hósdagur 20. november 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 221 - 20. november 2003
Nr. 221 - 20. november 2003
3
Tá ið mentanir hittast
Øll hava gott av at
uppliva aðrar ment-
anir, og tað er eingin
forðing at hava børn,
tá ið tú slítur teg leys-
an. Tað sigur Durita
Holm, sum hevur
skrivað eina bók um
sítt lív í einari lítlari
Suðurspanskari bygd
nevnd Monachil. Eitt
evni í bókini er um
ymsar mentanir, sum
hittast, og Durita
eggjar til humanismu
og tolsemi
FERÐAFRÁSØGN
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Durita Holm hevur aftur
gjørt tað. Hon hevur kastað
seg út í eitt nýtt ævintýr og
skrivað eina bók um sínar
upplivingar.
Hon gjørdist kend, tá hon
sigldi kring jørðina í trý ár.
Á ferðini hitti hon Erik og
saman fingu tey dóttrina
Freyu, sum hon átti á
ferðini. Nú býr lítla familj-
an í einum gomlum, hvítt-
kálkaðum húsum í einari
lítlari
fjallabygd
undir
teimum høgu og stórslignu
Sierra Nevada tindunum í
Suðurspania. Og tað hevur
hon skrivað eina bók um.
Bókin kallast »Á smølum
andalusiskum
gøtum«.
Durita fortelur um lívið í
bygdini, um fólkini, teirra
søgu, sermerki og uppliv-
ilsini, sum standast av at
liva millum fólk við eini
heilt øðrvísi mentan.
– Karmurin um bókina er
okkara lív. Tað tætta og tað,
sum vit uppliva dagliga.
Smáar anekdotir. Men eg
royni eisini at bakka eitt
sindur út og sigi frá
søguliga upprunanum hjá
hesum fólkum. So tað er
eitt sindur ping-pong aftur
og fram. Vónandi verður
lesarin fangaður av tí, so
hann eisini lærir eitt sindur,
sigur Durita Holm.
Í grundini er bókin
skrivað, tí forlagið Borgen
var so væl nøgt við fyrru
bókina um ferðina kring
gongustjørnina.
Men
Durita hevur eisini ein
boðskap við hesi bókini.
Hon vil fortelja fólkum, at
pláss er fyri øllum í heim-
inum.
– Kanska er bókin mest
um, hvat hendir, tá ið
mentanir hittast. Hetta er
ikki ein politisk bók, men
eg hava sum mál at eggja til
humanismu og tolsemi
millum fólk. Vit tosa øll um
globaliseringina,
men
heimurin hevur ilt við at
venja seg við hana. Tað
kann hesin landsluturin
kanska læra fólk eitt sindur
um, sigur Durita Holm.
Meldur av virðum
Sjálvt møtið millum ymsar
mentanir
hevur
stóra
áhugan hjá Duritu og í so
máta er Andalusia eitt ser-
merkt øki. Í 800 ár var
hálvoyggin
meira
ella
minni muslimsk, og bókin
fer aftur í søguna. Greitt
verður frá mentanini hjá
maurunum, sum var ein
blómandi fyrimynd hjá
restina av Evropa, til tey
kristnu, øst av tankanum
um heilagt kríggj, endur-
hertóku oynna í 1492.
– Í hesum landslutinum
livdu muslimar, jødar og
kristin lið um lið. Alt økið
blómaði nettup í meldrin-
um av ymiskum áskoðan-
um og virðum. Fólk livdu
saman og stuðlaðu hvørjum
øðrum. Hetta var eitt gott
gróðrarlendi fyri menning,
og tað kundu vit lært nógv
av í dag, sigur Durita
Holm.
Men bókin snýr seg eisini
um so nógv annað, leggur
Durita dent á. Hon filosof-
erar um lívið og um tað at
liva, so tú verður nøgd, og
hon snýr seg um tað at
velja. Hon og familjan
valdu at fara til Andalusia,
tí tey fullu fyri náttúruni,
umhvørvinum og góða
veðrinum.
– Vit hava ferðast nógv
og vildu gjarna fordjúpa
okkum í einari aðrari ment-
an. Her eru høg fjøll, vit
kunnu standa á skíð ella
fara á strondina. Býurin
Granada, sum liggur beint
við, er fantastiska vakur, so
vit fáa møguleika at uppliva
bæði bygd og bý, sigur hon.
Børn ongin forðing
Sjálv hevur Durita valt at
liva akkurát soleiðis, sum
hon hevur hug. Í løtuni
fjarlesur hon fólkalívsfrøði
í Oslo, hon býr í Spania og
skrivar eina bók um seg
sjálva, sína familju, grann-
arnar og heimin.
Alt hetta hendir, meðan
hon er mamma og hevur
ábyrgdina av einum barni,
sum skal alast upp. Men tað
er als eingin forðing, leggur
hon eina við.
– Tað er einki problem!
Øll kundu gjørt tað. Serliga
tey, sum búgva í Havn, tí
tey kunnu leiga húsini út,
sigur hon og flennir. Børn
eru eingin forðing. At flyta
runt í heiminum og uppliva
er mennandi fyri bæði børn
og vaksin, sigur Durita.
Seks ára gamla Freya,
sum hevur langt og ljóst
hár, stórtrívist millum sínar
myrku sponsku vinir, hevur
lært málið og gongur í
skúla. Hon hevur hvørki
Nintendo, video ella teldu-
spøl, og tað dámar Duritu
væl.
– Eg vil ikki vera ein
partur av tí materiella trýst-
inum, sum liggur á børnum
í Oslo og sikkurt eisini í
Føroyum, sigur hon.
Minni jantelóg
Durita fær tíðina at ganga
við at lesa, skriva og dyrka
grønmeti, ganga og súkkla
túrar. Og uppliva. Náttúran
er ein inngrógvin partur av
henni, og her sær hon
havsbrúnna hvønn dag. Tað
er alneyðugt, tá tú kemur úr
Føroyum, heldur hon, men
annars vil hon vera við, at
fólkini á ein hátt hava víð-
ari sjónarring enn føroy-
ingar.
– Her er minni jantelóg.
Eg haldi, tað hongur saman
við, at protestantisman,
sum er ráðandi í Føroyum,
sigur okkum, at øll eru líka
fyri Gudi. Soleiðis er ikki
hjá katolikkunum. Í Føroy-
um halda vit, at øll eru líka
og dyrka tað. So skal eingin
halda seg vera nakað meira.
Er okkurt øðrvísi við okk-
um, so halda vit tí aftur. Hjá
teimum er øvugt. Her eru
tey absolutt ikki líka, og tað
leggja tey dent á. Her vísa
tey, at tey eru fátæk, rík ella
eiga jørð. Um tey eru høg
ella lág. Tað ymisliga er
náttúrligt. Tey góðtaka til
dømis, at eg gangi í stuttum
kjólum og drekki øl, tí eg
komi frá einari aðrari ment-
an, sigur Durita Holm, sum
heldur, at vit kundu lært eitt
sindur av tí.
Durita hevur lagt leiðina
hendan vegin, tí bók henn-
ara skal leggjast fram. Før-
oyska útgávan er longu í
bókabúðunum. Í dag kemur
hon út á donskum, og Dur-
ita skal á bókastevnu at
leggja hana fram. Við sær á
ferðini hevur hon dóttrina
Freyu. Maðurin er í Noregi,
har hann leggur sína egnu
bók fram. Skjótt fara tey
aftur til Suðurspania, har
tey ætla sær at vera nøkur
ár.
Tað er einki problem!
SJÓFARARI, ÆVINTÝRARI OG HØVUNDUR. Durita Holm býr nú í lítlu bygdini Monachil í Suðurspania saman við manni
sínum Erik og dóttrini Freyu.
Mynd: Jens K. Vang
Um tú vil tryggja tær
ein Diddl vinaposa við
ymiskum Diddl lutum
í, mást tú fara í Griffilin
hós- og fríggjadagin at
keypa atgongumerki
VITJAN
Tíðindaskriv frá SMS
Ein klemmandi heimskend
ostaetandi
lopmús
við
loplabbum og ein klemmu-
sjúk teddybjørn úr lítlari
bygd
í
Útsynnings-
klemmugolia vitja í SMS
22. november. Diddl og
Pimboli koma við Atlants-
flog og Griffilin skipar fyri
vitjanini í SMS.
Diddl er ein springmús.
Kanska ein lopmús. Ella
hoppimús. Í øllum førum er
Diddl ein fitt lítil mús við
stórum hjarta, sum altíð er í
góðum lag. Tað, ein best
leggur merki til, eru labb-
arnir. Diddl hevur spring-
labbar. Kanska loplabbar.
Ella bara hoppilabbar. Teir
kann hann brúka til at
hoppa frá einum staði til
annað og klemma øll, sum
hava tørv á tí. Hann fær øll
onnur í gott lag, elskar
ævintýr og at fáa sær ein
ostabita á Diddlverkstað-
num, ella at liggja í bønum
og telja løgin skýggj, sum
síggja út sum lomb, saman
við unnustuni Diddelinu.
Pápi Diddl eitur Thomas
Goletz. Hesin Tummas
teknaði Diddl fyri fjúrtan
árum síðan, og síðan tá
hevur Diddl havt eina
rúgvu av fjepparum. Diddl
er so fittur og so stuttligur,
at ikki bara børn, men
eisini vaksin og eldri,
fullkomiliga eru fallin fyri
hesum sjarmutrølli.
Tað er in og sakin at
samla upp á Diddl. Ein
kann keypa nógv ymiskt,
men aðrastaðni hava tey
eisini Diddl Umbýtisdagar,
har øll kunnu hittast og
býta um, um tey nú eiga
tvey av einum og einki av
einum øðrum. Og so eru
Diddlkappingar.
Og
Diddlpennavinir. Og mann
kann eisini senda teldupost
til Diddl.
Ein av bestu vinunum hjá
Diddl eitur Pimboli. Hann
er ein teddybjørn. Hann
varð føddur í eini lítlari
bygd í Útsynningsklemmu-
golia. Hann er seinførur og
klossutur og gloymskur og
má helst klemmast allan
dagin. Han er øgiliga fittur.
Nú kunnu føroysk børn
hitta Diddl og Pimboli.
Tann 22. november millum
kl. 10.00 og 12.00 verða
teir báðir í SMS. Har
verður høvi at hitta teir,
taka myndir saman við
teimum, keypa vinarposar
við diddllutum, har verða
kappingar og millum kl.
12.00 og 14.00 verður
eisini býtiløta, har børnini
kunnu taka sínar Diddl lutir
við í SMS og býta um við
onnur. Atgongumerki á kr.
25,-, sum tryggja tær ein
Diddl vinaposa, sum inni-
heldur Diddl bomm, eitt
Diddl vinaband, eitt serligt
prent av tí vælumtókta
Diddl A5 blokkinum, um-
framt eitt Diddl dupultkort
við eini mynd av tær saman
við Diddl og Pimpoli, fáast
í Grifflinum hósdagin 20.
og fríggjadagin 21. no-
vember. Ikki seld atgongu-
merki verða so eisini seld
leygardagin frá kl. 9.00.
Avmarkað nøgd.
Tað eru SMS, Griffilin
og Atlantic Airways, sum
skipa fyri.
Diddl og Pimpoli
í SMS leygardagin
C
M
Y
K
3
2
Bilasølan
við Øssur Johannesen, Vegurin langi, 315354
team85