Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 57 — 25. MARS 1998 tíðindablaðið Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður: = Eg velli ongan | formann — Eg havi tríggjar møguleikar: At gera avtalu við før- oyska veljaran, við Óla Breckmann ella við Poul Nyrup Rasmussen. Eg fari at halda vallyftið, sum vit góvu velj- arunum - og taki tí ikki stóðu til, hvór verður formaður í Fólkatinginum, sigur Jóannes Eidesgaard EIRIKUR LINDENSKOV — Eg fari ikki at greiða at- kvødu, tå fólkatingið í dag fer at velja nyggjan for- mann. So greida nidurstødu er nýggi føroyski fólkatings- maðurin, Jóannes Eides- gaard komin til í samband við, at stórt trýst hevur verið lagt á hann um at stuðla val- inum av javnaðarkvinnuni, Birte Weiss. Og hervið økist spenningurin í donsku pol- itisku skipanini enn meira, tí stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen tykist leggja Birte Weiss, formansval- evni Javnaðarfloksins sera stóran dent á ikki at tapa stríðið um formannin. Jóannes Eidesgaard sigur, at hann framvegis stendur fastur við sítt lyfti um ikki at blanda seg í danskan inn- anrikispolitikk. Og er tað orsøkin til, at hann ikki fer at greiða atkvødu til for- mansvalið í dag. — Eg havi triggjar møgu- leikar: — Eg kann gera eina av- talu vid føroyska veljaran - so sum eg longu havi gjørt - um ikki at blanda meg í danskan innanríkispolitikk. — Eg kann gera eina av- Ivar Hansen, formans- valevni Vinstrafloksins talu við Ola Breckmann um, at vit báðir atkvøda og har- við neutralisera hvgnn ann- an - og harvið at blanda okkum í danskan innanrík- ispolitikk. — Ella eg kann gera eina avtalu við Poul Nyrup Ras- mussen um valið av for- manninum. Men tá blandi eg meg eisini í danskan innanríkispolitikk og bróti avtaluna við føroyska velj- aran. Tað ætli eg mær ikki at gera, segði Jóannes Eid- esgaard, tá vit hittu hann á flogvøllinum í gjár, beint áðrenn hann fór í flogfarið hjá Atlantsflog til Keyp- mannahavnar. — Eg havi givið míni val- lyfti, so sum eg fleiri ferðir havi víst á síðani valið í síðstu viku. Eg havi gjørt eina avtalu við stjórnina um bankamálið, um skuldar- spurningin og um ríkisrætt- arligu viðurskiftini. Við hesu avtalu eru danski Javn- aðarflokkurin og føroyski Javnaðarflokkurin komnir ásamt um, at eg ikki fari at fella stjórnina. — Tað er bara tað, vit eru komin ásamt um, og harvið verður tað - eg greiði ikki Jóannes Eidesgaard í Fólkatingssalinum. I dag fer hann at trýsta á atkvøduknøttarnar fyri fyrstu ferð. Hann hevur møguleikarnar at trýsta á »ja ikke«. Hann velur síðsta møguleikan atkvødu um tingformannin. Frå sum rådharri - at gerast formadur Tvinni formansuppskot eru, Birte Weiss úr Javnaðar- flokkinum, sum f gomlu stjórnini var heilsumálaráð- harri. Júst tí Poul Nyrup Rasmussen hevur ætlað henni formanssessin, var hon ikki millum ráðharranar í nýggju stjórnini. Hitt valevnið er Ivar Han- sen ur Vinstraflokkinum, sum seinastu tidina hevur verið formaður í tingbólki- num hjá Vinstra. Tey hava bæði 89 atkvødur í part av teimum 179 atkvødunum, sum eru í fólkatinginum. Tað er eingin loyna, at tað hevur leikað hart á Jóannes Eidesgaard um at atkvøda fyri Birte Weiss, men longu á fundinum við Poul Nyrup Rasmussen og leiðsluna í danska Javnaðarflokkinum hoskvøldid gjørdi Jóannes Eidesgaard greitt, at hann ikki fór at taka lut í atkvød- ugreiðsluni um tingfor- mannin. Oli Breckmann tungan Hinvegin fer Oli Breck- mann uttan iva at atkvøda fyri borgarliga valevninum, og sostætt verda tad ikki donsku fólkatingsmenninir, sum koma at gera av valið. Oli Breckmann verður tískil tungan á vágskálini sum ger, at nýggi fólkatingsfor- <, >nej< ella >stemmer Mynd: Eiríkur Lindenskov maðurin verður funnin við lutakasti Fær Poul Nyrup Rasmus- sen ikki Sentrumsdemokra- tarnar at stuðla valinum av Birthe Weiss, verður talan um eina sera spennandi at- kvødugreidslu, og verður Jóannes Eidesgaard tann á- hugaverdasti = fólkatings- maðurin, tá trýst verður á knøttarnar. Øll tey 356 eyg- um i fólkatingssalinum fara at venda móti honum, eins og øll upptekutól, sum eru í salinum Stendur á jøvnum, so verður valið avgjert við lut- akasti, og er tad sera óhepp- ið fyri stjórnina - at fyrsta atkvødugreidslan skal av- gerast við lutakasti Fleiri uppstillingarfundir verða í kvold Meðan hvør flokkur kundi stilla upp 54 valevni til seinasta løgtingsval, hevur broytingin í vallógini við sær, at hvór flokkur nú kann stilla upp 45 valevni EIRIKUR LINDENSKOV Í dag er ein vika liðin, síðan løgmaður skrivaði út løg- tingsval at vera 30. apríl, og valfelggini eru tískil farin at fyrireika seg til valið. Vallógin sigur, at uppstill- ingarlistarnir skulu verða valstýrinum í hendi í sein- asta lagi tríggjar vikur innan valið. Feløgini hava tí tvær vikur at gera listarnar klárar. Fleiri feløg hava fyri mánaðum síðani hildið fyrsta uppstillingarfundin. Í kvøld hevur Suðurstreym- oyar Javnaðarfelag 2. og møguliga 3. uppstillingar- fundin í felagshølunum á Argjum. Fleiri uppskot eru longu innkomin til listan, og verður hann endaliga stað- festur í kveld, verður tað helst við atkvødugreidslu. Norðoya Javnaðarfelag og Norðstreymoyar Javn- aðarfelag hava somuleiðis 2. og møguliga 3. uppstill- ingarfund i kvøld og Gøtu Javnadarfelag hevur upp- stillingarfund. I annadkvøld hevur Sand- oyar Syslu Javnaðarfelag uppstillingarfund i Eiriks- garði í Dali, og leygardagin klokkan 17:00 hevur Vágs Javnaðarfelag fund við Henriki Old og Kristian Magnussen. Har fara tey at viðgera politisku gongdina og uppstilling. Borðreitt verður við smyrjibreyði Síðani seinsta løgtingsval er vallógin broytt soleiðis, at nú kunnu ikki eins nógv stilla upp. Fyrr stóð í lógini, at tað kunnu stilla upp dup- ult so nógv valevni, sum umdømisvaldir tingmenn eru i valdøminum. Fyri Sudurstreymoyar valdømi merkir tað, at nú kunnu bert 11 valevni stilla upp, meðan tað framman undan vóru 16. Talið av teimum, sum kunnu stilla upp, er soleiðis (tølini í klombrum eru tey gomlu): Norðoya valdømi: 7 (8) Eysturoyar valdami: 8 (10) Nordstreymoyar val- dómi 4 (4) Våga valdømi 4 (4) Sudurstreymoyar val dómi 11 (16) Sandoyar valdømi 4 (4) Suduroyar valdømi 7 (8) endurgjald Javnaðarlistin Mynd: Jen: Kristins Vang. Tað er bert í teimum trimum smáu valdómunum, Vágum Norðstreymi og Sandoy, at talið á valevnum verður óbroytt