mikudagur 25. mars 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hví velja fólkafloks-
fólk svarta samband
Oddagrein
NÚ valið nærkast er rætt at seta kikaran á fólkaflokkin
og hansara afturvendandi friggjari til sambandið. Er
fólkaflokkurin ein sambandskur flokkur soleiðis sum
Óli Breckmann hevur gjørt og vil gera hann til, ella er
ein hann ein sjálvstýrissinnaður flokkur, soleiðis sum
mong fólkafloksfólk helst vilja síggja sín flokk!
TAÐ man níva og kennast svárt fyri nógvar at teimum
góðu gomlu fólkafloksstuðlunum at síggja og hoyra,
hvussu formaðurin í tingbólkinum hjá fólkaflokkinum
nýtir eitthvert høvi til at toga og snara fólkaflokkin
longur móti sambandinum. Tað er eingin loyna, at Óli
Breckmann er sera sambandskur og sendingin í sjón-
varpinum herfyri, har hann hålsfevndi sambands-
flokkin fyri enn eitt valskeid man kennast herskin fyri
mong fólkafloksfólk, sum halda, at flokkurin hevur am-
ast nokk uppat sambandsflokkinum.
TAÐ er eisini legið, at hesin framherji cg fremsti tals-
maður fólkafloksins skal hava so frítt spæl til at reka
sína sambandsku linju. Hvussu ber tað til, at eingin
talar at. Eru Anfinn Kallsberg, John Petersen og allir
aðrir fólkafloksstuðlar eins sambandskir! Og er tað
so, at tey ymsu málini fólkaflokkurin gongur inn fyri,
hava oll størri tydning enn at gera Føroyar meira sjålv-
bjargnar! Hevur fólkaflokkurin heilt mist sín sjálv-
stýrisidentitet - um hann nakrantíð havt nakran man
onkur spyrja, nú sambandsvongurin í flokkinum hevur
sett út í kortið í mong mong ár. Hvussu kann nakar
taka ein flokk fyri fult, sum á sínum landsfundi erklerar
seg sum sjálvstýrisflokk - fyri síðani at lata sín fremsta
talsmann sama dag sum val er útskrivað at hava sín
fremsta aðalmál samstarv við sama sambandsflokk,
ið hevur sagt kortnei til alt, sum luktar av sjálvstýri!!!
JÓGVAN SUNDSTEIN hevur ongantíð verið bangin fyri
at siga sína hugsan og greiðu meining - heldur ikki tá
tað ræður um sínar egnu. Hetta eigur hann rós uppi-
borið fyri. Nå um dagarnar vísti hann á stóru 6nøgd
sína við júst sambandsku linjuna hjá fólkaflokkinum
við ÓB á odda. Og hann legði dent á, at tað er ikki ÓB
sum er formaður, men Anfinn Kallsberg. Rætt er tað,
men hvussu ber tað so til, at ÓB sleppur at markn-
adarføra fólkaflokkin! Var tað kanska bara fyri at vinna
fólkatingsmannin aftur - og nú tað nærkast løgtings-
valinum, tekúr Anfinn Kallsberg yvir! Merkir hetta ikki,
at fólkaflokkurin í veruleikanum ongan flokspolitikk
hevur. Tað veldst alt um , hver er talsmaður til eina og
hverja tíð, hvat flokkurin skal halda. Nú bíða vit so
eftir, at onkur annar enn ÓB skal taka orðið og venda
plátuni. Til eitt løgtingsval riggar sjålvstyrismelodiurin
kanska betri. Tí mugu vit nú rokna við, at fólkaflokkurin
- ikki tí at hann er vorðin meira sjálvstýrissinnaður -
fer at spæla uppá teir meira nationalu streingirnar. At
ÓB verður skiftur út við Anfinn
Á landsfundinum herfyri var gjørt greitt, at flokkurin
fór at leggja meira á sjálvstýrisbógv. At hetta skal verða
ein samtykt á einum landsfundi sigur næstan alt, tí
ein skuldi trúð, at hetta var so grundfest í flokkinum,
at tað ikki nýtast at varpast út. Jú - hetta var neyðugt
av taktiskum orsekum - fyri at metta teir sjálvstýr-
ishugaðu fólkafloksmenninar . Hetta varð drigið fram
fyri at markera og útmelda, at sambandska linjan hjá
OB og eðrum fólkafloksmonnum, er ikki tann rætta at
fara til løgtingsval uppá
FYRI okkum kann fólkaflokkurin eiga sambandið og
sambandið eiga fólkaflokkin. Eitt er tað, at hesir flokkar
nú hava hildið saman í hesi turbulentu ár. Men at
oddamaður floksins omanå hetta fríggjar til samband-
ið sama dagin sum val er útskrivað man hava fallið
mongum sjálvstýrissinnaðum fólkafloksmanni fyri
brósti. Nú mugu flokkarnir á miðjuni og til vinstru í
foroyskum politikki leggja sær hetta í geyma. Foroya
fólk má forða fyri, at vit fáa eitt sambandskt og ulta-
konservativt landsstýri eftir valið. Her eiga allar góðar
kreftir at hjálpast at. Førovar hava ikki brúk fyri einun
røkur amhan D tikk
Sosialurin
Javnaðarflokkurin má
fara í arbeiðsklæðini
Fólkatingsvalið er av, og
javnaðarflokkurin eigur at
leggja sigursrúsin aftur um
seg og fara í arbeiðsklæðini.
Vit vinna ikki fram á í
einum komandi løgtingsvali
við tí umrødu, sum hevur
verið og framvegis ikki tyk-
ist at fáa enda aftan á fólka-
tingsvalið.
Tað valið er av og nú má
farast til verka, tí viðurskift-
ini her á landi loysast ikki í
danska fólkatinginum. Tað
stendur eitt avgerandi løg-
tingsval fyri framman, og
helst skuldi flokkurin fingið
eina framgongd, sum vil
tryggja møguleikan fyri, at
flokkurin kemur í eina
landsstýrissamgongu.
Tí má farast til verka her
og nú. Um hesin møguleiki
gleppur okkum av hondum,
verða tey komandi árini ring
at koma igjøgnum, ikki bara
fyri flokkin, men fyri Før-
oya fólk.
Sum eg so mangar ferðir
havi sagt og skrivað, so er
javnaðarflokkurin tann
besta trygging fyri tilveruni
hjá okkara fólki. Vit eru ein
arbeiðara- og fiskimanna-
flokkur og á tí almenna
økinum vilja vit tryggja
okkara fólki eina góða til-
veru. Tey, sum hava bygt
hetta samfelag, skulu vita,
at ellisár teirra skulu verða
trygg. Tað gerst við tí, at vit
skulu tryggja arbeiði til allar
hendur bæði á sjógvi og
landi. Vit skulu tryggja okk-
ara útróðrarmonnum og
fiskimonnum góðan fiska-
prís, soleiðis at tilvirkanin
verður her heima. Tá tað er
framt, kunnu vit eisini
tryggja okkara eldru teirra
ellisår
Flokkurin er i framgongd
og hevur fingid løgtings-
limir, sum vóru valdir á lista
verkamannafylkingar. Tað
at henda tilgongd er framd
uttan val, er bara gott, um
tað verður soleiðis, at tað
heldur til eitt val, tí verka-
mannafylkingin var eitt
mótmæli ímóti tí politikki,
sum flokkur okkara førdi,
og persónliga haldi eg, at
tann kritikkur var rættur,
men nú er tað lagt afturum,
so nú er at líta framyvir,
sum vil vera ein styrki fyri
verkamannafjøldina.
Standa vit saman, vinna vit
á mål. Tí eitt må vera greitt,
at tað eru nógvir vandar á
ferðini. Hinir flokkarnir
liggja ikki á lætu síðuni.
Teir hava havt landsfundir
og frá teimum ljóðar greitt.
at nú skal loysingin takast
og við tað, at tær stóru
broytingarnar eru farnar
fram í sambandsflokkinum,
so er tað ikki bert spurning-
ur um samband ella loys-
ing, eisini á hesum økinum
hevur okkara flokkur tey
greiðastu boðini.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur aftan á landsfundin greitt
sagt frá, at einasta gongda
leiðin er loysingin, og at teir
bert fara í samgongu, um
hetta verður framt. Ein so
avgjørd støda til eitt so stórt
álvarsmál, ger tað torført
aftan á løgtingsvalid at
finna eina arbeiðssama
samgongu, tí flokkur okk-
ara er ikki ein loysingar-
flokkur, somuleiðis hevur
fólkaflokkurin, helst fyri
ikki at standa aftan fyri tjóð-
veldið á tí tjóðskaparliga,
eisini boðað frá loysing. Tó
hevur hvørgin flokkurin út-
greinað, hvussu hetta í veru-
leikanum skal skiljast. Tað
figgjarliga grundarlagið
undir slíkari avgerð fyri-
liggur ikki.
Ein loysing við donskum
stuðli er væl ikki tað, sum
hesir flokkar hava í hugan-
um. Verður tað so, at loys-
ingarflokkarnir vinna valið,
so mugu teir fremja í verki
tað, sum teir hava boðað frá,
og tað kemur at kosta. Tí
verður tað sera áhugavert,
tá sagt verður frá loysingar-
flokkunum, at teir hava
ætlanir klárar. Spurningurin
verður, hvør skal gjalda, og
hvar skal skerjast.
Sambandsflokkurin hev-
HH
ur stórar trupulleikar, sum
eru sjålvgjørdir. Vit vóru í
samgongu við teir, men
føldu okkum ikki heima har,
tí tað var Ogjørligt at koma
við nýhugsan. Um tað var
gøjrt, so var hóttan við vali
frammi. Nú sigur flokkurin
frá, at teir eru til reiðar at
fremja nýhugsan á tí ríkis-
rættarligu støduni. Bara tað
ikki er ov seint, nú loysing-
arflokkarnir føra seg fram.
Tað kann ikki sigast, at sam-
bandsflokkurin livdi upp til
slagorð sitt við seinasta val:
>Vit hava loysnirnar<, inn-
anhýsis trupulleikarnir í
flokkinum siga frá, at teir
hava ongar loysnir.
Teirra drepandi innan-
hýsis maktstríð er í veru-
leikanum at harmast um.
Við øllum hesum, sum er
framt á tí politiska vøllin-
um, eigur nú javnaðarflokk-
urin at leggja fólkatings-
valið aftur um seg og fara
til arbeiðis. Veruleikin er
tann, at okkara flokkur, um
rætt verður borið at, kann
fáa ta styrki, sum krevst fyri
at fremja tiltøk heildini at
gagni, og við tí stuðli, sum
nú kemur aftur frá verka-
mannafylkingini, kunnu vit
vísa og fremja í verki tað,
at okkara flokkur er ein
fiskimanna- og verka-
mannaflokkur, og er ein
flokkur, sum byggir tilver-
una å okkara rikisrættarligu
stødu, sum tryggjar okkum
samstarv til gagns fyri Før-
oya fólk.
Sverre Midjord
Frá
Sandoyar Sýslu
Javnaðarfelag
Ársaðalfundur
og
uppstillingarfundur
til logtingsvalið
verður
hóskveldið 26. mars, kl. 20.00
í Eiriksgarði í Dali
| Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag
Á - )
H
H
kl. 16—18. Tlf. 10645.
Barna- og ungdomstelefonin
hjá Barnabata/Reyða Krossi svarar månadag frå
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara
REINHOLD RASMUSSEN,
Skåli
andaðist í heiminum månamorgunin 23. mars.
Jarðarferðin verður úr Skála kirkju hósdagin 26.
mars kl. 14.00.
Vegna tey avvardandi
Jonetta