hósdagur 20. november 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 221 - 20. november 2003
Nr. 221 - 20. november 2003
7
Skúlarnir
niður-
slitnir
Skúlastjórarnir í
Havn eru ikki heilt
samdir við borgar-
stjóran Jan Christi-
ansen og Heðin
Mortensen um, at
skúlaøkið verður
raðfest høgt í Tórs-
havnar kommunu.
Meira peningur
átti at verið settur
av til íløgur, tí skúl-
arnir í høvuðs-
staðnum eru nið-
urslitnir, halda teir
SKÚLAØKIÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Í tíðindunum í Útvarpi
Føroya týskvøldið kom
fram, at skúlastjórarnir
á fólkaskúlunum í Havn
meta, at stórur tørvur er
á íløgum til skúlabygg-
ing í Havn, tí felags fyri
flestu skúlarnar er, at
teir eru niðurslitnir. Út-
varpið hevði eina spurn-
arrundu millum skúla-
stjórarar í Havn um
støðuna á skúlaøkinum,
og flestu teirra vóru á
einum máli um, at teir
eru nøgdir við játtanina
til rakstur, men á íløgu-
síðuni restar nógv í.
Borgarstjórin í Tórs-
havnar kommunu, Jan
Christiansen, og Heðin
Mortensen hava fyrr í
vikuni sagt, at teir
halda,
at
skúlaøkið
verður væl umsitið og
raðfest høgt í kommun-
uni.
Teirra fatan er eisini, at
skúlastjórarnir í Havn
eru samdir, men hetta er
eftir øllum at døma ikki
meir enn hálvur sann-
leikin. Skúlastjórarnir í
Havn eru nøgdir rakst-
arjáttanina, men ikki
íløgujáttanina.
Hølisviðurskiftini eru í
fleiri førum ikki nøkt-
andi, og felags fyri fleiri
skúlar
í
Tórshavnar
kommunu er at teir eru
niðurslitnir, og stórur
tørvur er á ábøtum,
søgdu teir í Útvarpinum
týskvøldið.
Tey 18 ára gomlu sleppa aftur í dans
18 ára gomul sleppa
aftur á diskotek í
Havn leygarkvøld.
Aldursmarkið í
Eclipse verður sett
niður til 18 ár, og
dansistaðið fer serliga
at leggja seg eftir at
spæla diskotekstón-
leik. Broytingin er
millum annað gjørd
eftir áheitanum frá
foreldrum og mið-
námsskúlanæmingum
PLATFORM & ECLIPSE
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin
Síðan í summar, hava tey
18 ára gomlu ikki havt
nakran góðan, um tey eitt
leygarkvøld hava ætlað sær
á diskotek í Havn. Eftir at
Club 20 lat aftur, hevur
aldursmarkið
til
bæði
Platform og nýggja staðið
Eclipse verið 20 ár og eldri
leygarkvøld. Platform hev-
ur havt 20 árs aldursmark,
meðan aldursmarkið hevur
verið 21 ár fyri at sleppa
inn á Eclipse.
Eftir sótu tey 18 ára
gomlu, sum hvørki sluppu í
Eclipse ella Platform.
Aldursmarkið niður
Eftir nógvar áheitanir frá
foreldrum, næmingum á
miðnámsskúlum og næm-
ingaráðum í Havn um eisini
at geva teimum 18 ára
gomlu innivist leygarkvøld,
hevur felagið, Platform-
Eclipse- Café Natúr, gjørt
av at broyta málbólkin í
Eclipse.
Aldursmarkið er sett nið-
ur til 18 ár, og dansistaðið
fer serliga at leggja seg eftir
at hava diskotekstónleik.
Tiltøkini við live tónleiki í
Eclipse verða færri í tali í
framtíðini.
Platform fer at halda
fram við live tónleiki, og
aldursmarkið verður fram-
haldandi 20 ár. Teir tríggir,
ið eiga bæði Platform og
Eclipse siga, at endamálið
við Platform er at hækka
enn meir um tænastustøðið
og støðið á live tónleikin-
um, so gestirnir yvir 20 ár
fara at kenna seg væl á
Platform.
Broytingarnar
við
Eclipse og Platform eru
gjørdar við tí fyri eyga, at
nakað verður bæði fyri
eldru- og yngru gestirnar,
tá tey fara í býin um
vikuskiftið.
Loksins sleppa tey 18 ára
gomlu aftur í dans í Havn.
Eftir nógvar áheitanir frá
foreldrum, næmingum á
miðnámsskúlum og
næmingaráðum í Havn,
hava eigararnir á Platform,
Eclipse og Café Natúr gjørt
av at seta aldursmarkið í
Eclipse niður til 18 ár.
Tilgjørd mynd
Landsstýrismaðurin í
heilsumálum, Bill
Justinussen, sigur seg
vænta, at hann hevur
fullan politiskan
stuðul í samgonguni
til at fremja neyðugu
broytingarnar við
Húsalánsgrunninum,
so at hesin verður
almenna amboðið
innan bústaðar-
bygging
FRAMTÍÐIN HJÁ HÚS-
LÁNSGRUNNINUM
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Í samband við orðaskiftið
um alternativa íbúðarbygg-
ing í Føroyum fyri góðum
mánaði síðan, mælti ar-
beiðsbólkurin til, at Húsa-
lánsgrunnurin skal í fram-
tíðini gerast ein nógv virkn-
ari fíggingarstovnur til bú-
staðarbygging.
Arbeiðs-
bólkurin mælti til í frá-
greiðingini, at lógin um
Húsalánsgrunnin skal nú-
tímansgerast, so hon sam-
svarar við endurskipanina
av grunninum.
Á landsstýrisfundi týs-
dagin vóru flestu grunnar
og stovnar undir landinum
viðgjørdir. Talan var um ein
samlaða viðgerð, har tað
umrøtt, hvørjar felags linjur
grunnarnir undir landinum
skulu hava í framtíðini.
Mótstøða
Undir aðalorðaskiftinum
um alternativa bústaðar-
bygging kom greitt fram, at
serliga Fólkaflokstinglimir
og tinglimir úr Sambands-
flokkinum tóku ikki undir
við tilmælinum hjá arbeiðs-
bólkinum um at gera Húsa-
lánsgrunnin til ein virknari
fíggingarstovn til bústaðar-
bygging.
Grundgevingin var, at
tinglirmirnar mettu, at tað
almenna
skuldi
halda
burtur frá bústaðarfígging,
tí privatu peningastovnarnir
høvdu nóg mikið av pen-
ingi at læna. Eingin orsøk
var tískil til, at tað almenna
skuldi upp í kappingina.
Bæði fólkaflokstingmað-
urin, Jørgen Niclasen og
tingmaðurin í sambands-
flokkinum, Alfred Olsen
vóru á einum máli um, at
bústaðarfígging skal fara
fram á einum fríum markn-
aði, har privatu fíggingar-
stovnar framhaldandi skulu
kappast í fríari kapping.
Semja
Hóast tinglimir vístu greitt
undir aðalorðaskiftinum, at
teir ikki taka undir við, at
Húsalánsgrunnurin verður
eitt alment amboð til bú-
staðarfígging, so er heilsu-
málaráðharrin, Bill Justin-
ussen, ið hevur við til at
gera uppskotið, sannførdur
um, at politiska semja er í
samgonguni um at fremja
broytingar við Húsaláns-
grunninum.
Bill Justinussen greiðir
frá, at í løtuni arbeiða em-
bætisfólk á heilsumála-
ráðnum við at broyta lógina
um Húsalánsgrunnin.
Spurdur, um tað ikki
kann gerast ein trupulleiki,
at tinglimir hava givið til
kennar, at teir eru ímóti
uppskotinum, svarar Bill
Justinussen, at mótstøðan
er frá einstøkum tinglimum
og ikki samlaðu flokkun-
um, og har afturat eru ætl-
aðu broytingar við Húsa-
lánsgrunninum í tráð við
samgonguskjali, so mót-
støðuni ber hann ikki stór-
vegis ótta fyri.
Bill Justinussen torir ikki
at siga ítøkiliga nær upp-
skotið verður lagt fyri ting-
ið, men tað fer helst ikki at
ganga rúm tíð, áðrenn
uppskotið kemur í tingið
Semja um Húsalánsgrunnin
Bill Justinussen sigur seg kenna á sær, at felags politiskur vilji er í samgonguni um at fremja
neyðugu broytingarnar við Húsalánsgrunninum, hóast tingmenn góvu greitt til kennar undir
aðalorðaskiftinum um alternativa bústaðarbygging, at teir ikki taka undir við ætlaninum hjá
landsstýrismanninum.
Mynd: Jens Kristian Vang
Strandfaraskip
Landsins hava lýst
seinasta bussin til
sølu. Bussførarin er
sagdur úr starvi til 1.
januar 2004
SAMFERÐSLA
Edvard Joensen
Vágar: Strandfaraskip
Landsins lýsa tann seinasta
av bussunum hjá stovninum
til sølu. Førarin er sagdur
upp at fara úr starvi á
nýggjárinum,
og
síðan
verður tað ein politisk av-
gerð, um flogrutan, har
bussurin hevur koyrt, skal
bjóðast út av nýggjum,
sigur fólkaflutningsleiðarin
á Strandferðsluni.
Tá Bygdaleiðir fyri góð-
um tveimum árum síðan
vórðu bodnar út, varð flog-
leiðin verandi eftir hjá
Strandferðsluni.
Avgjørt
varð tá, at hyggjast skuldi
at, hvussu ferðingin fór at
laga seg, tá Vágatunnilin
varð tikin í nýtslu.
Ferðafólkatalið við buss-
inum minkaði munandi, og
tað er ikki komið upp aftur
enn, men tykist hava lagt
seg í fasta legu, sigur Poul
Jákup Thomsen, fólkaflutn-
ingsleiðari hjá Strandfara-
skipum Landsins.
Busseigarar í Vágum,
sum áhugaðir vóru í at
bjóða upp á hesa leiðina,
meta, at nú bussurin verður
seldur, eigur leiðin at verða
boðin út av nýggjum.
– Tað er ein politiskur
spurningur, um tað skal
gerast, ella um okkurt ann-
að verður gjørt, sigur Poul
Jákup Thomsen. Hann sig-
ur, at Strandferðslan hevur
boðað Vinnumálaráðnum
frá støðuni, sum nú er, og
so má ein avgerð koma
haðani, um boðið verður út,
ella onnur loysn verður
vald.
Fólk, sum ferðast á leið-
ini, hava lagt merki til, at
vanligi bussførarin ikki
koyrir í løtuni, men at annar
bussur er komin á leiðina,
hóast ikki er boðið út.
Poul Jákup Thomsen sig-
ur, at tað kemst av, at buss-
førarin, sum er sagdur úr
starvi, heldur frí í løtuni, og
meðan tað er, røkir annar
bussur, sum dagliga koyrir
á aðrari rutu, eisini tann
partin, sum bussurin hjá
Strandferðsluni
vanliga
koyrir.
Strandferðslan selir seinasta bussin
Fiskimálaráðið hevur
fingið tvær kærur frá
maskinmonnum, sum
hava søkt starv við
vaktar- og bjargingar-
skipunum, men sum
ikki eru settir í starv,
háost teir fyrr hava
verið við skipunum
STARVSSETAN
Edvard Joensen
Landsstýrismaðurin
við
fiskivinnumálum
hevur
fingið vær kærur um leið-
aran á Fiskiveiðieftirlitin-
um. Onnur kæran er rætti-
liga umfatandi, sigur lands-
stýrismaðurin.
Málið um maskinmenn-
inar á Fiskiveiðieftirlitin-
um, sum ikki vórðu settir
aftur í starv, eftir at teir
høvdu sagt upp í felag, er
nú sum kæra komið á borð-
ið hjá landsstýrismanninum
við fiskivinnumálum, sum
hevur fingið tvær kærur um
leiðaran á Fiskiveiðieftirlit-
inum.
Jacob Vestergaard, lands-
stýrismaður
váttar
fyri
Sosialinum, at ein kæra,
sum er rættiliga umfatandi,
ið er dagfest 10. november,
er komin til hansara.
Hin kæran var komin í
húsið mikumorgunin, sigur
Jacob Vestergaard, men
hann hevði ikki havt høvi at
lisið hana, tá Sosialurin tos-
aði við hann fyrapartin
mikudagin. Báðar kærurnar
eru frá maskinmonnum,
sum ikki eru settir aftur í
starv, hóast teir hava søkt.
Sosialurin hevur tosað
við mannin, sum hevur sent
ta fyrru kæruna, ið sambært
manninum
sjálvum
er
rættiliga umfatandi og við-
gerð viðurskifti, ið eftir
hansara tykki eru á markin-
um til lógarbrot. Hann sig-
ur, at hesi mál eru uppløgd
at leggja fyri løgtingsins
umboðsmann. Tann kæran
er 16 blaðsíður til longdar.
Maðurin ynskir fyribils
ikki at verða navnnevndur,
men Sosialurin kennir sam-
leika hansara.
Maðurin sigur við Sosi-
alin, at hann í høvuðsheit-
inum ger fýra viðurskifti
galdandi. Hvat orðarætt
stendur í kæruni, hevur
hann ikki hug upplýsa,
meðan málið er til viðgerð-
ar.
Kærarin hevur kært til
Fiskimálarðáðið um, at
leiðarin á Fiskiveiðieftirlit-
inum ikki hevur givið hon-
um skjalainnlit, sum hann
sambært fyrisitingarlógini
og fyrisitingarrætti metir
seg at hava rætt til.
Kærarin sigur í øðrum
lagi, at leiðarin á Fiski-
veiðieftirlitinum í málum,
hann hevur viðgjørt, hevur
verið ógegnigur, men hóast
tað hevur havt avgerandi
leiklut í setan av av limum í
setanarbólk, sum skal við-
gera umsóknir, umframt
endaligu avgerðini um,
hvør skuldi setast í starv.
Víðari verður kært um, at
leiðarin á Fiskiveiðieftirlit-
inum onga veruliga grund-
geving hevur givið fyri, at
kærarin ikki hevur fingið
tey størv, hann hevur søkt,
hóast hann hevur biðið um
tað.
Í fjórða lagi sigur kærar-
in, at greiðar ábendingar
eru um, at ósakligar grun-
dir eru brúktar, tá avgerð er
tikin um, hvør skuldi setast
í starv.
Maðurin, sum hevur kært
leiðaran á Fiskiveiðieftirlit-
inum til Fiskimálaráðið,
sigur við Sosialin, at tey
viðurskifti, hann hevur
gjørt vart við, eru so mikið
álvarslig, at hann kendi seg
noyddan at taka hetta stig-
ið. Hvat stendur í kæruni ,
sum ein fyrrverandi starvs-
felagi, sambært landsstýris-
manninum við fiskivinnu-
málum eisini hevur sent
fiskimálaráðnum veit hann
ikki at siga, men metir, at
tað man vera talan um
somu viðurskifti.
Hesi viðurskiftini eru so
álvarsom, at tað heilt greitt
eisini er eitt mál, ið
Løgtingsins umboðsmaður
átti at komið uppí. Men um
hann fer at senda málið
tann vegin, hevur hann ikki
gjørt av enn, sigur kelda
okkara við Sosialin.
Leiðarin á Fiskiveiði-
eftirlitinum sigur, at hann
enn ikki hevur sæð kærurn-
ar, tíansheldur viðgjørt tær,
og kann tí ikki gera við-
merkingar til málið, sum
tað stendur í løtuni.
Bygdaleiðir hava í eini tvey ár verið riknar av privatum
bussfeløgum, uttan flogleiðin, sum Strandferðslan sjálv hevur
røkt. Men nú er seinasti bussurin hjá Strandferðsluni lýstur til
sølu, og bussførarin uppsagdur. Um flogleiðin eisini verður
boðin út, er ein politiskur spurningur, sigur
fólkaflutningsleiðarin á Strandfaraskipum Landsins
Tvær kærur um leiðaran á Fiskiveiðieftirlitinum
Maskinmenninir á vaktar- og bjargingarskipunum søgdu seg í felag úr starvi, og leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum tók uppsagnirnar
til eftirtektar. Tá søkt varð eftir fólki av nýggjum, fingu ikki allir maskinmenninir, sum høvdu sagt upp, starvið aftur, og tað hevur
nú havt við sær, at tveir teirra hava kært leiðaran á Fiskiveiðieftirlitinum til Fiskimálaráðið
C
M
Y
K
7
6