leygardagur 28. mars 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 28. MARS 1998
Nr. 60 - 28. MARS 1998
Pauli í Sandagerði
Í morgin skulu tær tríggjar,
Kristina, Andrea og Birita
royna seg á kendum
klaverfagnaði i Keyp-
mannahavn.
Danski Steinway Klaver-
fagnaðurin er ætlaður børn-
um og ungum undir 20 ár.
Ikki er sørt, at hetta tiltak er
vorðið kent millum ungar
klaverleikarar, og eitt gott
úrslit á >Steinwayinum<
hevur givið fleiri ungum
fyrstu veruligu royndina í
hesum spennandi tóna-
heimi.
Kapping?
Hetta er tólvta árið, at boð-
ið verður til henda fagnað.
Fyrireikararnir = leggja
dent á, at fyrst og fremst er
talan um eitt gott høvi hjá
ungum klaverleikarum at
hittast og spæla hvør fyri
ødrum. Kortini meta teir
eisini, at ein slikur fagnadur
kann eggja hesum ungu til
at leggja eyka orku i at gera
sitt besta — og kanska kann
hetta eisini eggja nøkrum til
at fara veruliga klavervegin.
Ikki skerst tó burtur, at
nakað av kappingardámi er
yvir einum slíkum fagnaði.
Men hetta er kortini veru-
leikin hjá teimum, ið velja
eina tílíka lívsleið. Tú fært
bert tær spennandi uppgáv-
urnar, um tú ert betri enn
»métstødumenninir«.
Nógvar eru hugsaninar ant-
in kapping er av ti g60a ella
ónda. Men hóast klaver-
leiðin kann gerast torgongd
lívsleið, so er hesin vegur
kortini ein av fáum, har
gávur og arbeiðsemi enn
hava eitt sindur at týða fyri
úrslitið.
Undankappingar
Hóast tosað verður um
undan->fagnaðir<, so er í
veruleikanum talan um und-
ankappingar. Hesar verða
hildnar um alt >ríkið<, og
her verða tey hepnu vald út
— trý úr hvørjum øki.
tidindablad
Tríggjar gávuríkar ungar damur eru
okkara boð í ár til kenda Steinway
klaverfagnaðin
Luttakararnir eru bólkaðir
í fýra aldursbólkar. Hetta er
sjálvandi neyðugt, tí hóast
góðar gávur, so er ilt hjá
einum tíggju ára gomlum at
kappast við ein 19 ára gaml-
an.
Føroyska
undankappingin
var i Térshavnar Musikk-
skúla fyrr í hesum månadin-
um.
Hetta var hugnalig og ikki
sért spennandi lýta. Nigzju
hugagóðir og dugnaligir
ungir klaverleikarar royndy
seg, meðan spent foreldur
mýktu nervarnar og álvar-
samir dómarar skrivaðu
niður tær lagnukendu við-
merkingarnar. Væl gekst hjá
teimum flestu. Onkur var
eitt sindur fjálturstungin,
men ótrúliga væl eydnaðist
teimum at rista fjálturin av
sær, og vit fingu hópin av
góðum og musikalskum
upplivingum.
Legði til merkis, at bert
ein drongur var millum
leikararnar. Er klaverkleikur
kanska vorðin eitt kvinnu-
fyribrigdi?
Tær tríggjar
Kristina Dalsgarð er yngst.
Hon er 13 ára gomul, men
hevur kortini longu spælt
klaver í 6 ár.
Kristina hevur áður verið
við til heilar fýra Steinway
Fagnaðir. Hon hevur roynt
seg í tveimum aldursbólk-
um. Fyrstu ferð, hon var
við, var hon í yngsta bólk-
inum (A), og tá spældi hon
seg til eina 2. virdisløn.
Tónleikurin fer við nógv-
ari tíð, sigur Kristina og eins
og Andrea og Birita, so
gongur hon eisini til musik-
teori hjá Bjarna Berg.
Tónleikurin er kortini ikki
alt, og Kristina kann kalla
seg Føroyameistara — hon
spælir eisini fótbólt í AB.
Eg havi fleiri ferðir hoyrt
Kristinu spæla klaver. Hon
er evnarik og tað, ið hug-
tekur meg mest, er hennara
Í morgin skulu tær
tríggjar, Kristina,
Andrea og Birita royna
seg á kendum
klaverfagnaði í Keyp-
mannahavn
Sostaluk
Steinway
klaverfagnaður
musikalska »tempera-
ment«. Lærir hon at temja
henda eldhugin eitt sindur
— uttan at missa hann burt-
ur, so hevur hon góðar
møguleikar at gerast ein
frálíkur klaverleikari.
Andrea á Dul Mortensen er
16 ára gomul, og hon hevur
fingið klaverundirvísing í
skjótt 8 ár. Hon hevur, eins
og Kristina, gingið hjá yms-
um klaverlærarum, men í
løtuni ganga báðar hjá Jó-
hannesi Andreasen.
Tvær ferðir áður hevur
hon roynt seg í Steinway
>kappings, og í aðrari kapp-
ingini eydnaðist henni at
røkka 3. virdisløn. Eisini
hevur hon roynt seg í kapp-
ing í Svøriki, so hon hevur
longu royndir á gkinum,
hóast unga aldurin. Andrea
skal hesaferð royna seg í
einum >sterkari< bólki (C).
Tær siga allar við ein munn,
at kappingin gerast alt harð-
ari, longur tær koma upp
eftir stiganum. Klaverið er
ikki einasta 1j60føri, Andrea
hevur roynt, hon hevur eis-
ini spælt floytu í umleið 5
ár, men hesum er hon givin
við — „tíverri kanska« tí
klaverið er eitt sindur
»einsamalt« lj60føri.
Andrea hugsar um at fara
til USA i eitt år at ganga i
High School, og hon vénar
at kunna fåa undirvising i
klaverspæli, medan hon er
burtur.
Hóast ungan aldur, so er
Andrea longu sera búgvin
klaverleikari. Hon spælir
ikki bert nakrar nótar, men
hon livir seg væl inn í tón-
leikin og dugir væl at fáa
réttu >tónarnar< fram i
myndini.
Birita Johansen er 17 ára
gomul og hon gongur í 2.
g. í Hoydølum. Hon hevur
spælt klaver í 9 ár, og eins
og hinar báðar hevur hon
gingið hjá ymsum lærarum
— nú er tað Stamen Stant-
chev, ið leggur lag á.
Birita er ivaleyst hon, ið
fær harðastu kappingina, tí
hon skal royna seg í elsta
bólkinum (D).
Allar siga tær um kapp-
ingina, at har er ein elita, ið
metir upp hvørja ferð. Hesi
sera dugnaligu og >ambiti-
øsu« ungu eru ring at basa,
tí tey leggja nærum alla
orku í klaverspælið — hetta
er ikki enn vanligt her hjá
okkum, har flest øll ung
geva rúm fyri ødrum fri-
tíðarítrivi eisini.
Birita er einki undantak í
so máta heldur, hon hevur
íðkað fimleik í 10 ár. Ikki
er Birita millum teirra, ið
støðugt veipa vid ørmunum.
Men tá hon spælir, er hon
ikki at kenna aftur. Tá livir
hon við í tónleikinum, og
góður teknikkur ger hana
føra fyri at halda kósini, so
siglingin gerst bylgjandi
tónleikur.
Hvat hevur framtíðin
at bjóða hesum ungu
Prátið við hesar ungu damur
avdúkar sera vakin eygu
fyri møguleikunum fyri eini
nøkulunda liviligari tilveru
innan tilikt yrki i Føroyum.
13
Tær duga væl at skilja, at
hetta krevur eitt politiskt
medvit, ið røkkur út um
roðslu og stert.
Allar halda tær, at stødan
er bøtt munandi síðan Mu-
sikkskúlin kom, ti nú eru
somikið nógv ung, ið hava
broyttan hugburð til tónleik,
at hetta so smátt er farið at
merkjast út um sjálvt skúla-
umhvørvid
Tað er jú ikki nóg mikið
at klekja eina rúgvu av tóna-
pisum, tær skulu eisini hava
eina rók at seta seg á, skulu
tær fáa hug at búleikast og
virka í landinum
Hóast eingin av hesum
trimum hevur nakra bein-
leiðis ætlan um at lata kla-
verið ella tónleikin gerast
framtíðarbreyð, so fara vit
kortini at vóna, at tær og øll
hini mongu i hvussu er fåa
ein bøttan møguleika i
framtíðini.
Hetta er eisini eitt slag av
rikidømi.