leygardagur 28. mars 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
I. partur Hví C
At ferðast er at velja
H end? Hesin
r helst næstan
m hví 3
Þú rr orð á r
STASkK
ftir at hava
mánaðir
"Miðkrir
halda kkum
funnið svarið
sjálvandi tí, hon er
fjakka á
Sum limir í tí sonevnda
„zappara-ættarliðnum“,
hvers møguleikar innibera
val, sum eingin ungdómur
hevur havt undan okkum,
settu vit semast í november-
mánaði kósina í ein
útsynning. Málið var tann
stóri heimsparturin Suður-
amerika
Tí hóast hugtakið „at
zappa“ oftast verður tengt
at sofabundnum sjónvarps-
hyggjarum við fjarstýring í
aðrari hondini og onkrum
kråsi í hinari, ber so sanni-
liga eisini til at zappa fólk
og tjóðir - og tað er hendan
møguleika og hesi val, sum
ungfólk úr øllum heiminum
hava og gera við at fara útí
heimin og “bryna sær
blånan” - víðka sjónarring-
in og veruliga varnast, at
jørðin ikki er læst av einum
miðkringi ella politiskum
merkum, men at hon er
rund, sum Galilei & co
vildu vera vid
Størsti føroyski byurin
Seinast f novembermånadi
fóru vit fimm so úr Før-
yum
Millum øll klemmini og
mussarnar á Farstødini
kundi ein pápi ikki bára sær
>
tidindablad
r Jórð
in rund?
Í Buenos Aires er heimsins breidasta Boulivard. 9 breytir eru i hvørjari sidu, men håast tad, ber sakta
taka sær av løttum miti í byarhjartanum og bilrokinum
ns til at
Seinast í novembermánaði í fjør fóru teir fimm vinmenninir Svein W. Ras-
mussen, Mass Hovdal, Magnus Samuelsen, Theodor E. D. Olsen og Dánial
Hoydal at fjakka : Suðuramerika, og væntandi gongur leiðin seinni til tær
Karibisku oyggjarnar.
at lilja „eingin skal hjá
ungum alva bragdarhugin
forða", og meðan hetta
kvædaørindi fekk meira og
meira at siga í høvdinum,
flugu vit fyrst niður til
Keypmannahavnar. Helst
tann størsti føroyski býurin
í dag, hóast hann enn ikki
er vorðin høvudsstadur, og
eisini nyttu vit hevið at
heilsa upp á fleiri kendar
„asfaltfgroyingar“
M.o vitjaðu vit
tónleikabólkin MC-Hár,
sum lótu okkum hoyra brot
úr teirra júst útkomnu tón-
leikaútgávu, ið nokk skal
øsa og skaka har heima.
Eisini nýttu vit
møguleikan at síggja teir
nýggjastu skandinavisku
biograffilmirnar, sum ikki
verða vístir í Føroyum við
tí grundgeving, at føroy-
ingar ikki tíma at hyggja
eftir norðurlendskari films-
list
Bestseljari við báðum
beinum á jørdini
Danski høvudsstadurin
hevði nóg illa fingið síni
mongu eygu tá ein
“byrjandi byur bjóðadi
okkum ein góðan dag", og
leiðin gekk út í floghavnina
í Kastrup. Vit vóru sostatt
farnir tíðliga til songar í
mun til kvøldini fyri, so
hendan morgunin kundu vit
ikki reypa um nakað virkis-
fýst náttarlív.
Men kanska var hetta líka
so gott, tí sessaðir í flog-
farinum, varnaðust vit, at
har sat sjálvur meistarin
handan „Fortællinger om
natten”, heimsgitni rithøv-
undurin og påpi hana sjålva,
Smillu, Peter Høeg.
Hann er kendur fyri ikki
at gera nógv hóvasták
burtur úr sær sjálvum, og tá
eitt nú altjóða Sosiala
Ráðstevnan var í Keyp-
mannahavn fyri hálv-
umtriðja ári síðani, var
Høeg tann einasti danin,
sum tann amerikanska for-
setafrúan, Hillary Clinton
ynskti at hitta. Men hetta
var sum at leita eftir nálini í
tí tiltiknu sátuni, tí hann var
torførur at fáa fatur á.
Men hóast maðurin sigst
fjós 0
— Á
Recoleta er kirkjugarðurin í Buenos Aires, har tey kendu o
»mausoleumini« og leitar eftir tí hjá Evitu Peron
g ríku hvíla. Her kongur Mass millum oll -
at vera vorðin millióningur
av sínum bestseljarum,
fleyg hann kortini við báð-
um beinum á jørdini á ferð-
amannaklassa, eins og
fjakkararnir úr Føroyum, og
vit fingu givið hverjum
øðrum nøkur góð ráð har í
hæddunum.
Vandamikið portur
Eftir at hava verið á flogi
og sæð sólarris í fleiri tímar,
lendu vit í milliónabýnum
Rio de Janeiro.
Nógv er sagt og skrivað
um hendan staðin millum ár
og dag Sjálvir siga
brasiliubúgvar, at „Gud
skapti heimin í seks dagar,
tann sjeynda ognaði hann
Rio“. Ein italskur stats-
maður tók einaferð so dýran
til við at siga, at „hon (Rio)
er vøkur sum ein kvinna“.
Men hóast hesin býurin
eisini er vakur í stóðum -
meira enn so - er munurin
millum rík og fåtøk øgi-
ligur, og ein má serliga ansa
sær á tí fyrsta túrinum av
flogvøllinum og heim á hot-
ellið. Rio er nevniliga eitt
av portrunum inn í sjálvt
meginlandið, og ofta eru
ferðafólkini óroynd á hesi
farleið. Hesum vita lumma-
tjóvarnir og hýruvogns-
stjórarnir sjálvandi av, og í
llum førum vóru hesir
seinnu sum ravnur um
deyðseyð, um tey bleiku og
eftir teirra meting helst
múgvandi ferðafólkini úr
Europa
Ein má ansa eftir øllum,
ein ber uppi á sær, men við
tíðini venur ein seg við at
bera øll tey týdningar-
miklastu skjølini næst tí
allarheilagasta — ótrúligt,
sum undirbuksurnar kunnu
innrættast til eitt heilt bur-
Nr. 60 — 28. MARS 1998
eaukrati, men tað ber til.
Munur
Men eftir ein drúgvan biltúr
framvið býarvíddunum við
biddarum og betong-
blokkum vóru vit á gist-
ingarhúsinum, og skjótt
komu vit í samband við
onnur ungfólk. Hesi vóru úr
Sao Paulo, og var hetta
eisini fyrstu ferð, at tey
vitjaðu í Rio. Har skuldu tey
móta til nakrar upptøku-
royndir til tess at sleppa inn
á fróðskaparsetrið.
Flestu teirra ætlaðu at lesa
medisin, og afturvið eini
hálvroyktari „Camel“
søgdu tey hesar royndir vera
eitt sindur av einum nálar-
eyga. Utbúgvingarskipanin
er nevniliga ein heilt onnur
enn tann, vit eru von við,
og kappingin um plássini er
náðileys.
Sostatt vóru tað umboð úr
yvirklassanum, vit hittu
hetta kvøldid á hotell-
barrini, men Rio hevur sum
sagt nógvar streingir, hóast
bert fáir sleppa at darra, og
enn færri tykjast tónleik-
ararnir at vera, ið sleppa at
spæla.
Tí tvey orð, ið lýsa
hendan býin væl, eru
strongd og stættarmunur.
Millum tær fúkandi
stressmappurnar, síggjast
biddararnir, ið bert eiga
armin sum kodda á teimum
dálkaðu getuhornunum.
Minti ikki sért um Menn-
iskjasonin á sinni, ið ikki
átti nakað at halla hevur á.
Hesin stendur eisini við
útrættum ørmum og lítir
oman yvir milliónabýin.
Kristusstandmyndin, sum
stendur 700 metrar oman
fyri vatnskorpuna, telist
millum heimsins kendastu
statuur og listaverk, og er
hjá nógvum sjálv ímyndin
av Rio.
Oasan í býarrokinum
Men tað eru strendurnar so
sanniliga eisini. Copa-
cabana var eitt stað, sum vit
annars bert trúðu fanst í
ferðavinnufaldarum, men
hagar fóru vit. Busstúrurin
var sum ikki einaferð i
hesum stórmeldrinum
skundmikil og merktur av
nógvari ferð og eftir okkara
tykki púra skilaleysari koyr-
ing.
Men soleiðis hóreiggja
busssjaufførarnir í Rio sær,
og kanska er neyðugt at
troðka í einum staði, har 12
milliónir búgva og gkið um
at fara er eins stórt og
Danmark.
Og var ferðslan ein dystur
við speedaran, albogarnar
og tíðina, so var tað á
strondunum, at fólkið tók
sær av løttum.
Stórar vóru tær, og meðan
vit gingu framvið teimum
leikandi = og stundum
ógvusligu og nøsku ald-
unum, og tá vit ikki hugdu
eftir Cariocakvinnunum,
sum í Rio eru kendar fyri
teirra evarska lítlu bikini,
varnaðust vit, at skuggarnir
av okkum ikki vóru eins
stórir og teir, vit kastaðu av
okkum heima í Føroyum.
Klokkan var nevniliga
tríggjar minuttir í tólv, og