hósdagur 26. mars 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 58 — 26. MARS 1998
tíðindablaðið +00
Magnus Fuglø, formaður í Aksturvinnufelagnum:
- Vit verða bumb-
aðir aftur í 70 árini
Tað gerst alt meira torført hjá bilfórarum at hava taxakoyring sum vinnuveg.
Seinast er reglugerðin fyri hýruvognskoyring broytt og løgd niðan í tingið,
og sum er steinur omaná byrðu, sigur Magnus Fuglø, formaður í felagnum
Seinasta útspælið í bankamálinum:
Semjan í tinginum
viknar hvønn dag
Eydnast tað ikki at útseta fyrningarfreistina enn einaferð, fer Landsstýrið
møguliga undir beinleiðis politiskar samráðingar við donsku stjórnina, ella
eisini fer Landsstýrið at stevna stjórn «i, Figgingargrunninum og Den Dans-
ke Bank
DAGNY JOENSEN
Tað rgkist einki fyri at endi
fæst á bankamálinum í bræ-
di. So hvørt, sum frálíður,
viknar tvørpolitiska semjan
f unginum.
— Tad er skadiligt at dråla
ov leingi, tí stødan í ting-
inum ikki so greið, sum hon
hevur verið higartil, sigur
Bjørn á Heygum, talsmaður
fyri tingbólkin í bankamál-
inum.
Tá tingbólkurin var á
fundi við løgmanni mána-
dagin, kom fram, at tann
semjan, sum hevur verið í
tinginum, nú er vorðin alt
meira ivasom, sigur Bjørn
á Heygum.
Leikluturin hjá tingbólki-
num er, at hóast hann vil
samstarva í hesum máli, er
tað Landsstýrið einsamalt,
sum hevur samrådingar-
rættin.
Fýra punkt eru greið
Osemja er við Landsstýrið
um fýra punkt. Eitt er at
tingbólkurin ikki vil hava
Edmund Joensen at leiða
samráðingarnar.
Annað mál er at bókurin
heldur tað vera óheppið at
fara undir samráðingarnar,
meðan valið er. Tíðin verð-
ur ov knøpp, av tí at pásk-
irnar eru í tíðarskeiðnum
áðrenn fyrningarfreistin er
av. Tað kann skaða úrslitið,
heldur tingbólkurin.
Enn er heldur ikki greitt,
um tingbólkurin kann semj-
ast um samráðingarupp-
leggið, men semja er um at
bíða við at taka støðu til í
næstu viku fyri at vita. um
Den Danske Bank gongur
við til at útseta fyrningar-
freistina. ;
— Eftir hesum at meta, +:
er tingið meir enn virkis
lamið, umframt at løgmad-
ur hevur sent tykkum heim.
Er tað eitt hóskiligt signal,
at senda veljararunum í val-
stríðnum?
— Nei, tað er seras óhepp-
ið, men vit hava tíverri ikki
tamarhald á støduni. Vit
kunnu einki gera við tað,
sigur Bjørn á Heygum.
Bert Landsstýrið hevur
myndugleika at samráðast í
bankamálinum. Løgmadur
nýtist ikki at taka hædd fyri,
um tingið ikki heldur hann
vera tann rætta at føra sam-
rådingarnar, sigur Bjørn å
Heygum.
Landsstyrid hevur
myndugleikan
I Tinganesi bida embætis-
fólkin eisini eftir, hvert
Danske Bank gongur við til
at leingja fyrningarfreistina.
Tveir møguleikar eru til
at taka: Um fyrningarfreist-
in ikki verður longd, kann
Landsstýrið stevna gllum
pørtum í málinum, te.
Forsætisráðnum, Den Dans-
ke Bank og Fíggingar-
grunninum. Hin møguleikin
er at Landsstýrið, við Ed-
mundi Joensen á odda, fer
beinleiðis undir politiskar
samráðingar við donsku
stjórnina og avgreiðir bank-
amálið áðrenn valdagin,
sum er sami dagur, sum
fyrningarfreistin er av.
Tað sigur Rúni Joensen,
løgmansfulltrúi.
Fyrireikingarnar
eru gjørdar
Spurdur um ikki embætis-
fundir skulu verða eins og
vanligt hevur verið, tá sam-
ráðingar hava verið millum
Danmark og Føroyar, sigur
løgmansfulltruin, at embæt-
íisfólkini sanniliga hava
gjørt sitt heimaarbeiði. Tað
hevur verið gjørt síðani í
desember í fjør.
— Vit hava fyrireika sam-
ráðingarnar, men enn er
stóða ikki tíkin til, um farið
verður beinleiðis undir po-
litiskar samráðingar. Tað
velst um, hvert Danske
Bank vil leingja fyrningar-
freistina = ella ikki, sigur
Rúni Joensen og leggur aft-
rat, at embætisfólkini kort-
ini eisini eru við undir po-
litisku samráðingunum.
Peter Mogensen, skriv-
stovustjóri í Forsætisráð- |
num, sigur við Sosialin, at
Den Daske Bank ikki hevur
givið boð um, hvert fyrn-
ingarfreistin verður longd,
men at boðini helst koma í
næstu viku.
| an um,
DAGNY JOENSEN
Eru tað fólk, sum vóru 6-
nøgd við at løgmaður út-
skrivaði val, so eru taxa-
bilførarar ikki millum teirra.
Orsøkin er, at eitt upp-
skot um lógarbroyting í
hýruvognsreglugerðini varð
lagt niðan í tingið, uttan at
felagið hjá bilførarunum
vístu av tí. Formaðurin fekk
aftaná bræv frá Fíggjarmál-
astyrinum og Toll-& Skatt-
stovuni, vid upplysing um
málið.
Aðrenn hetta hendi, var
formaðurin saman við ein-
um nevndarlimi á fundi við
deildarstjóran í Toll- og
Skattstovuni, um viðurskift-
ini í reglugerðini.
— Vit høvdu okkara hugs-
hvussu ein slik
broyting kundi gerast, men
fingu at vita å fundinum, at
ein arbeiðsbólkur varð sett-
ur í Tinganesi at endurskoða
reglugerðina, sigur Magnus
Fuglø.
— Vit frættu ongantíð aftur
um málið. Ikki fyrr enn nú,
tá uppskotið um lógarbroyt
er gjørt. Stórt var vónbrotið,
tá vit vóru greiðir yvir, at
nýggja reglugerðin er einki
minni enn eitt endurprent av
gomlu reglugerðini, sum
var í gildi frá 70 árunum og
fram til 1993.
igur vinnuvegur
- Eftir hesum reglum verð-
ur tað ógjørligt at reka taxa-
vinnu, og tað eru vit ógv-
uliga harmir um, sigur Mag-
nus Fuglø.
— So vítt vit duga at
síggja, so hevur arbeiðs-
bólkurin als ikki megnað at
evna reglugerðina soleiðis
til, at báðir partar kunnu
góðtaka hana.
— Bólkurin er farin um
Javni
gardin, har hann er lægstur.
Eftir broytingaruppskoti-
num hevur bólkurin tikið
gamlar reglur við, sum vóru
í gildi frá 70 árunum
- Hetta er einki minni enn
ein figgjarlig gøla fyri hyru-
vognsførarar, sum vid hes-
um verða bumbadir 25 år
aftur i tidina.
Heppid at uppskotið
dettur burtur
— Vit eru sjálvsagt ógvuliga
fegnir um at løgmaður út-
skrivaði val, so hetta upp-
skotið nú dettur burtur
Aksturvinnufelagið Sam-
fylking hevur júst havt árs-
aðalfund. Hetta var sama
dag sum formaðurin fekk
brævið frá fíggjarmálastýr-
inum um lógaruppskotið
— Nýggja lógaruppskotið
setir so strong krøv til hýru-
vognsførarar, at tað er ein
spurningur, hvørt tað ber til
at reka taxakoyring sum
vinnuveg
Við at taka gomlu regl-
urnar frá 70 árunum fram
aftur, ber als ikki til.
Tá koyrdi hver lærari
hýruvognskoyring i fritid-
ini, bert fyri at fáa persón-
bilin undir vinnurekandi bil,
fyri at fáa endurgjald frá
skrásetingini
— Nú hava vit hóast alt
við galdandi reglum fingið
staðfest, at tað bert eru bil-
førarar, sum hava taxakoyr-
ing sum vinnu burturav, ið
kunnu fáa part av vanliga
keypsprísinum fyri bilin
endurgoldið
— Tí vilja vit krevja, at nú-
galdandi reglugerð verður
verandi í gildi, fyri ikki at
koma aftur í somu støðu,
sum vit vóru í 70 árunum,
sigur Magnus Fuglø
N. Finsensggøta 32, miðhæddin.
Skrívstovan er opin mánadag kl. 10-12. Týsdag
er stongt. Mikudag kl. 14—16.
kl. 14—18.
Tilhaldið er opið friggjadag kl. 14—16.