mikudagur 25. mars 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 57 — 25. MARS 1998
-
Flogbóltur, kvinnur: lað var ikki
væntandi, at Mjølnir-kvinnurnar foru
at tapa nakran dyst, nú
flogbóltskappingin nærkaðist
endanum. men líka løgdu Fleyr-
kvinnurnar í tað. Tær løgdu í vaðið
og spældu flogbólt sum tær ikki hava
gjørt fyrr í år, og vístu, at er viljin til
staðar, so er ongin uppgåva Omøgulig
Tað sá av álvara svart út hjá
Fleyr-kvinnunum í
ini av endaumfarinum, tá
tær lógu niðast
Men tær hava so sanniliga
vist, at tað er dugur í term-
um
Hetta sást serliga í tí
>horvna< dystinum, sum
var leiktur seinasta hós-
kveld. Horvna, tí hann
stendur ikki í nakrari kapp-
ingarskipan
Mjølnir var vorðin før-
oyameistari frammanund-
an, men hevði bert tapt ein
dyst undan hesum umfar-
inum
Men tað setti bert Fleyr-
leikararnar enn meira upp
Fleyr var væl fyri henda
dagin. Rúna Hentze, spæl-
skipari hjá Fleyr, leikti væl,
men tað vóru serliga tvær
sum stungu eitt sindur upp
um hinar henda dagin
Anna Dalsgarð spældi
sum í »ungdommens vår«
Í fyrsta setti og í byrjanini
av ødrum setti spældi hon
sum ein brandur
Hon fekk nógvar heving-
ar, gamani, men hon vann
stórt sæð alt hon nam við
Líka mikið hvat blokadan
hjá Mjølni gjørdi, so slóg
Anna framvið blokkinum
Tá tað er sagt, so skal eis-
ini sigast, at móttekurnar
hjá Fleyr henda dystin, og
tey fyrstu bæði settini ser-
liga, vóru nógv betri enn tær
plaga at verða
Hin spælarin var Eydna
Hermansdóttir. Hon spældi
ikki serliga nógv í byrjanini
á árinum, men fekk møgu-
leikan, tå endaumfarið byrj-
aði. Og hon brúkti hann
Ikki er hon stór, men hon
er sera effektiv í blokadu-
spælinum. Harafturat er hon
skjót, bæði í álopi og verju
og tað styrkir nógv um liðið
Í álopinum er hon til reiðar
hverja ferð og hon bindur tí
ein blokaduspælara á mid;
uni
I verjuni er hon sera skjót
å haklinjuni. Hon savnar
byrjan-
nógvar bóltar upp. sum hin-
ar ikki fáa hendur á
Tað er at vóna fyri Fleyr,
at hon heldur fram næsta ár,
ti har kann nógv gott spyr]-
ast burturúr, tað er vist
Fleyr gjørdi bart
i fyrsta settid
Fleyr legði trýst á Mjølnir
beinanvegin. Spælið var
sera ágangandi og her vóru
tað serliga Rúna Hentze og
Onnu Dalsgarð ein legði til
merkis
Ein av trupulleikunum
hjá Fleyr fyrr í ár var, at
spælararnir ikki tordu at
sláa bóltin. Ofta brúktu tær
fingraslag í ålopsstødu, og
tað merkti í flestu førum, at
tær fingu bóltin beint aftur
í heysin frá mótstøðuliðn-
um.
Í hesum dystinum gjørdu
tær bart beinanvegin og
eingin ivi skuldi vera um
hver vildi vinna dystin. Tað
vildi Fleyr
Men hóast settúrslitið
gjørdist 15-3, so tók tað ikki
minni enn ein hálvan tíma
at avgreiða hetta settið
Sera drúgt, men eisini
spennandi
Annað sett gjørdist enn
drúgvari. Leingi stóð á
jøvnum 1-1 og tað gekk
ongan veg. Hvørki av lið-
unum vildu sleppa hinum
framum og servan skifti frá
ðrum liðnum til hitt.
Men so byrjaði Fleyr at
draga frá
Aftur hesaferð var tað
Anna Dalsgarð, sum tók tað
tunga lessið á kantinum,
men hin kantáleyparin,
Rúna Heinesen, var eisini
væl við. Hjá Mjølnir gekst
hinvegin ikki so væl. Marj-
un Kalsø royndi av øllum
alvi, og Vera Larsen henni
á baki. men einki hjálpti
Fleyr tók settið 15-8, eftir
39 minuttum
Gongd á hjá Mjølni
Nú raknaði Mjølnir vid. Og
so gjørdu tær Fleyr kunstin
Marjun Kalsø liðskipari tekur ímóti FM-steypinum,
eftir og vunnu næstu settini
við júst somu sifrum sum
Fleyr vann tey fyrstu bæði
Í triðja settið fekk Mjølnir
rættiliga gongd á sítt spæl
Miðspælararnir byrjaðu at
vinna sínar bóltar, og servan
hjá Mjølni var skarpari enn
hon var tey bæði fyrstu sett-
ini
Hinvegin var Fleyr púra
steðgað upp. Móttókurnar
fóru í allar ættir, og áleyp-
arnir vunnu ikki tað tær
skuldu
Í fjórða settið var skilið
heldur betri, men rutinan
hjá Mjølnir helt teimum
omaná. Tær kroystu sitt
spæl igjøgnum og tað så út
sum hevði mødin gjørt kál
á Fleyr-leikarunum, men
tað skuldi visa seg gðrvísi.
Mjølnir vann triðja og
fjórða sett 15-3 og 15-8.
Fleyr setti seg
á Mjølnir .
Tað var væntandi at Mjølnir
nú fór at halda dampin uppi.
men tað høvdu Fleyr-kvinn-
urnar aðrar tankar um.
Tær settu seg á settið frá
byrjan og har vórðu tær sit-
andi
Nú var ongin ivi um hver
fór at vinna, og serliga vóru
tað tær tríggjar Rúna, Anna
og Eydna, sum settu seg í
gjøgnum.
Settið endaði 15-8 til
Fleyr og tær vunnu sostatt
dystin. Og tad var uppibor-
ið, tað er vist. Fleyr leikti
sera væl henda dagin, og tí
varð við spenningi bíða eftir
seinasta dystinum í kapp-
ingini, sum eisini stóð mill-
um hesi bæði liðini
sp
sum Mjølnir-kvinnurnar vunnu í år
Mynd: Finnur Justinussen
Tað eydnaðist
næstan hjá Fleyr
Flogbóltur, kvinnur: Nakrar fáar dagar undan dystinum
í Klaksvík vann Fleyr sínámillum dystin í Havn. Tí var
vón um ein spennandi dyst í Klaksvík, og so varð
Av tí at Mjølnir vóru meist-
arar frammanundan, so stóð
einki upp á spæl. Men tað
er nú altíð stuttligari at enda
kappingarárið við einum
sigri og so serliga tá ein er
vorðin meistari.
Men kvinnudysturin í
Klaksvík byrjaði beint øv-
ugt av tí roknast kundi við.
Lidini møttust í Havn
tveir dagar frammanundan
hesum dystinum og tå vann
Fleyr.
Tað var ti væntandi, at
Mjølnir fór at gera alt fyri
at siga takk fyri seinast, men
tað var hóast alt Fleyr, sum
var omaná, tað fyrstu tíðina
í hvussu er.
Dysturin gjørdist drúgvur.
Næstan eins drúgvur og
dysturin hósdagin.
Fleyr vann fyrsta sett 15-
10 og tað var eins og hós-
dagin Anna Dalsgarð og
Rúna Hentze sum vóru ser-
liga sterkar. Allar sum ein
arbeiddu fyri hvor aðrari, og
tí vunnu tær fyrsta sett.
Í ødrum settið raknaði
Mjølnir við, og tær vunnu
stórt, 15-6. Men munurin
var ikki so stórur sum sett-
úrslitið sigur. Nógvar
drúgvar spælstødur vóru,
men tá avtornaði var tað
Mjølnir, sum fór við stig-
unum.
Sama skil gjørdi seg gald-
andi í triðja setti
Mjølnir vann, men Fleyr-
kvinnurnar vóru ikki bíligar
til keyps!
Tá nú Mjølnir var komið
afturíaftur og hevði lagt seg
framum, so var væntandi,
at tær fóru at taka fjórða sett
lættliga. Og tað var eisini
mangt sum bendi á tað í
byrjanini av settinum.
Mjølnir streyk avstað, og
Fleyr fekk ikki svarað aftur.
Alopsspælið steðgaði heilt
einfalt upp, og Mjølnir
hevði lætt spæl.
Men hvat Fleyr-genturnar
hava tosað um í steðginum
er ikki gott at vita, tí tá
stødan var 14-6 til Mjølnir
byrjaðu tær av álvara at
spæla.
Og mín sann um ikki alt
tað sum í byrjanini av sett-
inum var horvið, nú kom
afturíaftur.
Spakuliga hálaðu tær seg
inn á Mjølnir, eitt stig fyri
og annað eftir.
Og tað var ikki sørt, at
áskoðararnir í Klaksvík
byrjaðu at bíta negl.
Rættur spenningur kom í,
tá Fleyr kom uppá 12-14 og
nú byrjaðu nervarnir at
spæla Mjølnir-spælarunum
eitt puss.
Fleyr kom enntá fram um
15-14 og hevði settbólt,
men einki hjálpti. Ov seint
var. Mjølnir vann bóltin og
fekk trý stig afturat, vann
settið 17-15 og harvið dyst-
in 3-1.
Men spennandi var tað í
øllum fórum. Og tað skulu
Fleyr-spælararnir eiga til
rós. Tær góvust ikki at
spæla hóast tað sá svart út.
Men Mjølnir vann sein-
asta dystin á árinum og tær
eru føroyameistarar í ár.
Tað vóru tær eisini áðr-
enn, men tær vóru nokk
fegnar um, at tær høvdu
hevnt tapið tveir dagar
frammanundan.
Vit ynskja Mjølnir til-
lukku við meistaraheitinum.
r-
Klaksvíkar Býráð hevur
latið flogbóltsfelagnum
Mjølnir 5.000 krónur
| afturfyri, at felagið í ár
vann meistaradeildirnar
| hjá bæði kvinnum og
| monnum.
| Eingin ivi er um, at
| hesin peningur fellur á
Mjølnir fekk 5.000
krónur frå býráðnum
eitt turt stað, tí tað er
rættiliga kostnaðarmik-
ið at reka eitt ítróttar-
felag í dag. Nógv ar-
beiði stendst av at reka
felagið, og ein stórur
partur av hesum arbeiði
er enntá ålønt.