mikudagur 25. mars 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
y
Terji Nielsen
I dag hevur Dånjal Petur Mar-
iusarson fødingardag, tilukku
vid ti. Av somu orsøk hevur
hann valt at senda nyggju fløg-
una hjå sær, Tested on Hum-
ans, å marknadin i dag.
Fløgan, sum Dånjal gevur ut i
samstarvi vid Creative Music,
er rættiliga forkunnug, tå um
foroyskan tónleik ræður. Til
domis eru 3 av teimum 10 leg-
unum instrumental, og har-
aftrat kann sigast, at okkurt av
løgunum er rættiliga "tekno-
merkt".
Hugskotið kom á
sjúkralegu
Í samreðu við Yngd sigur Dán-
jal, at hann fór at spæla sær
við tankan um eina útgávu,
meðan hann lá sjúkur á heysti í
1996. Í staðin fyri bert at liggja
í songini og keða seg, setti
hann seg við klaverið, og tað
fekk hann hugskotið til Tested
on Humans. Upprunaliga var
ætlanin, at flegan skuldi koma
á marknaðin longu fyri einum
ári síðan, men tað er í heilum
blivið seinkað av ymsum
orsøkum, men nú er hon so
komin!
Nógvir gestatónleikarar
Tað eru nógvir gestatónleikarar
á fløguni. Fleiri av teimum
hava kunstnaranøvn, so sum
KRAM, LAZZY. Men eitt nú
spælir guitarleikarin í Mark No
Limits, Jóhan Ziskason, allar
guitarnar á fløguni.
Songreddirnar eiga tvey rætt-
-hann fór at spæla
sær við tankan um
eina útgávu, meðan
hann lá sjúkur á
heysti í 1996. Í
staðin fyri bert at
liggja í songini og
keða seg, setti hann
seg við klaverið...
NR. 4
1. árg.
25. mars 1998
se
Fast í YNGD:
Floguummæli,
hittlistar og nýtt
uttan úr heimi ...
Ein ødrvisi føroysk tónleikaútgáva kemur á marknaðin í dag.
Dánjal Petur Mariusarson hevur staðið á odda fyri nýggju
útgávuni, sum er rættiliga óvanlig í foroyskum hepi
iliga óskrivað blød í føroysk-
um tonleikahøpi, nevnliga
Annika Midjord og Joan
Magnus Danielsen.
Annika hevur sungið nógv i
kóri, men tað er eingin ivi um,
at tað er gleðiligt, at vit nú
eisini sleppa at hoyra hana
solo. Jóan Magnus hevur
mangan sungið til eitt nú Live-
kveldini í Club 20 saman við
monnum úr Mark No Limits
YNGD var í býnum hóskveldið...sí inni í blaðnum
og Kjelum, og man hann hava
eina tí bestu reddina her á
landi.
KRAM eigur heiðurin
Dánjal sigur við Yngd, at
hevði tað ikki verið fyri
KRAM, so hevði fløgan
aldrin gjerst veruleiki. Hann
hevur hildið í nakkanum á
øllum, og tað er hann, sum
hevur framleitt, vegleitt og
mangt annað. Dánjal er komin
við hugskotum til løg, og so
hevur KRAM arbeitt víðari
við teimum.
Glaður tónleikur
Tónleikur er, sambært tóna-
smiðinum sjálvum, glaður
melodiøsur tónleikur, sum
skal lýsa kenslurnar hjá
honum sjálvum. Dánjal sigur,
at hann er sera spentur upp á,
hvussu tónleikurin verður
móttikin; hann hevur longu nú
frætt frá onkrum í Onglandi,
sum er áhugaður í at hoyra
meira frá honum! Hann sigur
sum er, at tað er eingin loyna,
at hann, eins og flestu aðrir
tónleikarar, gongur við einum
dreymi um at sleppa at royna
sín tónleik úti í heimi!