Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mars 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

arbeiðsgevara Oddagrein TÆR mongu ákoyringarnar, sum Edmund Joensen hevur fingið í seinastuni frá sínum egnu parta- monnum, hava verið so harðar og víðgongdar, at er bara ein lítil partur av teimum veruleiki, so er greitt, at foroyska skútan kann ikki halda fram á leið síni við honum sum skipara ORÐ sum óútrokniligur og undirgravar okkara sam- ráðingarsteðu eru so ógvuslig, at vit eru noydd til at steðga á og spyrja, hvat tað er fyri ein maður, sum hevur stýrt Føroyum hesi árini - og hvat tað eru fyri avgerðir og manglandi avgerðir hesin persónur hevur lagt navn til. Nettup hetta at hesi úttalilsi koma frá næstu monnum legmans, teimum, sum hann er í flokki saman við, ger, at vit onnur, sum ikki hoyra til henda flokk, eiga at taka tey so mikið meira alvorliga Orð teirra mugu væl vera eitt neyðarróð til allar aðrar politikar flokkar og fólk sum heild, um at vara seg, tá tað snýr seg um mund Joensen Hverja aðra grund skulu teir persónar, sum hava staðið Edmundi Joen- sen nærmast, hava við at fortelja Foroya fólki og entá denum um ein óútrokniligan løgmann - enn hana at ávara onnur! HETTA fær okkum onnur at kenna tað sum sína skyldu at seta spurnatekin við tað, sum legmaður hevur fyritikid sær higartil á sínum målsøkjum. Ti er tað so, at orðini Gtroknilgar og undirgravar eisini fevna um onnur mál og aðrar hendingar enn júst tær aktuellu, so tosa vit jú um eina løgmann, hvers framferdarhåttur og arbeiðsháttur kunnu hava skatt bæði virki og umdømi Føroya á so nógvum økjum OLJUVINNUNA og marknasamráðingarnar eru máls- eki, sum legmaður umsitur fullmiliga einsamallur. Og líta vit aftur um bak og hyggja eftir støduni á hesum økjum eisini í dag, so uppdaga vit, at her ruggar kanska ikki rætt heldur. Logmaður hevur tosað um breiðar semjur og hevur tá roynt at leggja lok á flestu mál, tí hann hevur mett, at hetta tænir Føroyum best. Við eðrum orðum hevur tað eydnast okkara oljumåla- ráðharra at mjørkaleggja hesa vinnu og sama kann sigast um marknatrætuna. Antin fáa vit einki at vita ella verður tosað uttanum. VIT hava skilt á fólki, sum arbeiða við hesum málum, at legmaður við sínum legna framferðar- og arbeiðs- hátti alla tíðina setir kilar í útviklingin og forðar fólki í at sleppa til arbeiðis og gera tað, sum tey fáa løn fyri. Legmaður er mistonkiligur og hevur ilt við at lýta eðrum ábyrgd. Kann hann ikki taka eina avgerð ella um hann onga meining hevur, so verða málini logd á ís. Lok verður lagt á tey. Fólkini, sum arbeiða við mn um, hava munnkurv og mugu tí bara bíða og bíða. Tað gav at bíta, tá hann herfyri sendi formannin í Oljuráðle ingarnevndini á eyimarkagongd Hví! Helst tí at løgmanni ikki dámdi Árna Olafsson. Slik avgerð løgmans er kanska eitt hitt besta domið um, at løgmadur dugur ikki og vil ikki gera brúk av sínum bestu og mest kvalifiseraðu ráðgevum og kreftum. Er tað nakað, sum ikki hóvar honum, verður lok lagt á málið. Við tí fylgju, at oll tey fólkini, sum í dag arbeiða við teimum ymsu oljumálunum tað veri seg við eini itbjóðingarrundu ellasamráðingum um markið, antin verða sett út av spælinum ella fáa boð um einki at gera LIN trívst sigur orðatakið. Men einki land verður gt við at oll mál skulu bíða og tigast i hel. Hetta er kki nøktandi fyri nakran. At løgmadur var so frægur ;t skriva út val kann í hesum førinum bara metast sum ikad gott. Tá hava vit møguleika at fáa annan persón, 1 umframt at hava greiðar politiskar meiningar ii brúkar teir bestu ráðgevararnar og letur fólkini, eru sett til tær ymsu uppgávunar, sleppa at ar- 5a. Framferð løgmans í marknamålinum hevur ver- ilt ov lítið umredd. Við nettup at lata løgmann samallan hagreiða hetta málið, hava vit meg Feroyum eina bjarnatænastu. Tey mongu fó ;va eitt ella annað tilknyti til umreddu målsøki, rúk fyri einum nýggjum arbeiðsgevara, sum enn at taka arbeiðshugin frá teimum, gevur nýggjan íblástur. Letur tey sl eppa til arbeiðis ) skapa fortreytir fyri at kunna loysa upp Sosialurin Lat meg vera tann fyrsta til at viðganga, at eg havi verið sera fegin um, at formaður javnaðarfloksins Jóannes Eidesgaard varð valdur sum annar av føroysku fólka- tingslimunum. Hann hevur víst seg sum ein virðiligur, kompetentur og prinsipp- fastur leiðari, sum eisini hevur vunnið sær mong við- haldsfólk uttan fyri javnað- arflokkin Lagnan vildi eisini, at hann kom í ta fantastisku stødu at bliva 90. og av- gerandi atkvødan á fólka- tingi undan stjórnarsamráð- ingunum og tryggjaði so- statt, at Danmark framhald- andi kundi halda eina — fyri ríki okkara — trygga og nør- andi kós undir sosialdemo- kratiskar leiðslu. Stødan sum 90. og avger- andi atkvødan kann verða bæði heppin og minni hepp- in alt eftir, hvussu ein ætlar sær at brúka mandat sítt. Tað, sum eg hevði væntað, var, at henda ótrúliga stra- tegiska leiklutin ætlaði Jó- annes at brúka sum eitt »jarnbrot« fyri føroysk á- hugamál á fólkatingi. Hetta vóru í hvussu er orðini, sum eg hoyrdi hann siga í út- varpinum, og eisini við meg sjálvan, tá vit høvdu eitt prát um støðuna. Við hesum jarnbroti hevði eg væntað, at hann fór at lyfta Birthe Weiss upp í formanssessin á fólkatingi og harvið tryggja sær eitt solidt grund- arlag fyri at normalisera viðurskiftini við danska javnaðarflokkin og stjórn- ina. V.ø.o. fáa sær ein eina- standandi goodwill frå byrj- an av. Ti gjørdist eg ikki sørt bilsin, tå dagurin upp til for- mansvalið á fólkatingi nærkaðist, og fjølmiðlarnir tevjadu eina sensation, tå tað frættist, at Jóannes ikki fór at stuðla sosialdemo- kratiska valevninum til for- manssessin. Mikudagin 25. mars — altso dagin áðrenn atkvødu- greidsluna — så eg í TV3 nakrar stuttar samrødur vid fólkatingsumboð av Christ- iansborg. Forsætismálaráð- harrin Poul Nyrup segði uppå fyrispurning, at hann meinti, at samstarvið við Eidesgaard fór at blíva pro- blematiskt. Honum á baki kom Sven Auken, sum meinti at hetta vild: ikki fremja samstarvið millum Danmark og Føroyar. Síða- ni kom Mimi Jacobsen úr CD við nøkrum glepsum, og endaliga Hans Pavia Rosing (år Grønlandi) og segði, at teir sanniliga ikki høvdu nakað útistandandi við Danmark, tað vóru før- oyingarnir, sum vóru trup- ulleikin. Ikki tí, eg skiljt væl, at Jóannes vil halda síni val- lyfti yvir fyri fóroysku velj- arunum — tað skal ein jú eisini gera. Men eg kann við mínum besta vilja ikki síggja, at for- mansvalið í fólkatinginum kann koma undir at blanda seg upp í danskan innanrík- ispolitikk, og eg loyvi mær at ivast í, um føroyski velj- arin, sum valdi javnaðar- flokkin, heyði tulkað hetta sum uppíblanding. Undir- ritaði hevði í hvussu so er ikki kent seg sviknan, tvørt- urímóti. Á tí, sum eg inntil nú havi hoyrt í fjølmidlunum, so hevði Jóannes hóast alt ein vilja til at tryggja Birthe Weiss sessin — hetta heyði eg eisini roknað við — men at hann fekk strangar contra -ordrar frá einari samdari javnaðartingmanning í Før- oyum. Við hesa ótrúliga stív- rendu stóðu hevur ting- manningin hjá javnaðar- flokkinum oyðilagt besta trumfin, vit nakrantíð hava havt á fólkatingi. I berum hevndarhuga móti forsætismålarådharr- anum geva teir einum ann- ars skilagóðum hampa- manni sum Jóannesi — hvørs evni vit høvdu sett so stórar forvæntningar til — forboð ímóti at seta gongd á sítt diplomatiska spæl, sum vildi skaffa okkum føroy- ingum stórar framtíðar fyri- munir. Uttan at hugsa um avleiðingarnar hava hesir javnaðartingmenn spælt Jó- annesi trumfin av hondum og oyðilagt okkum allar fyrimunir. Heldur enn við snildi at brúka støduna til fyrimuns fyri Føroya fólk og javnaðarflokkin, hava teir reduserað Jóannes til ein fólkatingslim, hvers høvudsuppgåva er at um- boða nakrar gronutar før- oyskar javnaðartingmenn, sum uttan at skeita til av- lei "ingarnar fremja sín ven- detta á sjálvum fólkatingi. Ja, teir tvingaðu reint út sagt Jóannes til at skjóta við teirri stóru kanónini beinan- vegin og soleiðis spæla sær øll tey góðu kortini av hondum. Sjálvt um formansstarvið á fólkatingi er ópolitiskt, var tað hóast alt ein prestiga fyri sosialdemokratarnar at fáa sessin til Birthe Weiss. Tað, sum vit ikki mugu gloyma, er, at óansæð hvørja hugsan mangir før- oyingar hava um Nyrup, so er tað rættiliga stórur møgu- leiki fyri, at hesin situr við maktini í eini 4 ár, og um javnaðartingmenn halda,at vit við provokatiónum og tvørleika kunnu halda spæl- ið gangandi øll hesi árini, ja, so er okkurt spinnandi galið í javnaðarflokkinum, ja, so er flokkurin ikki long- ur ein ábyrgdarflokkur Eg kundi hugsað mær at vita, hvat tingmenn floksins egentliga vilja við hesum politikki. Hugsa teir um at vinna sær tjóðveldisatkvað- ur til komandi løgtingsval- ið? Tá fólkafloksmenn undir vitjan Nyrups í byrjarini av januar í år ikki vildu hitta statsministaran, stóð Jóann- es seg mannliga í eygum Føroya fólks, har hann vildi dialog og samstarv ístaðin fyri barnsligu stødutakan fólkafloksmanna. Øll minn- ast vit støduna hjå figgjar- målarådharranum Anfinni Kallsberg. Skjótt skal Anfinn Kalls- berg kanska til Keypmanna- havnar at hitta sama Poul Nyrup, sum hann ikki vildi hitta í Føroyum. Ongin ynskilig stóða at vera kom- in sær í Tíverri sær tað nú út fyri mær, at Jóannes hevur lurt- að ov nógv eftir vánaligum og landsskadiligum rådgev- arum, sum hava fingid hann í eina nakað líknandi støðu sum Kallsberg er í mótvegis forsætismálaráðharranum. Um tingmenn javnaðar- floksins, sum oydiløgdu okkum fyrimunin á fólka- tingi, eina einastu løtu halda, at nakar føroyingur kann hótta ríkisins stats- ministara, so fara tit ógvu- liga skeivir. Minnist til hvat tit hava gjørt: Danski javn- aðarflokkurin sat og tapti eitt stríð í fólkatinginum ímóti høgraråkinum (har ímillum telist ein ráur rasist- iskur flokkur). Tit noktaðu at veita eina loyala hjálp- andi hond og ti gjørdist danski brødraflokkurin vid undirlutan — er hetta tad ein kallar forredari á alljósum degi! Oli Breckmann fekk sín mann valdan og lat meg enda við hansara orðum Í DR: »Jeg er valgt pá Fær- øerne for at bekæmpe so- cialismen«. At tingmanningin hjå før- oyska javnadarflokkinum læt Ola våpnini til at fella ein dugnaligan og høgt vird- an fyrrv. danskan rådharra, man í dag svida sum svøll- ur hjå mongum javnadar- manni og er står vanærislig skomm fyri føroyska javn- aðarflokkin, sum sýnist turrgeldur fyri taktiskt virk- semi og diplomati. Eg valdi sanniliga ikki Jóannes niður á fólkating sum passivt umboð ella pro- vokatør fyri tingmanning javnadarfloksins! Hvat billa tit tykkum inn. Tað, sum tit gjørdu ímóti tykkara egna formanni Jóannesi, er onki minni enn ein vanærislig skandala. Hevndarhugur tykkara kann í síðsta enda gerast ein beiskur drykkur, sum tit noyðast at svglgja til síðsta dropa. Hava vidurskiftini mill- um brødraflokkarnar fyrr verið vánalig, so er hetta lítið aftur ímóti, hvat vit kunnu vænta okkum fram- yvir. Hvar eru forrestin røddirnar í javnaðarflokkinum, sum verja ríkisfelagsskapin? Er tað veruliga so galið, at fraterniseringin við sepa- ratistarørslur hevur fingið flokkin til at gloyma, at vit liva í einum stórum og góð- um ríki. Heri H. Niclasen Sleipnisgøta 11 Tórshavn