mikudagur 25. mars 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 57 — 25. MARS 1998
tíðindablaðið :
si nn y
Longd fyrningarfroist
kann skaða løgmann
Fremsta orsøkin fyri, at løgmadur ikki longu nú hevur fingið eitt misålit tykist vera,
at tingmenn í samgonguni eru ræddir fyri, at so rýkur bankamálið endaliga á gólvið.
Verður fyrningarfreistin longd, ja so tykist stóðan vera ein heilt onnur...
NICLAS JOHANNESEN
Hóast at kalla øll tingfólk í
størru flokkunum uttan tann
vongurin í Sambandsflokk-
inum, sum stuðlar løg-
manni, hava Seinastu dag-
arnar havt á orði, at løg-
maður eigur ikki at vera
leiðari fyri samráðingunum
við danir, so verður neyvan
nakað misålit móti løg-
manni lagt fyri tingið.
Hetta kann tó broytast,
um løgmaður fær donsku
stjórnina at leingja fyrning-
arfreistina.
Partamaðurin hjá Ed-
mundi Joensen, Bjørn á
Heygum, hevur beinleiðis
sagt, at løgmadur er
óútrokniligur. Kortini velur
Bjørn at vera parlamen-
tariskt grundarlag undir
einum manni, hann heldur
vera óútrokniligan.
Um hetta sigur Bjørn á
Heygum.
— Fær løgmaður eitt mis-
álit nú, so verður landsstýrið
handlingslammað og kann
ikki taka týðandi politiskar
avgerðir. Og harvið kann
bankamálið fara upp aftur
meira av sporinum. Fyri
mær er ongin ivi um, at vit
føroyingar gerast veikari
fyri hvønn dag sum gongur.
Av somu orsøk haldi eg tað
vera sera óheppið, at
løgmaður skrivaði út nýval
á tann hátt hann gjørdi.
— Nú mugu vit-so bara
bíða eftir og vita, um
fyrningarfreistin = verður
longd.
Verður hon longd, fert tú
so at taka undir við einum
misáliti móti løgmanni?
— Tað veit eg ikki, Men
tá verður stødan ið hvussu
er ein onnur.
Umboðini fyri flokkarnar á
tingi eru ikki samd um, um
løgmaður er "fullgóður"
Eyðuni Nolsøe og Taxi á pall
Leygarkvøldid 4. apríl fara Eyðun Nolsøe Band og nýggi fóroyski bólkurin
Taxi á pall saman í ítróttarhóllini á Kambadali
NICLAS JOHANNESEN
Tað er lagt upp til eitt brak
av einum rockkvøldi, tå
føroyski útisetin Eydun
Nolsøe vitjar í landinum við
sínum orkestri. Hann hevur
sligið seg saman við nýggja
bólkinum Taxi, sum føroy-
ingar uttan iva fara at hoyra
nógv til í framtíðini.
Við Solo í rygginum
Eyðun Nolsge kom fyri jól
út vi fløguni "Solo”, sum
hevur selt sera væl.
Lagið “Tú vilt ikki dansa
við mær" hevur ligið
nummar 1 á 15 Teimum
Bestu hjá Heðin Arge
Jensen í UF, og fleiri løg á
fløguni hava uttan iva
potentiali at enda á hægstu
rók á føroysku tónatindun-
um frameftir eisini
Við á "Solo” hevur Eyð
un eisini sera dyggar tón
leikarar. Eitt nú ber til at
hoyra Leivur Thomsen á
guitara aftur á føroyskari
útgávu. Íkki síðan Føstu
fressaplátuna hjá Terja Ras
mussen, hevur tú hoyrt so
nógv til Leiv í popp og rock
hópi, sum á "Solo”.
Hinir, ið spæla við á fløg-
uni eru Jón McBirnie, bass,
Rógvi á Rógvu, trummur og
Magnus Johannesen á key-
board.
1, 2, 3, 4... Taxi
Taxi er fyrst og fremst
gamalt, gott, vín á nýggjar
fløskur. Her ganga nevni-
liga Magnus Johannesen og
Jón McBirnie aftur. Har-
aftrat eru teir báðir meira
ella upp aftur moirae kendu
Kim Hansen og Kaj Joh-
annesen eisini við í Taxi.
Kim og Kaj eru júst í
hesum døgum í studio sam-
an við júst Moirae (lesið
aðra grein), men nýggi
bólkurin Taxi fyllir nú eisini
ein stóran part av teirri tíð.
Limirnir í Taxi vóru nak-
að herfyri í studio og inn-
spældu tvey demolgg, sum
ávíkvist Kaj og Kim hava
gjørt. Nú verður so høvi hjá
stórri fjøld at hoyra Taxi
Nú verður karismatiski Terji Rasmussen aftur at hoyra á
fløgu við bólkinum Moirae
Moirae ger
nýggja fløgu
Moirae verða klárir við nýggjari fløgu
í summar. Teir eru júst byrjaðir at
spæla inni
NICLAS JOHANNESEN
Onki hevur verið at hoyrt
til Moirae seinastu mánað
irnar. Og tað av góðum
grundum
Bólkurin hevur nevniliga
læst seg inni í venjingar
hólum í Havn, har vant
hevur verið dúgliga. Nýggj
løg eru á skránni. Og nýggj
fløgu-utgåva er í pottinum
Mánadagin var spakuliga
riggað til í JakZac Studio í
Havn, har innspælingarnar
skulu gerast.
Tað eru skjótt tvey ár síð-
an fyrsta fløgan hjá Moirae
kom út. Hon hevði rætt og
slætt heitið "Moirae”. Allir
tekstirnir vóru á føroyskum
Eitt nú hevði Anker Eli
Mortensen skrivað fleiri
teirra.
Eisini á komandi fløguni
hevur Anker Eli skrivað um
helmingin av tekstunum,
meðan Terji Rasmussen og
Kaj Johannesen eisini hava
skrivað tekstir.
Meira rockur
Sum skilst, so verður kom
andi útgávan helst upp aftur
meira rockkend end tann
fyrsta fløgan hjá bólkinum,
sum eisini var tann fyrsti,
ið vann Prix Føroyar kapp
ingina
Hjalti Joensen, Kim
Hansen, Terji og K2j hava
allir skrivað løg til nýggju
fløguna
Fleiri teirra hava eisini
verið roynd í praksis, tá
Moirae hevur spælt kring
landið. Bólkurin mann vera
ein tann mest umbidni í
landinum, og seint í heyst
spældi Moirae u nóg
Mikkjal Joensen, bass-
spælari í M
Sosialinum, at
1
hava I
mal
ljóðblandað uttanlands, og
longu nú er tað greitt at
navnframi Oli Poulsen
verður aftan fyri knøttarnar
I Føroyum verður tað Jón
McBirnie, ið fer at taka sær
iv, at innspælingarnar vera
so g6dar sumgjørligt
Aftan å at fløgan er
komin ut, ætla limirnir i
Moriae út kring Inadid at
spæla i juni og juli
Komandi månadirnar skal
Hjalti Joensen at kalla
hvørt kvøld úr Runavikini
til Havnar at spæla inn
tónleik til komandi
Moirae-fløguna