Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 VARPIÐ 2 VARPIÐ "Being John Malkovich" - ein løgin søga... Komandi vika bjó›ar sum vanligt eina rúgvu av ymiskum tilfari frá teimum ymisku sjónvarpsrásunum: Fer›afrásagnirnar vi› Michael Palin, i› lei›a hann í fótsporini hjá Michael Hemingway og inn í Sahara oy›imørkina; fótbóltur úr Evropa og serliga Chamipons League og á føroyska sjónvarpinum ver›a t.d. spurnakappingin Satsa á skránni og ein føroysk sending í tveimum pørtum, i› sn‡r seg um sey›ahald. Fleiri filmar ver›a vístir og nakrir meira sjálvsamir enn a›rir. T.d. ver›ur ein eitt sindur sjálvsamur filmur á Dr1, "Kindergarten Cop". Tí, ta› er ikki júst einoghvør, i› hevur høvu›sleiklutin. Guvernørinum av Kalifornia, Arnold Schwarzenegger - sum í løtuni strí›ist vi› at fáa fíggjarstø›una í statinum uppá rættkjøl aftur - hevur úr at gera í hesum filminum, her hann strí›ist vi› at halda skil á børnum í einum barnagar›i. Men ein annar filmur, sum er sjálvsamur í sær sjálvum, er filmurin t‡skvøldi› á SvF, "Being John Malkovich". "Malkovich..." Ta› er søgan, sum ger filmin serligan. Dukkumakari Craig Zchwartz (John Cuzack) er keddur av, at eingin er áhuga›ur í leikdukkum hansara og tí›irnar eru ringar fyri dukkumakaran. Hann fær sær so eitt arbei›i afturat sum skjalavør›ur á eini skrivstovu, i› er á 7_. hædd! Men ein dagin uppdagar hann eina loyniliga hur› í einum arkivskápi á skrivstovuni. Og, tá hann fer inn, so endar hann í høvdinum á John Malkovich (John Malkovich). Hendan løtan inni í høvdinum á kenda sjónleikaranum varar 15 minuttir. Tá kona hansara (Cameron Diaz) eisini sleppir at royna hetta, gongur ta› rættiliga gali› fyri tilveruna hjá Craig og í sama vi›fangi tekur søgan eitt heldur løgi› sving. Charlie Kaufman Charlie Kaufman hevur skriva› hesa óvanligu filmssøguna. Eftir hendan filmin gjørdist hann veri› ein av teimum mest eftirspurdu filmshøvundunum í Hollywood. Filmurin "Adaptation" var næsti stóri filmurin sum Kaufman arbeiddi vi›. Her leiktu stjørnurnar Nicholas Cage og Meryl Streep vi›, og sami leikstjórin frá "Being John Malkovich", Spike Jonze, stó› fyri upptøkunum. Søgan í hesum filminum er eins og í fyrrnevnda filminum heldur óvanlig. Nicholas Cage hevur leiklutin sum filmshøvundurin Charlie Kaufman og hugímynda›a tvíbur› hansara Donald! Og afturat hesum, sn‡r filmurin seg, fyri ein stóran part, um tá, tann veruliga Charlie Kaufman skriva›i filmshandriti› til sama filmin "Adaptation" - ja, rættiliga fløkt. Men hesin filmurin er, eins og "Being John Malkovich", væl eydna›ur og hevur fingi› sera gó› ummælir. C M Y Ein filmur vi› eini heldur løgnari søgu, sum fyri ein part gongur fyri seg inni í høvdinum á einum kendum sjónleikara... Í SvF t‡skvøldi› 25. november kl. 21.15