leygardagur 28. mars 1998síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ssfalurin
Nr. 60 - 28. MARS 1998
»Kirkjurnar endurspegla
tað fínasta í bygging,<
sigur arkitekturin og listamadurin J. P. Gregoriussen, sum gevur út glæsiliga bókargð um kirkjurnar í Føroyum
TORDUR JOANSSON
— Hvat fekk teg at fara í holt
við at savna tilfar, tekna og
skriva um føroysku kirkjur-
nar?
— Tað vóru tær betri um-
stødurnar at fara undir ann-
að enn beinleiðis arkitekt-
og byggiarbeiði, tí byggi-
virksemið minkadi sum
kunnugt munandi seinast í
80årunum. Men tankin hev-
ur ótvað verið har framman
undan, og helst hevur hug-
urin at fara undir so víð-
fevnandi, men samstundis
eisini áhugavert og kveikj-
andi, arbeiði leingi verið til
staðar
— Á hvønn hátt áhugavert
og kveikjandi?
— Jú, tað er jú so, at
kirkjubygningar frá ymisk-
um tíðarskeiðum siga okk-
um ein hóp um søguna langt
aftur í tíðina. Ikki einans um
byggisøgu, men eisini um
ymisk onnur viðurskifti, ið
týdning hava, skulu vit fáa
neyvari innlit í fortíðina.
— Kanst tú nevna okkurt
dømi um hetta?
— Til dømis fornkristna
kirkjan í Istanbul, St. Sofía-
kirkjan. Hon var uppruna-
liga bygd sum kristin kirkja
í 7. eld; men tá ið mu-
hammedsmenn tóku býin í
1453, og islam gjørdist
átrúnaðurin har, varð hend-
an kirkja høvudskirkjan ella
-moskan har um leiðir
Hetta sæst í og á sjálvum
bygninginum við tað, at
mnnbúgvið varð flutt og
snarað móti Mekka, fýra
høgar minaretir vórðu sett-
ar við kirkjuna og annað, ið
P
skilliga visir tær
tórbroytingar, ið fóru fram
i må g am
KKI r
Sjá rt. H ;
K u [
vg £ b g
KK há gg
urspeglað í kirk þa
ngunu nisku tíð:
ir £ Uu g ØøTU
Jursk Ku
gomlu kirkjunun
Kanst tå nevna onkrar
slíkar broytingar í Føroyum
Suð ggjast aftur KITK
skreytið, hvarv so við og
við. Kirkjan varð umbygd í
1874, og samstundis var all-
ur hin gamli innibúnaðurin
fluttur av landinum; men nú
kemur hetta tó heim aftur.
Og í 1968 varð kirkjan aftur
heildarumbygd. Aðrar
søguligar ábendingar eru
eisini, eitt nú til tíðarskeið-
ið, tá ið svartideyði herjaði
og annað.
— Hvat hevur so størstan
týdning fyri teg sum arki-
tekt?
— Hóast eg havi alst6:an
áhuga fyri søgu, list og
mongum gðrum, so man
arkitektururin, tað er at siga
byggisiðir, bygging, byggi-
list og alt, sum uppi í hesum
hor:gur, hava mín størsta
áhuga. Ikki minst í sam-
bandi við kirkjurnar; tí tað,
vit eiga av kirkjum, endur-
speglar okkara niðurarvaða
byggisið. Hetta er eitt ríki-
dømi; vit kunnu siga for-
fínað dómi um føroyska
byggilist frá ymiskum tíðar-
skeiðum. Men tað gevur
okkum eisini ábendingar
um gerandis- og brúkslist,
sum tóku seg upp her á
landi.
— Kunnu vit yvirhøvur
tala um serstakan føroyskan
arkitektur ella serføroyskan
byggisið?
— Hatta ljóðar kanska
nakað hátíðarligt; men jú.
Okkara upprunaligi byggi-
siður var tengdur at tí tilfari,
sum var við hond. Grót, flag
og rekaviður. Hetta broyttist
so við og við, sum annað
tilfar varð innflutt. So vóru
nakrar øldir, tá ið økt sam-
band og samskifti var við
umheimin, og hetta rein eis-
ini við byggisiðin; men aft-
an á fyrst í 14. øld er so
gott sum einki stílárin kom-
ið uttanífrá fyrr enn í nýggj-
ari tíð.
— Hvørji árin sipar tú til?
— Sum tú veist, eru tær
báðar kirkjurnar í Kirkjubø,
Olavskirkjan og Magnusar-
kirkjan ella Mururin, frå 12.
” og 14. øld, fyrra í romansk-
um, seinna í gotiskum stili;
og hetta bendir skilliga å
neyvt samband og samskifti
vid Bretland og Skandi-
navia. Til dømis er grótlað-
ingarsniðið á leið tað sama
í Kirkjubømurinum sum í
Rosenkrantztorninum á
Bergenshus. Sama kann sig-
ast um onkrar bygningar úti
á Reyni í Havn og Stokka-
stovuna í Kirkjubø, sum
óivað komu úr Noregi og
vóru kanska fluttir í at kalla
heilum líku haðani og so
settir upp her.
— Hvussu síggja vit so, tá
ið nýtt tíðarskeið tekur seg
2
— Tad var, tå id føroyingar
aftur fóru at byggja av tøk-
um tilfari burturav. Fyrr
vóru húsini grótlagað; møn-
an var rekaplanki; og so
vóru sperrutrø og annað úr
rekaviði. Seinni varð fram-
síðan evnad úr viði, men
restin var framvegis grót.
- Nær kemur verulig
broyting í, Palli?
— Móti enda 19. aldar,
vildi eg sagt. Tá falla grót-
síðurnar burtur; men langt
upp í tíðina hevur grótvegg-
ur staðið upp ímóti ættini.
Annars vóru húsini jú bygd
javnfjar við jarðarmunin.
Og stórviðurin var bundin í
grótveggirnar.
— Hevði hetta árin á kirkj-
urnar?
— Ja, við amtstíðini fyrst í
19. øld kom tann siður at
byggja úr viði, fyrst tey
stóru embætishúsini. Frá
1820årunum og nøkur ár
fram vórðu tær 23 eyð-
kendu trækirkjurnar bygdar,
og av hesum standa fram-
vegis 10 uppi enn. Men eftir
einahandilin í 1856, tá ið alt
samfelagið broyttist, sæst
aftur skilligt stílárin uttan-
eftir, nevniliga nýklassis-
isman.
— Hvussu byrjaði sjálvt
arbeiðið við bókunum um
kirkjurnar?
— Kirkjubygningar haldi
eg altíð geva íblástur. Og
nakað av tilfari hevði eg
longu framman undan. Men
so fór eg ein túr runt í
oyggjunum á sumri 1994 at
skatta dýpið, uppliva og
tekna, tí ikki minst hetta
seinasta fremur fatanina. Eg
teknaði ta summarið allar
tær tíggju trækirkjurnar,
nevndar vórðu í áðni. Hetta
var stuttligt og eggjandi, ein
stór uppliving. Og fólk vóru
bæði fyrikomandi og áhug-
að.
— Hevði tí longu tá gjørt
av at fara undir bókaút-
gávu?
— So líðandi fekk eg tað
hugskot at gera eina bók um
tær tíggju kirkjurnar; men
her var so sjálvsagt neyðugt
við góðum og hóskandi
teksti. So farið varð undir
at kanna, hvørjir tekstir
longu vóru tøkir. Og annað
tilfar var eisini at finna og
kanna. Kristoffer Kristoffer-
sen hjá Landsverkfrødingi-
num hevði í samstarvi við
Sverra Dahl mált upp fimm
av kirkjunum; restina høvdu
arkitektlesandi gjørt fyri
Fornminnissavnið. So gekk
eg ígjógnum alt hetta
tilfarið.
— Fingust aðrar heimildir
til vega?
— Ja, lesandi á Fróðskap-
arsetrinum høvdu skrivað
um kirkjurnar, tá ið Petur
Martin Rasmussen starvað-
ist har, og hetta kom væl
við. Eisini sýndi Jóannes
Dalsgaard søgufrødingur og
leidari å Landsskjalasavni-
num stóran áhuga og útveg-
aði upprunatilfar frá bispa-
arkivinum i Danmørk.
Jóannes skrivaði greinir,
beyð sær til at ráðgeva, og
tað kom væl við í arbeiði-
num. Somuleidis stuðlaðu
kirkju- og bygdaråd dyggi-
liga, eisini figgjarliga. Hesi
og onnur sýndu øll stóran
áhuga og vælvild.
— Men tað varð ikki bara
tann eina bókin?
— Nei, tí fyrsta bókin, sum
vit júst hava talað um, var
so væl móttikin, at tað eggj-
aði til at fara undir eina
veruliga føroyska kirkju-
byggisøgu. Sum tå minnist,
kom 2. bókin, tann um
hvålvkirkjurnar, út í fjør.
Triðja bókin fer til prent-
ingar nú, og tað er aftur hin
dugnaligi John Dalsgarð, ið
skipar fyri tí tekniska. Hon
kemur út í heyst. Og arbeið-
ið við hini fjórðu og sein-
astu byrjar av álvara kom-
andi summar; væntandi
kemur hon út tíðliga næsta
ár
— Takk fyri, Palli, og góða
eydnu við tiltakinum.
— Sjálvur takk.