Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

r. 56 — 24. MARS 1998 Minningarorð um Axel Olsen í Giljum, Hvalba Harrans vegir eru ikki okkara vegir, ella Gud hevði aðra ætlan við honum, eru orð vit mangan hoyra, og eisini trúgva, vit vita tað er so, men hóast tað, so hava vit kanska hug at seta spurnartekin, hví skuldi tað henda? Hví skuldi tú so brádliga rykkjast burtur, bert 39 ára gamal, tí Gud hevði aðra ætlan við tær. Ongin spurvur fellur til jarðar, uttan hansara vilja. Tú vart so glaður og spentur at skula royna nakað nýtt, tað var langt at fara heilt til Sudurafrika, so tú ætlaði tær at verða burtur nakrar túrar út í eitt, men so skuldi ikki verða. Hugur tín hevur altíð staðið til sjógvin, ongin kundi forða tær at fara til skips, tú vart ikki í iva um, at títt livsstarv var sjólívið, tað á landi kundu hini taka sær av Tú vart eisini ein av okkara raskastu sjómonnum, mangir av teimum ungu á fyrsta túri hava verið glaðir fyri tína hjálp umborð, tú spardi ikki teg sjálvan Í nógv ár sigldi tú norðuri í Klaksvík við Segl- hússkipunum, bæði ísfisk og saltfisk, og dámdi tær ógvuliga væl at sigla við hesum skipum Steðgurin var ikki altíð so langur millum ísfiskatúrarnar, men suður mátti tú, heim ein tår til tey tú vart so Otru- liga góður við, og sum eisini vóru so ómetaliga góð við teg ål Tú segði ofta, tå tú vart við saltfiskabåtunum, at tað var annarleiðis at fara avstað har norður! frá, tær dámdi tað betur. Ongantíð aftur skalt tú stevna yvir um hav har frá, skipini eru ikki í somu vinnu sum tá tú sigldi við teimum. Alt her á jørð hevur tíð sína, og nú var so eisini títt tímaglas runnið út Hesa seinastu tíðina sigldi tú við trolara og dámdi tær tað væl, yvir 30 túrar út í eitt — vart tú við so vart tå við. Men línufiskaríi vildi ikki rættuliga sleppa takinum í tær, so tá ein gamal skipari hjá tær ringdi og bað teg koma við sær til Afrika, heyði tú ikki leingi um at taka stóðu, tíðin var kanska eisini til at royna nakað nýtt. Sjálvandi var tað tungt at fara beint áðrenn jól, men tú gleddi teg at skula verða saman við systir tíni ein dag í Keypmanna- havn, tit stóðu hvørjum ødrum ógvuliga nær, líka so væl sum Noomi og Danjal eisini gjørdu tað, altíð fór tú inn á gólvið har uppi fyrst, tá tú kom aftur av skipi, síðani oman gjøgnum bøin við klæð- sekkinum á rygginum fyri at verða ynsktur væl- komin heim og umfevndur av foreldrum tínum. Tað hevur verið stuttligt og gevandi at kenna teg, tú vart ein góður vinur. Hóast nógvan mótgang, hevði tú serligar gávur altíð at koma við tí góða, líka mikið hvussu hini vóru ímóti tær, so hevði tú altíð gott at bera teimum. Sunnudagin 8. mars legði tú Suðuroyarfjørð aftur um bak fyri seinastu ferð. Tín vakt er av, ongantíð aftur skal nakar brotasjógvur koma óvart á teg. Góðu Astrid, Niels Pauli, Malan, Flóvin, Danjal, Noomi, Martin, Trondur og litli Rókur, tað eru nógv, ið luttaka í stóru sorg tykkara, tað var ein stórur skari, ið var komin saman at siga eitt seinasta far- væl. Má Harrin styrkja tykkum øll í tíðini, sum kemur. Við hesum fáum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um mín góða vin Axel. Ein vinur stslaluin.f tíðindablaðið S0812/7 21 Viðmerking Nú hava teir rætt tong, og so er alt í lagi Skamm í teir, um teir ikki duga at snúgva sær, føra valstríð og vinna — javnað- armenninir. Uppundir fólkatingsvalið førdi flokk- urin seg harðliga fram við teirri stóðu, at ein javnað- armaður á Fólkatingi fór ikki sum higartil at vera sjálvsagdur partur av sosial- demokratiska = tingbólki- num. So kom valið, og Jóannes Eidesgaard gjørdist tungan á vágskálini. Hann hevði valdið yvir Danmarkar ríki Kundi lagt trumfin á og sett fram skilagóð krøv sum treyt fyri at styðja eina stjórn Men hann valdi at sleppa endanum. Hann sat við valdinum í nakrar minuttir So gjørdi hann av at bjarga Nyrup Tað gekk sum væntað Nú aftaná — tá Jóannes Eidesgaard onki vald hevur í Fólkatinginum — hava hann og Marita Petersen »samrådst« við Nyrup um tey »krøv«, sum Jóannes Eidesgaard sigst at hava sett fram Fyri mær eru hetta lótir og onki annað. Hendan framsýningin hjá Javnaðar- flokkinum byrjaði longu fyri hálvum ári síðani ella meir Í september segði Jóan nes Eidesgaard við Sosialit >Vit skulu hava eina upp gerð við danir. Teir hava ikki uppiborið nakað ann ad.« Eg skrivaði eina viðmerk ing í Sosialinum, har eg ma tók soleiðis til »Men hvat liggur í orðu- num hjá Jóannesi Eides- gaard? Frammanfyri hevur hann sagt, at teir vilja vera verandi innan fyri ríkis- felagsskapin. Tað kann so ikki vera uppgerðin Heldur skal tað skiljast soleiðis, at eftir eitt val skal Javnaðarflokkurin hava rokfund við stjórnina. Neva duk. Hvøss orð. Og kanska skulu Nyrup og Eidesgaard rætta tong. Tá tað er gjørt hava við danir vit havt seina uppge rð So er liðugt Tað var júst hendi. Nú hava teir rætt tong, og so er hetta, sun alt í lag! Men sjálvandi fer Jóar nes Eidesgaard ikki at kast seg í føvningin á tingbólki num hjá sosialdemokratu num á Fólkatingi í hesi ella Finnbogi Ísakson Lesarabrøv Tåpuligur spurningur Tá skift verður orð um loys- ing-samband og grundgev- ingin fyri sambandi er við at vikna, kemur ósvitaliga spurningurin frá sambands- síðuni um, hvgr ið skal gjalda loysingina. Sjálvandi er tað bert ein sum skal gjalda loysingina, og eru tað føroyingar sjálv- ir. Aftan fyri fáa vit fult ræði í egnum landi og ta sjálvs- virðing og ábyrgdarkenslu, sum harav stendst. Sjálv- andi skulu danir ikki gjalda fyri at vit taka yvir tann rætt og tær skyldur, sum vit eru borin til. Síðani staðfestir sam- bandssíðan at so hava vit ikki ráð til loysing. Hygg bara! Okkara fíggjarlóg javnvigar við meira enn 2000 milj. og okkara út- flutningur er bert nakað tað sama. Hertil er at siga, at pengar hava tann eginleika at kunna ganga aftur. So at siga at kunna brúkast fleiri ferðir. Og ikki høvdu vit havt tann óneyðugt dýra yvirbygningin, um ikki danir fluttu eina miljard krónur til Føroyar um árið. Slúkt rátt eftir danskari fyri- mynd av sambandsflokkin- um og av fólkaflokkinum og sett í verk av einum dana. Ikki tilvildarligum, men sendur av donskum myndugleikum. Fyri at halda okkum til danir, men helst av øðrum kaliber. Danski professarin í búskapi, Paldam, hevur sagt og víst á, at »alle over- førselsøkonomier har det skidt«. Eisini hevur hann roynt at mett um livistødid í Føroyum aftan á at blokk- urin er tikin burtur og kem- ur til ta niðurstøðu, at tað vil vera åjavnt við livistóðið í Skotlandi. Sjålvt sokallaðir »loys- ingarmenn« tagna, tå spurn- ingurin um hvør ið skal gjalda loysingina stingur seg upp. Antin er tad av få- vitsku efla tvørrandi áræði at so er. Bert ein tåpulingur ella ein, sum hevur mist alt sjålvsålit, kann fåa seg til at seta spurningin um, hvør ið skal rinda loysingina. A. Guttormur Djurhuus Hvi skal alt vera í Havn, TFL? Hesa seinastu tíðina hava vit sæd i blødunum, at kjak- ast hevur verið um útjað- aran í Føroyum kontra høv- uðsstaðargki (Tórshavn). Gongdin hesi seinastu árini er ræðandi, tí útjaðaragkini minka og minka fyri hvørt ár, meðan Havnin tilsvar- andi veksur ár fyri ár. I løt- uni býr ein tridingur av Før- oya fólki i høvudsstadar- økinum, og um verandi gongd heldur fram, ja, so ganga bert nøkur få år, so býr helvtin av fólkinum í Havn. Av tí sama hevur Havnin eisini ógvuliga stór- ar trupulleikar við barna- ansing og við at finna býli til allar tilflytararnar, sum koma frá bygdunum. Grundin til at Havnin bara veksur er eirføid. Næstan øll tey almennu arbeiðs- plássini í Føroyum — sum fyri tað mesta blokkstuðul- in og útjaðarin rinda fyri — liggja í Havn (kontórs- Havn“). T.v.s. at tey >góðu< arbeiðini eru í Havn, meðan tey >minni góðu< eru á bygd. Eg vóni, at politik- ararnir gera okkurt við hesa sera skeivu gongd. Hví kunnu ikki onkrir almennir stovnar flytas úr Havnini út á onnur gki í hesum inter- net-tíðum? Hví skal fólkið altíð flyta til teir almennu stovnarnar? Hví kunnu teir almennu stovnarnir ikki onkuntíð flyta til fólkið? Tað, sum annars fekk meg at tríva í pennin, var avgerðin hjá Telefonverki Føroya Løgtings (TFL) nú um dagarnar at niðurleggja ta sera góðu nummarkall- tænastuna (54), sum norð- oyingar hava havt stóra gleði av í mong Harrans ár.. 54 hevur givið norðoying- um eina tænastu, sum 0033 als ikki hevur kunnað veitt. Starvsfólkini, ella telefon- damurnar, hava verið lokalar og harvið inni í ung- unum her norðuri. Orsøkin til niðurleggingina skal vera, at nú verða Norð- oyggjar digitaliseraðar, og tí kann tað gamla analoga telefonborðið ikki nýtast longur. Ja, men hví skifta tit ikki tað gamla borðið út við eina teldu? Tað bleiv gjørt i Havn, so tað mátti eisini borið til í Klaksvík Havnin bleiv jú eisini digi- taliserað, og 0033 er ikki niðurlagt mær vitand. Fýra telefondamur eru uppsagdar í Klaksví í sambandi við niðurleggingina, og spurn ingurin er so, um fýra aðrar verða settar í starv í Havn, nú allir norðoyingar eftir øllum at dóma mugu ringja 0033 í framtíðini, og mugu bíða upp í ein minutt áðrenn teir sleppa framat. Eg helt, at eitt av endamálunum hjá nýggja TFL-stjóranum var at betra um tænastusteðið, men í hesum før er tænast- an sparkað fleiri Harrans ár aftur í tíðina Staðfestast má altso, at alt skal til Havnar, t.v.s. bæði arbeiðspláss, og harvið fólkið. Eg rokni ikki við, at norðoyingar fara at góðtaka hesa niðurlegging, og eg fari at heita á Klaksvíkar býráð um at mótmæla hesi avgerð á røttum stað. Eg haldi, at ein stovnur sum TFL, ið svimur í pengum, átti at varðveitt hesa tæn astu, sum norðoyingar hava verið so glaðir fyri í so mong ár Við tøkk fyri upptøkuna, sera skuffaður