mikudagur 25. mars 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
á
Nr. 57 — 25. MARS 1998
tíðindablaðið SOS
Seinasta umfar í
flogbóltskappingini
Flogbóltur: Seinasta umfar í flogbóltslandskappingini varð leikt um
vikuskiftið. Hóast kappingin liggur still summarhálvuna, so fáa ikki allir
spælararnir frí, tí um vikuskiftið skulu landsliðini til Íslands at spæla tríggjar
dysti í part
So er seinasta umfar av
flogbóltskappingini farið
afturum, og so er tíð at gera
upp sø
Hjå kvinnunum gjørdist
tidliga greitt, at kappingin
hesaferð skuldi standa
millum Mjølnir og TB.
Fleyr, sum var meistari í
fjør, hevdi mist ov nógvar
leikarar til at kunna gera seg
galdandi í ár.
Eitt nýtt lið skal fyrst
spælast saman, og tað tekur
sína tíð.
TB hevur gjørt eitt ótrú-
liga stórt arbeiði í kvinnu-
deildini og tað arbeiðið hev-
ur so sanniliga borið frukt í
ár.
Og næsta ár verður enn
betri. TB vann 1. deild hjá
kvinnum og flytir tí upp í
meistaradeildina . Tað vil so
monnum í ár
siga, at TB næsta ár hevur
tvey lið í meistaradeildini.
Tað er flott.
So var tað Mjglnir. Tær
byrjaðu árið við tveimum
liðum í meistaradeildini,
men máttu sanna, at tað ikki
er so lætt, sum ein heldur,
at hava tvey lið.
B-liðið hjá Mjølni varð
tikið úr kappingini og so
vóru bert fimm lið eftir.
Hini bæði vóru ÍF og Drátt-
ur.
Tað vísti seg rættiliga
skjótt, at Mjølnir var sterk-
asta liðið. Tær vunnu røttu
dystirnar og gjørdu ikki
flogbóltin torførari enn
hann veruliga er.
Venjari teirra Klæmint
Isaksen hevur megnað at
spæla eitt gott lið saman.
Ein blandingur av gomlum
royndum leikarum, sum
Marjun og Vera, og ungum
framtíðarspælarum. Upp-
gávan er loyst til fulnar, lið-
ið gjørdist føroyameistari
og nógv meir kann ikki få-
ast burturúr.
Eisini Mjølnir
hjá monnum
Seinasta ár gjørdist Fram
Føroyameistari í flogbólti
fyri fyrstu ferð, í meistara-
deildini í hvussu er.
Teir hava eitt ungt lið,
sum hevur spælt saman í
fleiri ár.
Spælararnir eru stórir og
tað skuldi havt sínar fyri-
munir tá tað um flogbólt
ræður.
Men soleiðis er ikki altíð.
tað eru ikki altíð liðini ein
roknar við, sum vinna.
+ I
Fram hevur í ár fingið alt
ov lítið burturúr teirra styrki
— støddini.
Hjá Mjølni stóð eisini væl
til. Eins og hjá kvinnunum
var blandingurin millum
teir gomlu royndu og teir
yngru leikararnar, sum visti
seg at geva åvøkst.
Klæmint hevur evnað
sum fáur at fáa liðið at
spæla stødugt, og tað hevur
verið teirra sterkasta kort alt
árið.
Ikki hava teir spælt so
nógv betri enn hini liðini,
teir hava bara verið nógv
meira stødugir.
Hjá Fleyr vóru stórir trup-
ulleikar. Tilgongdin hevur
ikki verið serliga stór tey
seinastu árini, og tað gevur
at bíta nú
Tá kappingin byrjaði,
Tað vísti seg rættiliga skjótt, at Mjølnir hevdi besta liðið í meistaradeildini hjá
vóru seks leikarar á liðnum,
og tað er júst tað sum skal
til fyri at spæla ein dyst!
Síðani tá hevur ein ávís
tilgongd verið, og nú kapp-
ingarárið endaði, hevur
Fleyr heilar 10 leikarar tøk-
ar, so tað boðar frá góðum
til næsta ár.
Men meðalaldurin er høg-
ur. Og tí er at vóna, at teir
ungu dreingirnir sum
gjørdust danmarksmeistarar
í aldursbólkinum 16 år um
vikuskiftid, halda åfram og
mynda liðið um nøkur ár.
ÍF hevði eins og Mjølnir í
kvinnudeildini tvey lið, men
munurin var, at ÍF varðveitti
síni bæði lið alt árið, og tað
skulu teir eiga rós fyri.
Tað er torført at manna
tvey lið, og tí hevur kapp-
ingin um plássini á IF-
liðnum ikki verið nóg hørd.
B-liðið hjá ÍF flytir í lægri
deild og tá er at vóna at tað
fer at síggjast eftir á 1. liðið.
Upp í meistaradeildina úr
|. deild kemur SI, sum hev-
ur verið niðri og vent.
Teir flutti niður í fjør, men
teir hava verið heilt suve-
renir í ár.
Við á liðnum er ein lands-
liðsleikari og sjálvandi hev-
ur hann gjørt sítt til, at teir
hava staðið seg so væl, sum
teir hava.
Men aðrir eru eisini. Løg-
tingsmaðurin Jørgin Nicla-
sen, hevur roynt seg sum
flogbóltsleikari í nøkur år.
Tað er møguligt, at tað fylg-
ir við flokkinum, tí stavna-
maðurin plagdi vist eisini at
halda seg til hesa ítrótt tann
tíð tað var.
Eisini yngri kreftir eru við
á liðnum, og tí verður við
spenningi hugt eftir næsta
kappingarári.
Landsliðini út
Nú liggur landskappingin
still teir næstu seks mánað-
irnar, men í millumbilinum
fara landsliðini út at ferðast.
Um vikuskifti fara bæði
landsliðini til Íslands, har
tey skulu leika tríggjar dyst-
ir í part.
Menninir leika ein
fríggjadagin, ein leygardag-
in og ein sunnudagin, með-
an kvinnurnar leika tveir
dystir leygardagin og ein
sunnudagin.
Ferðalagið fer úr Føroy-
um fríggjamorgunin og
kemur aftur mánadagin.
Seinni, í apríl, fara lands-
liðini bæði til Danmarkar,
har tey skulu taka lut í ein
páskakapping í Rødovre
Flogbóltssambandið hev-
ur valt ikki at luttaka í Smá-
landakappingini á hesum
sinni, men hevur í staðin
valt at gera eitt stórt arbeiði
fyri at uppbyggja eitt sterkt
lið til Oyggjaleikirnar og til
næstu smálandakappingina
Tann kappingin verður í Ír-
landi um tvey ár.
sp
19
Tað er ikki oftari enn so
at eitt føroyskt lið kann
kalla seg danmarks-
meistari í flogbólti.
Men tað kann eitt lið
gera nú. .
Tað er dreingjaliðið
hjá Fleyr, sum um viku-
skiftið tók lut í DM-
kappingini hjá DGI í
Knebel, nakað uttanfyri
Árhus.
Teir fóru úr Føroyum
fríggjadagin og kapping-
in byrjaði leygardagin.
So væl gekst í hond hjá
teimum, at teir komu
víðari frá innleiðandi
umfarinum og endaðu í
sjálvari finaluni.
Finalan var ímóti ein-
um liðið úr Sorg á Sæ-
landi, og tann dystin
vunnu dreingirnir 2-0.
Settúrslitini vóru 15-13
og 15-11.
| Eitt oført avrik av hes-
| um ungu jassunum, sum
hava stríðst og strevast
fyri at sleppa avstad.
Ofta er striltið hjá lið-
um at savna pening til
tílíkar ferðir og soleiðis
var eisini í hesum før.
Kostnaðarmikil ferð
er tað, hóast hon bert
| varar í tríggjar dagar.
| Dreingirnir, ella for-
Fleyr danmarks-
meistari hjá DGI
Flogbóltur, dreingir 16:
Um vikuskiftid vann eitt
dreingjalið hjá Fleyr
danmarksmeistaraheitið fyri
yngri deildir |
eldur teirra, vóru noydd
at leggja uml. 2.500
krónur í ferðakassan,
men munnu tey ikki
verða stolt og fegin í
dag, at teir fóru? Tað er
lítil ivi um.
Dreingirnir hava givið
føroyskum flogbólti
góða umtalu í Danmark,
og tað er at vóna, at teir
nú hava fingið áræði at. |
halda áfram í hesi ítrótt- |
argrein. |
Men ikki nóg míkið |
við hesum. Tí hetta |
kappingarárið, sum nú
er lokið, hava dreing-
irnir eisini spælt í før-
oysku landskappingini.
Teir hava spælt í aðru
deild og hana vunnu teir.
Teir fingu 18 stig,
meðan ÍF á ødrum plássi
fekk 14 stig.
So teir hava rættiliga
gjørt um seg í ár.
Og so fáa teir væl
saktans eisini møguleik-
an at fáa triðja meistara-
heitið í hús, tå føroya-
meistarakappingarnar
fyri yngri deildir verða.
Her av Sosialinum
skal ljóða eitt stórt til-
lukku fyri tykkara
bragd. Tit hava verið
nakrir knassar.
sp
FM-kapping í badminton fyri
tey yngru verið í Vestmanna
Sunnudagin varð badmintonkappingin FM-98 í einmansleiki og tvímansleiki fyri
børn upp til 14 ár spæld í ftrøttarhøllini í Vestmanna. Finaluúrslitini vóru hest:
Bólkur undir 10 ár
einmansleikur gentur:
Jenny Nielsen (VÍF) - Christina Eriksen (VÍF)
einmansleikur dreingir:
Niclas Eysturoy (HBF) - Hilmar Kass Jacobsen (HBF) 11-1, 11-0
11-5, H1-1
Bólkur 10-12 ár
einmansleikur gentur:
Una Nielsen (VIF) - Margit Durhuus (VIF)
tvimansleikur gentur: ;
Gunn Jacobsen (VIFYTérunn Andreasen (VIF) -
Margit Durhuus (VÍFYTordis Simonsen (VIF)
einmansleikur dreingir:
Gunnar Poulsen (HBF) - Thomas H. Rubeksen (HBF)
tvimansleikur dreingir:
Gunnar Poulsen (HBFYThomas H. Rubeksen (HBF) -
Jákup á Lakjuni (ÍFyFritleif í Lambanum (IF)
Bólkur 12-14 ár
einmansleikur gentur: ;
Elin Hansen (HBF) - Jenny Niclasen (ÍF)
tvimansleikur gentur:
FM-98 i tvimansleiki verdur spælt å Kambsdali leygardagin 4. april
einmansleikur dreingir:
11-1, 11-0
11-7, 11-8
15-9, 15-11
15-5, 18-13
3-11, 11-6, 11-5
Bjartur Lamhauge (HBF) - Gunnar Poulsen (HBF) 15-0, 15-0
tvímansleikur dreingir:
Bjartur Lamhauge (HBF)Niclas Eysturoy (HBF) -
Karl Johan Djurhuus (VIFY/Jåkup á Lakjuni (IF) 15-12, 15-2