersey
2-0
Thorshavn-Brooklyn
2-0
Thorshavn-Toronto
1-0
Thorshavn-DC Dutch
0-1
Sunnudagin tann 19. mars helt
fótboltskappingin fram. A-liðið
spældi soleiðis:
Føroyar-New Jersey
2-0
Føroyar-France
5-2
Før.-San Francisco3-1
Støðan sá nú soleiðis út hjá A-
liðnum:
1: San Francisco
19 stig
2: Føroyar
18 stig
3: Brazil
12 stig
4: New Jersey
11 stig
5: Germany
10 stig
6: Montgomery
6 stig
7: France
2 stig
8: Howard-Holland 1 stig
B-liðið (Thorshavn) spældi sínar
dystir soleiðis sunnudagin:
Thorshavn- MPDC
2-1
Thors.-Philadelphia
0-4
Thorshavn-Paraguay
1-2
Støðan hjá B-liðnum var nú
henda:
1: Philadelphia
14 stig
2: Brooklyn
13 stig
3: Thorshavn
12 stig
4: Toronto
10 stig
5: Paraguay
10 stig
6: DC Dutch
10 stig
7: MPDC
5 stig
8: New Jersey
5 stig
Bæði tey føroysku liðini spældu
seg til 1/8 finalina, og komu tey
so at spæla ímóti hvørjum
øðrum. Her vann A-liðið,og
komu teir so víðari til fjórðings-
finaluna .
Tíanverri blivu teir slignir út í
kvartfinaluni av Ungarn, ið vann
4-3, men her skal sigast, at á tí
liðnum vóru fleiri heilt ungir
garpar, ja, onkur av teimum var
eisini professionellur spælari,
sum ikki vóru politimenn, men
sum hesir høvdu fingið við fyri
at menna teirra lið.
Tað skal eingin ivi vera um, at
um kappingin bert var fyri
politimenn, ella um vit høvdu
styrkt liðið við onkrum góðum
spælara uttanífrá, sum hinir, so
høvdu vit tað besta liðið í kapp-
ingini, tí okkara menn spældu
sera væl. Um ikki hinir høvdu
hesar ungu menn við, so vóru
vit ikki í iva um, at vit vunnu
allar dystirnar.
Um nú tað føroyska liðið kom
víðari til finaluna, so høvdu vit
ikki klárað at komið til Balti-
more, áðrenn flogfarið skuldi
fara. Hetta høvdu fyrireikarnir
longu tikið hædd fyri. Teir
høvdu ringt til Island Air og
spurt um teir kundu bíða eftir
okkum, og var einki í vegin fyri
hesum. Hetta bleiv so ikki
aktuelt í hesum føri.
Undir kappingini vóru fleiri
av føroyingunum, ið býttu
merkir, faldarar og føroysk fløgg
út millum børnini og tey vaksnu.
Tað var sera stuttligt, at síggja
hesu fremmandu børn renna
glað runt veittrandi við tí før-
oyska flagginum.
Sunnudagin vóru vit nakrir, ið
fóru í kirkju. Kirkjan lá stutt frá
hotellinum, og kallaðist hon
Saint Matthews Kirkjan. Hetta
var sama kirkjan, sum J.F.
Kennedy fór til jarðar frá.
Kirkjugangurin verður ikki
hildin á sama hátt, sum her
heima hjá okkum. Tað er heilt
annarleiðis. T.d. skal ein standa
uppi, tá sungið verður. Tá altar-
gongd er, koma fleiri kirkju-
tænarar og deila breyð út har tú
situr o.s.v.
Hetta var sera áhugavert og
øðrvísi enn tað, vit eru von við
frá okkara kirkjum.
Kennedy Space Muceum
Kennedy Space Museum, ið
liggur á the Mall, sum er tann
langa grasfløtan frá obeliskinum
niðan til Capitol, sum flest
minnast frá kravgongunum móti
Vietnamkrígnum í sekstiárunum.
Sum alt í Amerika er bygn-
ingurin sera stórur, við flog-
førum í fullari stødd standandi
og hangandi í hølunum.
Her var sera áhugavert og
kundi man saktans fingið ein
dag at gingið har. Tað fyrsta ein
sær, tá inn verður komið, er
hylkið, sum John Glenn kom
niður aftur á jørðina við eftir
væleydnaðu ringrásina um
jørðina í 1962. Hylkið er bert
tríggjar metrar til hæddar, og er
tað ótrúligt, at eitt menniskja
kundi hava verið inni í tí.
Síðan sást hylkið, sum teir
tríggir, sum mannaðu Apollo 11,
vóru í. Á báðum hylkjunum
sóust skaðar frá viðferðini, sum
hylkini fingu, tá tey komu inn í
tað brennandi heitu atmosferina.
Á sama stað sást ein mána-
steinur, sum fólk høvdu høvið at
nerta við. Steinurin var av
basalt, sum er sama evnið, sum
Føroyar eru bygdar av. Ein
vaktarmaður sat alla tíðina og
ansaði eftir hesum steini.
Undir loftinum hekk fyrsta
flogfar, sum nakrantíð var á
flogi. Hetta varð bygt av
brøðrunum Wright í 1903.
Við síðuna av hesum hekk
”Spirit of Saint Louis”, sum var
flogfarið, sum Charles Lind-
bergh fleyg frá Long Island til
Paris í 1927. Hetta var fyrsta
flogfar sum fleyg yvir Atlants-
hav. Ótrúligt at hann megnaði
hetta, tá hugsað verður um, at
hann nærum bert kundi hyggja
til síðurnar. Eisini sást hæddar-
mátarin, sum skrivaði á pappír á
øllum túrinum. Har sást, at hann
onkuntíð bert var10 metrar yvir
havinum orsaka av, at brenni-
evni var so tungt, og tí ísur var á
veingjunum.
Ferðin yvir hav tók góðar 33
tímar, og gjørdist Lindbergh
tjóðarhetja av avrikinum.
Í tí eina rúminum sást eitt
mánalandingarakfar, sum ikki
var nýtt orsaka av tekniskum
trupuleikum.
Bert ein lítil mynd var av
Gagarin og av tí europeiska
Concorde, meðan alt fekst at
vita um amerikansku flog-
søguna.
Tað verður ov rúgvusmikið at
siga frá øllum sum sást á
staðnum. Bert vil eg heita á fólk
um at fara inn har, um leiðin
verður løgd til Washington. Sum
flestu framsýningar annars, so
kostar einki at koma inn, men
fólk kundu stuðla, um tey høvdu
hug til tess við at leggja pening í
ein kassa við inngongdina.
Heimaftur
Vit fóru síðan í bussi frá
Washington DC til Baltimore,
har vit skuldu flúgva kl. 2010 til
Føroyar umvegis Ísland.
Vit lendu í Keflavík í grovum
kavaroki kl. 06.45 lokala tíð.
Bíðaðu í Keflavík eftir einum
bussi í umleið 45 min. og gekk
so leiðin til Reykjavík, haðani
vit skuldu flúgva til Føroyar kl.
1110.
Tað kavaði av grimd í Íslandi
og tá klokkan nærkaðist 1100,
fingu vit at vita, at flogfarid ikki
kundi fara á flog enn, tí at teir
ikki vóru byrjaðir at grava á
vøllinum enn. Nærri boð skuldi
fáast kl. 1330.
Tað sum vit løgdu til merkis
var, at flúgvingin til Akureyrar
og Egilstaðar gekk sum vanligt,
og tá vit høvdu spurt fleiri
ferðir, fingu vit at vita, at tað
snøgt sagt ikki var nakar
flúgvari til okkum, tí Føroya-
flúgvarin var sendur til
Egilstaðar og máttu vit bíða til
hann kom aftur. Hetta tók um-
leið 1 tíma.
Vit mugu her viðganga, at
sjálvt um flogfarið var fullsett
og 5 fólk stóðu á bíðilista, so
kemur Føroyaflúgvingin í aðru
røð, tí flúgvingin innanlands í
Íslandi fær fyrsta prioritet.
Tá vit so langt um leingi
sluppu út í flogfarið, fingu vit at
vita, at meginparturin av
viðførinum hjá okkum ikki
kundi koma við, tí flogfarið
bleiv ov tungt. Viðførið skuldi
koma til Danmarkar næsta dag
og síðan koma heim til Føroyar
við Atlantic Airweys.
Vit lendu tó í øllum góðum í
Vágum kl. 16.30 føroyska tíð,
og allir fóru hvør til sín.
Soleiðis var ein sera góður,
áhugaverdur og minniligur túrur
komin at enda.
18
Nr. 105 – 3. juni 2000
Finnbogi Midjord
Hósdagin tann 16. mars varð alt
ferðalagið heintað á hotellinum
av Secret Service monnum, ið
starvast hjá forsetanum Bill
Clinton. Teir koyrdu okkum til
tey Hvítu Húsini, ið liggja í
Washington – stutt frá hotelli-
num, har vit búðu. Vit valdu
allir av vera ílætnir politibúna,
sum vit høvdu við okkum úr
Føroyum, hetta fyri at fáa onkra
góða mynd uttan fyri tey Hvítu
Húsini.
Fleiri myndir blivu tiknar av
Hvítu Húsunum, men vit fingu
ikki loyvi at taka myndir inni í
bygninginum.
Vit blivu vístir runt í einum
parti av bygninginum, og eisini
var ætlanin, at vit skuldu koma
inn á skrivstovuna hjá forsetan-
um at heilsa uppá hann, men av
tí, at tað var ein stór mótmælis-
gonga á veg, har túsundtals
lastbilaførarar mótmæltu tí
hækkandi oljuprísinum, bleiv
tann vitjanin av ongum.
Umfatandi vaktarhald
Tað var George Washington, ið
læt tey Hvítu Húsini byggja, og
av teimum 42 forsetunum, sum
hava havt ræðið síðan1789, er
bert tann eini, nevnliga byggi-
harrin sjálvur, sum ikki hevur
búð har. Washington var forseti
frá 1789 — 1797, men doyði
longu í 1799.
Tá húsini stóðu liðug í 1800
helt tann 2. forsetin, John
Adams, so lítið um húsini, at tað
sum í dag verður nýtt til mót-
tøkuhøli — til vinstru fyri
høvuðsdyrnar – varð nýtt at
turka klæði í.
Tann sekstandi og kanska tann
kendasti av forsetunum, Abra-
ham Lincoln, nýtti hetta sama
rúm sum sjúkrastovu til særdar
Norðurstatshermenn í borgara-
krígnum í 1860-unum.
Tað sást beinanvegin, at
tíðindafólk høvdu stóran áhugi í
Hvítu Húsunum og forsetanum,
tí inni í garðinum, innanfyri
innhegningina, stóð ein rúgva av
fototólum, stativum og lampum,
ið stóðu har meginpartin av
árinum - altíð klárir at fáa eina
góða mynd av forsetanum.
Vaktarhaldið við forsetahúsini
var rættuliga umfatandi. Politi-
bilar, tríggir lið um lið, stóðu
parkeraðir mitt á vegnum runt
um tey Hvítu Húsini, og eisini
sóust vápnaðir menn frá Secret
Service uppi á takinum.
Tað skal viðmerkjast, at lønin
hjá Secret Service monnunum,
ið vóru tilknýttir forsetanum, var
góð, og somuleiðis fingu teir
alla tað útgerð, teir høvdu brúk
fyri. Ein stórur munur sammett
við lønina hjá útrykningsdeildini
í New York.
Á gongubreytini yvirav tí
Hvíta Húsinum húsaðist ein
eldri kvinna. Hon hevði gjørt
sær eitt skjól av nøkrum
pappkassum, sum hon hevði
dekkað til við plastik. Har segði
hon seg hava búð í sløk 20 ár.
Sjálv kom hon frá Jugoslavia.
Henda kvinnan mótmælti tí
harskapi, ið amerikanarir nýttu
runt um í verðini. Sjálv segði
hon seg hava verið í Jugoslavia,
tá kríggi var í 1992, og har
hevði hon verið bukað og pínd
av amerikanskum hermonnum.
Seinni á degnum var ein túrur
fyrireikaður inn í ein fátækan
býarpart, har ein av okkara
politimonnum, Jens Jensen,
skuldi halda fyrilestur í einum
skúla fyri børnum í 10-12 ára
aldrinum. Hann greiddi teimum
frá um Føroyar, hvussu vit livdu
og húsaðust har. Eisini bleiv ein
filmur um Føroyar vístur, og
vóru hesi børn sera áhugað í
hesum.
At enda spældu børnini fótbolt
ímóti okkum (politinum) og
vunnu tey dystin 2-0. Hetta var
eitt lið í hesum tiltaki og seinni
vóru so hesi børn eisini við í
fótbóltskappingini í eisini var
fyri børn, ið kappaðust sína-
ímillum.
Á kirkjugarðinum
Fríggjadagin tann 17. mars fóru
vit í bussi til Arlington Kirkju-
garðin, har hermenn, fólk frá
sjóverjuni, flogvápninum,
marinuni, teirra familjur og
onnur kend fólk eru jarðað.
Kirkjugarðurin var sera stórur,
har eru uml. 300.000 gravir og
umleið 20-25 fólk verða jarðað
um dagin. Um fleiri í eini
familju doyggja, verða hesi
jarðað oman á hvørjum øðrum,
fyri soleiðis at spara pláss, tí
hesi eru við at ganga undan.
Kirkjugarðurin hevur sínar
egnu bussar, ið koyra runt inni í
garðinum. Í hvørjum bussi er ein
frásøgumaður, ið greiðir frá um
kirkjugarðin og teimum ymisku
gravinum. Ein frásøgumaður
segði frá, at um umleið 20 ár, so
var ikki meira pláss til gravir, og
tí mátti okkurt gerast innan alt
ov langa tíð.
Fyrsta staðið, har vit steðgaðu,
var við eitt vaktarskifti, har
hermenn frá US—Marine, flog-
vápninum, marinuni og herinum,
sum vóru ílætnir uniformar,
høvdu vaktarskifti. Hetta var á
einum staði, har 4 ókendir
hermenn liggja grivnir. Hesir 4
hermenninir vóru við í Fyrra
Heimsbardaga í 1918, har teir
lótu lív. Seinri blivu teir heint-
aðir heim úr fýra ymiskum
støðum og grivnir har á sama
stað. Hetta vaktarskiftið fór fram
hvønn dag og var sera vakurt at
sjá.
Síðan koyrdu vit víðari til
Tað gekk væl hjá føroysku løgregluni í fótbóltskappingini hjá Secret
Service. Hetta er seinni partur av ferðafrásøgn frá ferðini hjá
løgregluliðinum í USA
Kirkjugarðar, fótbóltur
og kavarok
2. partur av ferðafrásøgn