týsdagur 24. mars 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 56 — 24. MARS 1998
Ova Djurhuus,
Tvøroyri,
til minnis
Røddin er tagnað, fjørdurin er rógvin og årarnar
eru lagdar inn. Tann tilmálda tíðin var nå runnin út,
og her og eins og hjá okkum øllum var nú farið um
tað liðið, sum bert gongur ein vegin.
Ove Djurhuus legði nú frá sær eftir eitt langt og
innihaldsríkt lív. Mangan var tað meira baldrut enn
ein kundi hugsað sær, men ongantíð so hart, at tað
ikki vóru glottar
Tað at hava eitt baldrut lív kemur sjálvandi av,
hvussu tú tekur tær av teimum avbjóðingum og
teimum uppgávum, sum vóru latnar tær at umsita.
Fyri Ova Djurhuus var lívið eitt áhugavert lív við
nógvum almennum uppgávum. Hann var býráðs-
limur á Tvøroyri í mong ár. Sum varaborgarstjóri
avloysari fyri P. M. Dam sála, var tað hann sum
leiðari, ið tók tey tungu tøkini. Hetta var í tí tíðini,
har lítið var av peningi, og tí lítið at umsita við, og
hartil var tað soleiðis, at kommunan sjálv skuldi
heinta inn tey almennu gjøldini, sum vóru grundar-
lagið undir kommununnar rakstri, bara hetta var
torført. Og tá hetta samstundis var í ringastu niður-
gangstíðum her á landi, so er væl skiljandi, at hetta
var eingin létt uppgåva. men við Ova sum leiðara
hevði kommunan fingið ein persón, sum væl kundi
umsita og hann fekk tað at bera til, røkin og trågvur
í verki sínum. Tað var styrkin hjá hesum manni.
Ein fyrimynd fyri teir, sum komu aftan á hann. Jú,
sanniliga, Ove Djurhuus var ein álitismaður, sum
altíð sá eina æru í at Tvøroyrar Kommuna, sum
hann hevði persónliga ábyrgd av, at hon var um-
sitin soleiðis, at virðing stóð um tað arbeiði, sum
her var framt, og tað var tað.
Tí ikki er tað lætt at umsita eina kommunu, á
landsmyndugleikarnir vóru í andstøðu til tað, sum
bleiv framt og settu forðingar í vegin. Hetta vóru
viðurskiftini, men kampurin varð tikin upp, og við
Ova Djurhuus sum leiðara varð vunnið á mál.
Persónliga havi eg mist ein sterkan stuðul, sum
var mær hollur. Reddin er tagnað, men eftir stendur
minnið um ein persón, sum altíð var tryggur og
sterkur, tá ið á stóð
Eg drýpi hevur í virðing og takksemi fyri tað,
sum Ove Djurhuus framdi okum øllum til framburð
í andgietti mangan einsamailur fu var
sterkur. stinnur. framskygdur eim nu sær
Á +
Ar visa á
u VIST ICM
Sum byrd
kki altid lætt men fram tu stetg
verki at gongdar eru gøtur
Qru tungar iøtur.
rhuus hefður sett síni spor
r um mangan
ve Diu
var ein maður, sum helt sítt orð
3 honum er farin ein gamal í garði
n álitismaður, tað var hansara varði
Í trongum tíðum tú vardi borg,
tað var ein hørd tíð tú á odda var,
einsamallur mangan, tí lívið lær.
Framgongd var styrkin, mål og mið
sum formaður framdi tøk, tú tók stig,
førdi bygd okkara fram á veg
Í ségubók skriva, har vilja tey heiðra teg
Framvið strond aldur stillan tutla, bátur rør,
tríðið er lokið, hvíl í friði við heimafjórð
Ein vinur
Barnsburðarfarloyvi
Enn einaferð var barnsburðarfarloyvi á skránni í útvarpinum. Hesu ferð í sam-
band við at Tórshavnar kommuna hevur tosað um at leingja barnsburðarfarloyvið
Hverja ferð tosað verður
um barnsburðarfarloyvi,
verður so nógv ymiskt drig-
ið inn í málið, at ikki gongur
leingi, so missir tú tráðin og
veit nóg illa hvat tosað
verður um:
hver skal ansa børnunum
skulu mammurnar passa
børnini ella påparnir
er tad gott vid vøggustov-
um og barnagørdum ella
er tad bert eitt neydugt
óndi
skulu mammurnar helst
vera heimgangangdi ella
skulu tær út at arbeiða aft-
ur
skulu mammurnar helst
bara arbeiða hálva tíð
skulu páparnir eisini hava
niðursetta arbeiðstíð
skulu páparnir eisini í
barnsburðarfarloyvi
er tað ov tíðliga at koyra
børnini heimanifrå tá tey
eru 'h ár
karrierukvinnur
hvat er best fyri børnini
hvat er best fyri mamm-
una
hvat er best fyri familjuna
hvat er best fyri samfelag-
ið
hver skal rinda
vit mangla ein familju-
politik!
Tú kanst kasta so nógvar
bóltar í luftina at ikki ein
verður loftaður
Tað stutta av tí langa áðr-
enn tosað verður um at
leingja nakað barnsburðar-
farloyvi er at syrgja fyri at
allar kvinnur í Føroyum
hava ein minsta rætt til
barnsburðarfarloyvi í 6
mánaðar, og tað vil siga at
vera burtur úr arbeiði í 6
mánaðar við fullari løn og
so vita sær framhaldandi
hava sama arbeiðið at venda
aftur til.
Henda rætt hava nógvar
kvinnur enn ikki fingið, og
tað eru tær kvinnur sum ar-
beiða í handlum, á skriv-
stovum runt umkring, á kli-
nikkum og í øðrum hand-
verki. Hetta eru ofta smærri
arbeiðspláss, hvar saknurin
av henni sum fer í farloyvi
er stórur. Hetta veit kvinnan
og hon veit, at arbeiðsgev-
arin eisini veit tað.
Kanska kann hon koma
aftur áðrenn - um hon finnur
ein ordning! Hetta hevði
kanska eisini verið tað
besta, tí hon fær bert dag-
pengar 80% av eini arbeið-
araløn, meðan hon gongur
heima. Tað hevur hon ikki
ráð til. So má barn vera barn
og hvør spyr tå, um tað er
ov tidliga at koyra barnið
út í vøggustovu áðrenn ..
Avgerandi er at fáa rætt-
lag á hesum, soleiðis at ar-
beiðsgevarin veit, at ein
kvinna í starvi merkir 6
mánaðar barnsburðarfar-
loyvi og at her er onki at
diskutera. Og at kvinnan
veit, at hon hevur henda rætt
og at arbeiðið hennara er
tryggjað henni at hon kann
venda aftur til.
Men hvat nyttar alt hetta
um hetta kostar kvinnuni
eina munandi lønarnidur-
gongd, dagpengar ístaðin
fyri løn. Ella um arbeiðs-
gevarin risikerar at skula
gjalda fulla løn í 6 mánaðar
til eina kvinnu, sum ikki er
har. Hvussu stórur er áhugin
tá at seta kvinnu í starv. Er
tað ikki tá lættari við einum
manni.
Tað er til hesar kvinnur
ein barnsburðargrunnur skal
brúkast. Hesin skal gjalda
løn til avloysaran og supp-
lera dagpeningagjaldið upp
til lønina hjá henni, sum fer
í farloyvi.
Allar kvinnur innan
starvsmannafelagið og eis-
ini kvinnur á øðrum stórri
arbeiðsplássum so sum á
tryggingum og í peninga-
stovnum hava 6 mánaðar
barnsburðarfarloyvi = vid
fullari løn, so tær kvinnur
vit her tosa um, og sum enn
bert hava 2 mánaðar far-
loyvi við hålvari løn, og ikki
trygd fyri at venda aftur til
arbeiðið um tær eru burtur í
6 mår. við dagpengum eru
ikki so nógvar - men tær eru
nóg nógvar.
Hesar kvinnur arbeiða
flestu av teimum runt um-
kring á smærri arbeiðspláss-
um, kanska eru tær limir í S
á K. Men S & K hava vit
ikki hoyrt nógv til í hesum
sambandi. Kanska eru fleiri
Heppið fyri Føroyar,
at løgmaður endiliga tók avleið-
ingarnar áðrenn skaði stóðst av
Harra blaðstjóri, vinarligast
hýs mær hesum reglum.
Ikki óheftur og sterkur
nokk.
Tað var heppi fyri okkum
føroyingar, sum ætla okkum
at búleikast her, eisini eftir
samráðingarnar um banka-
málið, at løgmaður segði seg
frá áðrenn samráðingarnar
v álvara koma fyri
Løgmaður má verða sjón-
verið til óbóta-
einaferð, at
verið um-
anni, sum
má Sigast al
gjørligur at roknað
ið. Eitt land og fólk, sum
skal bróta upp úr nýggjum
má hava ein leiðara, sum
talar til fólkið, skilliga, sak-
liga og er stabilur
Mítt uppskot til loysi. á
átrokandi bankamálinur.: <r
soljóðandi
— Tingformaðurin fyri Før-
oya Løgtingi, eigur alt fyri
eitt at heita á allar umboð-
aðar flokkar á Løgtingi, um
at útpeika eitt umboð í eina
samrådingarnevnd
— Ein treyt skal verða, at
hesi umboð skulu kunna ar-
beiða óheft av komandi val-
stríði og leggja til síðis parta-
politikk, so leingi arbeiði
varðir.
— Tingformaðurin sjálvur,
ella egnaður persónur, skal
ast sum oddamaður fyri
sendinevndina
Nevndin skal hava eitt-
ans mål, fultrúð frå Føroya
Løgtingi, til tess at fåa best
hugsandi loysn og endur-
gjald fyri bankahandilin
Fyrimunir við hesum eru
m.a
Styrkin aftanfyri okkara
samráðingarpart. Hetta at tað
eru umboð frá øllum flokk-
um og einum samdum Før-
oya Løgtingi
Tað verður ikki ein løg-
maður, ella landsstýri, sum í
framtíðini í ávísan mun skal
samstarva við donsku
stjórnina, eins væl og aðrar
stjórnir, sum verður beinleið-
is samráðingarpartnari.
Um tingformaðurin sjálv-
ur (sum ikki ætlar sær aktivt
uppí aftur politikk), ella ann-
ar egnaður persónur, sum
ikki beinleiðis verður partur
av valstrýðinum, stendur á
dda fyri samráðingunum,
verða tær effektivar, óheft og
ikki ávirkaðar av komandi
valstríði
Tá hava allir flokkar gjørt
avtalu um ikki at brúka ella
»misbruka« bankamålid í
komandi valstrýði. Harvið
fáa vit eitt meira framtíðar,
málrættað og konstruktivt
valstríð
Nevndin ferð til verka 6-
heft av partapolitikki og úr-
slitið kemur tjóðini til góð-
ar.
Landsstýri, og politikarar
annars, fåa arbeidsfrid og tid
til eitt konstruktivt valstríð.
av kvinnunum er ikki or-
ganiseraðar. So mikið stórri
er tørvurin at tryggja hesi
rættindum við lóg. Hetta
kann gerast t.d. við einum
ískoyti í javnstødul6gina.
Herumframt eru tær tíma-
løntu kvinnurnar. Hesar
hava ofta eitt leysari tilknyti
til arbeiðsplássið og hava
ofta onga avtalu um barns-
burdarfarloyvi. Tær fara ti
år arbeidinum tå tær skulu
eiga, fåa dagpening f upp
til 6 månadar og koma so
kanska aftur í arbeiðið. Eis-
ini hesar kvinnur gjalda so-
statt einsamallar fyri barns-
burðin. Her liggur ein týð-
andi uppgáva hjá t.d. Før-
oya Arbeiðarafelag at taka
sær av fyri sínar kvinnuligi
limir.
Tað kann ikki vera so
vorðið í hesum samfelag at
bert tey sum rópa allarharð-
ast verða hoyrd. Politikk-
ararnir eiga at vera vitandi
um hesa støduna hjá
kvinnunum á arbeiðs-
marknaðinum, einum ar-
beiðsmarknaði sum hevur
brúk fyri kvinnunum sum
arbeiðsmegi, men sum ikki
av sínum eintingum syrgir
fyri at korini eisini eru fyri
kvinnur sum eiga børn.
Harvið fáa vit vónandi
myndugleikarnar at konsen-
trerað seg um teirra upp-
gávu, nevniliga nýhugsan
við framtíðar perspektivi, so-
leiðis at vit føroyingar kunnu
gerðast fíggjarliga óheft av
fremmandafólki og, um ikki
alt ov langa tíð kunnu standa
á egnum beinum
Vælsignaður harra løg-
tingsformaður tak stig til
hetta nú, alt fyri eitt, soleiðis
at vit føroyingar ikki enn
einaferð verða tiknir av bóli
hildnir fyri há og spott og
omaná fáa stein omaná
byrðu.
Og til tykkum håttvirdu
løgtingsmenn, taki undir við
løgtingsformanninum og vísi
okkum veljarum, at tit, tá tað
um Føroya Land ræður,
kunnu standa sum ein maður
og miðvíst og sidiliga krevja
okkara rætt.
Takk fyri og góða eydnu
Bjørn Patursson
————WWIII/JWWIWEE
3
i