leygardagur 28. mars 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið) > 9
Hetta er fjårtanda årid, at
FSO bjóðar til vårkonsert,
og hesa ferð við eini skrå,
sum evnir um tvey av allar-
kendastu verkunum frá
wienerklassikarunum
Haydn og Beethoven, og
síðani eitt verk úr okkara
eld av amerikanska tóna-
setaranum Samuel Barber
>Adagio fyri Strúkarar<
av Samuel Barber
Amerikanskur klassískur
tónleikur hevur ikki langa
siðvenju. Fyrstu veruligu
klassisku tónasetararnir so
sum Ives, Copland, Griffis
o.a. byrjaðu i seinnu helvt
av 19. øld. Teir eru, sum
vera man, åvirkadir av
europeiskum ténleiki, men
eisini av upprunaligum afri-
kanskum tónleiki og rútm-
um. Ein av teimum, sum er
kanska meira ávirkaður av
tjúgunda aldar tónasetarun-
um sum Schønberg-Bartok
o.g. er Samuel Barber, fødd-
ur 1910. Hann hevur skriv-
að eina strúkikvartett, har
adagiosatsurin er vorðin
standandi, serliga í eimi ver-
sjón fyri strúkiorkestur
Hetta er eymur og fínligur
tónleikur við sjáldsomum
lagdámi, og verður hetta
fyrsta verið á skránni hjá
FSO.
>Keisarkonsertin< av
Ludvig van Beethoven
Ein meira stórbær konsert
fyri klaverið enn fimta kla-
verkonsertin í Es-dur, opus
73, sum Beethoven fullførdi
í 1809, finst valla. Kon-
sertin hevur tilnavnið
»Keisarakonsertin«, og
kanska ikki av tilvild
Hetta árið var sera ófrið-
arligt í Wien. Býurin var
kringsettur av heri Napole-
('arin/
Várkonsertin hjá Føroya
Symfoniorkestri 1998
Solistur: Johannes Andreasen í stórverkinum >Keisarakonsertin< av Ludvig
van Beethoven. Harumframt tann vælumtókta symfoniin »Klokkan« av
Joseph Haydn, og >Adagio fyri Strúkarar< av amerikumanninum Samuel
Barber
ons keisara, og bústaðurin
hjá Beethoven lá tætt við
býarmúrin, og har hoyrdust
skot og dundur frá kanór-
unum dagin langan. Gang-
urin var óferur, so Beet-
hoven sigur, at hann mátti
flýggja niður í kjallaran hjá
beiggja sínum. Beethoven
skrivar: >Ég havi ikki fing-
ið nógv á skaftið, her er alt
so karlagið — larmur og
ólevnaður, trummur, kanón-
ir, hermenn og vesaldóm-
ur<. Og hóast tað, so skriv-
ar Beethoven fleiri av sín-
um bestu verkum júst hetta
árið. At henda konsertin er
ikki sért >hernaðarkend< er
kanska ikki so legið. Tað lá
í tíðini, at tónasetarar tá
skrivaðu verk við gotur-
dundri, trompetsignalum og
marsjrútmum. Kanska er
ikki einki av hesum at hoyra
í hesi klaverkonsertini við
tí máttmikla og marsjkenda
rútmikkinum.
Fyrsti satsurin er tann
rúgvusmiklasti ella longsti,
byrjandi við víðspennandi
kadensum, har solisturin
eins og fevnir um alt instru-
mentið, áðrenn orkestrið
rættiliga sleppur framat. Tað
máttmikla grundtemaið fær
eitt mótspæl í einum heldur
veikari lag í moll — ber bráð
kjallaragreinin
Í TÓRÐUR
£ 3 JOANSSON
Fólkatingsvalið var so av
næstseinastu viku, og allir
flokkar kappadust um at
siga fólki, hvussu miklan
framburð hver teirra heyði
í atkvødutali. Men hóast
tað vóru einans tveir sig-
ursharrar. Og enn eina ferð
fingu vit eina skilliga á-
bending um, hvussu avlag-
að tað er, at føroyskir
flokkar og veljarar skulu
ørkymlast av hesum
danska vali. Urslitid av
valinum veik t6 ikki so
langt frå ti, sum væntast
kundi
Fleiri framsøgufålk
royndu at meta valúrslitið
sum eitt slag av veljara-
kanning, ið kundi nýtast
sum fyriboðan um, hvussu
úrslitið av einum komandi
løgtingsvali fór at verða. —
Kanska eitt sindur niðrandi
hugburður mótvegis
danska fólkatinginum at
meta val til hetta ting ein-
ans sum eina valkanniny í
sambandi til eitt lutfalsl:g
minni týðandi val, nevr.
liga eitt føroyskt løgtings-
val.
Úr føroyskum sjónar-
miði er tað kortini ikki 6-
skiljandi, hóast summi
kanska halda tað benda á
ikki sért av hermfødiskapi
og nalvaskoðan. Tí løg-
tingið er — tað skerst valla
burtur — lítið annað enn eitt
kommunustýri við ávísum
heimildum, ið eru skamt-
aðar frá danska fólka-
tinginum og stjórn tess
Lítið veiggj er í at ímynda
sær nakað, sum ikki er; og
lítið bæriligt er at billa
hverjum ødrum inn, at
Føroya Løgting er annað,
enn tað er
Tí veruliga valdið í Før-
oyum er framvegis á
Christiansborg og Hel-
mens Kanal í Keypmanna
havn. Um hetta hava vi
av einum fjarljómandi
syrgimarsji — men beinan-
vegin kemur eitt játtandi
petti í dur. Av tí at tað í sats-
inum eru so nógvar >fríar<
improvisatiónir, so finst
eingin serlig >solist-
kadensa< í verkinum, men
Beethoven hevur sjálvur
sett inn eina stutta kadensu,
so heldur ikki í fylgjandi
satsunum finst nøkur so-
vorðin
Annar satsurin byrjar við
einum blíðum, skaldsligum
lag í orkestrinum, sum so-
listurin síðani tekur um og
ger burtur úr við heldur
dreymakendum hugflogi.
Aftan á eina nakað trilvandi
byrjan fer satsurin — ein
rondo — rúkandi avstað við
einum frískligum og sera
skarpleittum lag.
Haydn í London
Seinasta verið á skránni er
Symfoni nr. 101 í D-dur av
Joseph Haydn. Hetta er ein
av teim sokallaðu London-
symfoniunum. Tær eru tólv
í tali, og eru líður í eini kon-
sertrød, sum Haydn varð
biðin um at halda í London
í árunum 1791-95. Hann var
biðin um at koma til Lond-
on av violinistinum og kon-
sertfyriskiparanum Solo-
mon. Umframt seks symfo-
niir, var hann harafturat
biðin um at skriva tjúgu
smærri verk. Sjålvan nýggj-
ársdag í 1791 kom hann til
London, men ikki slapp
hann undir konsertrødina
beinavegin, tí har vóru
nógvir konsertfyriskiparar,
og teir royndu at leggja
teimum ymsar forðingar.
M.a. lupu teir út í orð, at
Haydn, sum tá var 58 ára
gamal, var vorðin dølskur
og púra í afturferð. Men
Haydn nýtti tíðina at kom-
ponera og venja, og sjálvur
spældi hann á fi6l tydning-
armikil petti úr verkunum
at vísa teimum í orkestrin-
um, hvussu hann vildi hava
tey framførd. Londonblød-
ini skriva: Tá tann stóri dag-
urin endiliga kom, var ikki
endi á fagnaðinum. Teir
listamenn, sum Solomon
hevði fingið í orkestrið,
vóru frálíkir, og orkestrið
var nógv størri, enn Haydn
var vanur við hjá Esterhazy.
Har vóru ikki færri enn
nakrir og fjøruti tónleikarar,
16 violinir, 4 violair, 3 celli
og 4 kontrabassar umframt
blásararnar. Sjålvur var
Solomon konsertmeistari
og spældi á eina Stradivari-
usviolin, sum Corelli hevði
åtti, og Haydn leiddi or-
kestrid frå cembaloinum.
Ein Dr. Burney, sum hoyrdi
konsertina, átti bert stór orð,
tá hann ummældi konsert-
ina, og segði hann Haydn
at hava eina »elektriserandi
ávirkan< á áhoyrararnar, og
at teir vóru so hugtiknir, at
tað nærkaðist uppreistri. Og
Morning Chronicle endaði
sítt ummæli við vónini um,
at hetta størsta musikalska
unikum og genius mátti
fáast at búseta seg í Ong-
landi.
Symfoni nr. 101
»Klokkan« av
Joseph Haydn
Verkið varð frumframført í
Haymarket-Theatre í Lond-
on 4. maí í 1794 og er ein
av mest avhildnu av symfo-
niuunum hjá Haydn. Hon
byrjar við einum seinførum
inngangi, men tað er tað
meira káta síðutemaið, sum
valdar í fyrsta satsinum,
sum endar við eini lang-
drignari coda. Symfoniin
hevur fingið navn eftir tí
dikkandi pendulundirspæl-
inum í ødrum satsinum.
Hesin satsurin er býttur
sundur í trý, fyrsti og sein-
asti parturin hava sjálvt
temaið, meðan miðparturin
Aftur á val
sæð ovmikid av dómum
seinastu árini. Tá ið
veruliga stendur á, koma
kravboð úr Keypmanna-
havn um, at so ella so skal
tað verða. Hóast sokalladar
yvirtøkur vikast lítið við
hesa sannroynd; millum
annað av tí, at flestu >yv-
irtøkur« eru framdar eftir
boðum úr Danmørk. Men
eisini av tí, at tað yvirhøv-
ur einans eru umsitingar-
nar av ymiskum málsgkj-
um, ið føroyingar hava um
hendur. Umsitið og fyrisit-
ið verður vegna danskan
myndugleika.
Og so varð løgtingsval
útskrivað. Øll tóktust øtast
og ovfarin; summi gjørd-
ust firtin og ørg. Men kort-
ini hava tey flestu sagt seg
viljað havt hetta val sum
skjótast. Og uppskot vóru
um at hava val beinan veg-
in; so neyvan kom handan
kunngerð løgmans heilt 6-
vart á fólk yvirhøvur. Nú
er bert at vóna, at úrslitið
30. apríl verður føroyska
fólkinum til frama.
Kreppan í Føroyum
fevnir um alt samfelagið,
og eingin partur av skip-
anini er sloppin undan.
Bankaskipanin fór um
koll; búskaparliga skipanin
somuleiðis. Og sjálvsagt
elvdi hetta eisini til, at sjálv
politiska skipanin rapaði,
hóast summi oddafólk ikki
rættiliga vilja vera við, at
so er. So statt kunnu vit
siga, at eisini allir stovnar
og alt virksemi undir polit-
isku skipanini fóru um
koll.
Í veruleikanum er hetta
neyvan nakað nýkomið,
nakað, ið kom brádliga ella
óvart; tí alt síðan heima-
stýrisskipanin tók við fyri
hálvthundrað árum síðani,
hava einstaklingar og
flokkar, bólkar og felags-
skapir áhaldandi víst á, at
slíkari skipan varð ikki lív
lagað. Skipanin varð sett í
gildi sum ein neyðsemja,
fyrst og fremst av tí, at
føroyingar sjálvir — sum
ikki einaferð — ikki megn-
aðu at semjast um grund-
leggjandi spurningar við-
víkjandi framtíðar stóðu
Føroya í danska kongaríki-
num ella uttanfyri.
Politisku flokkarnir eru
eyðvitað eisini partar av
kreppuni. Tað gongur sjón
fyri søgn, at fáir teirra
megna at laga seg til
nýggju støduna. Onkrum
hevur eydnast at bróta upp
úr nýggjum, sum tað vísir
seg ella er líkt til. Men
hvussu dyggiliga og í
hverjum álvara, hetta hev-
ur verið gjørt, kann bert
tíðin vísa. Aðrir flokkar
tykjast tvassa í stað; duga
ikki rættiliga at fóta sær. —
Og sum ikki einaferð tykist
Jóhannes Andreassen fer
at spæla Keisarakonsert-
ina
stendur í moll og gevur
møguleika fyri nýggjum til-
fari. Hvgrja ferð temaið
kemur, so hoyrast dikkandi
pendulsløgini. Síðani kem-
ur tann frískliga menuettin
og at enda ein vælljómandi
finala í rondoformi. Eisini
her fer Haydn yvir í moll
eina létu, at geva nýtt tilfar,
men hann finnur væl aftur
á rásina og endar í einum
ljómandi D-dur.
Konsertin verður í Norður-
landahúsinum sunnudagin
29. maí kl. 16, og dirigent-
ur verður Martin Mourit-
sen.
Alex Sólstein
fólkið, veljarafjøldin, at
vera væl framman fyri
flokkarnar.
At kalla allir flokkar eru
eisini i leidslukreppu. Enn-
tå teir størstu tykjast hava
åt av lagi vånaligt handa-
lag, tå ið tað snýr seg um
at finna hóskandi leiðslu-
snið, avgerðarhátt og skip-
anarligan karm. Rembing-
ar innanfloks avdúka álv-
arssamar veikleikar, sum
minka munandi um trú-
virði flokkanna.
Kortini er at vóna, at
fjøldin av Føroya fólki fær
okkurt í at velja á løgtings-
valinum; tí sum er munnu
tað ikki vera so fá, sum
einans fara á val við ring-
um tannabiti. — Tað er
skylda og verkevni flokk-
anna at síggja til, at vend
kemur í hesi viðurskifti
komandi vikurnar.