Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mars 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 60 — 28. MARS 1998 Við at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin til løgtingsvalid 30. apríl sigur Høgni Hoydal samstundis eitt langtíðar farvæl til fasta starvið í SvF — eisini um hann ikki verður valdur á ting NICLAS JOHANNESEN — Avleiðingin verður, at eg fari úr starvinum. Nú vendst ikki aftur. Eg havi lagt stóran dent á at vera óheftur sum journalistur á Degi & Viku. Nú er tann kósin slept og eri farin upp í part. Ég eri ikki óheftur longur, og eg fari sostatt ikki aftur í starv á SVF — sjålvt um eg ikki komi á ting. Tað hevði verið ótrúverdugt. Høgni Hoydal ljóðar næstan keddur dagin eftir, tað gjørdist greitt, at journ- alisturin, sum eitt nú hevur gjørt vart við seg við nógv umrøddu sendingunum um bankamálið nú fer upp í politikk. Han stillar upp fyri Tjóð- veldisflokkin, aftan á at flokkurin hevur verið eftir honum eina tíð. Svar 5 minuttir áðrenn deadline — Eg segði eisini nei, fyrstu ferð eg bleiv spurdur fyri hálvum gørðum mánaði síðan. Í gjár mátti eg so taka endaliga stóðu. Tað gjørdi eg klokkan fimm minuttir í fimm — eftir, at genta mín Hildur helt, at eg skuldi gera tað. Eg havdi lovad at givið svarið áðrenn klokkan fimm. Høgni sigur, at tað var torført hjá honum at koma til hesa niðurstøðu, at rætt er at skifta trygga almenna sessin á SvF út við eitt 6- trygt politiskt lív. — Ég var rættiliga nega- tivur at byrja við. Politikkur verður jú ofta fatað sum skitið arbeiðið. Hinvegin so byrjaði eg at hugsa um, hvussu eg eri partur av hes- um yngra ættarliðnum, sum stendur við síðulinjuna og rópar og annars eru krit- tisk. Tað er oymikið av ung- um kreftum til, samstundis sum tað er ein stórur tørvur á nýggjum kreftum í før- oyskum politikki. Hvat sigur tú til tær at- finningar sum fara at vera ímóti tær um, at tú hevur brúkt títt almenna journ- alist-starv sum loypfjøl til egnan politiskan fyrimun? — Ja, tað ivist eg onga løtu í fer at verða ført fram. Á ein hátt skilji eg væl, um onkur heldur tað. Men tað særir kortini mín stoltleika, tí eg sum sagt havi lagt stóran dent á at vera óheftur sum journalistur. Og nú taki eg avleiðingarnar. Hetta merkir, at Høgni Hoydal í roynd og veru ikki verður at síggja á Degi & Viku aftur ( ið hvussu er ikki sum journalistur). Á vinstravonginum Jt frá hvørjum politiskum tíðindablaðið SO) Høgni fer úr SVF upp í politikk Sølustevna Meira enn 35 umboð fyri yvir 20 ymiskar fyritøkur í På Føroyum, núverandi og framtíðar viðskiftafólk og samstarvsfelagar. vegna TórRek '98 á hesa stevnuna. Øll eru vælkomin 9 orsøkum fer tú nú upp í politikk? Broytingarnar seinastu árini í sambandinum mill- um Føroyar og Danmark vísa, at vit nú standa við eitt vegamót. Og verða tað ikki føroyingar sjålvir, ið taka stóru avgerðirnar, so fara onnur at gera tað fyri okkum. Tað kann verða danska stórnin, útlendsk oljufeløg o.s.fr Høgni Hoydal sigur, at arbeiðast má móti, at Før- oyar gerast eitt fult sjálv- støðugt land — Ja, vit mugu byggja land. Tíðin er búgvin. Tí sum sagt: Lata vit okkum fanga í einum avgerðar- loysi, so verða tað onnur enn føroyingar, ið fara at taka tær stóru týðandi avgerðirnar fyri okkum Hverjum vongi í Tjóð- veldisflokkinum ert tú á? — Ég standi á vinstra- vonginum. Ég trúgvi upp á eitt solidariskt samfelag, sigur Høgni, sum í dag fyll- ir 32 ár. Eisini ein annar sjón- varpsmaður Ólavur Ras- mussen stillar eisini upp fyri Tjóðveldisflokkin. Olavur hevur seinastu tvey árini verið á Degi á Viku og so hevur hann eisini gjørt sendingina Undirhúsið Bæði Høgni og Olavur eru stillaðir upp í Havn á einum Tjóðveldislista, har rúgva av ungum nøvnum bjóða seg fram. Eisini Anita á Fríðriksmerk, sum fekk næstflestar tjóðveldisat- kvødur til fólkatingsvalið Tjóðveldisflokkurin skuldi hava boð áðrenn klokkan fimm hósdagin. Í síðstu løtu avgjørdi Høgni, at hann nú vil royna seg i politikki Mynd Alvur Haraldsen i Badmintonhøllini i dag kl. 10.00-16.00 Íslandi eru komin til Tórshavnar at hitta arbeiðsfelagar í Ein framsýning verður av íslendskum verum og tænastum. Íslendska útflutningsráðið og Eimskip vilja bjóða tygum