Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mars 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A Nr. 60 — 28. MARS 1998 Martin Mouritsen, leiðari á Føroya Musikkskúla. Skúlin er skipaður við Martin Mouritsen sum landsleiðara og einum økisleidara fyri hvørt av teimum 11 stóðunum, sum Musikkskúlin er virkin í Føroyum Mest kendur er Martin Mouritsen í almenninginum fyri at leiða og stjórna Føroya Symfoniorkestur, og serliga fyri árligu Nýggjárskonsertina, sum SvF vanliga sendir bein- leiðis úr Norðurlandahúsinum, og tað fer hann eisini at gera í ár ; tidindablad Martin Mouritsen, nýggjur musikkskúlaleiðari: — Nu fari eg at leggja skema fyri næsta år Aftanå at hava starvast sum lærari í Martin Mouritsen nú í Musikkskúlanum í í leiðarastólinum, har hann í Í níggju ár, sessast í fyrsta umfari fer at samskipa arbeiðið fyri teimum 30 lærararunum, sum arbeiða 11 ymsa DAGNY JOENSEN Tað vóru nógv umboðið,tá nýggjur leiðari í Føroya Musikkskúla skuldi setast. Heilar I I umsóknir vóru, og av teimum vóru seks bidnir um at koma til samrødu við Undirvísingar- og menta- málastýrið, sum setti Martin Mouritsen í starv. Martin Mouritsen er 42 ára gamal, giftur við Unn Kallsoy, og tey eiga fýra børn. Fyri ti vanliga føroying- inum er Martin Mouritsen ivaleyst einamest ímyndin, tå hugsað verður um stóra afturvendandi tiltakið við Nýggjárskonsertini, sum SvF sendir beinleiðis úr Norðurlandahúsinum. Virkin ymsastaðni í tónleikalívinum Umframt tað, hevur hann hesi árini verið leiðari fyri ungdómsharmoniorkestri, GHM og Tórshavnar Kam- arorkestur, bert fyri at nevna dómi. Hann var stigtakari,tå staðni Yrkisfelagið fyri klassiskar tónlekarar í Føroyum varð stovnað, og situr í løtuni sum formaður í Føroya Musikklærarafelag. Hetta starvið noyðist hann av nátt- úrligum orsøkum at leggja frá sær, nú hann tekur við sum leiðari í Musikkskúla- num. Útlærdur bilsmiður Upprunaliga var tað ikki tónleikurin sum setti dám á ungdómsárini hjá Martini á slíkan hátt, at hann skuldi hava hetta sum vinnuveg. Hann er útlærdur bilsmið- ur, og arbeiddi í hesum yrki, til hann fór niður at lesa á Kgl. Musikkonservatori- num í Keypmannahavn, har hann tók pedagogiskt prógv í 1986, og diplomprógv í klarinett í 1987. Eftir at hava arbeitt sum musikklærari í Danmark frá 1979 til 1986, hevur hann arbeitt í Føroyum. Hann hevur verið við gll árini,undantikið í skúlaár- unum 1996-97. Tá fór Mart- in Mouritsen í farloyvi. — Eg helt tað vera neyð- i Føroyum ugt, tí eg hevdi havt stóra arbeiðsbyrðu í nógv ár. Tað var eisini gagnligt Tá tú kemur aftur til arbeiðis, sært tú alt við nýggjum eygum sigur Martin Mouritsen I farloyvistíðini arbeiddi Martin Mouritsen å bilverk- staði i Havn og sum ørinda- drongur i Bakarinum hjå Gunnleivi, sum er familju- fyritøka Påpin stovnaði bakaríið, og beiggi Martin tók yvir fyri nøkrum árum síðani Nú er hetta størsta bakstur- fyritøka í landinum Bilsmiður og ørindadrongur — Var tað ikki stórbroyting frá at arbeiða við tónleiki og til yrkið sum bilsmiður og ørindadrongur? — Ji, avgjørt, men tað var eisini hugaligt. Tað var t.d. stuttligt at fara upp kl. fýra á morgni at pakka vørur, og síðani at koyra tær út til handlarnar. Tað er altíð sunt at royna okkurt annað. Fyri- munurin var eisini, at tá eg var liðugur at arbeiða, so ráddi eg sjálvur í frítíð míni, igur Martin Mouritsen Spurdur hvat hann heldur vera mest átrokandi at gera i nýggja starvinum, sigur Martin Mouritsen, at hann fyrsta umfari fer at tosa við musikklærarnar kring land ið, og harnæst fer hann at leggja skema fyri næsta ár — Broytingarnar verða ikki sjónligar beinanvegin Neyðugt verður at fara var liga til verka, og at meta um hvat ber til og ikki Musikkskúlin er skipaður við mær sum landsleiðara, og einum økisleidara fyri hvønn skúla. Tað er hetta arbeiðið sum eg skal sam- skipa. Reglurnar fyri skúlan eru soleiðis háttaðar, at lærarar skifta á hverjum ári. Rætti- liga avgerðandi fyri virk- semið frameftir er, at vit fáa teir réttu lærararnar, og at fáa teir at nýta sama ar- beiðshátt í undirvísingini 25 av 10 lærarum eru útlendingar — Musikkskúlalærarar ar- beiða kring landið alt, og nógvir útlendingar - umleið 25 lærarar eru útlendingar og 10 føroyingar. Tað er eis- ini neyðugt frameftir, tí vit eiga ikki so nógvar musik klærarar í Føroyum. Tað er