Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 57 — 25. MARS 1998 Íslendski filmurin Agnes við hålvfør- oysku sjónleikarkvinnuni, Mariu Ell- ingsen í høvudsleiklutinum, verður nú frumsýndur í Føroyum Orð: Frants Jensen . Mynd: Jens Kr. Vang — Tað var ikki ein lættur leiklutur, eg hevdi í filmin- um Agnes. Filmurin kravdi nógv av mær bæði likam- liga og sálarliga. Kropsliga at eg skuldi vera sterk. og sálarligar at eg skuldi geva til kennar kenslur mínar, sigur Maria Ellingsen. - Men hetta er kortini nógv ødrvisi í mun til, tá ið eg byrjaði at spæla film fyrstu ferð sum 17 ára gom- ul — Um eg til dømis skuldi gráta, kundi eg brúka fleiri tímar at geva til kennar hes- ar kenslurnar fyrr enn upp- tøkulidid vóru nøgdir við upptøkurnar. — Nú siti eg saman við øðrum til ein minutt áðrenn upptøkurnar. Tá ið upptøk- urnar skulu gerast, fái eg fram tær kenslurnar, sum eru ætlaðar í filminum. — Sjálvt um tað kanska ganga dagar ímillum, áðr- enn framhald av somu upp- tókum skulu gerast. Hetta havi eg millum annað fingið lært á sjónleikara og film- skúla. Filmur og sjónleikur Rólig og einføld greiðir Maria frá lívinum framm- anfyri og ikki minst aftan- fyri leiktjaldið. Hon hevur nevnliga sum fá onnur nýtt síni evni innan fleiri økir. Hon spælir nevnliga bæði við í filmum og í sjónleik- um Tad er ikki nógv onnur sum hava tað uppá hendan mátan, sum eg havi tað Men tað er heldur ikki altíð so lætt at fáa alt at passa saman. Nú fríggjadagin skal eg til dømis aftur til Island at spæla við í einum sjón- leiki. Samstundis skal eg verða við at spæla inn ein nýggjan íslendskan film. — Tá ið tað er sjónleikur ert tú noyddur at vera við allatíðina, og alt má gerast í tí raðfylgjuni sum tað skal vera. Við filmi er ødrvisi. — Upptøkurnar verða ikki gjørdar í tí raðfylgjuni, sum søgan í filminum ber fram. Tá kunnu eisini upptøkur gerast umaftur. — I einum sjónleiki fái eg kanska eini 8 vikur at læra meg alt uttanat, men so má eg eisini duga tað. Men av tí sama kunnu sýningarnar gerast ymiskar, alt eftir, hvussu áskoðarnir eru. Fmurin Agnes byggir á eina íslendska søgn frå 1830. Fólk í Íslandi kenna søguna, og enn meta fleiri, at tað varð órættvíst og skamma seg yvir tað sum hendi. Filmurin varð tikin upp fyri fýra árum síðani, og kostaði 150 ísl. mill. kr. (uml. 15 mill. dk. kr.) Film- urin er vístur nógvastaðni í heiminum og seinasta tíðindablaðið NÁ - dl A - í Norðurlandahúsinum Maria visti um, var at hann var vístur í Kina við kin- verskari talu. Við í Santa Barbara Sjálvt um Maria bara er 34 ára gomul hevur hon verið við í nógvum filmum. Hon hevur verið við í fleiri ís- lendskum filmum, og nakað eftir at hon flutti til USA fekk hon ein leiklut í sjón- varprødini Santa Barbara. Her vóru spældar heilar 167 filmir. — Tá id eg var í Holly- wood sá eg næstan dagliga teir mest kendu sjónleikar- Br Maria Ellingsen, sum er hálvur fóroy arnar. Soleiðis er lívið har. Ein annar stórur munur er eisini. Eg verði ikki rík av at at verða leikari í Íslandi. — I USA hinvegin fekk eg hinvegin tad sama i løn um dagin sum eg mátti brúka ein mánað í Íslandi til. Maria er óivað vorðin mest kend frá tíðini, hon spældi í Santa Barbara, men hennara einasta filmsprís fekk hon í filminum Agnes, sum hon fekk fyri besta kvinnuliga leiklutin. Íslendskt tiltak Agnes verður sýndur í Norðurlandahúsinum í kveld kl. 19.00. Tað er 6- keypis atgongd. Í hesi vikuni verður eisini jazzkonsert. Tað verða teir tríggir íslendarnir Guð- mundur R. Einarsson, Olaf- ur Stephensen og Tómas R. Einarsson, ið fara at spæla mikukvøldid og leygardag- in í Café Nátúr. Saman hava teir verið víða um heimin og spælt. At filmurin og jazzkon- sertin er nú, hevur samband við tiltakið sum verður í Badmintonnhøllini í viku- skiftinum - friggjadagin fyri Hålvur føroyingur høvudsleik- lut i kendum islendskum filmi ingur, hevur høvudsleiklutin i islendska fiminum Agnes, sum verður frumsýndur fyritøkum og leygardagin er opið fyri øllum - har fleiri fyritøkur úr Íslandi sýna og bjóða fram verur og tæn- astur. Tað er TORREK (stytting av Tórshavn/ Reykjavík) sum stendur fyri tiltakinum. Bæði uttanríkisráðharrin í Íslandi og borgarstjórin í Reykjavík verða við til til- takið Mynd: Jens Kt Vang — Sum barn haldi eg at Føroyar var mítt annað heim, sigur Maria Ellingsen, sjón- og filmsleikari við fóroyskum bondum — Lært av mammu at vera tolin — Eg haldi eg havi tað frá mammu at verða meir jarðbundin, realistisk og ikki minst tolin, sigur Maria Elling- sen, sjónleikari og filmsleikari Frants Jensen Ikki bara tosar hon reint før- oyskt, hålvføroyingurin í Is- lendska filminum, Agnes. Hon tosar eisini reina suð- uroyarar dialekt. Mamma Mariu er nevni- liga úr Vági. Sum barn hevði hon Thorsteinson til eftirnavn. Sjálv hevur Maria ongantíð búð í Føroyum, men hon hevur ofta verið og vitjað. — Sum barn var eg ofta her í Føroyum og vitjaði familjuna. Hetta dámdi mær sera væl. Eina summarfrítíð arbeiddi eg eisini í Havn. Í Skálabúðini um dagin og á einum pylsuvogni um kveldið, sigur Maria. — Sum barn haldi eg, at eg kann siga at Føroyar varð mítt annað heim. Men nú er tað longri ímillum eg eri her og ferðist. Tá ið eg búði í USA var tað at koma heim at koma til Ísland. Tí er tað faktiskt 8 ár síðani eg var í Føroyum síðst. - Tað er stuttligt at koma aftur til Føroyar. Hesaferð er mamma við, og hon nýtir at ganga runt í Havn og síggja hvussu alt er broytt, sigur Maria. Tolin, realistisk og jarðbundin — At eg havi føroyska bak- grund eisini hevur havt sína ávirkan meg. Eg haldi meg hava tað frá mammu at hava bæði beinini á jørdini, at verða realistisk og ikki minst at vera tolin. Í yrki- num, sum eg havi, má ein veruliga venja seg til alla tað longu bíðitíðina Sum dømi nevnir Maria, at tá ið hon var í Hollywood vildi hon ikki búgva i sjålv- um býnum, men í staðin búði hon á einum bónda garði uttanfyri sjálvan býin Byrja í smáum Fyri fýra árum síðani kom Maria aftur til Island Umstødurnar fyri hennara yrki eru ikki tær som i USA sum i Islandi, men tad ber kortini til at liva sum sjón- leikari í Íslandi heldur Maria Í USA hildu tey tað verða ótrúligt at vit í Íslandi kundu gera filmir, tá ið tey hugsaðu um fólkatalið. Tað er bara tað av vit ofta gera ov nógv burturúr. Vit skuldu heldur lagað tað til okkara umstødur og gingið út frå ti Tað sama haldi eg eis mi, tit kundu gjørt i Før oyum. Ein má byrja í smá um, sigur Maria og vísir so leiðis evnini at seta seg inn í føroysk viðurskifti