hósdagur 20. november 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 221 - 20. november 2003
Nr. 221 - 20. november 2003
9
Í mong ár hevur sam-
koman, KFUM og K í
Klaksvík, skipað fyri
missiónsviku. Men nú
er missiónsvikan býtt
um við vikuskiftis-
møtir, sum verða
hildin hvørt viku-
skifti allan november
mánaða. Sum nakað
nýtt, verður eisini
farið út á bygdirnar
við gleðiboðskapin-
um
MISSIÓNSMÁNAÐUR
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
- Okkurt klókt høvd fann
uppá at royna at hava møt-
ini hvørt vikuskifti ein
heilan mánaða í staðin fyri
eina viku, sum vanligt hev-
ur verið fyrr.
Hetta
sigur
Tummas
Pauli Mýri, sum er ein av
fyriskiparunum av møtun-
um, sum vikuskiftini í no-
vember verða hildin í
KFUM og K í Klaksvík.
Møtini hesaferð hava
heitið, "Fylg mær".
- Tað hevur eydnast stak
væl at havt møtini á henda
hátt, og tey hava verið væl
vitjaði.
- Ein av fyrimununum
við at hava møtini í viku-
skiftum heldur enn eina
heila viku er, at tað er
lættari at fáa fólk, sum
kunnu luttaka við sangi og
talu.
- Eisini røkka vit fleiri, tí
nú sleppa eisini tey, sum
onkuntíð arbeiða í vaktum,
ella eru til sjós, til á okkurt
av møtunum, sigur Tummas
Pauli.
Í samband við missións-
mánaðin, verður sum nakað
nýtt, eisini farið út á bygd-
irnar í Norðoyggjum við
gleðiboðskapinum.
Í kvøld er ætlanin at fara
út til Fugloyar og til Mikla-
dals.
Haraldsund og Húsar eru
eisini á skránni hetta viku-
skifti; har verður møti í
annaðkvøld. Møtini verða
klokkan 19.30.
Leygarkvøldið
verður
serstakt møti, har Hilda
Viderø Johannesen, fer at
greiða frá uttanlands missi-
ón. Gimmi Olsen verður
online úr Afrika og fer at
greiða frá arbeiði sínum
sum lærari hjá trúboðara-
børnum har.
Sunnudagin
klokkan
14.00 verður familjumøti,
og á møtinum klokkan
18.00 fer Torleif Johanne-
sen, sjómanstrúboðari, at
tala. Sangkórið úr Tabor á
Toftum fer at syngja.
Umframt talu, sang og
vitnisburðir, er eisini sosial
samvera á skránni, og eftir
møtini hugna fólk sær við
einum drekkamunni.
- Í eini tíð, har fólk eru
ógvuliga upptikin, og ikki
hava stundir at vitja hvønn
annan eins nógv og fyrr, er
hetta ein týðandi partur í
arbeiðnum hjá samkomun-
um, sigur hann.
Tað er Pól Jóhannesen
trúboðari, sum hevur høv-
uðsábyrgdina av møtunum í
KFUM og K í Klaksvík.
- Tað krevur nógva tíð og
orku at skipa fyri slíkum
møtum, men tað er stríðið
vert, tá vit síggja at ar-
beiðið ber frukt, sigur
Tummas Pauli Mýri at enda
við Sosialin.
Tað var lív í Christ-
ianskirkjuni, tá ið
kórini frá sangskeið-
num í Nesvík høvdu
konsert har næst-
seinasta sunnudag
KONSERT
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Í samband við missinóns-
mánaðin hjá KFUM og K,
varð skipað fyri konsert í
Cristianskirkjuni næstsein-
asta sunnudag.
Í 25 ár á rað, hevur
heimamissiónin skipað fyri
sangskeiðum, seinastu árini
í Nesvík.
Tað vóru vaksnamanna-
og barnakór frá sangskeið-
num har, ið saman við or-
kestri, gleddu áhoyrararnar
við frálíka sangi og spæli
sínum.
Konsertin í Christians-
kirkjuni hevur eisini gjørt
sítt til at savna fólk til
møtini, sum henda mán-
aðin verða hildin í KFUM.
- At ganga á møti, er sum
alt annað ein vanasak, og
sjálvsagt vóna vit, at fleiri
fara taka henda góða vana
til sín, siga tey í KFUM og
K í Klaksvík.
Missiónsmánaður í KFUM og K
Væleydnað konsert í Christianskirkjuni
Umframt talu, sang og vitnisburðir, er eisini sosial samvera á skránni og eftir møtini hugna fólk
sær við einum drekkamunni. Í eini tíð, har fólk eru ógvuliga upptikin, og ikki hava stundir at
vitja hvønn annan eins nógv og fyrr, er hetta ein týðandi partur í arbeiðnum hjá samkomunum
Myndir: Bárður Lydersen
Tað var ein
fragd at
hoyra lætta
sangin og
tónleikin hjá
kórum og
orkestri í
Cristians-
kirkjuni
næstseinasta
sunnudag
Myndir: Bárður
Lydersen
Eldrasambýlið í Gøtu stendur reist
Gøtu kommuna hev-
ur samtykt, at alt hús-
ið skal gerast liðugt
undir einum, og
væntandi verður
eldrasambýlið tikið í
nýtslu í august/sep-
tember mánaða kom-
andi ár
ELDRAØKIÐ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í vikuni varð eldrasambýl-
ið, sum Gøtu kommuna let-
ur byggja í Norðragøtu,
reist.
Í hesum sambandi skip-
aði kommunan mikukvøld-
ið fyri drekkamunni fyri
teimum, sum á ymiskan
hátt eru knýtt at byggingini.
Drekkamunnurin
var
í
Glyvra Hanusar húsi í
gomlu bygdini í Norðra-
gøtu.
Haldóra
Ranghamar,
bygdaráðsformaður í Gøtu
kommunu, sigur, at upp-
runaliga ætlaði kommunan
bert at gera ovaru hæddina
lidna fyrst, men síðan hevur
kommunan samtykt, at alt
húsið skal gerast liðugt
undir einum.
– Í ovaru hæddini verður
pláss fyri 10 búfólkum, og í
niðaru
hæddini
verður
pláss fyri 6 fólkum. Í nið-
aru hæddini verða eisini
hølir til teir aktivitetir, sum
eru í Gøtubráð í dag.
Haldóra
Ranghamar
væntar, at eldrasambýlið í
Norðragøtu stendur liðugt
at taka í nýtslu um mánað-
arskiftið, august/september
komandi ár, og metti kostn-
aðurin av byggingini verður
einar 13-14 milj. krónur.
Hóast oyndfirðingar
týsmorgunin tóktust
vera í iva um, hvørt
meiriluti fór at verða
fyri samanlegging við
aðra kommunu, varð
úrslitið, tá ið saman
um kom, rættiliga
sannførandi
FÓLKAATKVØÐA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
136 veljarar høvdu at-
kvøðurætt í Oyndarfjarðar
kommunu týsdagin, tá ið
bygdarfólkið hevði høvi at
atkvøða um, hvørt komm-
unan skal leggja saman við
aðrari kommunu ella ikki.
Tá ið upptalt varð, høvdu
80 veljarar atkvøtt ja fyri
samanlegging, og 30 veljar-
ar høvdu atkvøtt nei. Hetta
merkir, at nýggj fólkaat-
kvøða verður í Oyndarfirði
aftur komandi týsdag. Tá
verður valið ímillum at
leggja saman við Fugla-
fjarðar
kommunu
ella
Runavíkar kommunu.
Fólkið avger
Týsmorgunin, áðrenn val-
hølið læt upp, hittu vit
bygdarráðsformannin,
Árna Joensen, sum var til
arbeiðis á skrivstovu síni í
Oyndarfirði, har hann selir
fisk fyri P/F Vesturvón.
Hann duldi ikki fyri, at
hann fór at atkvøða fyri
samanlegging, men vildi
ikki siga hvørja kommunu,
hann mælir til, at lagt verð-
ur saman við - um meiriluti
varð fyri samanlegging.
– Hetta er ein avgerð,
sum
veljararnir
sjálvir
skulu taka. Onkur sigur, eg
eri vingliskøltur, tí eg ikki
vil avdúka mína støðu, men
gevi eg mína støðu til kenn-
ar, kann tað kanska ávirka
avgerðina hjá fólkinum.
Tað vil eg helst ikki, segði
Árni.
Týsmorgunin var hann
ikki sannførdur um, at
oyndfirðingar fóru at at-
kvøða fyri samanlegging,
men sum kvøldið leið, og
úrslitið fyrilá, var allur ivi
skúgvaður til viks.
Meirilutin fyri saman-
legging var kanska størri,
enn fleiri høvdu væntað.
Á vegamóti
Nú avgerðin um saman-
legging er tikin, er næsta
stigið at velja kommununa,
ið leggjast skal saman við.
Bæði
Fuglafjarðar
kommuna og Runavíkar
kommuna hava lagt tilfar úr
hondum, sum íbúgvarnir í
Oyndarfirði hava fingið
borið á dyrnar. Somuleiðis
hevur borgarafundur verið í
bygdini, har framløga var
av hesum tilfari sum lýsir
fyrimunir og vansar við
samanlegging – antin valið
verður hendanvegin ella
handanvegin.
– Eg haldi, at Fuglafjarðar
kommuna "fiskar" meira
eftir okkum enn Runavíkar
kommuna ger, eitt nú við
ætlaða tunlinum millum
Fuglafjørð og Hellurnar.
Hinvegin hava vit fingið at
vita, at vit fáa umleið sama
status í Runavíkar komm-
unu sum aðrar smáar bygdir
í kommununi, eitt nú Rytu-
vík, Æðuvík og Lamba.
Í Oyndarfirði søgdu tey,
at hevði tunnilin millum
Fuglafjørð og Hellurnar
verið komin, er lítið at ivast
í, at oyndfirðingar høvdu
valt at lagt saman við
Fuglafjarðar kommunu.
– Men tunnilin er ikki
komin enn, og vit vita ikki
við vissu, nær ella um hann
kemur.
Frá gamlari tíð hevur
nógv samband verið mill-
um Oyndarfjørð og Fugla-
fjørð, og enn í dag sam-
starva
kommunurnar
á
ávísum økjum. Vegurin
kom ikki fyrr enn seinast í
sekstiárunum og fyri ta tíð,
var farið upp um fjallið -
ella við báti til Fugla-
fjarðar.
– Síðan vegurin kom, er
teinurin styttri út til Runa-
víkar enn til Fuglafjarðar,
søgdu tey.
Oyndarfjarðar kommuna
samstarvar
eisini
við
Runavíkar kommunu.
Ættarskiftið
Oyndfirðingar, sum Sosial-
urin prátaði við týsmorgun-
in, vóru eftir øllum at døma
meira í iva um, hvørt fólk
fóru at velja samanlegging
– enn um hvørja kommunu,
lagt verður saman við, um
fólkið segði ja til saman-
legging.
Tey trý, sum sita í val-
nevndini, Hjørleif Gaard,
Hilmar Petersen og Eyð-
britt
Jacobsen,
tóktust
rættiliga samd um, at velja
oyndfirðingar at leggja
saman við aðrari komm-
unu, fellir valið helst á
Runavíkar kommunu.
– Sum er, er teinurin út til
Runavíkar styttri, og vinnu-
lívið í økinum er meira fjøl-
táttað. Hinvegin eru eisini
nakrir fyrimunir við Fugla-
fjarðar kommunu, eitt nú
skúlaverkið á Kambsdali.
Bondini, sum vóru mill-
um
Oyndarfjørð
og
Fuglafjørð, hava sum skilst
minni týdning fyri yngra
ættarliðið enn fyri tey
gomlu.
– Vit rokna við, at yngra
ættarliðið fer at velja Runa-
víkar kommunu, meðan tey
gomlu fara at velja Fugla-
fjarðar kommunu, søgdu
tey í Oyndarfirði týsmorg-
unin.
Ógjørligt er at siga, hvat
hendir á fólkaatkvøðuni,
sum verður, 25. november.
Og hvør veit: Kanska
verður úrslitið tá líka so
óvæntað,
sum
úrslitið
týsdagin.
Eldrasambýlið í Gøtu er reist
í vikuni. Mikukvøldið var
drekkamunnur í Glyvra
Hanusar húsi í Norðragøtu
fyri teimum, sum á ymiskan
hátt eru knýtt at byggingini.
Mynd: Jens Kr. Vang
Tey ungu velja Runavík; tey gomlu Fuglafjørð
Fuglafjørður við sínum fyrimunum…
… og Runavíkar kommuna við sínum
Árni Joensen, bygdarráðsformaður, er sannførdur um, at skal
Oyndarfjørður ikki gerast eftirbátur, nú fleiri og fleiri økir
skulu leggjast út til kommunurnar at umsita, noyðist
kommunan at leggja saman við aðrari størri kommunu
C
M
Y
K
9
8