hósdagur 20. november 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 221 - 20. november 2003
Nr. 221 - 20. november 2003
5
Bygdarráðið í Porkeri
hevur umrøtt møgu-
leikan at fáa seyðin úr
bygdum øki um
veturin, men onki
verður gjørt, fyrrenn
bygdarfólkið hevur
sagt sína hugsan
FRIÐUR FYRI SEYÐI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Porkeri: Tað eu nógv, sum
illneitast inn á allan seyðin,
sum gongur og melur um
geilar og tún allan veturin.
Hinvegin hevur seyðurin
rætt til vetrarbit oman í
mølina og tey eru eisini
mong, sum tvíhalda um
rættin til hetta vetrarbitið.
Í Porkeri skal hesin
spurningurin nú standa sína
roynd.
Á bygdaráðsfundi í Por-
keri mánakvøldið, umrøddi
bygdaráðið møguleikan f
yri at friða bygdina, heilt
ella partvís, fyri seyði um
veturin.
Men ásannandi, at hetta
er eitt sera eymt mál, sum
nógv ganga høgt uppí,
gjørdi bygdaráðið eisini av,
at onki verður gjørt, fyrr-
enn bygdarfólkið hevði
fingið høvi til at siga sína
hugsan.
Tí skulu allir porkern-
ingar, sum eru yvir 18 ár og
sostatt hava vælrætt, vænta
sær bræv frá kommununi
fyrsta dagin.
Í brævinum er eitt spurn-
arblað, har teir verða spurd-
ur, um teir taka undir við, at
bygt øki í Porkeri verður
friða fyri seyð um veturin,
ella um teir eru ímóti tí.
Atkvøðugreiðslan
er
loynilig og atkvøðuseðlar-
nir skulu verða bygdaráð-
num aftur í hendi í seinasta
lagi á nýggjárinum, 31. de-
sember.
Nógvir møguleikar
Í Porkeri verður ógvuliga
nógv gjørt burturúr seyða-
haldi og tí ásannaði bygda-
ráðið eisini, at hetta verður
ein trupul spurningur at
greiða.
Tí staðfesti bygdaráðið,
at talan er bara um eina
vegleiðandi kanning, sum
bygdaráðið kann hella seg
til í eini víðari viðgerð.
Somuleiðis gjørdi bygda-
ráðið sær eisini greitt, at
vísir kanningin, at porkern-
ingar ikki taka undir við at
friða bygt øki fyri seyð um
veturin, verður heldur onki
gjørt.
Her hinvegin meiriluti
fyri tí, skal málið takast
upp aftur á borgarafundi,
har tosast skal um, hvussu
málið kann loysast og um,
hvussu umfatandi friðingin
skal vera.
Møguleikin er at frið-
ingin skal umfata allan
bøin. Ein annar møguleiki
er, at tað bara verður friðað
rundanum húsini, so at
seyðurin bara verður beind-
ur burtur av vegnum og
burturúr úr túnum og
urtagørðum.
Ella
kann
talan verða um eina loysn
mitt ímillum.
Á
bygdaráðsfundinum
var nógv tosað um, hvørjar
avleiðingar, ein friðing,
sum er ov víttfevnd, kann
fáa. Víst varð á, at summi
hava seyð- og hoyggjhús
við húsini og tey máttu ikki
verða forðað í at brúka tey.
Eisini varð víst á, at verður
friðingin
ov
víttfevnt,
merkir tað eisini, at fólk
kunnu ikki brúka sín egna
bø til seyð um veturin.
Hinvegin varð eisini víst
á, at tað var ikki serliga
heppið, at so nógvur seyður
gongur og melur á vegnum
allan veturin.
– Og tá ið Norðoya-
tunnilin er komin,
heldur Hergeir Niel-
sen, at tað er sjálv-
sagt, at restin av um-
sitingini hjá Strand-
ferðsluni, fylgir við
ALMENN UMSITING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Suðuroy: Hergeir Nielsen,
løgtingsmaðir, vil nú hava
landsstýrið at kanna, um
nakrir fyrimunir høvdu
verið við at flutt umsiting-
ina av Smyrli av Strand-
ferðsluni í Havn, til Suður-
oyar.
Ì løgtinginum fer hann nú
at spyrja Bjarna Djurholm.
landsstýrismann í sam-
ferðslumálum, um hann
sær nakrar verkligar og
fíggjarligar fyrimunir í at
flyta umsitingina av Smyrli
nærri brúkarunum í Suður-
oynni?
Hann spyr eisini lands-
stýrismannin, hvussu nógv
starvsfólk eru knýtt at
Smyrli, bæði á sjógvi og á
landi og hann vil eisini
hava at vita, hvussu stórur
partur av samlaðu lønarút-
reiðslunum hjá Strand-
ferðsluni, fara til at umsita
Smyril, bæði á sjógvi og á
landi.
Hann vísir á, at umframt
at verða størsta ferða-
mannaskipið hjá Strand-
ferðsluni, er hann eisini
lívæðrin hjá suðuroyingum
á samferðsluøkinum.
Hann minnir eisini á, at í
1996 varð annað suður-
oyarskipið, Teistin, selt,
uttan orð ella tal, sum hann
tekur til.
– Eftir tað lá suðuroyar-
leiðin í svartasta vónloysi
til farið varð undir at dag-
føra hana, so skjótt sum
samgongan tók við í 1998.
Hann sigur, at fleiri
ábøtur eru framdar, eitt nú
við at túratalið er hækkað
upp í tvær ferðir um dagin
hvønn dag í vikuni.
Og tá ið nýggi Smyril
kemur, verður tað enn eitt
stórt framstig.
Er vaksið 44% upp á
fimm ár
Hergeir Nielsen sigur, at
Roknskapurin hjá Strand-
ferðsluni vísir, at lønarú-
treiðslurnar eru vaksnar
heili 44% tey fimm árini,
Bjarni Djurholm hevur um-
sitið stovnin.
Hesi seinastu árini hava
lønarútreiðslurnar
hjá
Strandferðsluni verið hesar:
1998: 50 mió.kr.
1999: 54 mió.kr.
2000: 62 mió.kr.
2001: 69 mió.kr.
2002: 72 mió.kr.
Løgtingsmaðurin sigur, at
eftir fíggjarlógini at døma,
eru 180 fulltíðarstørv á
Strandferðsluni. Og tá ið
tey forvinna tilsamans 72
milliónir um árið, er tað
sostatt talan um eina løn
upp á 400.000 krónur í
meðal fyri hvørt fulltíðar-
starv.
Hann sigur, at harafturat
vísir roknskapurin, at sjálv-
ur Smyril kostar 16,1 milli-
ónir krónur í lønum um árið
– Hetta svarar til áleið 40
starvsfólk við eini ársløn
upp á 400.000 krónur í
meðal, ella til 50 starvsfólk
við eini ársløn upp á
320.000 kr. í meðal.
Hinvegin kostar felags
fyrisitingin á landi, sum
eisini umsitur Smyril, 24,3
milliónir krónur. Av teim-
um fara 13 milliónir til
lønir.
Hergeir Nielsen minnir
eisini á, at tað stendur í
samgonguskjalinum,
at
"miðað verður eftir, at
møguligir nýggir almennir
stovnar verða lagdir kring
landið".
Samstundis er gjørt av, at
nýggi Smyril verður skrá-
settur í Trongisvági.
Hann sigur, at sostatt er
tað almenni hugburðurin, at
almenn starvsfólk skulu
flytast út í útjaðaran, saman
við nýggja Smyrli.
Og tí spyr hann Bjarna
Djurholm um vilji er til at
flyta eitt munandi tal av al-
mennum størvum til Suð-
uroyar at umsita nýggja
Smyril, har hann verður
skrásettur.
Hergeir Nielsen vísir
eisini á, at nú er siglingin
um Vestmannasund inn á
Skálafjørðin, hildin uppat.
Tá ið koyrandi verður
undir Lorvíksfirði, heldur
eisini tann siglingin uppat.
– Tá er tað ikki annað enn
rímiligt, at umsitingin hjá
Strandferðsluni, ið tá verð-
ur eftir, verður løgd saman
við umsitingini í Suðuroy,
sigur Hergeir Nielsen.
Vil hava
umsitingina av
Smyrli flutta
til Suðuroyar
Porkerningar spyrjast um teir vilja hava
seyðin úr bygdini um veturin
Hergeir Nielsen vil nú hava
at vita, hvat Landsstýrið
sigur til at flyta umsitingina
av Smyrli av Strandferðsluni
í Havn, til Suðuroyar, har
hon er nærri borgarunum.
Seinni heldur hann, at øll
Strandferðslan skal flyta
suður
Bygdaráðið í Porkeri fer nú at spyrja allar porkenningar, sum eru yvir 18 ár, og hava vælrætt, um teir taka undir við, at bygdin
verður heilt, ella partvís friðað fyri seyð um veturin
Løgtingið viðgongur
nú, at PBS-málið
eisini snýr seg um
vinnupolitisk atlit.
Samgongan heldur
tað vera í lagi, tí tað
hevur løgtingið
samtykt framman-
undan. Enn eitt
kapitull varð skrivað í
PBS-málinum, tá
Sambandsflokkurin
royndi at broyta lóg-
ina, men uppskotið
fekk kalda móttøku
PBS-MÁLIÐ
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Einki bendir á, at Sam-
bandsflokkurin fær undir-
tøku fyri at broyta lógina
um persónsupplýsingar til
frama fyri peningastovn-
arnar. Tað vísti orðaskiftið í
tinginum týsdagin. Skal
uppskotið fáa meiriluta,
skal øll samgongan og
minst ein samgongulimur
taka undir við uppskotin-
um, men tað bendir einki á
fer at henda.
Málið hevur stungið seg
upp, tí Elektron og pen-
ingastovnarnir vilja fremja
sjálvvirkandi flytingar mill-
um fólk og stovnar í Før-
oyum í samstarvi við PBS í
Danmark. Tað merkir, at
upplýsingar skulu liggja í
einari danskari skipan. Tað
helt Høgni Hoydal lands-
stýrismaður ikki samsvara
við tingsins vilja, og tí lýsti
hann eina kunngerð, sum
ásetir, at peningaflytingar
millum fólk og stovnar í
Føroyum skulu fara fram í
Føroyum.
Tað vil Sambandsflokk-
urin broyta í lógini. Hann
vil gera tað frítt hjá pen-
ingastovnunum at gera av,
hvar upplýsingar teirra
skulu liggja. Men uppskot-
ið fær neyvan undirtøku
eftir
orðaskiftinum
at
døma.
Múrar um Føroyar
Málið er farið at snúgva seg
um, hvørt talan er um vernd
hins einstaka ella vinnu-
politisk atlit. Tingmenn
viðganga nú, at tað eru
vinnupolitisk atlit, sum
liggja í buktini. Í øllum
førum eisini.
– Eg haldi tað vera undr-
unarvert, at landsstýris-
maðurin við lógarmálum er
so snævurskygdur, tori eg
at siga, at hann vil byggja
ein verjugarð um hetta
landið. Um ein stovn í land-
inum, fyri at verja nøkur ar-
beiðspláss. Vit liva í eini
alheimsgerð, og heimurin
verður minni og minni fyri
hvønn dag, sum gongur.
Kortini so tvíheldur mann
um hendan verjugarðin. Vit
skulu byggja ein múr um
hetta landið, fyri at vit
skulu klára okkum sjálv,
sigur Bárður Nielsen, sum
legði uppskotið fram fyri
Sambandsflokkin.
Vit duga og orka
Jógvan Arge, framsøgu-
maður Tjóðveldisfloksins,
vísir hvassliga sjónarmið-
unum hjá Sambandsflokk-
inum aftur. Hann segði
uppskotið vera enn eitt av
hesum, sum eru merkt av
hugsanini um, at vit duga
einki, kunnu einki og orka
einki sjálv. Hann vísti enn
einaferð, at tað var løg-
tingsins vilji, sum varð
førdur út í lívið. Og hann
staðfesti, at tað eisini vóru
vinnupolitisk atlit framd,
men tað var einki forgjørt í
tí.
– Tað er einki dulsmál, at
vinnupolitisk atlit høvdu
týdning, tá reglan um, at
heilar edv-skipanir ikki
skuldu av landinunum,
komu í lógina í 1994. Vit
halda framvegis ikki, at tað
er rætt at senda allar upp-
lýsingar,
sum
viðvíkja
føroyingum í Føroyum av
landinum at verða við-
gjørdar og goymdar, og vit
halda eisini, at føroyingar
eru førir fyri sjálvir at gera
skipanir til tann tørv, sum
vit hava. Í orðaskiftinum,
sum hevur verið um málið,
hava vit einki hoyrt um, at
okkara fyritøkur ikki eru
førar fyri at gera arbeiðið,
sigur Jógvan Arge.
Hann staðfesti, at talan er
um persónsvernd, men tað
ger ikki støðuna verri, at
hetta eisini tryggjar vinnu-
førleikan á økinum – heldur
enn at lata førleikan liggja
uttan fyri okkara samfelag.
Prinsipielt skeivt
Kristian Magnusssen úr
Javnaðarflokkinum hevur
ført svørið fyri peninga-
stovnarnar og Elektron í
hesum málinum. Og í ting-
inum førdi hann somu sjón-
armið fram, sum hava verið
hoyrd áður. Hann heldur
beinleiðis Høgna Hoydal
hava brotið lógina um per-
sónsupplýsingar
við
at
forða peningastovnunum at
flyta upplýsingar av landin-
um. Men hann lat kortini
løgtingið skilja, at tað ikki
er vist, at hann tekur undir
við uppskotinum hjá Sam-
bandsflokkinum.
– Eg haldi tað prinsipielt
vera skeivt, at mann kemur
í løgtingið at broyta eina
lóg, bara tí at landsstýris-
maðurin brýtir lógina. Tað
er ein løgin mannagongd,
sum vit hava sæð fyrr. Her-
við sleppur mann kanska
undan at siga, at landsstýr-
ismaðurin gjørdi ein feil.
Soleiðis kunnu vit kanska
devaluera eina avgerð hjá
rættinum. So vítt eg dugi at
skilja og fleiri serfrøðingar
við mær, so er Høgni Hoy-
dal í ferð við at taka bara
eitt vinnupolitiskt atlit, og
tað stendur einki í lógini,
sum heimilar tí, sigur
Kristian Magnussen.
Bóltar rút
Sambandsfólk bíðaðu helst
spent eftir Fólkaflokkinum,
tí tað var helst haðani, tey
vónaðu at fáa stuðul fyri
sínum uppskoti. Men einki
bendir á, at Fólkaflokkurin
fer við teimum.
Jógvan á Lakjuni, sum
eisini er formaður í Rættar-
nevndini, tóktist at standa
við, at tað er løgtingið, sum
hevur gjørt av, at persóns-
upplýsingar í edv-skráum,
sum koma undir lógina,
skulu goymast og viðgerast
í Føroyum.
–
Sambandsflokkurin
skýtir upp at taka tað burt-
ur, sum løgtingið fleiri
ferðir hevur samtykt. Taka
tað burtur úr lógini, sum
løgtingið hevur lagt afturat,
bæði í 1994 og 2001. Mann
fer frá einum prinsippið
um, at persónuppslýingar í
mestan mun skulu vera í
Føroyum, til at siga, at tað
blanda vit okkum slett ikki
uppí. At tað skal vera púra
frítt. Eg sakni nøkur argu-
ment fyri, at Sambands-
flokkurin bóltar rút, tí teir
hava eisini samtykt hetta.
Tað var eitt einmælt løg-
ting, sum segði, at persóns-
upplýsingar skulu varðveit-
ast í Føroyum. Hetta er
ógvuliga umráðandi, sigur
Jógvan á Lakjuni.
National trygd
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður, stendur rimmar-
fast um, at tað er í samsvari
við tingsins vilja, at upplýs-
ingar skulu goymast í Før-
oyum, og hann vísir aftur,
at hetta forðar fyri sam-
skifti úteftir.
– Tað stendur øllum púra
frítt at samskifta við bæði
PBS og øll onnur. Men tá
tað snýr seg um flytingar og
upplýsingar millum teg og
meg í Føroyum. Millum
stovnar, fyritøkur og fólk í
Føroyum. Lat tað so fara
fram í Føroym, sigur Høgni
Hoydal.
Hann viðgongur, at tað
eru vinnupolitisk atlit, ið
eru arvað frá undanfarnum
løgtingum,
sum
liggja
undir lógini. Men tað snýr
seg eisini um trygd. Bæði
persónliga og nationala.
– Gamaní snýr tað seg
um vinnupolitisk atlit. Men
tað snýr seg eisini um løg-
ræði. Um vit ikki forða
hesum, so kunnu allar upp-
lýsingar flytast av landin-
um, og hvør hevur so ræði á
økinum. Hvør kann so
tryggja verndina hjá tí ein-
staka. Hetta snýr seg eisini
um nationala trygd og hvør
hevur ræðið á økinum, sig-
ur Høgni Hoydal.
Uppskotið
hjá
Sam-
bandsflokkinum varð beint
í rættarnevndina.
Vinnulig atlit góðtikin
Tríggir høvuðsaktørar í PBS-
málinum millum landsstýrið
og peningastovnarnar.
Bankastjórin,
landsstýrismaðurin og
andstøðingurin
Myndakollaga: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
5
4