týsdagur 24. mars 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 56 — 24. MARS 1998
tíðindablaðið
SOSU
Arne Poulsen, vinnumálastjóri er formaður í nevndini, sum er sett at fyrireika alment oljufelag
Fyrireika nú al-
ment oljufelag
Fyrireikingarnar til eitt alment oljufelag ganga væl. Álitið verður latið løg-
manni um 2-3 mánaðir. Oljurådleggingarnevndin er komin væl áleiðis við
skattalóg og fer nú at viðgera málið um 1. útbjóðing á fóroyskum øki
JAN MÚLLER
Um ikki so langa tíð fer ein
arbeiðsbólkur at koma við
einum tilmæli um eitt al-
ment føroyskt oljufelag.
Tað var Edmund Joensen,
løgmaður, sum herfyri setti
eina nevnd at arbeiða við
hesum spurninginum. For-
maður í nevndini er Arne
Poulsen, vinnumálastjóri.
Hann sigur við Sosialin,
at arbeiðið líðir so væl, at
nevndin fer at lata løgmanni
álit um 2-3 mánaðir.
Arbeissetningurin hjá
nevndini var at kanna,
hvussu eitt føroyskt lands-
oljufelag eigur at verða
skipað við atliti til ymsar
samfelagstættir og -spurn-
ingar. Talan er um at hava
eitt borið felag. Tvs. at
verður olja funnin, so vil
hetta felagið verður partur í
lisensunum. Men til ta tíð
verður ikki neyðugt við at
brúka serliga nógva orku til
arbeiðið.
Nú vit hava fingið tvey
privat oljufeløg spurdu vit
Arna Poulsen um hesi eru
við til at tvinga tað almenna
til eisini at hava eitt felag
ella um tað almenna felagið
harvið verður óneyðugt.
Hann sigur, at hesi fel-
øgini nýtast als ikki at hava
nakað við hvørt annað at
gera og eigur ein kanska
heldur ikki at tengja hesi
saman
Spurningurin um eitt al-
ment føroyskt oljufelag
hevur verið frammi í orða
skiftinum fyrr. Tað var ann
ars stóðan hjá Oljuráðlegg
ingarnevndini ikki at taka
nakra avgerð um eitt slíkt
felag longu nú. Meðan løg-
maður hevur lagt stórri dent
á júst henda spurningin, so
var Oljurådleggingarnevnd-
in ikki so avgjørd men
mælti líkasum heldur til at
bíða.
Síðani er formaðurin í
Oljurådleggingarnevndini
skiftur út. Arne Poulsen
sigur, at tað kann eisini
henda, at tå finnur ta mestu
oljuna í fyrstani, og tað
kann so vera ein orsøk til,
at ein eigur at vera við frá
byrjan við einum almenn-
um oljufelag. Hinvegin
kann tað eisini vera skila-
gott at hyggja at, hvussu
gongdin verður og hvat ein
kann gera. Oljuráðlegging-
arnevndin hevur annars vist
á, at tað kanska hevði verið
skilagott við eini optión,
sum so aftur gevur einum
eitt betri skotbrá
Arne Poulsen sigur, at um
ein kemur til ta nidurstødu,
at tað er skilagott at hava
eitt alment føroyskt olju-
felag, so er umráðandi at
hava gjørt forarbeiðið fyrst.
Og tað er hetta, sum nevnd-
in nú er við at leggja sein-
astu hond á
Skattalógin
Oljurådleggingarnevndin
arbeiðir við at gera skatta
lógina lidna. Hetta arbeiðið
líðir væl. Tað kann verða
heilt klárt innan hampuliga
tíð.
Farast skal so eisini undir
at gera útbjóðingartilfarið.
Nakað er gjørt, men soleiðis
sum Sosialurin skilur, so er
marknatrætan enn ein
forðing fyri at fáa greiðu á,
hvørji ski kunnu og skulu
bjóðast út. Arbeitt verður
við at finna fram til, hvørji
øki skulu bjóðast út í eini
stóðu, har marknatrætan
ikki er loyst.
Arne Poulsen sigur, at tað
verður mett at fara at taka
umleið eitt hálvt ár at gera
útbjóðingartilfarið = klárt.
Hetta er eitt sera krevjandt
arbeiði, og tí verður helst
eisini neyðugt at fáa hjálp
uttanífrá. Oljuráðleggingar-
nevndin fer at hava fund í
hesi vikuni. Tá verða skatta-
lógin og útbjóðingarum-
farið á skránni
Norsk olju-
innrás í mai
JAN MULLER
Nú norska stjórnin hevur
gjørt av at seta ferðina á
oljuvirksemi í norskum øki
niður og steðga iløgur fyri
fleiri milltardir krónur, eru
norskar fyritøkur farnar at
hyggja eftir øðrum íløgu-
møguleikum. Og her er
føroyska ekið ein heilt nát-
úrligur nýggjur marknaður
fyri norska oljuídnaðin
Herfyri vóru umboð fyri
umleið 30 féroyskar fyri
tøkur á kanningarferð í
Stavanger. Har varð høvi at
síggja, hvussu norskar fyri
tókur arbeiða og lata vørur
og tænastur til stóra olju
virksemi í Norðsjónum
Sosialurin skilur, at vitj
anin var sera væleydnað
Nú vilja norskar fyritøkur
sleppa ul Føroya fyri at
lodda dýpið her, áðrenn ein
oljuleiting fer í gongd
Ikki færri enn 80 umboð
fyri norskar fyritøku í Sta
vangerøkinum koma til Før
oya seinast i mai. Tad er
Stavanger Næringsfore
sum stendur fyri tur
saman við Føroya
ning
mum
Arbeiðsgevaratelag
Norðmenn hava leigað
flogfarið hjá Atlantsflog til
túrir
19
Fólkapensjónin
skal hækkast
1458
Nú kunnu vit ikki longur
hyggja hin vegin, tá tosað
verður um tey, ið bert hava
fólkapensjónina at liva av.
Skattalættar eru givnir til
hini, og nú er tíðin komin
til Fólkapensjónina. Javn-
aðarflokkurin fer í eini
komandi samgongu at
hækka Fólkapensjónina,
skrivar Eyd6lv Dimon m.a
Fleiri skattalættar eru
givnir seinnu árini. Ýmist
er, hvør lønarb6lkur hevur
fingið mest burturúr hesum.
Men tann bólkur, sum hevur
fingið minst eru pensjonist-
arnir. Nógv hava í dag sínar
egnu eftirlønarskipanir, og
saman við fólkapensjónini
og útgjaldinum frá Sam-
haldsfasta hava tey eina
rímuliga inntøku. Tó eru tað
framvegis pensjonistar, sum
bara hava fólkapensjónina
og Samhaldsfasta at liva av,
og hesi eru tey, sum eru eina
ringast fyri í føroyska sam-
felagnum.
Hægri útgjald úr Sam-
haldsfasta
Samhaldsfasti, sum hinir
flokkarnir ynskja har pip-
arið grør, gevur pensjonist-
unum 500 krónur afturat um
mánaðin, og øll vita, at ætl-
an Javnaðarfloksins við
Samhaldsfasta var, at hann
skuldi geva eitt munandi
hægri útgjald. Tí hevur fleiri
ferðir verið roynt at hækka
útgjaldið hetta seinasta val-
skeiðið. Tá inngjaldið til
ALS varð lækkað 0,5%
skeyt Javnaðarflokkurin
upp, at inngjaldið til Sam-
haldsfasta samstundis varð
hækkað við 0,25 %. Skatt-
agjaldarin hevði soleiðis
fingið ein lætta uppá 0,25%,
hóast inngjaldið til Sam-
haldsfasta varð hækkað
Broytingin hevdi havt við
sær, at útgjaldið úr Sam
haldsfasta hækkaði við 250
Vit fara at hækka fólkapen
sjómina og at arbeiða fyri at
Samhaldsfasti verður styrkt
ur, um Javnaðarflokkurin
kemur í samgongu eftir valið
skrivar Eyðólv
Dimon m.a
krónum um mánaðin til 750
krónur. Men hinum flokku-
num dámar als ikki skipan-
ina við einum Samhalds-
føstum eftirlønargrunni, og
tí varð ætlan Javnaðarfloks-
ins at styrkja Samhaldsfasta
felt.
Fara at hækka Fólkapen-
sjónina
Javnaðarflokkurin hevur nú
sett sær fyri í eini komandi
samgongu, at hækka Fólka-
pensjónina, hjá teimum,
sum onga aðra eftirlønar-
skipan hava „samstundis
sum Samhaldsfastið verður
styrktur. Fólkapensjónin
skal hækkast við 500 krón-
um, og hetta saman við ein-
um styrktum Samhalds-
fasta, verður ein bati. Okk-
ara uppskot at hækka Fólka-
pensjónina, fer at kosta
landskassanum einans 30
mio. kr. So kemur spurning-
urin, um landskassin hevur
ráð til hetta, men okkara
svar er, at 30 mio. er ein
sera låg upphædd, sum skal
fåast til vega, ti vit als ikki
longur kunnu hyggja hin
vegin, og lata tey, sum bert
hava fólkapensjónina at liva
av, sigla sin egna sjógv
Skattalættar eru givnir
seinnu árini til hini, og tá
Javnaðarflokkurin kemur í
samgongu eftir valið, tá er
tíðin komin at hækka Fólk
apensjónina
Eyd6lv Dimon
Hoyvík
—
Sjúkrasystrafelag Føroya
hevur havt formans- og
nevndarval, og leygar-
dagin 21. mars var adal
fundur, har 120 sjúkra-
systrar vóru møttar
Eftir aðalfundin skipaði
nevndin seg, og í henni
Joan Ziskason, for
maður, Æna Reinert
næstformadur, Hanna
Adam, Hervør Eides
stå
Samuelsen
og Marita Ct
gaard, Svenhild Haraldsen
Sjukrasystrar
skipad seg
Joan Ziskason, formaður
Sjukrasystrafelagnun
Oluva I
ristiansen er tiltaks