Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juni 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 105 – 3. juni 2000 Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin. Hermenn á skeivari leið Herfyri fóru italskar elituherdeildir skeivar av Noreg og Svøríki undir Nato venjing. Orsøkin vóri býirnir Kristiansand og Kristianstad. Tað tykist ikki, sum hevur nakar í herdeildini hugsað um, at Svøríki er ikki limur í Nato Dagfinn Olsen Hóast tað skuldi verið gjør- ligt at sæð mun á Kristian- sand og Kristianstad, so kann tað eftir øllum at døma vera trupult. Í Kristiansand í Noreg bíðaðu tey herfyri spent eftir 116 elituhermonnum frá italsku Alpini-deildini. Í Kristianstad í Svøríki vórðu tey rættiliga tikin á bóli, tá deildin kom á flog- vøllin har. Teir 116 hermenninir skuldu verið við í eini Nato venjning í Noreg, veit Ekstrablaðið at siga frá italsku avísini Corriere del Sera. Men tað gjørdist sviar, ið vórðu tiknir á bóli av italiu- monnunum. Italska avísin skrivar um svensku tollar- arnar, ið, ið hugdu við, tá hermenninir komu úr flog- farinum, útgjørdir við tung- ari útgerð og fjøðurprýddu húgvunum. Tað tykist ikki, sum hev- ur nakar í herdeildini hugs- að um, at Svøríki er ikki limur í Nato. Italska avísin ber ikki í bøtuflaka fyri herdeildini, hóast nøvnini á býunum líkjast. Hendingin er láturverd og sera keðilig fyri Italiu, sum roynur at koma sær burturúr myndini av italsku verjuni sum láturligari og ónýtiligari. Italska verjumálaráðið greiðir frá, at herdeildin fleyg við leiguflogfari, leigað til endamálið. Talsmaður fyri flogfelag- ið sigur, at í Noreg er eisini eitt Kristiansund, so ikki er at undrast á, at flogskip- arin ivaðist. Úr Oslo frættist, at italsku hermenninir eru komnir fram til Nato venj- ingina, sum sum ætlað. Hermenn úr Italsku Alpini deildini fóru skeivir av Noreg og Svøríki. Hendingin er keðilig fyri Italia, sum roynir at koma sær burturúr, at verjan verður mett sum ónýtulig og látulig (Tilvildarlig mynd) ? ? ? ? Tú kanst rokna við pengum MATEMATIKK. Sjey stórar støddfrøðisligar gátur eru eftir at loysa, og nú eru 57 milliónir krón- ur at vinna, um tú kanst loysa hesar gátur Dugir tú meira enn at loysa eina uppgávu í multi- plikatión, so ert tú kanska tann persónurin, sum heimurin hevur brúk fyri. Sjey stórar støddfrøðisligar gátur eru eftir at loysa, og amerikanska Clay Mathematics Institut setir nú 57 milliónir krónur upp á spæl fyri at fáa loyst hesar gátur. Hetta skrivar danska blaðið, Berlingske Tid- ende. Í 150 ár hava fremstu serfrøðingarnir í heiminum roynt at loysa hesi matematisku ivamál, men tað hevur ikki eydnast. Um tað eydnaðist, hevði tað havt við sær stór framstig innan flogferðslu og loyniskrift- ir. Millum tær sjey gáturnar er tann sokallaða »Rie- mann-hypotesan« frá 1859 tann mest umrødda, og fyri at loysa hesa hypotesu er ikki bert ein virðisløn upp á 8,2 milliónir krónur. – Hetta eru tær sjey størstu og kendastu gáturnar innan støddfrøðina, og hetta kemst sjálvandi av, at tær ikki kunnu loysast, og tí so nógvir serfrøðingar hava roynt at loysa tær. Um tað nú skuldi eydnast onkrum at gjørt enda á hesum gátum, hevur hann verðið heimskendur, sigur Mogens Esrom Larsen, sum er lektor við universitetið í Keypmannahavn, við Berlingske Tidende. Seinastu 100 árini eru tað bert tvey avrik innan støddfrøðina, sum kunnu sammetast við tær sjey gáturnar. Í 1994 loysi bretin, Andrew Wyles, Fermat- trupulleikan, og í 1934 prógvaði eysturríkarin Kurt Gødels, at logikkurin ikki rakk til. Hvat øll hesi hugtøk merkja og innibera, skulu størri heilar til at greiða frá, men at talan er um eina jagstran eftir pengum og virðing, kann eingin vera í iva um. So royn teg! Olsen-brøðurnir á toppinum TÓNLEIKUR. Donsku Olsen-brøðurnir eru flúgvandi á kærleikans veingjum í løtuni. Sangurin, sum teir vunnu altjóða Grand Prixið við, er at finna á toppinum á hitlistum í Norðurlondum. »Fly on the Wings of Love« er nummar eitt í Dan- mark, Noregi og Svøríki. Í hesi vikuni koma hesi sangur beinleiðis inn sum nummar 1 á almenna norska hittlista- num, og hetta er fyrstu ferð, at ein vinnandi sangur frá Grand Prixnum hevur klárað hetta. Olsen-brøðurnir eru eisini á toppinum á hitlistanum hjá Danmarks Radio, og í Svøríki eru teir eisini ovast á stakfløgulistanum. Í Føroyum hevur sangurin eisini verið nógv at hoyra, og seinasta leygarkvøld var »Fly on the Wings of Love« nummar 3 á 15 teimum bestu. Hann kom beinleiðis inn sum nummar 3, og í kvøld skal hann kappast við hinar oddafiskarnar hitlistanum hjá ÚF. Nr. 105 – 3. juni 2000 17 Dagfinn Olsen Nú er líkt til, at Studio Pegasus í Klaksvík fer at samstarva við Útvarp Føroya, eftir at tað ikki eydnaðist at fáa sáttmála í lag við Rás 2. Útvarp Føroya er sinnað at royna eitt samstarv við Pegasus, og eftir tí, sum vit hava skilt, verður sent fyrstu ferð longu sunnukvøldið. Pegasus hevur annars verið í samstarvi við Rás 2 seinastu vikurnar, men tað eydnaðist ikki pørtunum at semjast um ein sáttmála, sum samstarvið skuldi byggjast á, og tí fóru partarnir hvør til sítt áðrenn seinasta viku- skiftið. Rás 2 royndi seg tí við síni egnu skrá seinasta sunnu- kvøld, og talan var um onkra líknandi sending, sum Pegasus hevði gjørt. Klaksvíkingar hava sent fýra sunnukvøld á Rás 2, og talan hevur sum heild verið um send- ingar, sum hava fingið góð skoðsmál. Men tað hjálpti einki, tá Pegasus og Rás 2 ikki kundu semjast um ein sáttmála. Samdust ikki Stóri stríðsspurningurin var, hvussu tætt knýtt Pegasus og Rás 2 skuldu verða. Í sáttmála- uppskotinum frá Rás 2 vildi útvarpsrásin hava Pegasus at binda seg til bert at gera út- varpstilfar fyri Rás 2. Sáttmálin skuldi kunna sigast upp eftir einum mánaði, men eftir at samstarvið steðgaði, skuldi Pegasus ikki gera send- ingar fyri nakran í eitt hálvt ár. Hesar treytir vildi Pegasus ikki ganga undir, og tá Rás 2 samstundis hevði áhugað í at fáa sær sítt egna studio í Klaksvík, var eingin útvegur fyri einum framhaldandi samstarvi. Rás 2 fer nú at senda úr sínum egna studio á Norðlýsinum, og líkt er til, at Rás 2 og Útvarp Føroya nú fara at vera í bein- leiðis kapping sunnukvøldið. Hetta kvøld hevur annars verið útvarpsfrítt, men gjørdist eitt rættiligt útvarpskvøld við send- ingunum hjá Rás 2. Byrja longu sunnukvøldið Eftir at samráðingarnar millum Pegasus og Rás 2 slitnaðu í síðstu viku, hevur samband verið millum Útvarp Føroya og Pegasus. Partarnir hava tosað um eitt samstarv, og tað er líkt til, at hetta samstarv fer av bakka- stokki longu sunnukvøldið. Út- varpsstjórin hevur váttað fyri Dimmalætting, at teir eru áhug- aðir í at senda saman við Pega- sus sunnukvøld, og eftir tí, sum vit hava skilt, skuldi fundur í gjár vera millum Pegasus og Útvarp Føroya um hetta sam- starv. Útvarp Føroya sigur seg hava arbeitt við møguleikanum at senda sunnukvøld, og at teir tí eru áhugaðir í sendingunum hjá Pegasus, sum teir halda hava røttu góðskuna. Fyri Pegasus, sum hevur brúkt millum 50.000 og 100.000 krón- ur til at gera eitt útvarpsstudio, er besta loysnin, at studio kann fara í samstarv við Útvarp Før- oya og harvið brúka ta útgerð, sum er keypt, og fáa nakrar inntøkur til hesar íløgur. Har- afturat hava fólkini, sum hava gjørt sendingarnar fyri Pegasus, fingið royndir í útvarpsarbeiði, sum Pegasus æltar at gera sær dælt av. Royndu at forða fyri hesum Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2, sigur við tíðindatænastuna hjá Leitel, at tað, sum sáttmálin strandaði upp á, var júst tað, sum nú er hent, og sum Rás 2 royndi at forða fyri. Rás 2 royndi at útiloka møgu- leikan fyri, at Útvarp Føroya bara kundi koma inn í myndina og yvirtaka sendingarnar hjá Pegasus. Útvarpið hevur fleiri pengar at arbeiða við, og tí kann Rás 2 ikki kappast við teir á tí økinum. Steintór Rasmussen, sum rek- ur Studio Pegasus, sigur, at einki samband var við Útvarpið fyrr enn tað varð greitt, at samstarvið við Rás 2 ikki fór at halda fram. Tá setti Pegasus seg í samband við útvarpsstjóran. Síðani hevur tað gingið skjótt fyri seg, og fyrstu sendingarnar há Pegasus verða eftir øllum at døma at hoyra í Útvarpinum longu sunnukvøldið. Vit hava skilt, at partnar ætla at gera eina fyribilsavtalu um samstarv, sum skal ganga fram til august mánaði. Hendan royndartíðin fer so at vísa, um samstarvið millum ÚF og Pega- sus verður víðkað til eina veru- liga deild í Klaksvík, ella um partarnir fara hvør til sítt í aug- ust mánaði. Seinasta árið hevur ein út- varpssending verið gjørd í Studio Pegasus. Tað er Alpha Proxima, sum er at hoyra hvørt sunnukvøld í ÚF. Halda fast um skránna Rás 2 heldur fram at senda sunnukvøld, og teir hava til dømis hildið fast um at senda eina ítróttarsending kl. 21.00. Rás 2 hevur eisini víst áhuga fyri Popp-Topp listanum, sum verður sendur klokkan 20.00, men tað liggur fast, at hesin hitlisti við føroyskum tónleiki framyvir verður at hoyra í Útvarpinum. Vit hava skilt, at Studio Pega- sus ætlar at halda fast um sína skrá, og tað merkir helst, at bæði Útvarp Føroya og Rás 2 fara at hava eina ítróttarsending klokk- an 21.00 sunnukvøld. Umframt hesar sendingar hevur Pegasus eisini gjørt eina barna- og familjusending, eina øðrvísi undirhaldssending, eina ungdómssending og eina tíð- indasending. Norðoyastevna er um viku- skiftið, og tí verða fjølmiðlarnar helst væl umboðaðir í Klaksvík. Rás 2 fer at senda frá norðoya- stevnuni, og Útvarp Føroya fer eisini at gera onkra sending í Klaksvík. Men eisini eftir norðoyastevn- una er lagt upp til kapping mill- um útvarpsrásirnar í Klaksvík. Pegasus skiftir rás ÚTVARP. Studio Pegasus fer helst at senda fyri Útvarp Føroya longu sunnu- kvøldið. Talan er um somu sendingar, sum hava verið at hoyrt á Rás 2 Hesi fólkini hava gjørt sendingar fyri Studio Pegasus, og framyvir verða hesar sendingar eftir øllum at døma at hoyra í Útvarpi Føroya. Mynd: Jan Müller