leygardagur 28. mars 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
vit vóru staddir ikki so langt
sunnan fyri Miðkringin.
Ein góður túrur á
strondini, hóast ein sum
norðbúgvi eigur at ansa eftir
sær sjálvum og sólini.
Onkur helt fyri, at tað er
heldur ivasamt, hvussu
strendurnar í Rio høvdu
riggað sum hvalvágir, men
“The Girl From Ipanema”
verður í øllum fórum
ongantíð aftur bara ein
bossanovaklassikari.
Mistu hevuðsstaðin, men
hjørtuni vóru eftir
Jú, tað ber til at stuttleika
sær í Rio, og stuttleika-
vinnan bleiv eisini
aðalinntókukeldan hjá bý-
num eftir 1960, tá býurin
misti heitið og funktiónina
sum høvudsstadur.
Uppgávan at hýsa stjórn-
ini bleiv flutt longur inn í
landið, og frá at hava verið
miðdepilin í tí brasilsku til-
vitanini, bletv Rio formelt
bara eitt tråad ferdamanna-
mål, og hesin nyggi sam-
leiki bleiv ikki smoygdur
oman yvir stoltleikan hjå
Riobúgvum eftir einari løtu.
Men í dag ugga teir seg
við, hóast formalitetirnir eru
vorðnir realitetir, og at Rio-
búgvar heldur vildu átt
høvudsstadin enn tænt tur-
istum, at politikkararnir,
sum fluttu til núverandi
høvudsstadin, Brasilia, lótu
hjørtu teirra vera eftir í Rio.
Eitt blandad Brasilia
Men Rio er eisini annad enn
strendur og stuttleiki.
Býurin hýsir eisini nógvum
byggifrødiligum sjåvirdum.
Eitt nú vitjaðu vit í eini
kirkju, hvers byggistilur
mest var åtøkur einum
Mayatempli, hóast tey kat-
ólsku eyðkennini og ikki
minst siðirnir vóru eyðsýnd.
Eitt gott dómi um hvussu
blandað og margbroytt land,
Brasilia er. Har finnast allar
rasur av fólki, men kortini
hevur rasisma ikki góð
gróðrarlíkindi í hesum stóra
landinum. Orsøkin er helst
tann, at tað er ov torført at
taka dagar ímillum
félkasløgini, av tí at tey eru
so margbroytt.
Men er stýðan við-
víkjandi tí etnisku toler-
ansuni í lagi, fingu vit tó
eina sprelllivandi smakki-
roynd av tí suðurlendska
blóðinum, tá tað eftir stutt-
ari létu kann fara upp at
kóka av smálutunum, ger-
Nr. 60 — 28. MARS 1998
andisdagurin hevur at
borðreiða við. Men tá vóru
hitastigini eisini oman fyri
tey tríati.
Ein dagin vit gingu og
spákaðu oman eftir og nið-
an eftir fjakkaratúni í tí
klassabýtta meldrinum í
Riogøtum, kom av eini
hvørjari orsøk klandur í
millum ein mann til gongu
og ein taxasjauffør. Hin
fyrri sló síðan hart á for-.
rútin, og bilstjórin gjørd'
ikki mætari enn at leypa út
úr hýrivogninum og hótti
við onkrari metalstong, ið
mest líktist einum róðurlási.
Men skjótt lupu einir fýra
løgreglumenn upp í leikin,
hildu sjaufførinum, og ferð-
slan slapp at halda fram.
Jú, Rio er Rio, og eftir
nakrar dagar í býnum vistu
vit, at tað er annað enn tann
víðagitni dionysiski karne-
valsandin, ið kann taka fólk
úr Rio av ræði.
Føroyingar í frægum
vindi
Síðani gekk leiðin til ein
annan milliónabý, nevniligå
høvudsstadin í Argentina,
Buenos Aires, ið merkir
“teir frægu vindarnir”.
Longu umborð á flog:
farinum sóu vit, at her vår,
talan um eitt heilt annað
slag av stórbýi. Lá Rio ae
Janeiro, Januaráin, millum
fjøll, vóru tær veldugu og
fløtu víddirnar í Buenos
Aires mest at líkna við
stjórnuhimmalin undir
okkum hesa náttina. Ein
sera væl struktureraður
býur.
Mannagongdin á flog-
vellinum, sum vit nú høvdu
vant okkum við, gekk uttan
roks, og uttan fyri sóu vit
okkara fyrsta kakerlakk á
ferðini. Plagar at vera eitt
tekin um seiglívaða tilveru.
Lupu síðani í ein taxabil,
og eftir at hava kjakast dúg-
liga við sjaufførin um hvør
skuldi = gjalda bum:m-
pengarnar tær tvær-tríggjar
ferðirnar teir komu fyri, ið
ikki minti sért um kjakið
um undirsjóvartunnilin, vit“
um sama mundið lósu um í
internetSosialinum, komu
vit til hotellið, og nú kundu
vit byrjað eitt handrit, sum
David Lynch óivað hevði
fingið eitt sindur burturúr.
Komnir innar sita tveir
mans, sum eru komnir væl
til árs og hyggja eftir einum
hálvfúlum og stunandi
filmi. Eingin sigur nakað,
tíðindablað
og einki hoyrist í tí lítla
rúminum við teimum gráu
veggunum, ið bert eru
skrýddir við smakleysum,
kitchutum bílgtum, uttan
stunið frá tí eymkandi, men
nøgdu kvinnuni á skíggj-
anaum.
Annar maðurin, sum sat
hinumegin diskin — hin sat
í sofuni — var eftir øllum at
dóma tann, ið vit skuldu
venda okkum til. Ein langur
gráhærdur maður við
síðum, feittutum heintihári.
Ásettu breyðbitarnir, ið
skuldu góða hann í tí myrku
náttini, lógu sløddir á
borðinum, og so byrjaði
tann seigligi, gamli gubbin
at vísa okkum, hvar vit
skuldu skriva okkara ngvn
og passnummur. Ein farri av
ófrættadámi setti dám á løt-
una og føroyska prátið
okkara millum, og onkur
byrjaði at syngja eitt av
teimum óhugnaliga grind-
unum úr “Hotel California".
Føldu okkum heima
Men slíka móttøku venir ein
seg við, og eftir at hava sov-
ið væl og vaknað upp til ein
nýggjan bý, kundu vit ikki
siga annað enn: “fínar
greyir!"
Tað var nevniliga ikki
bert úr erva, at Buenos Aires
var gðrvísi enn Rio. Vit
fingu rætt í okkara fugl-
aperspektiverandi = met-
ingum, at her var talan um
ein munandi gðrvísi infra-
struktur og byggistíl. Minti
einamest um gongugøturnar
í Skandinaviu, hóast býurin
verður kallaður tann “suður-
amerikanski París".
Her var ein heilt onnur
atmosfera, og strongd
gjørdist næstan eitt fremm-
andaorð, men so var kost-
nadarstødid eisini hareftir.
Gavtjóvar
Men tað, ið hugtók mest
hendan fyrsta dagin, var ein
endaleys hesta- og oksa-
gonga. Her vóru arbeiðs-
hestar, elegantir hestar og
ponystøddir. Á teimum
flestu sótu reiðfólk í øllum
aldri í fínasta skrúði. Ein
flott sjón!
Eftir at hava spurt okkum
fyri og varnast plakatirnar,
ið boðaðu frá hesum tiltaki,
funnu vit út av, at hetta var
tann árligi dagurin hjá
„gaucho'unum“, ið vóru teir
gomlu cowboyararnir í
Argentina. Og eftir at hava
frætt um teirra mentan, lívs-
stíl og pløgg, er cowboy-
hugtakið alt annað enn lætt-
isoppafatanin hjá John
Wayne av hesum niðursetu-
monnum.
Sum í øllum gðrum sam-
feløgum við nógvum býum,
hevur tað argentinska rom-
antiserað teirra jardar-
arbeiðsmenn og íspunnið
Tøknin og tey stóru amerikansku feløgini vunnu fram allastaðni i Suðuramerika. Tað var eitt statussúmbol at
hava okkurt kent vørumerki heft upp á okkurt, men onkuntíð livdi kunnleikin ikki upp til ambisjónirnar...
Í Norðurargentina eru nógv spennandi landløg. Her høvdu vit funnið nakrar incaruinir. Tað var púra oyðið,
so tað einasta vit høvdu at spæla við vóru kaktussarnar. Her er Dánial í leysum lofti.
glæstrisggur um teirra
tilveru. Í dag eru gaucho-
ararnir sjálv ímyndin av
øllum tí, ið tann „civil-
iseraði“ maðurin ikki hevur.
Gauchohugtakið hevur
við tíðini fingið fleiri og
fleiri týdningar og virði
hongt upp á seg, og súm-
boliserar í dag bæði eina
stolta frælsiskenslu og
vantandi = virðing fyri
myndugleikunum. Hesir
kláraðu jú at koma undan á
teimum veldigu argentinsku
pampavíddunum.
Men sjálvandi eru hesar
søgur ikki komnar fyri seg,
fyrr enn tann síðsti rættiligi
gauchourin var lagdur undir
grønutorvu. Tí hóast tú í dag
canst síggja reiðmenn vid
stórum svørtum hattum og
vevaðum indianskum sjall-
um, eru hetta bert leivdir frá
einari mentan, ið hvarv end-
aliga fyri einari øld síðani.
Upprunin
Tá ið spaniólarnir gjørdu
teirra fyrstu innrásir í syðra
partin av heimspartinum,
kom tað meira enn so fyri,
at einstaklingar flýggjaðu
undan sínum landsmonnum
inn í sjálvt landið og livdu
síðani saman við uppruna-
fólkinum. Hesir kundu í
summum førum vera brots-
menn og deserteraðir her-
menn.
Teir mentu so teirra lívs-
stil, ið ikki minti sørt um
tann hjá nomadum. Tamdu
villar hestar, so til bar at ríða
á teimum og slaktaðu neyt,
ið vóru vilst úr býunum
Roðini býttu teir so um við
brennivín og tað lokala teið,
mate, sum í dag fæst á
hvørjum gøtuhorni og
krambúð i Suduramerika.
Men sum sagt fekk hetta
lívið á teimum argentinsku
pampa'unum ein enda. Tey,
sum búðu í byunum, høvdu
ongantíð dámt hetta fjakk-
andi fólkið á landinum, og
seinast í 18. eld byrjaði eitt
stórt jarðarbýti, sum kundi
fingið skiftisfundirnar um
teir einstøku hagapartarnar
heima hjá okkum at líkst
barnafødingardøgum.
Hetta varð sjálvandi ikki
framt eftir einum degi, men
tá garðar og hegn forðaðu
tí mobilu og alt annað enn
staðarbundnu livsførsluni,
var torført at halda fram á
sama hátt. Gaucho'ararnir
vórðu ikki sæddir sum nógv
annað enn neytatjóvar, og
so við og við noyddust fleiri
av teimum at arbeiða, har
teir áður høvdu kastað
lasso, og fleiri livdu á hung-
ursmarkinum. Kunnu kan-
ska samanberast við teir
gomlu seyðatjóvarnar í
Føroyum.
Frå at hava jagstrad
neyt til at berjast móti
monnum
Í 1806 lupu onglendingar
so á Buenos Aires, og
nógvir gaucho'ar vórðu
noyddir í herin. Seinni bleiv
Argentina eitt sjålvstødugt
land, men eftir fleiri ár við
borgarakríggi og ødrum
meinum høggum í hesa
mentan, vóru dagarnir hjá
hesum cowboyarum taldir.
Søgurnar livdu tó víðari
- bæði tær glæstrikendu,
sum gjørdu hesar neyta-
dreingir, ið bæði spældu
kort og ballaðust, til eitt
romantiskt, tjóðskaparligt
súmbol, og so tær kanska
meira undirhaldandi hjá
John Wayne og øðrum i ti
norðara Amerika
Myndir: Theodor E. D. Olsen
0.0
—"
| Teldusnillingur:Svein w
Rasmussen
Um onkur hevur hug at skriva |
til teirra, so eru |
telduadressurnar |
dhoydal Qusa net |
odor olsen Q usa ne!
svein. w. rasmussen 2 usa net
magnus. samucis: 4 - |
p »vdal usa nei |