Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 221 - 20. november 2003 Nr. 221 - 20. november 2003 13 UTTAN ÚR HEIMI Ósemja um oljuvinnu norðanfyri Í næsta mánað fara norsku myndugleikarnir fyri 18. ferð at bjóða oljufeløgunum øki at leita á. Í seinastuni hevur verið gitt, um myndugleikarnir fara at taka Barentshavið við í hetta útbjóðingarumfar- ið. Einar Steensnæs, oljumálaráðharri, hevur sagt, at hann tekur undir við at taka tær norðaru havleiðirnar við, men tað er minni enn so vist, at hann fær sín vilja. Kristiligi Fólkaflokkurin hjá Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharra hevur gjørt púra greitt, at hann tekur ikki undir við, at oljufeløgini sleppa at bora á leiðum, sum eru so týðandi fiskileiðir, sum Barentshavið er. Norsku umhvørvisverndarfelagsskapirnir taka av heil- um huga undir við Kristiliga Fólkaflokkinum. Arbeiðaraflokkurin og Høgriflokkurin taka haraftur- ímóti undir við oljumálaráðharranum, og norskir fjøl- miðlar siga, at avgerðin hjá Arbeiðaraflokkinum at bjarga fíggjarlógini hjá stjórnini fyri næsta ár kann bera í sær, at stjórnin noyðist at laga seg eftir tí stóra andstøðuflokkinum í oljumálinum. Gjaldoyragøla í Wall Street Amerikanska samveldisløgreglan FBI hevur handtikið 48 fólk, sum eru skuldsett fyri at hava svikað við út- lendskum gjaldoyra. Amerikanskir fjølmiðlar siga, at svikið snýr seg um fleiri milliónir dollarar. Ein talsmaður hjá FBI sigur við Reuters, at minst tíggju av teimum tiknu hava arbeitt við at keypa og selja virðisbrøv. Teir arbeiddu í Two World Financial Center í Wall Street, til teir vórðu tiknir týsdagin. Teir tíggju vóru allir í hondjørnum og gjørdu alt fyri at fjala andlitið, tá løgreglumenninir komu út við teimum. Sambært sjónvarpinum NBC høvdu virðisbræva- handilsmenninir lumpað íleggjarar við at billa teimum inn, at teirra pengar vórðu settir í fremmand gjaldoyra, og at hetta fór at kasta nógv av sær. Men sambært FBI kundu hesir íleggjararnir als ikki luttaka í slíkum handli, og tað vistu virðisbrævahandilsmenninir væl. Vil sleppa út John Hinckley Jr., sum royndi at beina fyri fyrrverandi amerikanska forsetanum Ronald Reagan í 1981, hevur nú biðið um at sleppa av sinnissjúkrahúsinum, sum hann hevur verið á seinastu 21 árini. Reagan, talsmaður hansara James Brady og ein tæn- astumaður hjá Secret Service vórðu særdir, tá John Hinckley Jr. lat fleiri skot av eftir teimum. Hann varð alt fyri eitt tikin, og í 1982 gjørdi eitt nevningating av, at hann var sinnissjúkur. Síðani hevur maðurin verið á sinnissjúkrahúsinum St. Elizabeth's Hospital í høvuðs- staðnum Washington, men nú vil hann sleppa út hað- ani, so hann kann vitja foreldrini, uttan at nakar eftir- litsmaður er við honum. Seinastu árini er John Hinckley Jr. fleiri ferðir slopp- in út av sjúkrahúsinum, men bert undir strongum eftir- liti. Ákæruvaldið er ímóti, at hann sleppur út uttan eft- irlit, men verjar hansara halda, at myndugleikarnir eiga at sleppa eftirlitinum, tí maðurin er ikki nøkur hóttan ímóti samfelagnum longur, siga teir. Alt greitt hjá Røkke Viðurskiftini ímillum norska ríkmannin Kjell Inge Røkke og teir, sum eiga pengar til góðar hjá honum, eru nú komin í rættlag, skriva norsk bløð. Tann seinasta forðingin var franska frálandavinnu- fyritøkan Technip-Coflexip. Fyritøkan átti 70 milliónir krónur hjá Røkke, sum hon skuldi hava í september, og sum hon nú hevur fingið. Herfyri eydnaðist Røkke at fáa eina avtalu við norska felagið Orkla, sum eigur 600 milliónir krónur til góðar hjá Røkke. Eftir avtaluni skuldi felagið hava 150 milliónir krónur nú, og pengar- nar hevur felagið nú fingið. Kjell Inge Røkke hevur verið rættiliga kroystur í seinastuni, og fyri stuttum noyddist hann at selja priv- ata flogfar sítt fyri at rinda skuld. Stjórin í Røkke-fel- agnum Aker RGI, Leif-Arne Langøy, sigur við Aftenposten, at nú eru øll viðurskiftini komin í rættlag. Nógvir krígsbrotsmenn fjala seg í Noregi Norsku myndugleik- arnir kanna í løtuni viðurskiftini hjá fýra útlendingum, sum eru undir illgruna fyri at hava framt krígsbrotsverk. Men tað rætta talið er kanska fleiri hundrað KRÍGSBROTSVERK Árni Joensen fartekst@mail.dk Løgmálaráðið í Oslo hevur sett statsadvokatin Arne Willy Dahl at kanna við- urskiftini hjá teimum, sum eru undir illgruna fyri at hava framr krígsbrotsverk, áðrenn tey so eru komin til Noregs at fjala seg. Hann skal samstundis manna eitt serligt løgreglulið, sum skal fara til arbeiðis í februar næsta ár. Statsadvokaturin er ikki í iva um, at har er nógv at kanna, og sjálvur sigur hann við Aftenposten, at tað ivaleyst eru fleiri hundrað útlendingar í Nor- egi, sum eru sekir í krígs- brotsverkum aðrastaðni. Í fyrsta umfari er ætlanin at kanna fólk, sum eru komin til Noregs úr lond- unum í gamla Jugoslavia, serliga úr Bosnia og Kos- ovo, men ætlanin er eisini at kanna viðurskiftini hjá teimum, sum eru komin úr afrikanska landinum Rwanda, og sum kunnu hava verið uppi í fólka- morðinum har frá 1991 til 1995. Uttanríkisráðið í Oslo hevur upplýsingar um útlendingarnar, sum eru í Noregi, og statsadvokaturin skal nú kanna tey. Men tað er ikki løtuverk, tí talan er um skjøl, sum viðvíkja fleiri túsund útlendingum, skrivar Aftenposten. Sam- bært Arne Willy Dahl er tað ikki óhugsandi, at umleið eitt hálvt prosent av teim- um fremmandu eru sek í krígsbrotsverkum. Samkynd kunnu giftast Hægstirættur í am- erikanska statinum Massachusetts hevur gjørt av, at myndug- leikarnir hava ikki loyvi at banna sam- kyndum at ganga saman í hjúnarlag SAMKYND Árni Joensen fartekst@mail.dk – Staturin kann ikki nokta tveimum av sama kyni at ganga saman í hjúnarlag, hava teir ella tær hug til tess, og rættindini og skyld- urnar eru tær somu sum í øðrum hjúnarløgum. Tað var niðurstøðan, sum hægstirættur í amerikanska statinum Massachusetts kom til fyrradagin. Sam- kynt hjúnarlag er annars ikki loyvt í USA, men í statinum Vermont hava myndugleikarnir eina lóg um avmarkað hjúnarlag, og sum í veruleikanum gevur samkyndum loyvi at giftast. Sakførarin hjá teimum, sum høvdu lagt málið fyri hægstarætt, sigur, at úr- skurðurin er ein stórur sig- ur fyri øll samkynd í USA. Úrskurðurin hjá hægsta- rætti í Massachusetts ber í sær, at myndugleikarnir í statinum skulu broyta allar lógir, sum viðvíkja hjúnar- lagi, og tað skal staturin gera innan seks mánaðir. Sjey samkynd pør hava boðað frá, at tey fara at giftast, so skjótt staturin hevur broytt lógirnar. Mike Horgan og Ed Balmelli hava livað saman leingi. Nú ætla teir at giftast NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hósdagin 23. november lat Jákup Andreas Arge, myndamaður, upp eina áhugaverda myndafram- sýning í Snarskivuni í Havn. Jákup Andreas má metast sum ein av pionérunum innan myndir og mynda- tøku í Føroyum. Á framsýningini er 25 myndir, sum eru í glasi og rammu. Talan er m.a. um landslagsmyndir, sum eru tiknar úr tyrlu og persóns- myndir. Jákup Andreas rekur eis- ini Føroya Myndasavn, sum m.a. gevur út kalend- aran "Føroya Mynda- kalendari" , sum er komin út seinastu 25 árini. Snarskivan er opin van- ligar yrkadagar frá 9-16, men hósdag frá 9-18. Framsýningin verður á Snarskivuni restina av hesum árinum Jákup Andreas Arge við áhugaverdu framsýning í Snarskivuni. Hendan myndin er av Líðar Dam í Húsavík, sum verður 90 ár fyrst í komandi ári Mynd: Jens Kristian Vang Daisy og John gullbrúdleyp Fríggjadagin, 13. no- vember, kundu hjúnini, Daisy og John Joensen í Havn, halda gullbrúdleyp. Daisy er ættað úr Hvalba, dóttir Súsonnu Malenu, f. Pedersen og Viggo Nicla- sen. John er ættaður úr Klaks- vík, sonur Malvinu f. Steff- ensen og Jákup Joensen, sum vanliga varð róptur, sterki Jakku. Daisy og John komu at kennast í Havn. Hon starvaðist í krambúðini hjá Katrinu Christiansen, og hann gekk á stýrismans- skúla. Tey bygdu sær hús á Gerðareiði í Klaksvík, men í 1961 fluttu tey til Havnar og bygdu sær hús á Fræls- inum. Tey eiga trý børn, Joan, sum býr í Klaksvík og Viggo og May, sum bæði búgva niðri. Ommu- og abbabørnini eru 10 í tali. Tað, ið eyðkennir bæði Daisy og John, er teirra lætta og positiva lyndi. Kemur tú á gátt hjá teim- um, stendur skjótt ein drekkamuður á borðinum. Tey eru serstakliga vinsæl og gestablíð, og hjá teimum er altíð hugnaligt og reint, bæði úti og inni. 15 ára starvs- dagur á Klaks- víkar Sjúkrahúsi Tann 1. november 1988 byrjaði hesin unglingin at starvast í køkinum á Klaks- víkar Sjúkrahúsi. Hesi 15 árini Ingólvur Johannesen hevur starvast har, hevur hann m.a. flust eplir og grønmeti og pressa papp- eskir eins og gingið til handar. Ingólvur er ein sera fryntligur maður og er sera nemmur at koma í prát við og veit altíð onkra góða søguna at fortelja. Seinnapartar arbeiðir Ingólvur eisini sum mót- tøkumaður á Ruskplássin- um hjá IRF, har kona hans- ara hjálpir honum. Saman syrgja tey fyri at alt rusk, sum kemur inn, verður sor- terað, og at økið rundan um bingjurnar er reint og ruddiligt. Dagurin 20. november. Volk- marus. Einki halgi- menni ber hetta navnið, men navnið er komið í álma- nakkarnar í 1730. Jákup Andreas í Snarskivuni Týsdagin 18. november vóru liðin 25 ár síðan Hildigunn og Mortan Jo- hannesen í Havn byrjaðu við síni egnu fyritøku og keyptu trolaran Sjúrðar- berg, sum fekk navnið Enniberg. Mortan hevði tá siglt sum skipari á trolaranum Skála- berg. Fyrstu tíðina seldu tey fiskin gjøgnum Føroya Fiskasølu, men í 1986 stovnaðu tey sítt egna sølufelag, P/F Farcod. Tá tey fingu nýggja Enniberg í 1990, bleiv tann gamli seldur til Grønlands, men seinni keyptu tey hann aftur, og hann fekk navnið Ljósafelli. Í fyritøkuni eru trý partafeløg: P/F Enniberg, P/F Lósafelli og P/F Farcod Mortan er er nevndarfor- maður og Hildigunn er stjóri í hesum partafeløg- um. Síðan 1997 hevur fyri- tøkan húsast í egnum bygningi á Argjum. Umleið 90 fólk eru knýtt at fyritøkuni. Hildigunnn og Mortan Johannesen: 25 ár síðan fyrri Enni- berg bleiv keyptur Mortan og Hildigunn Johannsen við einum modelli av nýggja Enniberg Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12