Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 57 — 25. MARS 1998 tíðindablaðið >H rfi Næstu ferð fær tað avleiðinga VN Aðalfundurin hjá Føroya Arbeidarafelag samtykti einmælt at átala og at ávara eitt lokalfelag undir Føroya arbeiðrafelag Hendir tað seg aftur, at eitt lok- alfelag setir seg upp ímóti eini av- gerð hjá Føroya Arbeiðarafelag, fær tað avleið- ingar Ak! BERTHOLDSEN — Hendir tað seg einaferð afturat, at eitt tit nokta at fylgja eini avgerð hjá Før- oya Arbeiðarafelag, fer tað at fáa avleiðingar. — Hesi greiðu boð hevur eitt lokalfelag nú fingið frá Føroya Arbeiðarafelag. Forsøgan er, at táið Før- oya Arbeiðarafelag, og eini 20 onnur fakfeløg, legði ar- beiðið niður í 24 tímar tann 9. januar, at mótmæla fíggj- arpolitikkinum hjá lands- stýrinum, var tað eitt lokal- felag, sum alment boðaði frá, at tað varð ikki sinnað at fylgja avgerðini hjá FA um 24 tíma arbeiðssteðg. Tað slapst ikki undan, at málið var reist á aðalfund- inum í FA um vikuskiftid. Fundarfólk vildi hava at vita, hvgrjar avleiðingar tað fekk um eitt lokalfelag bein- leiðis noktaði at gera eftir boðum frá meginfelagnum. Átalaði og ávaraði Urslitid var, at aðalfundurin einmælt samtykti at átala framferðina hjá hesum lok- alfelagnum. Somuleiðis varð samtykt at senda lokalfelagnum bræv, har tað varð gjørt greitt, at tað fór at fáa av- leiðingar, um tað endurtók seg, at felagið gjørdi ímóti boðum frá FA. Líkist ongum Ingeborg Vinther, formaður í FA legði ikki fingrarnar ímillum táið hon lýsti málið. — Føroya Arbeiðarafelag kemur at standa illa fyri, táið eitt lokalfelag tekur stóðu beint ímóti meginfel- agnum. - Tað líkist púra ongum. Ingeborg Vinther segði, at tað ringasta var, at lokal- felagið, sum í hesum fórum gekk ímóti FA, ongantíð setti seg í samband við meg- infelagið at viðgerða stød- una. — Heldur fór tað beint í fjølmidlarnar at kunngera, at tað hevdi tikid avgerð ímóti Føroya Arbeiðarafel- ag. — Tað haldi eg er bein- leiðis óloyalt segði formað- urin í FA. Hon sigur, at tað er neyðugt, at øll feløgini í FA standa saman. Hon segði, at orsøkin til tiltakið hjá Føroya Arbeid- arafelag var tann ræðuliga gerð, landsstýrið gjørdi, at veita inntøkum uppá 500.000 krónur, skattalætta, alt ímeðan inntøkur, sum liggja heilt niðri á 50.000 krónur ikki fáa eina einastu krónu í skattalætta. „Elendigheitskrey“ --Og tey neyðardýrini, sum bara hava ALS á at líta, verða tveitt úr skipanini, táið teirra dagar eru taldir. --Og skulu tey so fáa for- sorgarhjálp, skulu tey lúka øll „elendigheitskrevini“ sum Almannastovan setir, fyri at hjálpa teimum. Og tað skal eitt lokal felag fara so langt at verja, at tað enntá fer ímóti Før- oya Arbeiðarafelag ?!? Pilka ein burturúr Ingeborg Vinther sigur, at tað, sum er forkastiligt, er, at landsstýrið tekur ein bólk burturúr øllum, og gevur honum sersømdir Og nú eru ikki øll líka fyri lógini Ingeborg Vinther sigur, at hon hevur altíð havt sum fortreyt, at báði FA og lok alfeløgini skuldu berjast fyri at verja verkafólkið, og tey veiku í samfelagnum Skulu vit ikki tað, er óneyðugt við fakfelølum, legði hon afturat Og tað kemur ómetaliga dátt við, at eitt felag tekur seg burturúr, og gongur ímóti eini samtykt í FA, tí hetta skuldi vera eitt tiltak ímóti fiskimonnum Men tað var tað ikki segði Ingeborg Vinther. Hon endurtók síðani, at talan var um eitt tiltak, sum var vent ímóti landsstýrin- um fyri at føra ein skila- leysan figgjarpolitikk og fyri at pilka åvisar lønar- bólkar burturúr heildini, og geva teimum sersømdir — Og hvussu kann eitt lokalfelag ganga ímóti eini avgerð í FA, tá ið okkara einasta „brotsverk“ er at verja okkara egnu limum Ikki ráð til skattalætta Ingeborg Vinther segði, at báði heimarøktin, eldrarøkt- in og heilsuverkið eru í sori. — Og tá hava vit ikki ráð til skattalætta. — Men skulu vit veita skattalætta kortini, so skulu tey allarveikastu bólkarnir sjálvandi hava skattalættan, segði Ingeborg vinther. Fekk átalu Ingeborg Vinther bað síðani aðalfundin gera av, hverjar avleiðingar tað skuldi fáa fyri hetta eina lokalfelagið, at tað hevði sett seg upp ímóti Føroya Arbeiðarafel- ag, og hevði noktað at fylgja eini samtykt hjá meginfel- Okkara einasta »brotsverk« var at verja verkafólkið og tey veikastu í samfelagnum. Og tað skal eitt lokalfelag hjá okkum sjálvum seta seg upp ímóti. tað líkist ongum og er beinleiðis ólóyalt, segði Ingeborg Vinther á aðalfundi í Føroya Arbeiðarafelag leygardagin Aðalfundur '98 agnum Og aðalfundurin samtykti so einmælt at átala fram ferðina skrivliga og at boða frá, at tað fekk avleiðingar Faa onki frá FA AKI BERTHOLDSEN Føroya Arbeidarafel- ag fer ikki at betala limum sinum endur- gjald fyri lønarmissin, sum limirnir høvdu. táið teir løgdu arbeið- 10 niður í 24 tímar tann 9. januar at mót- mæla fíggjarpolitik- kinum hjá landsstýr- imum. Ingeborg Vinther sigur, at stjórnin í FA hevur umrøtt spurn- ingin, men er komin til ta niðurstøðu, at tað er ikki ráðiligt at taka henda táttin upp at betala endurgjald, hverja ferð arbeiðs- steðgur er. Hon sigur, at fer FA undir slíkt, kann tað sláa botnin undan fel- agnum. Tí varð avgjørt ikki at betala endirgjald fyri dagin Ingeborg Vinther segði, at fyri tað fyrst- a var lítið arbeiðið um tað mundi av tí, at so nógv fiskavirki lógu still. Annars helt hon, at skuldi endurgjald lat- ast fyri dagin, skuldi tað verða lokalfelag- ið, sum læt endur- gjald, tí tað hevur ver- ið tað vanliga. Hon bleiv eisini spurd, um FA kundi lýsa arbeiðssteðg, utt- an at spyrja lokalfel- øgini. Men tad er onki i vegin fyri, segði for- maðurin í FA. Hon segði, at táið styttri arbeiðssteðgir hava verið, hava lok- alfeløgini ikki verið kallað saman til fund- ar. Ødrvisi er, táið samrådingar = hava verið, og verkfall hevur verið uppá tal. —Tå eru feløgini alt- få kallað til fund at vidgera støduna, segði formaðurin i FA.